Fríu Føroyar - 31.12.1943, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 31.12.1943, Blaðsíða 1
Føroya iríu arbeiðarir krevja fullt rteði yvir l'øroyurn. garaFa'-.wiwiiim »uihubwíIMUUW^^— NUMs\íAR 25 31. DESEMBER 1943 Abyrgd hevur Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 2. ARG. Við ársenda 1943. Ta3 er seinasti dagur í árinum 1-943. í mo. gin byrjar nýtt ár— 1944. Hvat bað vil bera okkum er enn dult. Vit mega vóna tað besta og siga: Nú áriS skjótt at enda er. Eitt nýtt ár. kemur b.átt. A'góði Guð tú altíð ver hja okkum — > dag og nátt. / Hýgg.a v11 aftur um b'ak, mega vit vera tak'csom fyri alt tað góða, sum> 1943 ba okkum á mángan hátt. Men taó hevur eisini boriS sorg tii føroysk heim. Sjógvurin tók eisini 1 ár mannaKv sum so mangan fyrr. 2 skip hvurvu og 9 (nanns við teim- um. Orrustan hevurtónerva Føroy- ingar minni enn i teimum undanfarnu árunum. Til Tjóðina og til arbeiðaran gav áríð 1943 eina menning so góða, snm ongantíð fyrr. Fler kann ávísast: Ti fullveldiskravi, sum framsett var í løgtinginum 3. desember 1942, tóku Føroya veljarar vael urídir, tá løgtingsval kom. L#ngu tá Kross- messuvalið'ór fram sást, hvussu sam- einingshug-'r fólksins var vaksin stórur. Tað gav uppaftur tað úrslit, at alt hitt r.ationala fólkið - hóast tað kom i fieiri partíbóikum til løg- tingsval i august, kravdi fullan rætt fyri Føroya flaggi, fyri Føroya máli, og at Føroyar ska! stýra egnum pen- ingum heima og úti. Yvir 70 prosent av veljaratalinum stemmaði fyri hesum við at velja tingmenn, sum til høvuos-valmál — sambært stevnuskrá teirra -— hava og tá høvdu hesi, ið merkja Føroya- tjóðina til tess at gerast javnlik øðrum. Av teimum 70 prosent fingu vel- jararnir inn á ting 62 prosent, meðan hin eini bólkurin — 10 prosent ;— ongan mann fekk inn. Hesir menn,*ið umboða 62 pro- sent av veljaratalinum, førdu fram í seinastu tingsetu flaggmálið og móðurmálið við 16 atkvøðum móti 9, soleiðis at flaggast slcaí við Før- j.oya flaggi á landi sum á sjógvi', og at Føroyamál hevur hægstan rætt í øllum føriím, eisihi sum rættarmál og lógmál. Føroyingar eru soleiðis blivnir á natúrligum veg sjálvbjargnir. Við hesum nærkast vit øllum hinum' sameindu tjóðum, sum tilslutta seg „The Atlantic Charter". Stýrisskip- anina cg peningatrygdina ynskir nú veljarafjøldin skal tryggjast skjótt. Føroyatjóðin veit, at høvuðsverju- rnenn til tess at øll fólk, sum ynskja tað, mega koma upp í frælsisring tjóðana, eru Bretar, Amerikamenn, Russatjóðirnar og Kinesarar. Standa vit Føroyingar sum ein fri tjóð, tá orrustan e.ndar, kunnu vit koma til samráðingar við teir, sambært „The Atlantic Chartir“. Tað syrgiliga varð kunngjørt av løgtingsins fcrmanni, 22. desember, at danskir cnnbætismenn og tænasta- menn undir teimum royna at køva okkara tjóðarmenning, hesa flagg- samtykt løgtingsins. Henda teirra gerð er skaðilig, ósømilig og ótolilig. Samstundis sum hesir Danir rópa uppá friheit og frælsi til Danatjóð, bera teir seg soleiðis at móti okkum Føroyingum. Vi.t veljarar mega ti laða mann- garð kring teir menn vit hava sett at umboða okkum á tingi, sum har bóru fram krøv okkara til samtykt. Vit veljarar mega verja Føroya løgting, at ikki „embætismannalið“ bróta tað niður, sum veljaraíjøldin vil byggja upp til tjóðarmenning. Vísi tit tykkum sum sterkar verju- .* menn okkara tit, løgtingsmenn! I Havn hava arbeiðararnir stríðst fyri at fáa eina rættvísa tímaløn nú aftur eitt heilt ár. Teir hava vunnið nakað, men enn eru teir ikki komnir so langt, spm rættvist prístal og rættvís løn kann sigast at vera, tá útskeiðing teirra fer fram. 1 að er greint fyrr, at prístals- nevndin var sek i eini skeivari nøgd- setiríg, sum ávirkaði, at tímalønin var væl lægri enn lógligt. Hetta var fyrst ávist av harra A. Kragesteen her i blaðnum; síðan tóku arbeiðarar seg saman og kravdu felagsfund. Hár var harra Kragesteen valdur til sum felagsins umboðsmaður at kanna eftur hesum hjá pristalsnevndini. Tað førdu til, at tímalønim fór upp frá 213 til 227 oyrur, og uppaftur i sama mánað .til 234 oyrur. Men meðan klárliga tá varð ávíst, at s.ón brek vóru enn i nøgdsetin-' gini, bleiv bara eitt av hesum brekum, nemliga fiskanøgdin rættað, meðan hini ikki eru rættaði enn; millum teirra kjøtnøgdin (hvalakjøt), húsa- leiga u. m. a. I mars kom eykating, óg hin 23da sarntykti teir eina prístalslóg, ið gav lønhækkan i grundtalinum 0,85—100. Ein løn- og prísstopplóg varð tá eisini samtykt ársaka "av brævi frá Bretum, sum tá ! tóku sær fyri at granska nøgdseting og prísir, so at gjaldast kann rættvís tímaløn. Løgtingsviðtøkan, at roknast skul- du út frá 1 oyra poengi varð kunn- gjørd I. apríl, men tá kunngjørdi arbeiðsgevararnir, at teir ikki góð- kendi løgtingsins samtykt at avrokna 1

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.