Fríu Føroyar - 10.11.1942, Síða 3
Nr. 20
FRÍU FØROYAR
1. árg.
Tekniski skúlin í Tórshavn.
Tekniski skulin i Tórshavn verður hildin av Havar Hand-
verksmeistarafelag. Hann var sfovnaður 1934, men tekniskur
skúli hevur verið í Havn fyrr við lærara St. Winther. k'yri-
støðumaður skúlans nú er Z Søremen, yvirlærari.
Næmingatalið hevur vetið vaksandi ár eftir ár. 1936
vóru 15, ífjør vóru 45, men í ár hava 73 næmingar tekna seg
til skúlan. Hesir nærningar eru vvirhøvur handverkaralærlingar.
Fákini eru : Geometri, Stereometri, Projektión, Fáktekning,
Fríhondstekriing, Materiallæra, Rokning, Føroyskt, Danskt.
Lærarar skúlans nú eru: Z. Sørensen, Mourits Molir,
St. Winther og Johan Ziska.
Skúlin byrjar hvørt ár i november og endar í apríl.
Húsarúmd hevur fingist á Skiparaskúlanum, men tað so nógv
vaksandi næmingatal ger, at har er ovtrongt, tí Skiparaskúlin
hevur eisini kvøldskúla. 1
Havnar Handverk-smeistarafelag hevur tí vent sær til
Løgtingið um at fáa studn., 50.000 kr., til skúlab) gging.
Føroyar frítt land
(Skrivari: Andrias J. Ziska)
. (Framhald)
Danmark er jú sjálvt eitt stórt fiska-»produserandi« land,
sum serliga fyri feskfiskavinnu he\ur fingið. góðan avreiðings-
pening í Onglandi hjá teirri tjóð, sum vit Føroyingar fyrr
dugdu væl at arbeiða saman við og sum vit tí hava so mong
góð minni frá viðvíkjandi fiskivinnu og samhandli.
Ikki bara hiidu teir Føroj ingar burtur frá kvotu til hetta
okkara góða gamla grantialand, men teir fingu sær sjálvum
alla kvotu sum avreiðing Føro>’inganna førdi fram í Miðhavs-
londunum.
Avreiðing F'øroyingana har sikraði Danmark møgnleikar
til at keypa frukt og mangar tørvandi vørur frá Spániu, Italiu
og Grikkalandi.
A seinastu veljarafundum.
Viðvíkjandi hesurn spurningum vóru dømi franihildin á
veljarafundum i jan. 1940, hvar ávíst vóru *Dimmalætting«s
úrdrøg úr statistikkinurn Føroyum og Danmark viðvíkjandi.
Tað løgna hendi einaferð, at táverandi blaðstjóri *Dimma-
lættingrs, harra Poul Niclasen, (núverandi landstingsmaður)
gjørdist firtiu yvir briksl, sum Danir vágaðu sær at koma við
móti Føroyingum. Tá biakaði hann teimum aftur í nøsina
hetta um løgna samlív og samhandil millum Danmark og Før-
oyar, at Danmark hevði fingið drigið alt inn undir seg so-
leiðis, at vit Føroyingar máttu ke> pa nærum allar vørur frá
Danmark, meðan Danir fingu sær alla hina føroysku avreið-
ings-kvota og valuta.
At prfsirnir til Føroyar tá tí blivu dýrir, vita teir
rnenn, sum hava keypt hesar vørur, tí flest allar til P'øroyar
frá Danmark sendu vørur vóru innfluttar vørur frá londum
súm liggja nær P'øroyum. Tað varð tí ikki bara ekstra avansa
sum áløgd varð í Danmark á hesar vørur, men vørurnar vórðu
đýrari eisini vegna fragtpeningum, avgiftum o. 0. sum send-
ingiri til Danmarkar b>-rðaði. vørurnar við, hesar vørur, sum
vit P'øroyingar vegna okkara órnagn peningaliga og sum ófríir
menn noyddust at taka við frá Danmark.
Sum fríir Føroyingar vildi alt verið ordna har avreiðing
og vørukevp gav Føroj ingum bestu prísir og bestu ke\ pi-
møguleikar.
Av ti at tað er hin seir.asti útsepdi statistikkur viðvíkj-
andi handlinum millum Føro\ar og Danmark, og tí at hesir
fundir bóru fram upplýsirigar um okkara politisku møguleikar
tá og vísa hvussu Føroya húsarhald var tá, er tað hóskandi
her at endurprenla eitt úidrag soleiðis:
*I nr. 47 b hin 9. juni 1934 skrivaði blaðstjóri »Dim-
malættingís soleiðis: »1 Øjeblikket er Forholdet det, at
P'ærøerne indfører fra Danmark for ca. 5 Mill. Kr. Varer aarlig,
tnedens Danmark indkøber fra Færøerne for gennemsnitlig kun
ca. 900.000 Kr. aarlig, saaledes som det fremgaar af følgende
specificerede Opgørelse for P'inansaaret 1927—1931 :
P'ærøernes lndførsel fra Danmark :
1927 ........... Kr. 4.534.000 —
1928 ............ » 5.283.000 —
1929 ............ » 5.417.000 —
1930 ............ » 5.465.000 —
1931 ............ » 4-563-000 —
Ialt Kr. 25.262.000 —
P'ærøernes Udførsel til Danmark :
1927 .......... Kr. 1.117.000 —
1928 ........... » 1.090.000 —
1929 ........... » 706.000 —
1930 ........... » r.i 15.000 —
1931 ........... » 634.000 —
Ialt Kr. 4.662.000 —
Der er altsaa i nævnte 5 Aar et Hnndelsoverskud paa
20 Mill. Kr. i P'ærøernes Favør, og her maa endvidere tilføjes,
at den langt overvejende Del af de til Danmark heífra udførte
Produkter er Trancitvarer (P'isk og P'iskeiíprodukter) der her-
fra er blevet videresendt til Middelbavslandene. Vor Udførsel
til Danmark 1933 var kun for Kr. 339.259.00«.
Hetta vóru orð blaðsljóra »Dimmalætting«s tá. Míni orð
tá vóru soljóðandi:
Føroyar sum fritt land.
P'øroyingar sum sjálvráðandi tjóð kunnu selja allan fiskin
og fáa avrokning á slíkan hátt, sum best er fyri samfelag
okkara. Sinn sjálvráðandi tjóð kunnu vit Føroyingar ordna
akkara húsarhald heima og úti.
Feroyingar kunnu tá:
Gera handilssáttmála við tey lonđ okkum til vørusølu og
vørukeyp hóska best.
I friðartíð ordna handilin við peningi fyri avreiðingina
gjøgnum ávísing bank til bank og land til land.
í kríggstíð sigla okkara vørur til tey lond vit best sleppa
til. Keypa vørur aftur frá teirnum og við egnum ella leigað-
utn skipum sigla tað heim til Føro\'ur sum okkum tørvar og
selja avlopsvørur til lond sum kunna lata okkuni fáa t. d.
byggitilfar, matvørur, skip og líknandi neyðsv.njarvørur, sum
vit mega keypa. Allur eksport og importhandil P'øro)'a má í
kríggstíð verða »reguleraður« gjøgnum ein handilscentral —
Føroya landshandil.
Hvørki »Færøernes P'iskeeksport« ella ■P'ærøerties offent-
lige Varefors)-ning« gera tað gagn sutn slikir handlar eiga at
gera, um teir vera settir á stovn sum landshandlar einum
fríum Føroyalandi, soleiðis sum f\risligið var av mær og fleirí
monntim fyri 14 árum siðani, og sum frágreitt er í val-
skriftúm tá soljóðandi:
Vit vilja starvast fvri, at P'øroyar vera fríar og land
okkara vrrður soleiðis bygt, at vit Føroyingar skulu kunna
bjarga okkum sjálvir, uttan pening frá danska statskassanum.
Sum grundarlag seta Førovingar á stovn.
Feroya nationalbank.
Føroyá nationalbanki verður ogn P'øroyingantia og bankin
verður stýrdur soleiðis sum Føroya Løgting skipar fyri. Inn-
tøkurnar av bankanum verða eitt lið í inntøkum Løgtingsins,
(Meira).