Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Síða 8

Fjarðbúgvin - 08.11.1973, Síða 8
HÓSDAGUR 8. NOVEMBER 1973 SIDA 8 Skipasmíð í Esbjerg Anni Elisabeth vió arbeiósbryggjuna hjá ES skipasmiðjuni. Á myndini sæst fyrsta stál- skip, ið bygt er a ES-skipa- smiðjuni í Esbjerg. Hetta skip verður bygt til Sørin Olsen skipara. Hann sæst standandi ( bringuhvítur ) við styðjan upoi a bryggjuni. Sørin er ættaður úr Rituvík - er sonur til Hendrik á Liðini - og hev- ur nú í fleiri ár verið bú- sitandi í Esbjerg. Sørin eigur 60 tonsarin Anni^ Elisabeth, sum hann førir sjálvur, Hesin nýggi hekkutrolarin erumleið 250 tons til støddar og hevur fingið navnið Anni Elisabeth. P/F Trolfisk 1 Rituvík er sameigari f ES-skipasmiðjuni í Esbjerg, og tykist henda skipasmiðja at havaúratgera við nybygging av fiskiskipum. X blaðnum "Vestkysten" stóð fyri stuttari tið síðani hesin tiðindastubbin um virkið: "ES - skipasmiðjan í Esbjerg letur byggja eitt slag av hekkutrolarum, ið eru til- lagaðir ídnaðarfiskiskapi og tykist áhuginfyrihesum fiski- førum at vera framúr stórur. Umleið 1. december letur skipasmiðjan fyrsta trolaran av hesum slag til Sørin Olsen skipara, men teir eru longu byrjaðir at byggja annan bátin av sama slag. Taðerføroyska felagið Polarfisk, ið letur skipið by^gja, ogskaltaðeftir ætlanini í vinnuiNorðsjónum. Fyri kortum fór trolarinhjá Sørin Olsen úr Bakkastokki, og var hann fyrsta stálskip, io bygt er á hesi skipasmiðju. Áhugin fyri hesum hekkutrol- arum hevur víst seg at vera ovurhonds stórur, og í løtuni fara samráðingar fram um byggjan av 2 ella 3 skipum av sama slag. X løtunu liggur skipið hjá Sørin Olsen við arbeiðs- bryggjuna og koma fiskimenn í hopatali at siggja bátin. Tann stak góði Drisurin á ídnaðar- fiski er óivað ein grundin til tann stóra áíiuga til skipa- bygging, og einar tvær vikur aftaná, at skipið hjá Sørini Olsen er liðugt, kemur longu næsti hekkutrolarin at liggja við arbeiðsbryggjuna. Hesir hekkutrolarar, sum millum annað eisini hava kølilast, koma at kosta umleið 3 mill. kr. r løtuni arbeiða meir enn 70 fólk á ES-skipasmiðjuni. Annars við skipasmiðjan einki siga um, hvør skal hava teir næstu 2 ella 3 nýbyggningar- nar." ÁHUGAVERDUR FUNDUR Asbjørn Joensen landstýrismaður røddi m. a. um frítíóararbeiði á fundi hjá L. C. Eysturoy 5. nov., og verður nakað av tí endurgiv- ið her. Asbjørn Joensen, landstýrismaður, setur fram síni sjónarmið á fundi í L. C. Eyst- uroy mánakvøldió. Ein av endamálsgreinunum í lógum felagsins sigur, at samfelagsmál eiga at verða tikin upp til viðgerðar, og við hesum fyrieyga hevðinevnd- in boðið Asbjørn Joensen, landstýrismanni, sum hevur um hendur kommunalmál, skúla-, kirkju- og mentunar- mál, at koma át greiða lim- uiium frá støðu landstýrisins í ítrótta- og skúlamálum. Av ti at fólk flest hava áhuga fyri hesum málumhev- ur Fjarðbúgvin fingið loyvi at kuta úr ti, ið sagt varð. Vit skulu her endurgeva sjaurningin um frítíðararbeið- Spurningurin i sær sjálvum er ikki minst átroðkandi, nú við skulu á val at avgera hvussu okkara rúsdrekkalóg skal verða. X hesum sambandi hevur tað tikið seg upp, um tað ikki hevði verði betur, um vit bygdu hølir, so und- dómurin fekk nakað at vera á saman við hesum, tey kalla rúsdrekkaeitur. Eg haldi, at vit eiga at loysa spurningin eitt sindur øðrvísi, sigur As- bjørn Joensen, og gera tað møguligt hjá ungum og eldri at nýta frítíðina betur. Tað er lætt at siga, at landstýrið ger ov lítið, og tað eru altíð nøkur, ið finnast at ti, sum, gjørt verður, men hesin spurningur er ein reint kommunalur spurningur. Ofta er tað so, at kommunurnar eru hart fyrispentar fíggjar- liga, og at eingin vilji er til staðar, og tá ið so er royna menn at slepoa sær undan ábyrgdini við at siga, at tað eru aðrip, ið eiga at loysa málið. Frá almennari siðu verður eitt sindur gjørt - menharfyri er ikki sagt, at tað verour gjørt nógmikið. Nevnastkann, at løgtingið stuðlar við mill- um 20% og 30% til hallir og ítróttavøllir, og er hetta eitt tal, sum nærkast 1. mill. kr. árliga. Á komandi fíggjarlóg verð- ur ÍSF stuðlað við 140.000 kr og fáa ítróttafólk 100.000- kr árliga 1 ferðaútreiðslum inn- anlendis. Til sang-, tónleik og føroyskan dans letur land- ið 100.0X) kr. Eitt annað frítíðararbeiði er sjónleikur og verður vón- andi ásettar 60000 kr. til 'serkønan ráðgevara til feløg- ini kring lanđið. ini kring landið. Eisini er ætlanin, at hækkað studning- in til ítrótta- og skúlabygging á komandi fíggjarlóg úr 1,8 mill. kr. til 3,1 mill, kr. Fjórðingurin av peninginum sum kemur inn við stuttleika- skatti, verður givin til ar- beiði í ungdómshúsum, meðan restin fer í tann stóra pottin - her átti tað kanska at verið øvugt! Hvussu skal framtíðarætl- anin verða? Sum sagt, skulu kommunurnar ganga á odda; men ofta er tað ungdómurin, ið fullur av vilja og áræði vísir teimum á hvørja leið gangast skal. Hesin ungdóm- ur, ið vil nýta fritíðina á annan hátt um bygdasamfel- annan hátt enn bygdasam- felagið hevur at bjóða teimum. Tað, sum ofta liggur fremst, er at fáa øki ella høli til ítróttaíðkan. ítrótturin er mentan í okk- ara gerandisdegi, eins tað, at eta skerpikjøt og dansa før- oyskan dans; taðereinment- an, sum vit eiga at byggja á, so at øll hava møguleika at ver^ við, út frá teirri ment- an, at ítróttur er góður fyri bæði sál og likarn.^ Viðvíkjanđi ítróttarhøllum hevur landstýrið gjørt síha metan. Vit vita, at tað eru feløg og menn, ið hava havt áhuga at loysa henda spurn- ing, og vit vita, at felag og kommuna hava loyst spurn- ingin; men hvar, jú bert f teimum stóru bygdasamfelø^- unum og helst ti, at sma- plássini ikki hava verið før fyri at loysa slíkar spurn- ingar fíggjarliga. Kanna vit eftir, hvørjar møguleikar eru tá ið slík høll skal byggjast og drivast, er greitt, at nakað má gerast frá almennari síðu. Fyriatfáa betur undirtøku fra øllum, hevur tað almenna gjørt rammuna um slíkt húsvíðari, so at høllin er í miðjuni, men húsið eisini skal nytast til onnur endamál so sum bókasavn, veitsluhøli, fundar- hølir, útstillingshølir og ikki óhugsandi kommunalar skriv- stovur, soleiðis, at raksturin av húsinum varð rímiligari. Vit kunnu kalla høllina bygdarhús. Tað at byggja eina høll munnu flestu kommunurnar megna á ein ella annan hátt yvir stytri ella longri tið; men tað at reka eina høll uttan trupulleikar verður helst ikkijætt. Landstýrið hevur fingiðtil- vega tekningar, sum fevna um hetta, og havi eg varhugan av, at fíggjarnevndin loyvir keypi av teimum. Tað io soleiðis verður gjørt, hava vit taðfyri eyga, at trupult gongst hjá feløgum og smærri kommun- um at loysa hesa uppgávu. Hallirnar, ið bygdar eru, hava fingið 20% fra statinum og 20% frá landinum. Tey 20% frá landinum eru nú broytt til 30%. Verður Parturin hjá kommununum 30% eru 20% eftir. So kundi eg hugsaðmær at fingið umskiiDað fimleika- grunnin til ein lánigrunn, sum kundi lænt 10% av kostnaðinum yvir t. yj. 20 ár við eini 6%> - 7% í rentu. Tey seinastu 10% kundu so fingist til vega við vanligum prioritetsláni. Á henda hátt fer tað ikki at verða so tungt sjálvthjá teim- um smáu plássunum at fáa eitt bygdarhús. Nú heldur onkur, at' 30% er nógv fyri kommununa; men eingin hevur noktaðfeløgunum at hjálpa kommununi her. Tekningar, ið tað almenna fær til vega kunnu gevast áhugaðum kommunum uttan viðurgjald, og fáa tær áhenda hátt ein eyka studning á o. u. 200.00- kr, um m álio kemur ígjøgnum. Áhugin fyri høllum er stor- ur kringlandið. BæðiúrRuna- vík, Fuglafirði, Vestmanna, Vágum og Suðuroy eru fyri- spurningar komnir. Landstýrismaðurin hevði nógvar aðrar, áhugaverdar spurningar á máli, sum ikki pláss er fyri í hesum blaði.

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.