Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Blaðsíða 5
fjarðbOgvin
SII)A 5
Verndareingil á báti
r desember mánaði f fjdr
greiddi ein leirvfkingur her
í blaðnum frá hinum tilburða-’’
rfka útróðrardegi hjá Jákup
f Køk fyri uml. sjuti árum
sfðan.
Um somu tfð,- (tá var frá-
søginn farin f pressuna),-
fingu vit hesa versiónina frá
einum dðrum leirvfkingi um
hesa sjáldsomu hending.
Jákup f Køk, í Leirvík bróð-
ir til Hanus í Húsamørk, var
ofta á útróðri einsamallur,
Einaferð var hann sunnan-
fyri, kom nógvur høgættar-
vindur, so at torført var at
vinna fram hjá Jákupi. Móti
kvøldi var hannkomin inn und-
ir Bor.ðoyanes, og kastaði
hann ílan út og var liggjandi
alla náttina. Tá hann hevði
ligið har langa tíð, var høg-
ættarvindurin líka nógvur.
Sum hann situr á toftubekki
og ieingist eftir, at tað fer
at tolna og blíðka, tá sær
hann, at ein hvftur maður
er setstu: afturi f rong og
vendir sær móti Jákupi".
Vindurin var alsamt nógv-
ur, fmeðan náttin leið, men
tætt við bátin var púra stilli.
"Sum vera man sat J ákup
f stillari undran og tøkk til
hansara, sum hina ferð segði
við vindin og aldurnar: "Tig,
ver stilli.'"
Náttin gekk og út fmóti
morgni, ta vendir Jákup sær
á og hyggur norður ffjørðin
og sær, at nú fer at klárna
og lætta f. Tá hann so vendir
sær aftur, sær hann^ at mað-
urin er horvin, og tá var
blivið gott veður. "Ikki fyrr
enn morgunin eftirfingu menn
farið at leita við áttamanna-
fari, tí vindurin hevði verið
so nógvur, og komu teir fram
á Jákup norðan fyri Borðoya-
nes. Teir fingu at vita, hvussu
honum hevði verið fyri, og
segði hann eisini, at hann
hevði verið bæðj heitur og
mettur alla hesa náttina, hóast
hann hevði lftlan ella ongan
mat hjá sær.
Menn plaga at siga, at tað
var sjálvdan at Jákup tosaði
um hendan túrin, ta ið hin
hvíti maðurin var á bátispm-
an við honum, men fór hann
at siga frá hesum degi Og tí
hvíta manninum, var tað so
fyri honum, at hann var eym-
ur og bleythjartaður, og hann
græt, fmeðan hann segði frá
hesum avbera stórleika, sær
hevði verið fyri.
Hendan sjón og hesin til-
burður var sólarklárur fyri
Jákup f Køk, til hansara sein-
asta dag. Jákup doyði á høg-
um aldri f 1913.
KUNNINGARFERÐ •*
VIT FREGNAST
Vit set.tu einum manni m. a.
hesar spurningar:
Hvønn tydning kfemur
brúgvin at hava fyri tygum?
Vinnuligi týdningurin verð-
ur væl tann, at eg sleppi frá
at betala fyri at kom a yvirum
Sundið - kann fara nær eg
vil, og koma nær e^ vil. Sfð-
an kann eg annars rfrítíðinit
fe'rðast, sum eg vil, tá ið eg
hávi bil sjálvur.
HVussu meta tygum fyri-
munir og vansar við brúnni?
Fyrimunirnir vera teir størru
teir sum koma at viga
meir, men tað er givið, at
vansar koma at vera har eis-
nin. x
Hvussu við ungdominum?
Ungdómurin fer at koma
meira saman, men- at nakar
størri vandi stendst av tf,
tað trúgvi eg nú ikki.
Hvussu við tryggleikanum
f bygdini?
Um tað er ferðslutryggleiki
til hugsa um, so er so trongt
at ferðast her, at øking av
farti verður eingin.
Eru tygum ótolin eftir
bergholinum?
Ja, tað eri eg.
Vildutygum heldur havtveg
f Funningsfjørð enn berghol?
Fyri okkum kemur berg-
holið at hava størri týdning
enn vegur - at teirri grund,
at fyri okkum vil tað siga,
at vit fáa ein fjallaveg af-
trat at fara um fyri at koma
yvir á Skálafjørðin um bara
vegur var f Funningsfjørð.
Fer Sunda sókn at vaksa
av brúgvasambandinum?
Tað er einki at ivast f,
tf at síðan at arbeiðið^ at
projektera brúnna og skúlan
fór f gongd, eru umsóknir
um byggiloyvi komnar inn f
millum 30-40% av teimum
húsum , sum eru f dag. Tað
eru o. u. 70 hús, tá ið hetta
fór f gongd, og sfðani er søkt
um 25 byggiloyvi.
Fer folk hiðani nú at ar-
beiða á Streymoynni?
Ja, tað fara tey - tað eru
longu fólk hiðani, sum ar-
beiða ÍHavnog øvut (havnar-
fólk arbeiða t. d. við skúlan).
Á skeljavirkinum á Oyri hava
fólk arbeitt bæði úr Vflc,
Tjørnuvík og Funningi.
Fær Skálafjørðurin minni
týdning fyri tykkum nú, enn
hann hevði fingið, um berg-
holið kom undan brúnni?
Nei, tað hugsi eg ikki -
Havnin hevur tann vansa, at
hon hevur ein fjallaveg, sum
skjótt steðgar fyri kava, men
hesum verða vit nærum frf
fyri á Skálafjørðinum, og so
er avstandur nógvminni. Hið-
ani og til Havnar eru einir
46 km. og 14-16 km. út á
Skála.
HEINEMANN
LEGGUR
FRÁ SÆR
Heineman væl dámdur
Týskarar hugsa um at velja nýggjan forseta.
Orðaskiftið um, nvør ið skal
verða týskur forsetifrá 1. juli
1974, er longu við at harðna.
Herbert Wehner og Willy
Brandt hava inniliga biðið
Gustav Heinemann lata seg
velja fyri fimm ár aftrat, tf
nakran betri dámdan forseta
hevur Vesturtýskland ongan-
tfð havt. Ein kanning vísir, at
hann er væl dámdur av 92
prosentum av borgarunum.
Men Heinemann hevur biðið
socialdemokratisku parta-
menn sfnar hugsaðum, athann
f 1974 fer at vera 75 ára gam-
al - o" 'cona hansara Hilda,
78,. T^y eru bæðifrísk og røsk;
men tey kunnu ikki annað enn
nugsa Uin unaanmann nansara
Henrick Lubke, xð ikki vai
heilt, sum hann skuldi, tey
slðstu árini hann var í sess-
inum. Nú hevur Heinemann
sagt frá, at hann ter fra kom-
andi ár og vil ikki lata seg
velja aftur.
Men hvør so? Tann liberali
uttønrfkisráðharrin Walter
Scheel sigst einki at hava í-
móti at gerast forseti. __
Eftir at eystursáttmálárnir
eru lidnir, EF økt og bæðitey
týsku rfkini komin í ST hevur
hann nátt sfni størstu má'l.
Hetta hevur samstundis givið
honum eina sterka støðu^ f
stjórnini, har hann ofta sýn-
ist at vera tann kviki maður-
in, meðan kanslarin er ivan-
đi. Tað er eingin ivi um, at
Willy Brandt meira enn gjar-
na vildi flutt tann dugiliga utt-
anríkisráðharran teir 200
metrarnar tilforsetahúsini og
í staðin gjørt sfn trúgva Kiss-
inger, Egon Bahr, tiluttanrfk-
isráðharra,
Men Scheel má samstundis
hugsa um, at flokkur hansara,
F DP, kanska fer at detta sund-
ur, um tann vældámdi og
samiandi formaOurin fer úi
aktivum politikki.
Tyski samveldisforsetin
verður valdur hvørt fimta ár
av rílcisdegnum saman við
limunum úr landspartating-
unum.
Tá tann social-liberala sam-
gongan situr við meiriluta,
kann hon velja hvønn hon vil,
so um Heinemann vildi, helt
hann fram sum forseti til
1980.
At Heinemann er so sera
væl dámdur, kemur deils av
hansara reiðiliga politiska
morali, dfeýls av, at hann ger
so lítlan háva av sær. Heine-
mann var aktivur f stríðnum
móti nazistunum. Sum krist-
in var hann eftir 1945 við til
at stovna CDU, har hann varð
uttanrfkisráðharri hjá Konrad
Adenauer, men tá Adenauer
- uttan at siga ráðharrum sfn
um frá - beyð vesturmakt-
unum at seta týskan her á
stovn, fór hann úr stjórnini.
Seinni fór hann úr flokkinum
og grundaði sín egna flokk,
men vann ikki fram. Seinni
kom hann upp f SPD.
Framhald á bls. 8
EIN HEILSAN
TIL FÓROYA FÓLK
FRÁ KRISTILIGUM
LURTARAFELAG
Samtíðis, sum vit senda eitt
girokort f hvørt hús, vilja vit
virðingarfylst senda eina vin-
arliga heilsan til Føroyafólk.
Hetta er fjórðuferð vit sen-
da girokort til øll húsarhald f
landinum, og hetta verður
gjørt við bøn um at fáa nógv-
ar nýggjar limir, og samtiðis
veroa teir gomlu limirnir
bidnir at senda limagjaldið
fyri 1973 og 1974.
Tað eru nú Hðin 4 ár, síðan
vit síðst - á henda hátt at
senda girokort í hvørthús
- heittu á fólk at gerast limir
f felagnum. Felagið telur nú
umleið 1500 limir, og tit sku-
lu hava stóra tøkkfyri stuðul-
in, men vit áttu at verið nógv
fleiri, at felagið kundi verið
nógv sterkari. __ ^
A seinasta ársaðalfundi f
mai mánaði høvdu vit ta stóru
gleði at hava formannin fyri
Kristilig lytter- og fjernse-
erforening f Danmark Svend
Aage Olsen, sóknarprest
millum okkum. Hann ogkonan
gjørdu eina^ vitjunarferð til
Island, og á heimferðini lá
tað so væl fyri, at tey náddu
at steðga nakrar dagar her
hjá okkum. Vit høvdu staðið
í samband við hann framm-
anundan og biðið hann lagt fyri
á aðalfundinum, og tao var
mikið áhugavert og lærurfkt,
hvussu hann segði frá felags-
ins arbeiði har niðri. Meðan
L. Aa. Olsen steðgaði her,
bjóðaðu vit útvarpsstjóranum
og útvarpsnevndini saman við
honum til fundar. Teir tóku
væl fmóti innbjóðingini, og
vit høvdu eitt hugnaligt kvøld
saman har tosað varð um ar-
beiðið og sam arbeiðið, sum
felagið og útvarpiðkundulæra
nakað av.
Upnafturtøka av morgun-
lestrunum nakað seinni á
morgni er eitt gamalt mál,
sum vit fyri meira enn 6 ár-
um sfðani løgdu skrivliga^
fyri útvarpið eftir áheitan frá
nógvum lurtarum , og sum enn
ikki er framd. Vit góvu tær
grundir fyri umsóknina tá og
geva tað sama enn, at morg-
unlestrarnir vóru ov tfðliga á
morgni fyri eldri fólk, og eis-
ini kundu húsmøðurnar fingið
eina friðaliga løtu eftir tað,
at tær høvdu fingið børnini f
skúla, og arbeiðsmaðurin var
farin til arbeiðis. Viterufull-
vísir f, at mong vóru tey, ið
høvdu verið útvarpinum takk-
som, um teir frálfku morg-
unlestrarnir vóru uppaftur-
tiknir t.d. kl. 9 hvønngerand-
ismorgun. f tf danska útvarp-
inum arbeiða teir núviðatfáa
tvær andaktir sendar hvønn
gerandismorgun.
Eitt annað mál er, sum vit
arbeiða við og ^jarna vildu
fingið meirafullfiggjað, ogtað
er leygarkvøldssendingin
"Hetta heilaga evangeliið
skrivar". Henda sending er
komin sum úrslit av tinging-
um um andaligar kvøldsend-
ingar. Eftir ynski frá nógvum
lurtarum vóna vit skjótt at
hoyra sálmasang f samband
við hesa sending, sum vildi
givið henni ein meira ynskis-
ligan dám.
Stýrið hevur sum áður sagt
stóran áhuga fyri, at okkara
felag kundi verið eitt sterkt
felag, og tað verður tað bert
við, at vit verða nógvir lim-
ir; tf vilja vit aftur f ár heita
á Føroya fólk at gerast limir
við at senda inn limagjaldið 10
kr. fyri árini 1973 og 1974 á
postgirokonto nr. 142445.
Blíðar heilsur
Vegna Kristiligt Lurtarafelag
Olaf Sv. Petersen, form.
KULDI OG LEKI
Kæri Fjarðbúgvin.
Eg takki fyri, at tú upptekur
hesar reglur f blaoið.
Eg hoyri børn míni klaga
um hvussu kalj; ^ tað er
í gymnastikksalinum á Glyvr-
um, ja so kalt, at tey av og
á ikki kunnu fara úr klæð-
unum, og at tað soleiðis hev-
ur verið f fleiri ár. Eisini
siga tey mær, at tað regnar
inn, at tað lekur undan loft-
inum, tá ið tað regnar úti.
Kann blaðið ikki upplýsa
okkum, ið hava børn okkara
gandandi í skúla á Glyvrum,
um, hvør f hevur ábyrgdina
av hesum , og um tað nú er
so galið, sum tey siga frá?
Mamma.
Blaðið hevur nú vent sær til
stjóran við Runavíkar komm-
unuskúla hesum viðvíkjandi,
sum upplýsir, at fimleika-
høllin hevur at kalla ligið
f hitaloysi síðani 1960, og
at leki hevur verið í ovara
borði nú f fleiri ár. Skúla-
stjórin upplýsir vfðari athesi
brek eru býráðnum kunnug.
Roynt hevur verið at bøtt
um hetta við m. a. at seta
slotslistar f allar karmar-
nar, men tfverri hava allar
royndir higartil ikki hjálpt
storvegis.
Skúlastjórin upplýsír ann-
ars,^ at hann hevur frætt, at
býráðið ætlar av nýggjum at
fara undir at bøta um hesi
brek
Viðv. abyrgdarspurningin-
um f brævi tygara er at siga}
at tað hvílir á herðunum á
eini hvørjari kommunu - f
slíkum førum - at syrgja fyri
at skúlabygningurin (arnir)
eru f slíkum standi, sum lógin
áleggur.
Blaðstj.