Fríu Føroyar - 31.12.1943, Page 1
Føroya iríu arbeiðarir krevja
fullt rteði yvir l'øroyurn.
garaFa'-.wiwiiim »uihubwíIMUUW^^—
NUMs\íAR 25
31. DESEMBER 1943
Abyrgd hevur Andrias Ziska
Telef. 337 Tórshavn.
2. ARG.
Við ársenda 1943.
Ta3 er seinasti dagur í árinum
1-943. í mo. gin byrjar nýtt ár— 1944.
Hvat bað vil bera okkum er enn
dult. Vit mega vóna tað besta og siga:
Nú áriS skjótt
at enda er.
Eitt nýtt ár.
kemur b.átt.
A'góði Guð
tú altíð ver
hja okkum —
> dag og nátt. /
Hýgg.a v11 aftur um b'ak, mega vit
vera tak'csom fyri alt tað góða, sum>
1943 ba okkum á mángan hátt.
Men taó hevur eisini boriS sorg
tii føroysk heim. Sjógvurin tók eisini
1 ár mannaKv sum so mangan fyrr.
2 skip hvurvu og 9 (nanns við teim-
um. Orrustan hevurtónerva Føroy-
ingar minni enn i teimum undanfarnu
árunum.
Til Tjóðina og til arbeiðaran gav
áríð 1943 eina menning so góða,
snm ongantíð fyrr. Fler kann ávísast:
Ti fullveldiskravi, sum framsett
var í løgtinginum 3. desember 1942,
tóku Føroya veljarar vael urídir, tá
løgtingsval kom. L#ngu tá Kross-
messuvalið'ór fram sást, hvussu sam-
einingshug-'r fólksins var vaksin
stórur. Tað gav uppaftur tað úrslit,
at alt hitt r.ationala fólkið - hóast
tað kom i fieiri partíbóikum til løg-
tingsval i august, kravdi fullan rætt
fyri Føroya flaggi, fyri Føroya máli,
og at Føroyar ska! stýra egnum pen-
ingum heima og úti.
Yvir 70 prosent av veljaratalinum
stemmaði fyri hesum við at velja
tingmenn, sum til høvuos-valmál —
sambært stevnuskrá teirra -— hava
og tá høvdu hesi, ið merkja Føroya-
tjóðina til tess at gerast javnlik øðrum.
Av teimum 70 prosent fingu vel-
jararnir inn á ting 62 prosent, meðan
hin eini bólkurin — 10 prosent ;—
ongan mann fekk inn.
Hesir menn,*ið umboða 62 pro-
sent av veljaratalinum, førdu fram
í seinastu tingsetu flaggmálið og
móðurmálið við 16 atkvøðum móti
9, soleiðis at flaggast slcaí við Før-
j.oya flaggi á landi sum á sjógvi', og
at Føroyamál hevur hægstan rætt í
øllum føriím, eisihi sum rættarmál
og lógmál. Føroyingar eru soleiðis
blivnir á natúrligum veg sjálvbjargnir.
Við hesum nærkast vit øllum hinum'
sameindu tjóðum, sum tilslutta seg
„The Atlantic Charter". Stýrisskip-
anina cg peningatrygdina ynskir nú
veljarafjøldin skal tryggjast skjótt.
Føroyatjóðin veit, at høvuðsverju-
rnenn til tess at øll fólk, sum ynskja
tað, mega koma upp í frælsisring
tjóðana, eru Bretar, Amerikamenn,
Russatjóðirnar og Kinesarar. Standa
vit Føroyingar sum ein fri tjóð, tá
orrustan e.ndar, kunnu vit koma til
samráðingar við teir, sambært „The
Atlantic Chartir“.
Tað syrgiliga varð kunngjørt av
løgtingsins fcrmanni, 22. desember,
at danskir cnnbætismenn og tænasta-
menn undir teimum royna at køva
okkara tjóðarmenning, hesa flagg-
samtykt løgtingsins.
Henda teirra gerð er skaðilig,
ósømilig og ótolilig. Samstundis
sum hesir Danir rópa uppá friheit
og frælsi til Danatjóð, bera teir seg
soleiðis at móti okkum Føroyingum.
Vi.t veljarar mega ti laða mann-
garð kring teir menn vit hava sett
at umboða okkum á tingi, sum har
bóru fram krøv okkara til samtykt.
Vit veljarar mega verja Føroya
løgting, at ikki „embætismannalið“
bróta tað niður, sum veljaraíjøldin
vil byggja upp til tjóðarmenning.
Vísi tit tykkum sum sterkar verju- .*
menn okkara tit, løgtingsmenn!
I Havn hava arbeiðararnir stríðst
fyri at fáa eina rættvísa tímaløn nú
aftur eitt heilt ár. Teir hava vunnið
nakað, men enn eru teir ikki komnir
so langt, spm rættvist prístal og
rættvís løn kann sigast at vera, tá
útskeiðing teirra fer fram.
1 að er greint fyrr, at prístals-
nevndin var sek i eini skeivari nøgd-
setiríg, sum ávirkaði, at tímalønin var
væl lægri enn lógligt. Hetta var
fyrst ávist av harra A. Kragesteen
her i blaðnum; síðan tóku arbeiðarar
seg saman og kravdu felagsfund.
Hár var harra Kragesteen valdur til
sum felagsins umboðsmaður at kanna
eftur hesum hjá pristalsnevndini.
Tað førdu til, at tímalønim fór upp
frá 213 til 227 oyrur, og uppaftur
i sama mánað .til 234 oyrur.
Men meðan klárliga tá varð ávíst,
at s.ón brek vóru enn i nøgdsetin-'
gini, bleiv bara eitt av hesum brekum,
nemliga fiskanøgdin rættað, meðan
hini ikki eru rættaði enn; millum
teirra kjøtnøgdin (hvalakjøt), húsa-
leiga u. m. a.
I mars kom eykating, óg hin 23da
sarntykti teir eina prístalslóg, ið gav
lønhækkan i grundtalinum 0,85—100.
Ein løn- og prísstopplóg varð tá
eisini samtykt ársaka "av brævi frá
Bretum, sum tá ! tóku sær fyri at
granska nøgdseting og prísir, so at
gjaldast kann rættvís tímaløn.
Løgtingsviðtøkan, at roknast skul-
du út frá 1 oyra poengi varð kunn-
gjørd I. apríl, men tá kunngjørdi
arbeiðsgevararnir, at teir ikki góð-
kendi løgtingsins samtykt at avrokna
1