Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Side 3
FJARÐBÚGVIN
SÍÐA 3
*
r
Lesibók til
6. skúlaár
iSkúlabókagrunnurin hevur
nú útgivið triðju bókina av
isínum slagi i røðini av lesi-
bókum í móðurmálskensluni.
Frammanundan hava teir
fingið lesibøkur til 4. og 5.
skúlaár frá hondini. Teir, ið
hava savnað, skipað og lagt
útgávuna .til rættis, er skúla-
menninir: Jóhs. Enni, Jeffrei
Henriksen, Johs. A. Næs, Eilif
Samuelsen, Petur J. Sigvard-
sen og Oddmar á Steig.
Bókin er skipað sundur í 10
deildir, sum hvør sær í yvir-
skriftsskildi sínum ber nøkur
eggjandi skaldaorð.
Innihaldið er sum vera man
bæði í óbundnum og bund-
num máli. Her er hópur av
søgum, sagnum — skrivað av
mætastu pennum okkara. Her
eru sangir og kvæði — yrkt
av landsmonnum, ið góvu
okkum andliga mergin í sál-
ina. Her eru fólkalívsmyndir,
ævintýr, orðatøk og sjónleik-
ur. 0,g her eru eisini nøkur
søgubrot úr útlendskum bók-
mentum og nakað av ís-
lendskum teksti samsv. krav-
inum, at børn í 6. og 7. fl.
skulu hava eina hylling á mál-
inum hjá brøðratjóðini vestan
'hav.
Bókin er annars fríðkað við
ørgrynni av tekningum —
evnaðar av størstu listamonn-
um okikara. Kápumyndina
eigur Bárður Jacobsen.
Eftir í hesi røðini er.u so
bøkurnar ti-1 tey fýra skúla-
árini. Avhesum verður bók-
in til 7. skúlaár hin fyrsta.
Hon er at kalla liðug.
Hesar kærkomnu bøkur tala
fyri seg, at tjóð okkar alsamt
er mikil eftirbátur innan
skúlabøkur á móðurmálinum.
Og tess vegna má tað av
sonnum metast at vera ein
•tjóðarfongur, hvørja ferð ein
slík bók verður loyst úr lagdi.
•Bergtóra, Norðskáli 1.424
Fiskurin, Norðskáli 12,492
Hjallur, Ljósá 65.712
Henny Margr., Tórsh. 19.432
Bjargamót, Tórshavn 1.096
Rípan, Tórshavn 264
Munkurin, Tórshavn 320
Høvringur, Hósvík 8.806
Toftafossur, Hósvik 940
Streymnesarfossiur 19.920
Nanna, Toftir 2.636
Troystin, Skáli 1.034
Nøvin, Kollafjørður 2.152
Dáva Petur, Funning 412
'Havnarbátur 1.060
Krepina, Polen 41.966
Jens Chir. Svabo, Tórsh. 1.954
f vikuni 6.5. til 11.5. vóru
h.esar avreiðingar til virkið:
Str eymnes arf ossur 9.760
Norðsøki, Eiði 8.530
Emanuel, Haldórsvík 1.236
Hjallur, Ljósá 6.266
Skútunes, Eiði 6.932
Visitursøkið, Haldórsv. 632
Nýggjustovubáturin, Gj. 330
Nasin, Gjógv 698
Rivið, Gjógv 808
Havaldan, Eiði 3.378
Loftabátur.in, Eiði 760
Heini D., Halđórsvík 978
Sjógvormurin, Haldórsv. 668
Hansina S., Haldónsvík 1.500
Súlan, Kollafjørður 708
Søga okkara II
Artnar par.tur av Søgu okk-
ara er útkomin. Føroya Skúla-
bókagrunnur er útgevari av
bókini, og Chr. Høj fyrrv.
lærari og skúlastjóri á Strond-
um hev.ur skrivað hana. Bók-
in fevnir um tíðarskeiðið frá
trúbótini og upp til okkara
dagar. í bókini er hópur av
vælvaldum fotomyndum og
tekningum, og aftast í bókini
er ein týdningarmikil árstals-
listi. Johs. Andr. Næs, skúla-
ráðgevari, hevur útvegað
myndatilfarið.
Áðrenn tú gloppaði bókina,
visti tú, at bløðini hýstu ikki
tí turra lestrinum, ið eyð-
.kennir so manga søgubókima.
Og so var. Vdð hesi bókini
hevur skúli okkara fingið eina
bók, sum er so meistarliga
einfalt skrivað, at barnið fer
at gerast so bundið av setn-
inginum, at tað lesur av áhuga
heldur enn av plikt.
Eftir hvørt dedldarbýti hev-
ur høvimdurin sett nakrar
frálíkar arbeiðsuppgávur.
Christian Høj, ið fór frá
vegna aldur fyri einum .tvei-
mum árum síðan, er víst eing-
in unglámgi longur. Henda
valabókin, ið kom um dagar-
nar, man helst vera skrivað í
otiumsdøgum hansara.
Tað er óivað soleiðis, at tað
fdmnast ikki so fá fólk kring
oyggjarnar, sum bæði hava
áhuga og gávurnar at taka tøk
í tí enn so fátæka skúlabóka-
heimi okkara. Tað stóra
men’ið er tó tað, át í borgar-
liga starvinum býðst valla
høvi at .taka nakað megnar-
takið. Og uttan slík tøk verð-
ur á mangan hátt fátæksligt
í oyggjunum!
Hetta má tí vera eitt av
verkevnunum hjá teimum, ið
fyrisita mentamálum, at reika
so fyri, at teim gávuríku sál-
umum verður veitt fríloyvi
eitt ávíst tíðarskeið at arbeiða
fyri komandi ættarlið, áðrenn
árini fara at .tyngja.
Av slíkum verður tjóðin eis-
ini rikari.
Ein av myndunum í søgubókini — partur av Tofta bygd
SETIÐ SPARIPENING TYGARA í
FØROYA SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg
Til sjúkrakassalimirnar!
Læknalijálpin frá sjúkrakassa er vanliga avmarkað til
dagarbeiðstíðina fyrstu fimm gcrandisdagar og skal læk-
ni boðsendast, skal helst sigast frá innan kl. 11.
Læknahjálp gerandisdagar aftaná kl. 16 og leygardag
og sunnudag verður bert goldin av sjúkrakassa um tað
snýr seg um vanlukku, barnferð, bráðkomna elia versn-
aða sjúku, har hjálp er bráðneyðug.
Fólk skula standa í sjúkrakassa har tey búgva, og lim-
irnir hava vanliga bert rætt til læknahjálp frá tí lækna,
sum tey eru tilskrivað.
Fólk, sum ferðast og fara til lækna sum tey ikki hoyra
til, fáa ikki hesa hjálp goldna av sjúkrakassanum uttan
so, at talan er um brádliga ákomna sjúku.
Limirnir eiga altíð at liava sjúkrakassabók wið til
lækna.
LÆKNAFELAG FØROYA
MEGINFELAG SJÚKRAKASSA FØROYA
Eitt satt bragd
Fyri páskir kom bókin hjá
Ejnar Schroll — Eitt satt
bragd —, ið P. J. Sigvardsen
hev.ur umsett. Bókin er snot-
isliga pren.tað á Estra, o.g
Heimamissiónsfelagið er út-
gevari av henni.
»Eiitt satt bragd« er bók um
íslendska sálmaskaldið Hall-
grím Petursson (1614-74),
sum er mettur at vera mæt-
asta sálmaskald íslands. Hann
er annars gitin fyri sinar pas-
siónssálmar.
Bókin sigur frá barna- og
unglingaárum hansara. Sum
12 ára gamal misti hann fað-
ir sín, og Guðbrandur, bisk-
upur á Hólum, tók sær av
honum og læt hann út í Vest-
mannaoyggjarnar at ganga í
skúla, og so fer henda mest
spennandi søga fram, so sum
navnið á bókini sipar til.
Vit lesa um neyðartíðir, fá-
tækdóm, sjórænarar og sótt-
ir, men eisini um guðrøkni,
og hvussu kristin trúgv kann
bera.
Lagna Hallgríms er sjáld-
som, men júst henda lagna
hansara gjørdi hann til ein av
mætastu synum íslands.
Umsetarin hevur verið
heppin við týðingini. Perm-
una hevur H. J. Egholm tek-
nað. Bókin kostar 20,— kr.
heft og 30 kr. innbundin.
Vit fara upp á gólv
Annað heftið í røðini — Vit
fara upp á gólv —, ið Klaks-
víkar Dansifelag gevur út, er
komið. Heftið hýsir einum
frálikum vísuúrvali, og kost-
ar tað einans 10,— kr. Savnið
er greitt til prentingar av:
óla Dahl, Fri.ts Olsen og Jó-
han Petersen.
Móttøka
og goyming
av feskum fiski
Hetta er bóklingur, ið Kar-
sten Hoydal hevur skrivað, og
sum Fiskiídnaðarstovan gav
út.
1 døgunum 1?.. og 13. nov.
í fjør hevði Klaksvíkar Sjó-
mamsskúli skeið á Rumavíkar
Sjómansheimi fyri fólki, sum
arbeiðir við fiskiídnaði og ser-
stakliga flakaídnaði. Karsten
Hoydal helt tá tveir fyrilestr-
ar um: Móttøku og goyming
av feskum fiski. Seinri hava
fyriiestrarnir verið hildnir í
útvarpinum.
Tað eru hesir fyrilestrar, ið
síðani eru útgivnir í henda
bóklimg. Aftast í bóklinginum
er savn av lógum og reglu-
gerðum viðv. fiskif^rum,
virkjum og feskum fiski.
Bóklim.gui'in er hentur —
fyri ikki at siga almeyðugur
— at hava og gera seg kunn-
an við hjá teimum, ið starv-
ast innan fiskivinnuna. Hann
er helst eisini væl egnaður
sum lestrai-evni á framhalds-
deild fólkaskúlans í valgrein-
ini: evni til skeið.