Fríu Føroyar - 20.08.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 20.08.1942, Blaðsíða 1
,<?.' TÚRSAUVN NUMMAR 12 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 20. AUGUST 1942 Ábyrgd he'vur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. Arg. Eitt samband. Enn er samband, sigur »Dimmalætting« seinasta leygar- dag. Føroyingar kunna lurta til dcnska útvarpið! »Vort Moders- maal er dejligt, det har saa mild en Klang«. Tað vil siga »Rigsmaalet«. Okkara móðurmál — Føroyamál: »Det lyder saa løjerligU, siga teir eins og hon gentan. Ja, tað er so illa- vorðið, >vederstyggeligt«, at tað skal ikki fáa rætt til at vera rættsmál. Tað kann enn bara fáa hálvan rætt sum kirkjumál, og tað hevur bara hálvan rætt sum skúlamál. Sum passmál og kunngeringarmál unna fremmandir Føroyamálinum rættindi; men sambandsmenn og Danskarar, nei, ikki talan um, Burtur við Føroyamálinum, siga teir. Tað skal ongan rætt eiga. Kortini vil »Dimmalætting« hava Føroyingar at gera eins og hinir sum sótu við »Babe!on.s Floder«. Teir vilja hava Før- oyingar »at begrede Danmarks tuuge Skæbne«. Ikki bara tað, men teir váða sær so langt sum at brúka P'øroyar og Føroy- ingar. sum »Springbræt« fyri einum »fríum Danmark«, sam- stundis sum teir háða hitt dýrasta vit eiga her á jørð, móður- mál okkara, Føroyamál. Frekheit teirra er yvirhøvur so stór sum hon kann vera. At Danmark var eitt lítið ússaligt land vistu Føroyingar fullvæl, og at tað ikki orkaði at verja okkum, fataðu eisini nógvir Føroyingar langt undan hesum veraldarbardaga. Men at teir nií, samstundis sum teir háða okkum og sára okkum innast í hjarta, vilja hava okkum at verja teir og stíva teir av í hesum tíðum, vilja vevja okkum irín í ófriðin, hava okkum til »Rambuk« teirra, tað er so skammleyst sum einki fyrr av) ljótum gerum teirra í Føroyum. I tankaloysi gongur tíverri ein partur 'av Føroyingum, fjeppast uppi í fremmandum sum higar koma, njósnast og forfumma seg, men nú ræður um at vera varin, tá Danir koma fram, tí teir eru ikki Føroyingum góðir í hesum tíðum, her meinast við »Frit Danmark«s menn- inar og gestir teirra. Tíbetur finnast góðir danskir menn eisini her ímillum okkum, sum vit fegin vilja hava hjá okkum sum gestir okkara meðan ófriðurin er og seinri, um teir tá eisini vilja vera í Føroyum. At Føroyingar hava tað toluliga gott, summtr kanska heilt gott, í Danmark er natúrligt, tí tað hava teir sanniliga eisini uppiborið. Hava Danskarar ikki allar dagar havt tað gott her í Føroyum? Hava Føroyingar ikki, um ein so má siga, borið teir á lógvunum? Jú, her í Føroyum hava Danir í mannaminni livað harralív, og her hava teir havt og notið stórt gestablídni, so stórt, at vit nú ikki mega fáa minni enn at kunna lurta eftir útvarp, teir sum vilja og hug hava. Tað er tó, sum øll vita, samstundis sambandspolitisk »propaganda«, hetta útvarp. Eitt lið og ein knúlur á Sambandstogið. Tað er eins fyrr og við skúlabarna ferðum, dansiferðum, framsýning arferðum o. ø., har studningur var útgjar. Alt tað er ætlað til at slíta barnið frá móður Føroyum, at fáa tað burtur frá síni uppruna at vera eitt natúrligt gott menniskja. Ein roynd til at gera Føroyingin til træl annara landa tjóð. Gera Føroyabarnið frá »Svaneunge« til »Den grimme Ælling«. Føroyatjóðin má tí verja seg nú og menna seg til sjálv at taka ræðið í Føroyum. Til harra J. H. Danbjørg, bráðfengisblaðstjóra. Meðan tygum harra Danbjørg vóru blaðstjóri »Føroya Social-Demokrat«s hava vit, tygum og eg, sum skrivi »Fríu Føroyart, skift orð, skrtva greinir, um samfelagsviðurskifti her í Føroyum. Ætlan mín hevur ikki verið og er ikki at júka upp í saman og birta í klandur. Heldur verður tað best at t.ila saman soleiðis, at Føroyingar kenna seg sum ein heild, sum eilt fólk, ið nú roynir at gera seg sterkan til at fáa sjálvraeði í Før- oyum. Hesum vilja tygum og flokkur tygara fegin hjálpa fram eisini, siga 'tygum, soleiðis sum tit fyrr hava viljað gjørt, ífall løgtingið viðtekur at fólkið í Føroyum skal greiða atkvøðu um at Føroyar skal vera frítt land, soleiðis sum harra Stauning bjóðaði Føroyingum; men sum tá Patursson við øllum sínum liði var ímóti. Eg minnist fullvæl alt hetta sokallaða Staunings-tilboð, sum tygum sipa til. Tað kom so løgið fram tá, at Jóannes skal eiga stóra tøkk fyri tað svar hann tá gav Stauning. Fyri okkum Føroyingar er ein fólkaatkvøða líka týdning- armikil sum fyri Danskarar, tá t. d. fólkaatkvøða var í Suður- jútlandi aftaná hin seinasta veraldarbardagan. Tí mugu nú allir Ikki-Føroyingar flytast úr Føroyum, konttoll av fremm- andatjóðum setast, øll propaganda skal vera bannað o. s. fr., líkasum gjørt varð undan og undir fólkaatkvøðuni í Suðurjút- landi. Allir Danskarar mugu tí fara úr Føroyum-, áðrenn ein fólkaatkvøða skal verða her. Tygum siga, harra Danbjørg: »politisk sjálvráðandi er eingin sum ikki eisini er peningaliga sjálvráðandi«. I hesum eru vit báðir^samsintir, sjálvsagt! Hesum viðvíkjandi havi eg roynt at tala við Føroyingar í mong ár, longu undan løgtings- valinum 1928 í valskriftinum »Føroyingar — lesið — hugsið!* I 1932 og 1940, og umframt sendi eg saman við 100 Føroy- ingum í 1932 umsókn inn til Føroya Løgting at seta á stovn seðilbanka, sum Løgtingið skal eiga, eins og eg nú her aftur royni at halda áfram undir hesum veraldarbardagnum, nú vit eru stongdir frá Danmark og sjálvir hava víst øllum at væl ber til at vera sjálvbjargin, bert allir draga eina línu. Tað er tó likt til, at meðan eg vil 'hava hesa tíð vit nú liva í til eina upphjálpingartið, til tess at Føroyar skal gerast frítt land, so vilja tygum harra Danbjørg líkasum mala uttan- um og ikki siga beinleiðis at tygum av øllum alvi vilja vera Føroyingur, at tygum vilja gera Føroyar sjálvráðandi og sjálv- bjargnar, at tygum vilja hava ein Seðil- og valutabanka, sum

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.