Fríu Føroyar - 10.11.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 10.11.1942, Blaðsíða 2
1 árg, FRÍU FØROYAR Nr. 20 dátt við enn løgtingsmonnum og okkum sum vóru áhoyrarar og skrivaðu tingtalurnar niður henda dag, vita vit. Socialist- urin, býráðslimur J. P. Henriksen greiddi okkum frá í røðu sínari hin 30. sept., tá fundurin var í býráðssalinum og nevndin varð vald, at nú vóru stórir møguleikar at fáa pening frá løg- tinginum, tí skattaálíkning løgtingsiiis var so stór, at avlopið var uni. 1 uiilj. kr. Skjótt hava teir beint fyri hesi milj. kr. nú sakin hjá Havnafólki kom í ljósmála. Tað skal sigast her, at av løgtingsmonnum, við istu við- gerð, kundi eingin ivast-í, at harrar J. Danielsen, Th. Petersen, J. Patursson, O. F. Joensen og Poul Petersen untu havnasakini í Havn tingsins besta stuðul skjóÆ Harrj J. Patursson minti at endanum á, at amtmaðurin hevur sagt frá, at nú skulu upp aftur preutast nógvir pengaseðlar. Hann bað tí formannin í fíggjarnevndíni leggja inálið so fyri, at býráðið fær stuðul straks úr einum parti av hesi nýprenting; men til hetta svaraði harra Dam einki! Harímóti kom hann aftur við svarinuni, sum er prentað í blað hansara: »málið var komió so seint á ting, at t. d. fíggjarnevndin hevði gjørt sína fíggjarætlan við útreiðsl- um og inntøkum tingsins lidna« . . . »vildu tingmenn fara'undir havnamálió í Havn eins og hav'narmálini í Gøtu, Fui;lafirði, Eiði og aðrastaðni kundu teir ikki gera tað uttan at fara undir at veita tinginum eykaiiintøkur.« Tað má so vera eykaskatt og eykatoll, tí hinar lættføru og stóru inntøkurnar — pcninga- seðlaprentingin <>g valuta-central inntøkurnar — tær skulu ikki takasttil at síyðja Føroya land vió, sigur harri Dani. Vit Havnartólk síggja nú, at hin gamli kærleikin er farin at spøkja. Harri Dam roynur nú sama »strategi« sum Tvørá- tingmenn gjørdu í 1905 og frameftir. Teir, hann og párta- tnenri, fløkja nú havnasakiua í Havn inn í sama elubila sum hini havnauiálini í Føroyum liggja í — Gøta, Fúglafjørð, Eiði o. s. fl. A. Samuelsen helt eisini so fyri henda dagin sakin var til fyrstu viðgerð: Nú er sa.kirt blivin liin sama suin í 1909. Men parta-samráðingar hava ivaleyst farið fram uudan istu viðgerð, havnasakini í Havn viðvíkjandi. Snildiliga verður framfarið móti hesum góðtrúgvna fólki. Einki minni enn at laka frá Havnarfólki ognarrættin, fyrsta føðingaræUin, ganga snildir teirra út uppá. »Havnin er býurin hjá øllutn Føroyingum. Havnin er ikki bara býuriu hjá Havnarinonnum. Sum høvuðsstaður er Havnin tneira og meira vorðin hjartað í okkara fíggjarligit eins og andaligu livsstreøiban. At útbyggja høvuðsstaðin er tt' ein landasak og ikki eitt serstakt má! hjá Havnar ibúgv- arum«. Soleiðis er »parolan«. Eyka skatt og eyka {oll yvir allar Føroyar, so eiga vit allir Føroyingar H, vnina, og so seinni gera vit eina lóg, sum sigur: Føroyingar eru ikki »kompetentír« til al eiga havnína í Havn, tí skal Danmark eiga Tórshavn. Tá er komið A mál hjá teimum, sum vilja, at fremmandír skulu ráða í Føroyum. Men Havnarrnenn og kvinnur, sum elska henda bý og sum hava vart so væl ognarrættin, at vit fingu rikt úr hondurn Rytter.; snildu roynd, »at Datimark skuldi eiga Tórshavnar havn«, vit vilja frainvegis verja ognarrætt okkara til Tórs- havnar havn pg bý.. Fær havnanevndíti ikki skjótt eitt stutt og greitt svar: »Ja« ella »neic, so kunna vit nú kalla allar Havnar borgarar til fund utn Havnasakina eins og vit gjørdu 1913. Samráðing- arnar nú verða lættari enn tá. Nú eiga vit havnina fullt og heilt, tað av havn, sum bygt er. Ikki er at ivast í, at Havnar borgarar heldur vilja taka allan byggikostuaðin á seg einsámallir við at tekna eitt borg- aralán, enn at býur okkara skal doyggja burtur, ella at vit skulu liva í Tórshavn sum traelir undir fremmandum. Hvussu gerast skal við allan henda stóra pening løg- tingið hevur fingið frá Tórshavn, antin Havnarmenn framvegis skulu gjalda '/3 av ølluni almennaútreiðslum landsinsj tá takka- lønin er so lítil, um tað kann eisini samráðast á einum borgarafundi. Ein Havna-unglingi í havsneyð. Frfggjadagurin, 6li nuvbr., var ein óduardagur so stórur við biimgangi her í Havn, at vit fingu at síggja, hvussu neyo- arsliga litið havnaverkið her kann verja, tá sjógvur herjar á. Eg var staddur úti á kaiini, har norska skipið »Kveldulv« og fraktskipið »Marquis ro)'ndu at sleppa leys og fara úrfrá, útá at liggja. Nakrir iiieim royndu at bjarga lunnum úti í krókinum móti brimgarðinum. Knappliga kom tá eitt øðiliga tjúkt óløgi brólandi 'sær uppum brimgarðin, fylti allau krókin innanfyri Havnarskriv- stovuna, tók við sær turinur og skolaði við sær tríggjar menn útav kaiini. Róp kom í, og farið var eftir bjargingar-kraiisum og lín- um. Teir sum sjógvurin tók við sær útav vóru: Ingvard Jacobsen, Ludvig Justinussen og Ernst Reinert, ein ungdómur á 16 ára aldti. Tað eydnaðist nakað skjótt at bjarga teimum báðum Ingvard Jacobseir og Ludvig Justirmssen, men Ernst Reinert var rikin so langt út, at eingin kundi røkka til hansara. Ro)'ut var at blaka út bjargingar-krans, men tíverri varð hann blakaður so óheppiliga, at hanii kom á høvdi á drongiuum, sum tá var við at drukna. Tá kom skiparin Niclas Pauli Hansen út á kaiina og sá, at Ernst Reinert var í størstu neyð. Tað slóð nú á at gera tað størsta ein kann her í lívinum, at vága lív fyri at bjarga inannalív. Hann ivaðist ikki, men leyp út á sjógv sum hann stóð, so langt hann orkaði, og svam fram til Ernst Reinert, sum var við at søkka og fekk hildið høvdið á honum uppi úr sjónum. Tá kom hin norski bátutin til og tók teir upp. Ein má sanna, at har vóru tað sjómenn, sum, tá íeir sóu at eitt lív var í deyðsneyð, royndu alt tað teir kundu gera fyri at bjarga mannalívinum. Tá Niclas leyp á sjógvin var maskinmeistarin á tí norska bátinum við at le)-pa út eisini til hjálpar. Sovorðin manndómsbrøgd skuldu verið vird og heiðraði gjøgnum okkara yvirvøld, og vóni eg, at hetta verður so. ' Kjartan Mohr. '&ifí&lchI&m sevncl. Havnar arbeiðismannajelag kallaði limimar til fnnd týs- dagin j. í h. viðvikjandi prístalinu/u og tímalønini. Eiri nevnd varð vald til at kanna eftir. Nevndin hevur nú vent sær til prístalsnevndina og ynskt fund saman við henni, men enn hevur arbeiðstnanna nevndin einki svar fingið Tað verður forvitnisligt, at frætta úrslitið. Hevur 'prís- talið verið ov lágt, ttm tað so bara er eitt 5 oyra um tíman, so vil tað tó geva arbeiðarastæítinum í Føroyum fittan pening um vikuna afturat tí ieir nú hava,men tá hevur eisini hattn mist nógvan peniug tað famu tið, um !/2 milj. kr.- árliga til arbeið- arnar í Føroymn. Tað er ii neyðugt, at hesin umbidni fundur verður játtaður og hildin skjótast møgttligt. Hús, grundstykkir, aktiur, o. a. kann seljari og keypari lættliga bíleggja sær hjá meglara A. Ziska, máltr. 337. „Frftt Fercyar" vcrðar lisi& um czllar €>yggjavna.T og ci fí seva golt l$aingabla&.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.