Fríu Føroyar - 20.06.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 20.06.1942, Blaðsíða 3
Nr. 7 FRÍU FØROYAR 1 árg. Føroyar frítt land (Skrivari: Andrias J. Ziska) (Framhald) Fólkakravið tá, 1937—38, var so álvarsmikið, at teir stýrandi hildu tað vera ne)7ðugt at niðurseta eina nevnd (12. apríl 1938) »med den Opgave at undersøge Produktions- og Erhvervsforholdene paa Færøerr.e og eventuelt fremsætte For- slag til Foranstaltninger til F'orbedring af disse F'orhold, der- under eti videre Udvikling af Landbruget og Fiskeriet og Op- arbejdelse af n-ye Næringsveje«. Um fiskivinnuna ta gomlu og ta nýggju, sum Føroyingar vildu hava ístaðin fyri ta gomlu, sigur nevndin sína meining mest soleiðis: »1 de senere Aar har der været eti stigende Interesse for Trawlere. Daarligt'Kutterfiskeri, Utilfredshed med det gammeldags Haandsnørefiskeri og Ønskerne om Fornyelse af Fiskerflaaden, har gjort det riaturligt at søge njæ Veje og gaa over til den Form for Fiskeri, som bliver mere og mere almindelig paa de F'iskefelter, hvor Færingerne fisker.« Nevndin vísir a teir trawlarar, sum F'øroyingar hava roynt at fingið sær: »Den første af de nuværende færøske Trawlere blev købt til Færøerne 1934, den anden i 1936 og de tre næste i 1938. I 1939 er der yđerligere anskaffet 5 Trawlere — — — Alle Trawlerne er købt i England. Købesummen ligger melíem £ 1500 og 7750. Det er oplyst for Udvalget, at Prisen for en fuldt moderne Trawler ligger mellem £ 25.0OO og 40.000, hvorfor man vil forstaa, at de til P'ærøerne anskaffede Trawlere er af mere eller mindre umoderne Type.« Nú kundu F'øroyingar, sum lósu hesi nevndarorð, trúð, at Uppskot kom frá nevndini til at fáa til Føroyar hesi modern- aðu skip og fráráða keyp av gomlum ómodernaðum trawlarum og gomlum skipum. Men hetta gera teir ikki. Tveir nevnd- arlimir, nevnliga Niclasen og Samuelsen vóru tí so fyrivarnir at mótmæla kritikkinum viðvíkjandi teim føroysku trawlarunum við nesum orðum : xLandstingsmand Niclasen og Sysselpiand Samuelsen kan ikke tiltræde Bemærkningen om, at de færøske Trawlere er af mere eller mindre umoderne Type«. Teir vildu hervið hava sær hurðina opr.a til pallastovur- nar. F'yri sakina og P'øroyingar var tað betri at mótmæli teirra var nøkur sannheitsorð longri, nevnliga: • »Færingerne har gennem Samlivet med Danskerne sendt saa mange Millioner Kroner flere til Danmark end hvad Færingerne har faaet tilbage, at der nu maa anskaffes en fuldtud moderne Fiskerflaade for de Penge Færøerne moralsk har tilgode hos Danmark«. At nevndin longu tá hevði avgerð um, og vísti á fram- tíðarfiskileið Føroyinganna sæst av hesum orðum teirra: »at Saltfiskeproduktionen indtil videre maa være altovervejende i Færøernes Fiskerierhverv*. Teir vistu tó, at feskfiskaveiða var framtíðarvegurin Før- oyingar vildu ganga, og at har kundu trawlarnir gera størri vinnu enn’ á saltfiskavegnum. Ein sáttmáli millum Danmark og Ongland um kvotanøgd til F'øroyar vildu kunna skapa størri inntøkumøgulefliár til Føroyingar. Hví hesin vegur ikki gjørdist »altovervejende« fyri P'øroyingar, vita fleiri. Rómin hevur \etið »reserverður« flat- landinum. Blakið var ivaleysa gptt fyri fjallalandið. F'remmandavald trívist best har fólkið er fátækt ogmákoma krúpandi, tiggandi um valvild. Valdið kann har diktera og siga, hvussu skal arbeiðast, seljast, ke)rpast, og hvat nógv og lítið skal gevast valdinum og fólkinum. Tað stendur til Føroyingar sjálvar, hvussu leingi hetta fremmandavald skal ráða í P'øroyum. Tá ófriðurin kom, broyitist alt so knappliga, at nú er feskfiskavinnan blivin høvuðsvinnuvegur landsins. Føroyingar hava fingið óskerda feskfiskakvotu, og hvat fyrr var umrøtt í áravís kom nú knappliga, ið hvussu so er fyribils, nevnliga: Fornyelsen af den færøske Fiskcrjlaade. Ur Føroyalands egnu peningum eru skipini umbygd til feskfiskasigling, sjálvt gomul skip, ið fyrr lógu sum burturkast, eru umbygd og sigla millum lond við fiski. Lív Føroyinganna er soleiðis gjøgnum hesa vandatíð brojrit so nógv sum ongatíð fyrr, meðan fólk hevur livað á hesum oyggjum. (Meira). FÓTBOLTSKAPPLEIKUR Hóskvøldið seinast kl. 7.30 spældi H. b. ag B. 36 móti hvørjum øðrum. Hetta bleiv ein sera forvitnisligur leikur. Bæði liðini spældu av øllum alvi og høvdu rciðuliga gott spæl (nógvir boltar vóru tó í lofti). H. b. valdi mál og fingu sól og vind í ryggin. Sami maður var dømari sum seinasta sunnudag. Spælið var kvikligt, og fekk H. b. tvey mál í fyrra hálvleiki. Fyrsta málið varð gjørt av H. b. c. f, ein langur boltur kom móti tnáli, B. 36-bakkurin nkiksaði, c. f. kom sær framm og skeyt. Annað málið varð gjørt av H. b. y. v. — ein høgur langur boltur, ið málmaður_ B. 36 ikki sýntist at siggja fyri sólini. Annar hálvleikur byrjaði og fekk H. b. triðja .tnálið, eitt strajfispark, sutn varð skotið av H. b. c. h. Men spælarar B. 36 høvdu áræði, spetitu á og fingu hol á. Leikurin endaði við sigri til B. 36, 4—3. Spælarar B. 36 skulu hava takk fyti teirra áræði og at teir ikki fullu í. fátt, haldi áfram soleiðis. er: JnnishógvciT til kvinnur og menn. Djpcingjaskóffvav í støddum frá 1—6. Knút Petersens skósøla. Telefon 265 Sildamjøl er gott fóður fyri øll kríatúr og fæst hjá Dánisl Niclaien í Sørvági, S. Ellefsen í MiSvági, Otto Jacobsan ( Vestmanna, Jacob Haraldsen í Fuglaflrði, J. F. Kjolbro í Klakksvík, umframt á fabrlkklni í Kollafírði og Ghr. Holm Jocobsen, Tórshavn.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.