Fríu Føroyar - 01.12.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 01.12.1942, Blaðsíða 3
FRÍU FØROYAR t Nr. 22 1 árg, —*--------------------------------------- W*ðl?C>y€& fl€£.€$€g Z ÆdØøÍ*ZZlí|,ZZl«ZZZZ. Almennur tingfundur seinasta le)-gardag viðgjørdi eitt bræv frá »Førova Skipara og Navigatørfelag« viðvíkjandi flágging. Brævið var soljóðandi: ,,Tórshavn, 25. nov. 11)42. Ttl Føroyn Løgting. A ársaðn/fundi okkara ígjár var siglingin til innrøðu, og varð einmælt samtykt at venda okkum til tingið á henda hátt: Tað var við stoltleika og heitum kenslum, at vit fyrstu Jerð sigldu út undir føroyskum^flaggi og við føroyskum tjóð- 'skaparmerki á skipaborði. Vit kenna tanu sama stoltleikan og sama heita yl, hvørja ferð vit sigla yvir havið og inu í iit- lendska havn undir okkara egna flaggi. Vit eru góðir við hetta flagg og vilja ikki, at tað seinni skal kunna takast frá okkum. Tað kennist tí sárt, tá ið vil koma úr útlondum heim aftur ti/ Føroya, at hcr er tað flaggið, vit sigla undir og vinna landin-um dagligt breyð, ikki av teim ráðandi góðkcnt sum okk- ara flagg,. ei heldur eru tey skjøl, sum i útheiminum skulu prógva, al vit eru Føroyingar, enn flngin til vegar. Vit ivast ikki í,. at allir siglandi meun i Føroyum standa saman við okknm um at krevja, at iað flaggið, sum føroysk skip nú sigla undir, verður staðfest av okkum sjálvum sum okkara flagg, sum føroyskt flagg, á tann hátt at flaggað verður við tí á tinghúsinum og á ølluin almennum føroyskum ognum, har flagg verður vundið á stong, og at øll skjøl siglingini við- vikjandi, t. d, tjóðskaparbræv, friborðsbræv og siglingarbrcev, vcrða á Føroyskum og skila til, at tjóðskapur okkara cr før- oyskur, eins og at skipadagbókin skal verða prcntað á Føroysk- um og -førd á Føroyskum. Um somu tið biðja vit tingið saman við ollum góðnm fólki i Føroyum minnast teir menu, ið sjólatuir cru undir okk- ara flaggi, eins væl og teir, ið hava farist á sjónum, áðrenn vit fingu føroyskt flagg á okkara skip, við eiu ávisan dag at vindá foroyskt flagg á hálva stong á Løgtingshúsið. Vit skjóta upp, at gamlaárskvøld á livørjum ári vcrður halgað minninum um okkara sjólatnu. ‘ 'v , Viđ hávirđing fyri Feroya Skipara og Naviggtørfelag THOMAS M. THOMASEN." Hetta bræv voldi fleiri tinginonnum stórt brek uppá hjarta og heila, tí teir skuldu siga frá hvussu góðir ella ikki góðir teir vóru við flaggið og flagging við hesunr okkara lands flaggi. Her skal ikki sigast nógv enn um hetta mál, tí sakin fór 4 nevnd og kemur vónandi fram aftur t hesi tingsetu. Pristals- og lønspurningurin. Tá eg var fyrsti maður ið átalaði, at prístalið var skeivt, vil'eg her greiða fólkið frá hvussu lietta kunđi bera til. Tá verðaldarbardágin byrjaði bleiv ein nevnd sett niður av moniTum sum løgtingið hevði valgt, ið umboðaði arbeiðar arnar, fiskimennint r, arbeiðsgevararnar og løgtingið. Amtmaður- in var hægsti maður í hesi nevnd Nevndin fór í holt við at gera eitt yvirlit ývir tað nøgd av vørum og aðrar útreiðslur í eitt húsarhald við 2 vaksnum. og 3 børnum brúka um árið. Tað yvirlit bleiv sett til 2263 kr. 28 oyru. Hetta var eitt gott tiltak, tuen hevði tað brek at nógv varð sett uppá alt, og sq tørvaðu eisini ymiskar vørur í yvir- litinum. Tá ið ransón og kort komu, bleiv nøgdin sett niður á fleiri vørum, so tal og vegt. av hesum vørum bleiv minni enn upprunaliga. Við livørja ferð piístalið kom út, aftaná ransón var sett, bleiv prístalið útroknat eftir ransónini, sum ólógligt var. Á henda hátt kom kostnaðurin av húsarhaldinum at vera minni enn lógligt í samburð við tað upprunaliga yVirlitið, við tað at vegt og tal á teim ymisku vørurn var niðurskorið. Fyri at fáa tað sanna bílatið av vøruhækkanini, íná sjálv- sagt brúkast sama vegt og tal, tim tað sanna prístali skal fáast. Jdetta er tað sum nevndin hevur broytt. Antin tað er av gáloysni ella tað er við vilja, so er tað ein brotsgerð, tí við hesa skeivu framferð hava arbeiðararnir mist stóran pening, ja, so stóran, at tað eru milliónir av krónum sum teir og teir iagst løntu í føstum plássum hava niist. Hesin peningur millum so mangar túsund Føroyingar I cirkulatióh frá rnanni til mann, vildi kunna gjørt náttúrligasta størsta gagn í samfelaginum Hvussu hesin peningur skal rindast aftur til okkum sum mist hann hava, er ein stórtir spurningur at greiða. Nevndir hava skift, og teir menn, sum hava umboða tey ymisku feløgini, so sum arbeiðsmannafeløgini og fiskimanna- felagið, siga seg ikki at hava verið uppi í av tí, at hvørja ferð teir móttu fingu teir at^vita, at prístalið longu var útroknað. Prístalið, sum ráðið setti 1/10 1942, kemur at verða ein góðan mun hægri, men gevur tó ikki tað sanna bílætið av lønspurninginum av tí, at grundlønin ikki var nóg høgt sett í tí upprunaliga yvirlitinum 1/7 1939. Hettar má so broytast, um fólk yvirhøvur skulu liva hampuliga til mætna og klædna í komandi^tíðum. Ein nevnd , umboðandi allar stættir má gjølla eftirkanna hvussu nógv krevst til eitt húsarhald. I hesi nevnd mega hús- rnøður eisini vera umboðaðar. At tað skal verða ein skaði at keypievnin hækkast, er ófatandi. Ein skuldi trúð, at jú lleiri pengar komu millum manna, jú betri pulseraði virki-, sølu og keypimegi landsius. Tað ræður uin, at nú verður arbeitt skjótt fyri at vit kunna fáa ta røttu tímalønina. Tórshavn, 30/7 1942. Anton Kragesteen. Burturgloppin orð í prentingini. i seinastu »I'ríu Føroyunn í greinini »Pristalið í Løg- tinginum« vóru hesi orð burturgloppin úr tingtalu J. Patursson: »J a, eg meitii«. Orð J. Paturssons vóru sum heild liesi: »Dam segði, at her var gjørt eitt misstak. Ja, eg meini, tað er gjørt stórt missták móti arbeiðarunum, at teir hava mist stóran pening uppá hetta misstak, og tí tná tingið taka á seg at fáa arbeiðarunum aftur henda pening.« Tað var altso J. Patursson og ikki P. M. Dam sum kravdi, at Løgtingið skal taka á seg at fáa arbeiðarunum henda mista pening aftur. Tað er væl trúligt, at P. M. Dam er samsintur við J. Paturssðn í hesum. Vit fáa at síggja, tá hetta mál kemur frahi aftur til almennan fund í Løgtmginum. Allir keypmenn í Føroyum biðjast minnast til, at <$ep2izi$ ^jbFisiz'cfzisen í Tóvsgøtu umboðar førandi firmair í klædna- vørum og skótoyi.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.