Fríu Føroyar - 20.06.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 20.06.1942, Blaðsíða 2
1 árg, FRÍU FØROYAR Nr. 7 landsins Tað er enn verri við hesi makt, sum tað er skipa soleiðis har, at fremmandavaldið hevur 2 sessir, meðan løg- tingið bara eigur ein sess innan »Valuta-Centralen«. Dult er fyri fjøldini av Føroya fólki, hvussu peningurin er varðveittur, men vit vita, at tað er bannað at flyta sterling til Føroyar. Hvør maður, suin skal keypa uttanlanda, má tí fara við bøn til sFærøernes Valuta-Central« um 'veksling og um loyvi at innflytá til Føroyar, Ja, um tað so er Føroya løgting, so hevur Valutacentralurin yvirvald yvir tinginum hesum viðvíkj- andi. Hetta sigur uppskot teirra sjálvstýris- og javnaðarmanna á seinastu tingsetu. Teir settu tá fram uppskot um, at Løgtingið skal biða vørunevndina ansa' eftir, at landshandilin í framtíðjni víðkar sftt virkisumráði og hevur í hondum keyp og sølu av øllum vanligum keypmannsvørum í so stórum nøgdum sum gjørligt. Fyri at tær innfluttningsvørur, sum nú standa á bundnum lista, kunna verða býttar so javnt út sum gjørligt, heitir tingið á » Færøerncs Valula-CentraU, um at gtva landshandlinum innfluttningsloývi til mest møguligt av hesum vørum. Her er myndin opinber, og má tí einhvør Føroyingur fata, at Løgtingið hevur gjørt seg undirbrotligt fremtnanda- valdinum so nógv meira, enn nakar havur hugsaðsær. Hetta er høpislej'st, serliga nú, tí tað eru Føroyingar og ikki fremmandir, sum eiga peningin, eisini sterlingin gjøgnum avreiðingina. Tað má tí-vera sjálvsagt, at Løgtingið, sum um- boðar Føroya fólk, skuldi givið Valutacentralinum ordrar og ikki sent inn umsókn. At bønarbræv verður sent frá Løgtinginum til »Færøernes Valuta-Central* hesum viðvíkjandi, er dømi um, at Føroya Løgling ger seg undirbrotligt. Formaður Føroya løgtings sigur Føroyingum í seinasta »Føroya Social-Demokratí«, at teir nú eiga um 40 milj. kr. í Onglandi. Hesin peningur er ovstórur at vera soleiðis í fremm- ayidahondum. Skulu Føroýingar nakrantíð fáa ræði í føðilandi teirra, má tað gerast nú, meðan Føroyar eiga so nógvan pening í Onglandi. Tá kann framtíðin fyri vinnu á sjógv og á landi fj'rireikast. Kæru landsmenn! Føroyingar, lati okkum fylkjast, lati okkum nú gera Føroyar til frítt land og fáa uttar.landapeningin inn undir ein FØROYA SEÐIL-og VALUTABANKA Lat okkum vóna! Tvær greinir frá Løgtingsins formanni svara okkum í seinasta »Føroya Social-Demokrati« viðvíkjandi spurninginum um byggitilfar. Vit takka tygum harra løgungsformaður, tí tygum gera álvara av hesum, at kanna eftir og royna at reisa av nýggjum henda landaspurning. Tað er einki minni enn ein lívsspurningur fyri Føroy- ingar at fáa skip og bátar skjótast møguligt. Ikki bara ti at nógv skip eru farin hesi seinastu árini; men av tí at henda nýggja fiskivinnan, feskfiskasiglingin, ikki hevur størri mann- ing enn ’/3 fmóti tá skipini vóru til saltfiska-sigling. Munurin er so ovurhonds stórur. Tá fiskaðu um 4000 manns, nú sigla ikki 1000 manns. >Ovseint?«, heitur hin fyrra greinin í »Føroya Social-Demokrati" 13. juni, og hon byrjar soleiðis: »Einki kann verða meira dapurt og óhugnaligt at hoyra ella lesa enn tánn yvirskrivt, ið stendur oman fyri hesa grein, Tað er eisini við døprum huga, at vit noyðast at nýta hesa yvirskrivt«. Tað verður sagt f greinini, at- slik før sum »Vón«, ið bygd er her á Tórshavnar Skipasmiðju, hava óivað góðan møguleika at kunna bera seg, ífall tey kunna byggjast fyri ein hóskandi pening; men álítandi bj'ggikønur maður sigur, at eitt skip sum »Vón« kemur at kosta eina h.álva millión at byggja nú, og tað er tf ikki væntandi, at nógvir privatmenn vilja byggja skip nú. Hin seinna greinin er vónríkari, tí hár standa hesi orð : Men vit vilja ikkí sita hendur í hupp fyri tí. Vilja hinir tingmenninir nú ganga saman við okkum, so vóna vit, at byggitilfar kann fáast enn«. Hann sigur eisini: »Føroyingar eiga í dag í Onglandi kanska einar 40 milj. krónur. h'j'ri taó kunnu byggjast 80 slík før sum »Vón«. Hvat siga teir, sum peningin eiga? Vilja teir vera við at byggja ?« Hann sigur eisini frá: »at menn sum verið hava í ís- landi siga, at har er almikið av øllum byggitilfari«. Hann mælur til, »at landsnevndin sarnan við vørunevndini beinan vegin nú sendur mann til íslands at kanna eftir, um vit ikki saman við íslendingum kunna fáa byggitilfar úr Kanada ella aðrastaðni í Amerika*. Men, harra løgtingsformaður, hví ikki samstundis kanna eftir, um skip kunna fáast til keyps í Onglandi ella Amerika. Tað eru menn sum .siga, at í Onglandi kunna óivað finnast skip, ið kunna vera hóskandi til feskfiskasigling, tá tey verða innrættaði til hesa sigling, soleiðis sum tær føroysku sluppir- nar nú eru umbygdar. Tað vil vera skjótari at nøra um fiskiflotan, tá eisini soleiðis verður roynt. Lat okkum vóna, at hesin landaspurningur verður nú tikin upp av nýggjum og at tað kann eydnast at fáa skip og byggitilfar til skip, bátar og til húsabygging úr Kanada ella Amerika, hóast at Føroyar eru í sterlingsblokkinum. Stóvbvcyting. fcin rtytjcjj, Ijósavi tvamtíO fyvi ung/fólkift í Cngflándi. Allur ungdómur Onglands skal nú fáa skúlagangin ókeypis so langt sum evnini og viljin røkkur, heilt upp i hægsta skúla landsins. Ungdómurin upp til 18 ár, skal vera væl vardur mótt kroppssliti, og hann skal hava varandi skúlagang upp til hcsi ár. Fyrilestrar vera um trúarbót og trúgv (rehgión), og eingin tvingsil skal longur vera i hesum. Soleiðts skiltu vit London l kvøld /7.—6. Hvussu stór broyting her er gjørd, vtta tey bcst, tð liva hava millum fólkið i Onglandi Hin stóri klassamunur har lievur verið, man fara at vikna í frarntiðini. Hjá A. ZISKA kunnu seljarar og keyparar hittast um keypslag av húsuni, traðum, grundstykkjum, aktium o. a. Telefon 337. QóOiv Føvoyingav slyOja „Fi?£« Førcy«p“ við at gerast haldarar og lýsa í blaðnum. TELF 337. tekur móti lýsingum.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.