Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Qupperneq 8
HÓSDAGUR 8. NOVEMBER 1973
SIDA 8
Skipasmíð
í Esbjerg
Anni Elisabeth vió arbeiósbryggjuna hjá ES skipasmiðjuni.
Á myndini sæst fyrsta stál-
skip, ið bygt er a ES-skipa-
smiðjuni í Esbjerg. Hetta skip
verður bygt til Sørin Olsen
skipara. Hann sæst standandi
( bringuhvítur ) við styðjan
upoi a bryggjuni. Sørin er
ættaður úr Rituvík - er sonur
til Hendrik á Liðini - og hev-
ur nú í fleiri ár verið bú-
sitandi í Esbjerg. Sørin eigur
60 tonsarin Anni^ Elisabeth,
sum hann førir sjálvur, Hesin
nýggi hekkutrolarin erumleið
250 tons til støddar og hevur
fingið navnið Anni Elisabeth.
P/F Trolfisk 1 Rituvík er
sameigari f ES-skipasmiðjuni
í Esbjerg, og tykist henda
skipasmiðja at havaúratgera
við nybygging av fiskiskipum.
X blaðnum "Vestkysten" stóð
fyri stuttari tið síðani hesin
tiðindastubbin um virkið:
"ES - skipasmiðjan í
Esbjerg letur byggja eitt slag
av hekkutrolarum, ið eru til-
lagaðir ídnaðarfiskiskapi og
tykist áhuginfyrihesum fiski-
førum at vera framúr stórur.
Umleið 1. december letur
skipasmiðjan fyrsta trolaran
av hesum slag til Sørin Olsen
skipara, men teir eru longu
byrjaðir at byggja annan bátin
av sama slag. Taðerføroyska
felagið Polarfisk, ið letur
skipið by^gja, ogskaltaðeftir
ætlanini í vinnuiNorðsjónum.
Fyri kortum fór trolarinhjá
Sørin Olsen úr Bakkastokki,
og var hann fyrsta stálskip,
io bygt er á hesi skipasmiðju.
Áhugin fyri hesum hekkutrol-
arum hevur víst seg at vera
ovurhonds stórur, og í løtuni
fara samráðingar fram um
byggjan av 2 ella 3 skipum
av sama slag.
X løtunu liggur skipið hjá
Sørin Olsen við arbeiðs-
bryggjuna og koma fiskimenn
í hopatali at siggja bátin. Tann
stak góði Drisurin á ídnaðar-
fiski er óivað ein grundin til
tann stóra áíiuga til skipa-
bygging, og einar tvær vikur
aftaná, at skipið hjá Sørini
Olsen er liðugt, kemur longu
næsti hekkutrolarin at liggja
við arbeiðsbryggjuna. Hesir
hekkutrolarar, sum millum
annað eisini hava kølilast,
koma at kosta umleið 3 mill.
kr.
r løtuni arbeiða meir enn
70 fólk á ES-skipasmiðjuni.
Annars við skipasmiðjan einki
siga um, hvør skal hava teir
næstu 2 ella 3 nýbyggningar-
nar."
ÁHUGAVERDUR FUNDUR
Asbjørn Joensen landstýrismaður røddi m. a. um frítíóararbeiði
á fundi hjá L. C. Eysturoy 5. nov., og verður nakað av tí endurgiv-
ið her.
Asbjørn Joensen, landstýrismaður, setur
fram síni sjónarmið á fundi í L. C. Eyst-
uroy mánakvøldió.
Ein av endamálsgreinunum í
lógum felagsins sigur, at
samfelagsmál eiga at verða
tikin upp til viðgerðar, og við
hesum fyrieyga hevðinevnd-
in boðið Asbjørn Joensen,
landstýrismanni, sum hevur
um hendur kommunalmál,
skúla-, kirkju- og mentunar-
mál, at koma át greiða lim-
uiium frá støðu landstýrisins
í ítrótta- og skúlamálum.
Av ti at fólk flest hava
áhuga fyri hesum málumhev-
ur Fjarðbúgvin fingið loyvi
at kuta úr ti, ið sagt varð.
Vit skulu her endurgeva
sjaurningin um frítíðararbeið-
Spurningurin i sær sjálvum
er ikki minst átroðkandi, nú
við skulu á val at avgera
hvussu okkara rúsdrekkalóg
skal verða. X hesum sambandi
hevur tað tikið seg upp, um
tað ikki hevði verði betur,
um vit bygdu hølir, so und-
dómurin fekk nakað at vera
á saman við hesum, tey kalla
rúsdrekkaeitur. Eg haldi, at
vit eiga at loysa spurningin
eitt sindur øðrvísi, sigur As-
bjørn Joensen, og gera tað
møguligt hjá ungum og eldri
at nýta frítíðina betur.
Tað er lætt at siga, at
landstýrið ger ov lítið, og tað
eru altíð nøkur, ið finnast at
ti, sum, gjørt verður, men
hesin spurningur er ein reint
kommunalur spurningur. Ofta
er tað so, at kommunurnar
eru hart fyrispentar fíggjar-
liga, og at eingin vilji er til
staðar, og tá ið so er royna
menn at slepoa sær undan
ábyrgdini við at siga, at tað
eru aðrip, ið eiga at loysa
málið.
Frá almennari siðu verður
eitt sindur gjørt - menharfyri
er ikki sagt, at tað verour
gjørt nógmikið. Nevnastkann,
at løgtingið stuðlar við mill-
um 20% og 30% til hallir og
ítróttavøllir, og er hetta eitt
tal, sum nærkast 1. mill.
kr. árliga.
Á komandi fíggjarlóg verð-
ur ÍSF stuðlað við 140.000 kr
og fáa ítróttafólk 100.000- kr
árliga 1 ferðaútreiðslum inn-
anlendis. Til sang-, tónleik
og føroyskan dans letur land-
ið 100.0X) kr.
Eitt annað frítíðararbeiði
er sjónleikur og verður vón-
andi ásettar 60000 kr. til
'serkønan ráðgevara til feløg-
ini kring lanđið.
ini kring landið. Eisini er
ætlanin, at hækkað studning-
in til ítrótta- og skúlabygging
á komandi fíggjarlóg úr 1,8
mill. kr. til 3,1 mill, kr.
Fjórðingurin av peninginum
sum kemur inn við stuttleika-
skatti, verður givin til ar-
beiði í ungdómshúsum, meðan
restin fer í tann stóra pottin -
her átti tað kanska at verið
øvugt!
Hvussu skal framtíðarætl-
anin verða? Sum sagt, skulu
kommunurnar ganga á odda;
men ofta er tað ungdómurin,
ið fullur av vilja og áræði
vísir teimum á hvørja leið
gangast skal. Hesin ungdóm-
ur, ið vil nýta fritíðina á
annan hátt um bygdasamfel-
annan hátt enn bygdasam-
felagið hevur at bjóða teimum.
Tað, sum ofta liggur
fremst, er at fáa øki ella høli
til ítróttaíðkan.
ítrótturin er mentan í okk-
ara gerandisdegi, eins tað, at
eta skerpikjøt og dansa før-
oyskan dans; taðereinment-
an, sum vit eiga at byggja á,
so at øll hava møguleika at
ver^ við, út frá teirri ment-
an, at ítróttur er góður fyri
bæði sál og likarn.^
Viðvíkjanđi ítróttarhøllum
hevur landstýrið gjørt síha
metan. Vit vita, at tað eru
feløg og menn, ið hava havt
áhuga at loysa henda spurn-
ing, og vit vita, at felag og
kommuna hava loyst spurn-
ingin; men hvar, jú bert f
teimum stóru bygdasamfelø^-
unum og helst ti, at sma-
plássini ikki hava verið før
fyri at loysa slíkar spurn-
ingar fíggjarliga.
Kanna vit eftir, hvørjar
møguleikar eru tá ið slík
høll skal byggjast og drivast,
er greitt, at nakað má gerast
frá almennari síðu. Fyriatfáa
betur undirtøku fra øllum,
hevur tað almenna gjørt
rammuna um slíkt húsvíðari,
so at høllin er í miðjuni,
men húsið eisini skal nytast
til onnur endamál so sum
bókasavn, veitsluhøli, fundar-
hølir, útstillingshølir og ikki
óhugsandi kommunalar skriv-
stovur, soleiðis, at raksturin
av húsinum varð rímiligari.
Vit kunnu kalla høllina
bygdarhús.
Tað at byggja eina høll
munnu flestu kommunurnar
megna á ein ella annan hátt
yvir stytri ella longri tið;
men tað at reka eina høll
uttan trupulleikar verður
helst ikkijætt.
Landstýrið hevur fingiðtil-
vega tekningar, sum fevna um
hetta, og havi eg varhugan av,
at fíggjarnevndin loyvir keypi
av teimum. Tað io soleiðis
verður gjørt, hava vit taðfyri
eyga, at trupult gongst hjá
feløgum og smærri kommun-
um at loysa hesa uppgávu.
Hallirnar, ið bygdar eru,
hava fingið 20% fra statinum
og 20% frá landinum. Tey
20% frá landinum eru nú broytt
til 30%. Verður Parturin hjá
kommununum 30% eru 20%
eftir. So kundi eg hugsaðmær
at fingið umskiiDað fimleika-
grunnin til ein lánigrunn, sum
kundi lænt 10% av kostnaðinum
yvir t. yj. 20 ár við eini
6%> - 7% í rentu. Tey seinastu
10% kundu so fingist til vega
við vanligum prioritetsláni.
Á henda hátt fer tað ikki at
verða so tungt sjálvthjá teim-
um smáu plássunum at fáa
eitt bygdarhús.
Nú heldur onkur, at' 30%
er nógv fyri kommununa; men
eingin hevur noktaðfeløgunum
at hjálpa kommununi her.
Tekningar, ið tað almenna
fær til vega kunnu gevast
áhugaðum kommunum uttan
viðurgjald, og fáa tær áhenda
hátt ein eyka studning á o. u.
200.00- kr, um m álio kemur
ígjøgnum.
Áhugin fyri høllum er stor-
ur kringlandið. BæðiúrRuna-
vík, Fuglafirði, Vestmanna,
Vágum og Suðuroy eru fyri-
spurningar komnir.
Landstýrismaðurin hevði
nógvar aðrar, áhugaverdar
spurningar á máli, sum ikki
pláss er fyri í hesum blaði.