Fríu Føroyar - 30.06.1942, Blaðsíða 1
.-•
- J
^
o
;'
TÓRSH*§#
NUMMAR 8
Inhivist her hava øll sum krevja, at fødilandid
skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi.
30' JUNI 1942
Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska
Telef. 3 3 7 Tórshavn.
1. ÁRG.
EIN VINAHEILSAN
Eitt vinaband er knýtt millum Føroyingar og teir fremm-
andu hermenn, sum hava verið hjá okkum. Hetta sæst á ym-
iskan hátt.
Kitt lið kemur og eitt fer frá okkum, tá boð koma, at
skifti skal vera. Men teir, ið hava verið í Føroyum eitt ár
ella meira hava funnið sær vinir millum Føroyingar. Ja, summir
so nógv, at teir gifta seg við døtrum Føroyinga og taka tær
við sær, tá teir nú fara heimaftur.
Teir farandi hava soljóðandi heilsan uppsligna á gøtun-
um, 26./6./42:
„TiI Føroya fólk!
Allir Lovat Scouts biðja føroyingum farvæl og ynskja
teimum góða eydnu.
Tit hava verið sjáldsama blíð við okkum og vit hava
funnið nógvar vinir.
Vit sum sjálvir eru av sjófarandi fólki skilja og hávirða
tykkara starv á sjónum.
Vit ynskja tykkum alt gott í komandi tíðum og vóna,
at øll frælsissinnaði fólk skulu kenna betri dagar.
A. G. Fairrie. Lt. Col."
Henda heilsan til Føroya fólk er so hjartaliga vøkur, sum
ein vinaheilsan skal vera. Vit takka tykkum fyri hana og
ynskja tykkum væl komnar aftur á øðrum sinni, tá Føroyar
er vorði frítt land.
A Føroya landi
'ein friðar-andi
er mikil makt.
Her -nheimsinsn. synir
sær fáa vinir
og kærleik's-pakt.
Hvei? skal
byguja skipini?
»Hann spyr, ið einki veit«. Soleiðis ljóðar eitt orðatak,
og nú er tað orðatakið vorðið alment eina tíð aftur millum
tingmenn, blaðmenn og allar Føroyingar, ið lesa bløðini.
Harri J. H. Danbjørg, løgtingsformaður, hevur roynt at
gjørt seg inn á 15 løgtingsmerm, tí at teir skulu hava »dripið«
eitt uppskot frá javnaðar- og sjálvstýrismonnum um at fáa
byggitilfar.
Vit spurdu hann tá, antin tað var ovseint nú at taka
henda spurning upp av nýggjum, og hann svaraði:
»ViIja hinir tingmenninir ganga saman við okkum, so
vóna vit, at byggitilfar kann íáast enn. Hvat siga teir, sum
peningin eiga, vilja teir vera við at byggja?«.
Meðan hann soleiðis tykist hava vón, hevur partnarin í
»Tingakrossi« hesi orð:
»Tó er tað óvist, um vit ikki fingu skipsbyggingartilfar,
um onkur strongdi á; men hvør hevur boðið seg fram?
Tað er nú tíð at halda uppat við hesum alt og einkis-
sigandi snakkinum um skipabygging.
Hvør skal byggja skip nú í Føroyum?
Latum okkum fáa tann spurningin fyrst greiddan.«
Soleiðis royna teir nú at sleppa sær undan hesum landa-
spurningi og' frá uppskotinum, ið hinir 15 »drupu« í Løg-
tinginum.
Lat teir ikki sleppa frá hesum stóra spurningi, siga menn
her. Lat ikki teir tingmenn, ið skriva um ábyrgd hesum við-
víkjandi sleppa so Iætt undan hesum við bara at spyrja:
»Hvør skal byggja skip nú í Føroyum?«.
Nú vilja Føroyingar 'hava skip og byggitilfar til skip óg
hús. »Propaganda«-greinir nytta ikki í hesum viðfangi. Nú
mega Føroyingar fáa at vita, hvør ið vil virka til Føroya gagn
á tingi, og hvør ið svíkir, tá Føroyum tørvar byggitilfar, meðan
peningur er nógstórur at keypa fyri.
Vit hava roynt at fingið fatur á hesum týdningarmikla
uppskoti tejrra javnaðar- og sjálvstýrismanna, men tíverri tykist
tað vera ringt at finna. Fløkt tykist nógv vera innantinga og
millum Løgtingið og »Færøernes Valuta-Central«. Vit hava
biði um »statistik« viðvíkjandi avreiðing Føroyingana og inn-
kej-pið til landið frá tíðini tá kríggið brast á og inntil nú,
men sovorðin »statistikur« er enn ikki komin til Løgtingið frá
amtinum og frá sFærøernes Valuta-Central«, segði fyristøðu-
maður løgtingsskrivstovunar. Hann skal verða sendur okkum,
tá hann kemur fram til teirra. •
Føroyingar mega ógvast. Nú eru brátt 3 ár runnin,
síðan at veraldarbardagin brast á, og hesi ár hava broytt alt
Tív hjá Føroyingum, eisini vinnulívið, handilslívið og peninga-
lívið so stórliga, sum ongantíð fyrr. Nú meira enn nakrantíð
fyrr krevist greiður rokniskapur og »statistikkur« verða til
skjals hjá Løgtinginum og almenninginum. Men eingin »stati-
stikkur« sæst enn, hóast vit eru í sterlingsblokkinum, og bann
er sett móti at flyta sterling inn til Føroyar, meðan Føroy-
ingar afturfyri hava fingið heimapening ástemplaðan: »Kun
gyldig paa Færøerne«.
Hvussu alt hetta hevur virka og. virkar saman, krevur
Føroya fólk at fáa fulla greiðu um.
Løgtingsformaðurin veit kanska nakað at siga okkum
meira enn tað hann hevur sagt í blaðnum, nevniliga at F"øro\-
ingar eiga um 40 milj. kr. í Onglandi.
Føroyingar krevja at vita, hvussu vorðið er, og hvussu
alt er hagreitt.
1. Hvør ið ágóðan fekk tá heimapeningurin var prentaður
og støddina?
2. Hvør ið ágóðan hevur fingið inntil ^l^ærøernes Valuta-
Central* var settur á stovn og støddina?