Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Side 3

Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Side 3
FJARÐBÚGVIN SfÐA 3 MIRAGE TIL LIBYA Mirage-5 flogfarið, ið her er á flogi við 14 bumbum. f Frankaríki hevur verið po- litiskt stríð um søluna avMi- rage flogførunum til Libya, eftir at Israol sigur tey hava Marcel Dassauit verið brúkt av Egyptalandi. Franska stjórnin hevur lov- að at steðga søluni, um Libya brúkar tey móti fsrael. Stríðið um libysku Mirage- flogførini hevurgjørt, atmað- urin, ið hevur^gjørt hesiflog- før, hin seri ríkmaðurin Mar- cel Dessault, verður nógv um- talaður. Hann hevur noktað at lurta eftir fleiri kendum jød- um, ið hava biðið hann gera sitt til at steðga hesari sølu, hóast hann er jødi sjálvur. Dessault er ein pionerur innan flogferðslu og ein flog-, tekniskur úrmælingur. f sín- um 55-ára virki innan flog- smíð hevur hann teknað eitt ferðamanna- og stríðsflogfar fyri og annað eftir. Tað er honum fyri at takka, at Fran- karíki er við at vinna á hin- um vestureuropeisku londun- um innan flogidnaðin. Hann er sonur ein jødisk- an lækna f Paris. Upprunaliga æt hann Marcel Bloch. 21- ára gamal tók hann sera gott prógv sum flogfars-arkitekt- ur. Hann hevur gjørt flogfør til militera nýtslu, líka sfðan hann undir fyrra heimsbar- daga gjørdi "Spod", besta flogfar, Frankariki átti und- ir fyrra heimsbardaga. Tá týsku nazistarnir á sum- ri 1940 hersettu Frankaríki, vildu teir lata jødan Dessault hava frið, umgiann vildijjera flogfør til týska flogvapnið Luftwaffe. Svarið var nei, og hann var júst f ferð við at fa- ra f fronsku mótstøðurørsl- una, tá Gestapo tók hann og sendi hann^ til Buchenwald- konsentratiónsleguna. Tey fimm árini, hann var fangi f hesari útruddilsisleg- uni, fóru illa við heilsu hans- ara. Eftir kríggið gjørdist hann katolikkur og skifti navn Des- sault. Flogfdnaður hansara var oyðilagdur undir krfgnum, men eftir stuttari tfð skapti hann ein nýggjan blómandi flogfdnað. Bíligt flogfar. Hann fór undir Mirage-pro- jektið í 1952, tl londini f vesturheiminum kappaðust um at gera kpfgsflogfør, ið kundu klára teir russiskuMIG 15-jagararnar. Taðfyrsta Mirage-flogfarið var sterkt og gott at manøvrera. Seinni er flogfarið gjørt betri og betri. Tað nýggja Mirage-3 kann eftir trimum minuttum koma upp^á 11.000 metra hædd og fáa tvær ferðir so nógva ferð sum ljóðið. So eru eftirlit og røkt avflogfarinum eisini so einfald, at tað kann gerast strfðsklárt trfggjar ferðir so skjótt sum onnur m iliterflogfør. Aftrat hesum kemur, at tað kostar bert 10 milliónir, meðan militerflog- før úr øðrum londum kosta tað dupulta. Av teimum 1200Mirage-jag- arum, ið eru gjørdir til nu, hevur franska flogvápniðfing- ið ein triðing, meðan restin er seld til 17 lond. Gaulistur Flogførini fingu góða rekla- mu f 1967, f 6-daga krfgnum, tá tey ísraelsku Mirage-flog- førini stóðu seg betur enn MIG-jagararnir hjá arabar- unum. Orsakað av fronskum oljuáhugamálum í arabisku londunum hevur franska stjórnin sett forboð fyri út- flutningi av allari krfgsút- ger til fsrael síðan 6-daga \ krfggið. Men hon hevur selt flogfør til trý arabisk lond: Libya (110 flogfør), Libanon (11) og sheikadømið Abu Dha- bi (14). Dessault verður hildin at vera millum rikastu menn f Frankaríki. Hansara flog- verksmiðjur hava 2,5 mia. kr. "um árið f umsetningi. Eisini eigur hanneina stóra elektron- iska verksmiðju, __ tríggjar bankar og eitt blaðhús. Hann hevur tey sfðstu tjúgu árini verið tingmaður fyri gaullistaflokkin og er við til at ffggja gaullistaflokkinUDR. BERIPOSI AV PAPPÍRI f Danmark hevur ein verk- smiðja gjørt ein beripQsa av pappiri, ið tolir vatn. Hesin posi er úrslitið avgransking- arsamarbeiði millum Schades Rapir r Skive og svensku papófrsfabrikkina Korsna - Mármá AB fGávle. f hesum tfðum, tá so nógv verður talað um dálking av náttúruni, eru hetta góð tfð- indi. Posin er eins sterkur og plastikposin uttan at hava hansara ringu eginleikar. Hann kann verða brotin nið- ur av náttúruni eins lætt og hvørt pappfrspetti; hann er rúmligur ( størsta støddin tekur 40 kilo ), hannergjørd- ur av reinum pappfri, har eingi skaðilig evni eru til- sett, og so tolir hann vatn sum eingin annar posi. TveiL tfmar f einari spann av vatni - og hann er líka sterkur óg nýtiligur. Royndir á fabrikkini hava vfst, at ein vanligur beriposi av papofri dettur sundur, so skjótt hann hevur staðið fimm minuttir undir ; vatni. Schade-posin varð lyftur 250 ferðir upn úr einum vatnílati fullur av vøru oj* tolir tað væl. ^ □ FJARÐBtJGVIN KEMUR UT ANNAN HVØNN HOSDAG KÓPUR í SALTNESI Frfggjadagin 19; oktober, tá ið menn vóru f holt við^ at rudda fjøruna í Saltnesi, vóru teir varir við ein kóp, sum var komin upp á land oghevði I Olja í Kasakhstan Sovjettrejíublikkin Kasakh- stan er nú við at gerast stór- framleiðari av olju. Fyribils verður rokanð við, at framleiðslan f ár fer at koma uppá 25 milliónir tons, og kanningar f Kaspiska dalinum benda á, at har eru stórar nøgdir. i Jarðfrøðingarnir halda, at talan er um olju- lø£j, ið hoyra til eitt risa- stort belti av oljuførandi løg- um, ið ganga heilt suður undir Arabisku hálvoynna. Roynd- arboringarnar eru komnar niður a næstan 6000 metra dýpi, har serfrøðingarnir halda, at tær størstu nøgdir- nar eru. "spákað" sær niðan undir gamla neystið á Gráasteini. Hetta var ikki fullvaksin kóp- ur - næstan svidningur - tf hann hevði heldur sfða ull og var vakurt bleikgulur á liti. Kópurin var sera spakur, og ta ið hann hevði verið á landi eina tíð, tóku teir og sleptu honum aftur á sjógv- in; men hann kom upp aftur á land beinan vegin. Eisini royndu teir at geva honum fisk; men ikki eydnaðist at fáa hann at eta. Fleiri fólk komu og tóku myndir av hon- um; men hann lætst ikki um vón. M orgunin eftir var hann aftur horvin. □

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.