Fríu Føroyar - 06.06.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 06.06.1942, Blaðsíða 1
<Ps 1 ^L^ NUMMAR 5 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt Og Føroyingar sjálvrádandi. 6. JUNI 1942 mmmmmmmmm Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Zisk g Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. Sam&h&mmla. Vit eru fegnir yvir ta samkenslu Føroyingar sýna okkum í arbeiðinum fyri at gerafødilandið Føroyar til frítt land. Tað styrkir hetta arbeiðið nógv, at so nógvir vilja halda blað okkara og at so nógvir háva styðjað okkum við at senda lýsingar til blaðið. Vit hava vón um at fáa so nógv ftappír, at blaðið kann koma út aftand i. juli. Hvussu mangar ferðir vita vit enn ikki, men tað vóna vit at kunna siga í næsta blað. Haldarar kunnu tí framvegis tekna seg hjá postmanni ella hjá blaðskrivaranum. Lýsingar kunnu sendast til lýsingastovu A. Ziska, Tórshavn. Meiiia sjpyvja? Løgtingsins formaður harra J. H. Danbjørg, bar fram í *Føroya Social Demokratz cin landaspurning og segði frá, at fieirfal innan Føroya løgting hevur »dripið«. uppskot um at keypa og innflyta byggitilfar til Føroyar. Vit bóðu her tá Løgtingsins formann taka henda spurning upp av nýggjum, tí landi okkara tørvar byggitilfar til bátar, skip og hús, og tað er tí ein spurningur av stórum tydningi fyri Føroyar, at hann gevur fulla frágreiðing um, hvør ið forðar, hvi teir forða og um tað er gjørligt hjá honum at.reisa hesa sak aftur straks, so samfelagið kann fáa tit landið alt byggitilfar, ið.okkum tørvar. Allir Føroyingar vilja hjálpa tygum> hafra løgtingsfor- maður, tað ivas-t eingin i, sum er góður Føroyingur. Nógvir menn spyrja: Hvat kann nú harra J. H. Danbjørg, løgtingsformaður, útinna ? Menning. Alt meira og meira mennist unga lið Føroyinga. Burt við stúran og iva. Lat okkum Føroyingar fáa loyvi at liva lív okkara sum táð er unnað okkum av skaparanum, at vit skulu ráða í okkara føðilandi eins og aðrar tjóðir skulu ráða í teirra landi, soleiðis talar nú fólkið í Føroyum. At henda menning førur við sær viljan til at fáa allan tørvandi kunnleika, ið krevst, tá eitt fólk .->kal ráða væl og stýra landinum soleiðis, at ikki bara ein sf ;a;ttur, men allir liva væl og føla seg sum frímenn, fritt fólk, í,' føðilandinum, er eitt tíðartekin um eitt nýtt lív her í Føroyur r/ . Hesin vilji Føroyinga vil føra fram t a styrki, ið hevur tørva okkum so leingi, vil nú fáa gott samair'beiði og samhald, so 'at allir Føroyingar nú kunna fara ur í'dir at byggja upp hetta land, sum fremmandir hava rátt yvir g.lt ov leingi. Føroyingar skilja nú, at partaklandi j r bara ger stóran skaða fyri frælsi Føroyingana, at tað held nr fólki niðri anda- liga og peningaliga. Teir vilja tí ntí gera álvara av at broyta so nógv sum broytast kann fyri at føra fram stórar og góðar ¦ inntøkumøguleikar, so stórar, at samlað a inntøkunøgd kann geva aftur til samfejag okkara allar tørvanfji samfelagsútreiðslur. Tað er sjálvsagt, at her vera tað ákúlaútreiðslurnar, sum fyrst og fremst mega fáast so stórar oyJtiyggar sum møguligt, tá tað eru skúlarnir, sum-skulu leggja fjrundarlag undir fólks- ins dugnaskap at liva lívið á sjógvi og ;í landi. Føroyingar yvirhøvur vita, at nú verðandi skúlaskipan í Føroyum er løgd soleiðis, at hon fyr.',-(. og fremst er ætla at gagna administrator og hevur tí ikki verið fólkinum so góð, ið hon kann vera, tá Føroyar gerast fr f tt land. Har má broyt- ast nógv. Men tá broytingin verður gjørd til tess, at eitt frítt Føroyaland skal hava so góðar skúhí r sum møguligt, so teir geva børnum landsins bestu uppfostrau til lívsbjargingina, gera Føroyingar til dugandi menn i øllu t n arbeiðum, sum kunnu setast f verk her í okkara landi, (jg gera teir so andaliga sterkar og ríkar, at teir kunnu bjarg?i sær eisini tá teir arbeiða millum fremmandar menn uttanland.í , ja tá kemur samstundis fram í fólki her føðilandsvirðing og 'íøðilandsalskur. Tær bestu kenslur eitt.fólk kann eiga. Tá landsins børn duga at artieiða og fáa góð amboð at arbeiða við, verða inntøkur landsi ris tá eisini nógstórar til at hava góðar skúlar og løna væl i^ærarum landsins. Hesa l«ið fara nú Føroyingar at ganga. Her mega vera skúlar, surri geva børnunum natúrligan vøkstur. Grundarlagið má leggjast av nýggjum.'so børnini leiðast inn aftur á heimligan ve^;,. Tað verður tá at hava sær góðar lærarar, ið taka upplæring barnana sum ein dýrgrip teir hava fingið í varðveitslu fyri tað ættarliðið í Føroyum, sum er komið til teirra og har sk;al finna ta kraftkeldu, ið skal geva kreftur fyri alt lívið, eisini fyri 'komandi ættarlið. Mann eftir manni skal Furoyatjóðin tá oysa sær kunn- leika og kreftur úr hesum keldum. lf« Hvør hevur mist? Ein pungur er funnin úti á tí nýggja kirkjugarðinum. I honum er: 13 kr. og 32 t» yru, 4 lyklar, 2 knappar, 3 ongl- ar, 1 svøvil, 4 messingaskrúut og I flippustívari. Eigarin kann heinta pui ígin hjá mær. A. ZISKA. r/j

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.