Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Side 5

Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Side 5
fjarðbOgvin SII)A 5 Verndareingil á báti r desember mánaði f fjdr greiddi ein leirvfkingur her í blaðnum frá hinum tilburða-’’ rfka útróðrardegi hjá Jákup f Køk fyri uml. sjuti árum sfðan. Um somu tfð,- (tá var frá- søginn farin f pressuna),- fingu vit hesa versiónina frá einum dðrum leirvfkingi um hesa sjáldsomu hending. Jákup f Køk, í Leirvík bróð- ir til Hanus í Húsamørk, var ofta á útróðri einsamallur, Einaferð var hann sunnan- fyri, kom nógvur høgættar- vindur, so at torført var at vinna fram hjá Jákupi. Móti kvøldi var hannkomin inn und- ir Bor.ðoyanes, og kastaði hann ílan út og var liggjandi alla náttina. Tá hann hevði ligið har langa tíð, var høg- ættarvindurin líka nógvur. Sum hann situr á toftubekki og ieingist eftir, at tað fer at tolna og blíðka, tá sær hann, at ein hvftur maður er setstu: afturi f rong og vendir sær móti Jákupi". Vindurin var alsamt nógv- ur, fmeðan náttin leið, men tætt við bátin var púra stilli. "Sum vera man sat J ákup f stillari undran og tøkk til hansara, sum hina ferð segði við vindin og aldurnar: "Tig, ver stilli.'" Náttin gekk og út fmóti morgni, ta vendir Jákup sær á og hyggur norður ffjørðin og sær, at nú fer at klárna og lætta f. Tá hann so vendir sær aftur, sær hann^ at mað- urin er horvin, og tá var blivið gott veður. "Ikki fyrr enn morgunin eftirfingu menn farið at leita við áttamanna- fari, tí vindurin hevði verið so nógvur, og komu teir fram á Jákup norðan fyri Borðoya- nes. Teir fingu at vita, hvussu honum hevði verið fyri, og segði hann eisini, at hann hevði verið bæðj heitur og mettur alla hesa náttina, hóast hann hevði lftlan ella ongan mat hjá sær. Menn plaga at siga, at tað var sjálvdan at Jákup tosaði um hendan túrin, ta ið hin hvíti maðurin var á bátispm- an við honum, men fór hann at siga frá hesum degi Og tí hvíta manninum, var tað so fyri honum, at hann var eym- ur og bleythjartaður, og hann græt, fmeðan hann segði frá hesum avbera stórleika, sær hevði verið fyri. Hendan sjón og hesin til- burður var sólarklárur fyri Jákup f Køk, til hansara sein- asta dag. Jákup doyði á høg- um aldri f 1913. KUNNINGARFERÐ •* VIT FREGNAST Vit set.tu einum manni m. a. hesar spurningar: Hvønn tydning kfemur brúgvin at hava fyri tygum? Vinnuligi týdningurin verð- ur væl tann, at eg sleppi frá at betala fyri at kom a yvirum Sundið - kann fara nær eg vil, og koma nær e^ vil. Sfð- an kann eg annars rfrítíðinit fe'rðast, sum eg vil, tá ið eg hávi bil sjálvur. HVussu meta tygum fyri- munir og vansar við brúnni? Fyrimunirnir vera teir størru teir sum koma at viga meir, men tað er givið, at vansar koma at vera har eis- nin. x Hvussu við ungdominum? Ungdómurin fer at koma meira saman, men- at nakar størri vandi stendst av tf, tað trúgvi eg nú ikki. Hvussu við tryggleikanum f bygdini? Um tað er ferðslutryggleiki til hugsa um, so er so trongt at ferðast her, at øking av farti verður eingin. Eru tygum ótolin eftir bergholinum? Ja, tað eri eg. Vildutygum heldur havtveg f Funningsfjørð enn berghol? Fyri okkum kemur berg- holið at hava størri týdning enn vegur - at teirri grund, at fyri okkum vil tað siga, at vit fáa ein fjallaveg af- trat at fara um fyri at koma yvir á Skálafjørðin um bara vegur var f Funningsfjørð. Fer Sunda sókn at vaksa av brúgvasambandinum? Tað er einki at ivast f, tf at síðan at arbeiðið^ at projektera brúnna og skúlan fór f gongd, eru umsóknir um byggiloyvi komnar inn f millum 30-40% av teimum húsum , sum eru f dag. Tað eru o. u. 70 hús, tá ið hetta fór f gongd, og sfðani er søkt um 25 byggiloyvi. Fer folk hiðani nú at ar- beiða á Streymoynni? Ja, tað fara tey - tað eru longu fólk hiðani, sum ar- beiða ÍHavnog øvut (havnar- fólk arbeiða t. d. við skúlan). Á skeljavirkinum á Oyri hava fólk arbeitt bæði úr Vflc, Tjørnuvík og Funningi. Fær Skálafjørðurin minni týdning fyri tykkum nú, enn hann hevði fingið, um berg- holið kom undan brúnni? Nei, tað hugsi eg ikki - Havnin hevur tann vansa, at hon hevur ein fjallaveg, sum skjótt steðgar fyri kava, men hesum verða vit nærum frf fyri á Skálafjørðinum, og so er avstandur nógvminni. Hið- ani og til Havnar eru einir 46 km. og 14-16 km. út á Skála. HEINEMANN LEGGUR FRÁ SÆR Heineman væl dámdur Týskarar hugsa um at velja nýggjan forseta. Orðaskiftið um, nvør ið skal verða týskur forsetifrá 1. juli 1974, er longu við at harðna. Herbert Wehner og Willy Brandt hava inniliga biðið Gustav Heinemann lata seg velja fyri fimm ár aftrat, tf nakran betri dámdan forseta hevur Vesturtýskland ongan- tfð havt. Ein kanning vísir, at hann er væl dámdur av 92 prosentum av borgarunum. Men Heinemann hevur biðið socialdemokratisku parta- menn sfnar hugsaðum, athann f 1974 fer at vera 75 ára gam- al - o" 'cona hansara Hilda, 78,. T^y eru bæðifrísk og røsk; men tey kunnu ikki annað enn nugsa Uin unaanmann nansara Henrick Lubke, xð ikki vai heilt, sum hann skuldi, tey slðstu árini hann var í sess- inum. Nú hevur Heinemann sagt frá, at hann ter fra kom- andi ár og vil ikki lata seg velja aftur. Men hvør so? Tann liberali uttønrfkisráðharrin Walter Scheel sigst einki at hava í- móti at gerast forseti. __ Eftir at eystursáttmálárnir eru lidnir, EF økt og bæðitey týsku rfkini komin í ST hevur hann nátt sfni størstu má'l. Hetta hevur samstundis givið honum eina sterka støðu^ f stjórnini, har hann ofta sýn- ist at vera tann kviki maður- in, meðan kanslarin er ivan- đi. Tað er eingin ivi um, at Willy Brandt meira enn gjar- na vildi flutt tann dugiliga utt- anríkisráðharran teir 200 metrarnar tilforsetahúsini og í staðin gjørt sfn trúgva Kiss- inger, Egon Bahr, tiluttanrfk- isráðharra, Men Scheel má samstundis hugsa um, at flokkur hansara, F DP, kanska fer at detta sund- ur, um tann vældámdi og samiandi formaOurin fer úi aktivum politikki. Tyski samveldisforsetin verður valdur hvørt fimta ár av rílcisdegnum saman við limunum úr landspartating- unum. Tá tann social-liberala sam- gongan situr við meiriluta, kann hon velja hvønn hon vil, so um Heinemann vildi, helt hann fram sum forseti til 1980. At Heinemann er so sera væl dámdur, kemur deils av hansara reiðiliga politiska morali, dfeýls av, at hann ger so lítlan háva av sær. Heine- mann var aktivur f stríðnum móti nazistunum. Sum krist- in var hann eftir 1945 við til at stovna CDU, har hann varð uttanrfkisráðharri hjá Konrad Adenauer, men tá Adenauer - uttan at siga ráðharrum sfn um frá - beyð vesturmakt- unum at seta týskan her á stovn, fór hann úr stjórnini. Seinni fór hann úr flokkinum og grundaði sín egna flokk, men vann ikki fram. Seinni kom hann upp f SPD. Framhald á bls. 8 EIN HEILSAN TIL FÓROYA FÓLK FRÁ KRISTILIGUM LURTARAFELAG Samtíðis, sum vit senda eitt girokort f hvørt hús, vilja vit virðingarfylst senda eina vin- arliga heilsan til Føroyafólk. Hetta er fjórðuferð vit sen- da girokort til øll húsarhald f landinum, og hetta verður gjørt við bøn um at fáa nógv- ar nýggjar limir, og samtiðis veroa teir gomlu limirnir bidnir at senda limagjaldið fyri 1973 og 1974. Tað eru nú Hðin 4 ár, síðan vit síðst - á henda hátt at senda girokort í hvørthús - heittu á fólk at gerast limir f felagnum. Felagið telur nú umleið 1500 limir, og tit sku- lu hava stóra tøkkfyri stuðul- in, men vit áttu at verið nógv fleiri, at felagið kundi verið nógv sterkari. __ ^ A seinasta ársaðalfundi f mai mánaði høvdu vit ta stóru gleði at hava formannin fyri Kristilig lytter- og fjernse- erforening f Danmark Svend Aage Olsen, sóknarprest millum okkum. Hann ogkonan gjørdu eina^ vitjunarferð til Island, og á heimferðini lá tað so væl fyri, at tey náddu at steðga nakrar dagar her hjá okkum. Vit høvdu staðið í samband við hann framm- anundan og biðið hann lagt fyri á aðalfundinum, og tao var mikið áhugavert og lærurfkt, hvussu hann segði frá felags- ins arbeiði har niðri. Meðan L. Aa. Olsen steðgaði her, bjóðaðu vit útvarpsstjóranum og útvarpsnevndini saman við honum til fundar. Teir tóku væl fmóti innbjóðingini, og vit høvdu eitt hugnaligt kvøld saman har tosað varð um ar- beiðið og sam arbeiðið, sum felagið og útvarpiðkundulæra nakað av. Upnafturtøka av morgun- lestrunum nakað seinni á morgni er eitt gamalt mál, sum vit fyri meira enn 6 ár- um sfðani løgdu skrivliga^ fyri útvarpið eftir áheitan frá nógvum lurtarum , og sum enn ikki er framd. Vit góvu tær grundir fyri umsóknina tá og geva tað sama enn, at morg- unlestrarnir vóru ov tfðliga á morgni fyri eldri fólk, og eis- ini kundu húsmøðurnar fingið eina friðaliga løtu eftir tað, at tær høvdu fingið børnini f skúla, og arbeiðsmaðurin var farin til arbeiðis. Viterufull- vísir f, at mong vóru tey, ið høvdu verið útvarpinum takk- som, um teir frálfku morg- unlestrarnir vóru uppaftur- tiknir t.d. kl. 9 hvønngerand- ismorgun. f tf danska útvarp- inum arbeiða teir núviðatfáa tvær andaktir sendar hvønn gerandismorgun. Eitt annað mál er, sum vit arbeiða við og ^jarna vildu fingið meirafullfiggjað, ogtað er leygarkvøldssendingin "Hetta heilaga evangeliið skrivar". Henda sending er komin sum úrslit av tinging- um um andaligar kvøldsend- ingar. Eftir ynski frá nógvum lurtarum vóna vit skjótt at hoyra sálmasang f samband við hesa sending, sum vildi givið henni ein meira ynskis- ligan dám. Stýrið hevur sum áður sagt stóran áhuga fyri, at okkara felag kundi verið eitt sterkt felag, og tað verður tað bert við, at vit verða nógvir lim- ir; tf vilja vit aftur f ár heita á Føroya fólk at gerast limir við at senda inn limagjaldið 10 kr. fyri árini 1973 og 1974 á postgirokonto nr. 142445. Blíðar heilsur Vegna Kristiligt Lurtarafelag Olaf Sv. Petersen, form. KULDI OG LEKI Kæri Fjarðbúgvin. Eg takki fyri, at tú upptekur hesar reglur f blaoið. Eg hoyri børn míni klaga um hvussu kalj; ^ tað er í gymnastikksalinum á Glyvr- um, ja so kalt, at tey av og á ikki kunnu fara úr klæð- unum, og at tað soleiðis hev- ur verið f fleiri ár. Eisini siga tey mær, at tað regnar inn, at tað lekur undan loft- inum, tá ið tað regnar úti. Kann blaðið ikki upplýsa okkum, ið hava børn okkara gandandi í skúla á Glyvrum, um, hvør f hevur ábyrgdina av hesum , og um tað nú er so galið, sum tey siga frá? Mamma. Blaðið hevur nú vent sær til stjóran við Runavíkar komm- unuskúla hesum viðvíkjandi, sum upplýsir, at fimleika- høllin hevur at kalla ligið f hitaloysi síðani 1960, og at leki hevur verið í ovara borði nú f fleiri ár. Skúla- stjórin upplýsir vfðari athesi brek eru býráðnum kunnug. Roynt hevur verið at bøtt um hetta við m. a. at seta slotslistar f allar karmar- nar, men tfverri hava allar royndir higartil ikki hjálpt storvegis. Skúlastjórin upplýsír ann- ars,^ at hann hevur frætt, at býráðið ætlar av nýggjum at fara undir at bøta um hesi brek Viðv. abyrgdarspurningin- um f brævi tygara er at siga} at tað hvílir á herðunum á eini hvørjari kommunu - f slíkum førum - at syrgja fyri at skúlabygningurin (arnir) eru f slíkum standi, sum lógin áleggur. Blaðstj.

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.