Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 1
»Okkaramillum«
Spenningurin er mikil bæði innanborða og á landi á hvørjari siglistevnu
Siglistevna á Skálafirđi
Tað man valla vera nakað at
ivast í, at mong hava hildið, at
>»Fjarðbúgvin« fór ikki at koma
undan aftur kavi. Ein slík
møgulig hugsan er tó ikki
burturvið, tí nú er so von tíð
liðin, síðan blaðið kom seinast —
og blaðdeyði er annars ikki
nakað óvanligt fyribrigdi, ið
hvussu er úti um lond.
Tá ið vit í mars mánað gjørdu
álvara av at skifta prentsmiðju,
vóru vánimar slíkar, at vit at
kalla vóru fullvísir í, at blaðið
aftur kundi fara at koma
regluliga út frá uml. .1 . apríl, tí
tá skuldu allar tekniskar
fortreytir fyri slikum verið til
steðar á prentsmiðju «Dimma-
lættingar«, sum nú prentar
okkum blaðið. Henda vón
okkara og prentsmiðjunnar kom
tó ikki at halda, tí ymisk
avgreiðslutam uttanlendis bóra
tað við sær, at nýggju
prenttólini fingust so seint til
landið, at víðkaðir prentingar-
møguleikar vóra ikki møguligir
fyrrenn í seinra helmingi av
farna mánaði. Umleið 20. apríl
var alt so mikið greitt, at
avgjørt varð, at blaðið skuldi
koma út aftur síðst í mánaðnum.
Farið varð undir at savna tilfar
saman, og var blaðið komið
undir land, tá prentaraverkfallið
var okkum á kroppi. Av hesum
sama er ymist lesitilfar óivað
vorðið heldur óaktuelt, og biðja
vit lesararnar um at bera yvir
við hesum.
Sum tit haldarar sjálvandi
hava hugsað, so eiga tit rætt til
endurgjald hjá okkum fyri
goldin, men ófingin bløð.
Lønarhækkingin hjá prentar-
unum. fyri stuttum og ein
munandi. avispappírspríshækk-
ing við minst 25% í summar fara
beinleiðis at bera tað við sær, at
haldaragjøldini á helst øjllum
bløðum — tó fyribils ikki á
»Fjarðb.«(— verða at dýrka fitt
longu frá juli fjórðingsárinum at
rokna.
Viðvíkjandi endurgjaldsveit-
ingini hevur blaðstjómin gjørt
av — við listu hækkingini av
haldaragjaldinum í huga og
tiknari uppí — at lækka
blaðhaldsgjaldið á næstu krev-
jing við fimm krónum, soleiðis
at haldaramir koma at rinda 10
kr. tá, um ynskt verður at halda
fram við blaðhaldinum. Vit
vóna, at henda niðurløga okkara
er soleiðis háttað, at hon ger
slætt borð millum haldaramar
og blaðið.
Eftir er so bert at vóna, at
blaðið fær kvæmari lívsumstøð-
ur enn tað hevur havt-soleiðis,
at tað verður betur ført fyri at
tæna áhugamálunum í jørðildi
sínum millum Rivtanga og
Eystnes fyrst og fremst.
Tað er sunnudagin 26. mei.
1974, at Lions Eysturoy skipar
fyri kappsigling millum 4. -og 5.
mannafør við seglum. Stevnan
fer fram á Skála eins og árini
frammanundan. Peningurin, ið
kemur inn, fer til frama fyri
ítróttahøll/bygdarhús í Eystur-
oy. Vit heita á fólk um at taka
væl undir við tiltakinum hjá
L.C. Eysturoy.
í fjør var tað soleiðis, at
glasfiburbátar fingu loyvi at
luttaka, men i serstakari
kapping. í ár verður eingin
serskild kapping fyri teir, so teir
verða at kappsigla á jøvnum føti
við træbátamar. Vinnarin fær
steyp til ognar og ferðasteyp.
Allir, ið taka lut í siglingini, fáa
pannukøkur og kaffi, tá ið
siglingin er av. Treytimar fyri,
at bátar kunna verða við, standa
í lýsing í blaðnum í dag.
Kappsiglingin verður kl.
15.00men 1/2 tíma áðrenn
byrjar útsøla av smurdum
breyði, pylsum, turram fiski og
spiki, kaffi, te, øli og sodavatni.
Alt av søtum fæst sjálvandi.
Har verður tombola, krotusmíð,
ringa kast, skjóting, 21. spæl og
stórt eydnuhjól. Hetta verður
alt á havnaøkinum á Skála. Tað
verður eisini møguleiki hjá
teimum smáu at stuttleika sær
eina løtu, og um kvøldið verður
spælt til dans.
Dagamar undan og á stevnuni
verða seldir lutaseðlar, har
vinningurin er ein campingvogn-
ur, Hvør seðilin kostar 10-kr.
Atgongumerkini, ið eisini era
lutaseðlar, geva møguleika at
vinna eitt walki-talkie og kosta
tey kr. 5-. stk.
Meðan kappsiglingin fer fram,
verður eisini boðrenning
(stafett) millum lið úr bygdu-
num: Runavík, Fuglafirði,
Skála, Leirvík, Gøtu, Strondum
og Toftum. Hvørt liðið telur 10
mans, og skulu teir tilsamans
renna 7.500 metrar. Málið
verður á havnarøkinum á Skála.
Runnið verður við litaðum
stavum, sum skulu flytast frá
einum manni til tann næsta, so
hvør kemur at renna 750 m. Fyri
at kenna liðini at, hevur hvørt
liðið sín lit. Litirnir era hesir:
Toftir -reytt, Runavík -gult,
Fuglafjørður-grønt, Gøta -blátt,
Skála -hvitt, Leirvík -violett og
Strendur -svart.
I samband við kapprenning-
ina verður skipað fyri tipping.
Tippað verður um fýra tey bestu
liðini. Tippað verður við
postávísingum, ið liggja í
ymsum handlum og á posthús-
unum í sunnara parti í oynni.
Frágreiðing fylgir við, hvussu at
verðurborið. Hvør seðilin kostar
5,50 kr. Sjálvandi ber tað til at
senda fleiri seðlar, um einum
lystir. Kansurin at vinna verður
størri. Ein triðingur av
pengunum, ið kemur inn við
tippingina, fer til vinning.
Seinasti dagur at senda seðilin á
posthúsið er í dag.
Á vinnandi liðnum fær hvør
maður steyp til ognar, og allir
fáa kaffi og pannukøkur, tá ið
dysturin er av.
Vit ynskja góða eydnu.
BryggjugerÓ í Skálafirói
Síðst í novernber i fjør vaxð farið undia' munandi víðking
av teirri lítlu støðni iimi í Skálaifirði. Hetta arbeiði verð-
ur av um eina viku, og hevur bygdin tá fingið eina eft-
ir viðurskiftunum frálíka .bryggju, ið er 39,5 m til longd-
ar, 6 m til breiddar -}- 3 m grótkast fram við suður9Íðuni.
Dýpið við endan liggiur um 4,5 metrar. Dávur Jacobsen,
byggimeistari, í Klaksv.ik, hevur havt hetta arbeiðið.