Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 5

Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 5
FJARÐBÚGVIN SÍÐA 5 ÁLVARSORÐ Hvør tænir hvørjum best, Utvarpiđ ella l.s.f.? Mikið stríð hevur tikið seg upp millum útvarpið og ISF um útvarping av ítróttarkappingum At oddamenninir innan ÍSF hava samtykt at sýta útvarp- inum at siga frá kappingum sýnir allarbest, hvussu umfevn- andi og væl grundaðar avgerðir- nar eru, ið tiknar verða innan hetta felag. At leggja á útvarpið (fyri ikki at nevna eyknevnið: » Itróttarútvarpið«) er kanska eitt stig á leiðini at hjálpa bygdunum at fylgja við í kappingunum. Hetta eru jú somu menn, sum avgera hvørji pláss, ið skulu geva stig til í’broyameistarakappingina i kappróðri. Tað tænir sjálvndi ítróttinum best, at Skálafjørð- urin bert telur við annaðhvørt ár, tí hann er best egnaða kappróðrarpláss í landinum. Hetta eru jú somu menn, sum avgera, at Føroyameistara- kapping í svimjing ikki skal fara fram í Eysturoynni, tí tað tænir sjálvandi ítróttinum best, at henda stóra fólkanøgdin verður fráskorin slíkum. I róðrar- spurnunginum hugsa teir óivað um gamla orðatakið: »Tungur er tigandi róður«, tí tað tænir sjálvnandi ítróttinum best, at alt fer so friðarliga og stillisliga fram, at bert tann, ið hevur góð eygu, kann fylgja við. I fótbólts-og øðrum kapping- um má muðurin heldur ikki latast upp, so mitt einasta uppskot skal vera, at útvarpið á fyrsta stigi ikki brýtur kvøðu- ljómarnar av til ítróttarúrslit, á øðrum stigi goymir úrslitini til aftan á kunngerðirnar, og so sum seinasta stig als ikki nevnir ítrótt, tí soleiðis tænir útvarpið ítróttinum best. Tá ið so henda deyðatøgn hevur valdað eina tíð, koma frugtimar til sjóndar----. Eysturoyingur. Ferðasambandið við útheimin Skip — Flúgvara? Bert nakrir fáir tankar í samband við nógv umrødda málið: ferðasambandið Føroyar — útheimin (Danmark). Nú er so samtykt av tinginum (einmælt)?, at landsstýrið kann tíre upp samráðingar við ríkismynduleikamar um leingj- an av flogvøllinum vesturi í Vágum og eisini, at innflúgv- ingattólini vera munandi betri. Hetta fyrra er alt gott nokk, men so er tað tað seinna eg hugsi um. Verður flogvøllurin longdur, so kunnu størri flogfør lenda har vesturi, og fyri mær sær út sum, at so er problemið næstan loyst við tað, at vit hava 1-2 tímar stytri reisu + nakað meiri luksus. Men fyri mær at vísa seg, er hetta ikki so. Tað, sum vit hava brúk fyri, er ikki (jitørri flúgvarar, tvørturímóti. Til Føroyaflúgv- ingina eiga ongantíð størri flogfør enn tey, surt nú eru, at vera nýtt, væl at merkja: til ferðamannaflutning. Hví? Jú, einans tí, at vit sum tjóð eru so fáment, at seta vit fyri, at ein flogvanlukka aftur rámar okkum, og 150 ferðafólk eru við flúgvaranum, ja so er hetta ein óbøtandi skaði fyri alt landið. Tað er gott nok við størri flúgvarun, longri startibreytum, fleiri og betri tól, størri luksus o.s.fr.; tað er ikki tað, men man er eisini noyddur til at hava aðrar møguligar avleiðingar i huga, sjálvt um hesir tykjast fjarðir, tá ið vit hava fast undir fótum. Størri flúgvarar — størri ferð — størri avleiðingar, um nakað skuldi borið á. So tit, sum ábyrgdina hava, hugsi tykkum væl um, áðrenn tit taka avgerðir hesum viðvikjandi. Og síðani, sum tann siglandi tjóðin vit eru, so er tað bæði synd og skomm, at vit ikki eiga eitt líkinda ferðamannaskip at bjóða fólki. Tað eru hóast alt ikki øll fólk, sum eru líka glað við at flúgva. og skulu tey av landinum, ja s'o eru einastu ráðini ein koyggja umborð á einum ella øðrum fraktskipi ella um summarið okkurt útlendskt ferðamannaskip Tá ið privatmenn byggja skip fyri 10-20 mill, so máttu vit sum tjóð kunna verið so mikið at okkum komin, at vit kundu bygt eitt hóskandi ferðamannaskip — ikki nakran flótandi ballsal, men eit skip, sum var egnað til endamálið. G ongubreytirnar Fyri at fyribyrgja fleiri vannlukkum á vegastrekkinum Glyvrar-Heiðarnar má áleggjast avvarðandi mynduleikum at asfaltera gongubreytirnar. Sum nú er, verða tær ikki nýttar, yngri sum eldir ganga úti á hálvum koyrivegnum. Gongubreytirnar mugu gerast eins góðar at ganga á og koyrivegurin, annars verða tær ikki brúktar, og næsta vann- lukkan er okkum á baki. Hvør, ið ábyrgdina hevur — bygdaráðið ella landsstýrið — veit eg ikki, men um næsta óhapp hendir, eiga teir lika stóra ábyrgd og bilførarin. Jógvan E. Neyðugt er at steðga útreið- sluøkingini á tí sociala økinum Soleiðis heldur danski fól- Ikatingsmaðurin Peter Holst, háskúlalærari, í eini grein í blaðnum »Kommunen«, ið vit loyva okkum at endurgeva niðanfyri: »Fyri trimum árum síðani varð gjørd ein frágreiðing (Perspektivplan) um tann framburð, sum fer at seta dám á donsk fíggjarviðurskifti og samfelagsviðurskiifti komandi fimtan árini. Ein av aðaltáttunum í frá- greiðingini var, at framhald- andi hækkanir í samfelagsins ókeypisveitingum av øllum hugsandi sløgum vilja full- komuliga oyðileggja aila fíggj- arliga javnvág og har afturat fleirfalda landsins valuta- undirskot. í eini nýggjari frágreiðirøg (Perspektivplan II) er ein ná- .greiniligari táttur um júst tey socialu viðurskif.tini. Eini tvey dømi úr frágreið- ingini lýsa hetta nærri: í 12 ára'bilinum 1960-1972 er landsins samlaða virðis- framleiðsla 3 til 4 faldað. í sama tíðarskeiði eru útreiðsl- urnar til socialar ókeypistæn- astur — so sum institutión- ir, socialvegleiðing, revalider- irøg o. a. — meira enn 10- faldaðar. Til dømis eru útreiðslurnar til eftirlønir, dagpening og onnur tilskot og kontanthjálp seksfaldaðar. Hóast inntøkuøking hjá næ- stan øllum íbúgvum landsins hava vit kortini økt um socia- 'lu ræsurnar bæði hvat viðvík- ur hjálparsløgum og peninga- veitingum. Lat okkum bert taka tey seinastu fimm árini, so siggja vit, at samlaða framleiðsluøkingin er 11 pro- cent um árið, meðan peninga- upphæddirnar til kontantar socialar veitingar eru vaksnar við 18 prooentum um árið. f dag er tað so, at ber.t 40 procent av einum árgangi av 67 ára gomlum eru ».nýggir* rentutakarar. Hini 60 procent- ini hava tá longu fingið eina ella aðra eftirløn. f árinum frá 1. apríl 1972 til 31. mars 1973 fingu til- samans 30.000 fólk undir 67 ár játtað varandi eftirløn. Eitt er greitt, tá ið frágreið- irøgin er lisin, og tað er, at í framtíðar sociallóggávu má eitt aðalmál verða effektivi- siring og broyting av mong- um tingum, og alneyðugt er Peter Holst, vinstramaður á fólkatingi at gevast við stórøkinig av tí- líkum útreiðslum, so botnurin ikki loypur úr ríkiskassanum, og harvið eitrar áhugan hjá skattaborgaranum til alman- naumsorgan.* Vit hugsa, at henda danska ítøðan, — i'A óivið er mein lik okkara egnu á hesum øki —, eigur at verða tikin rneira enn til eftirtektar av polit- ikkar.um okkara, tí annars er vandi fyri, at eisini tjóð okk- ara kann rotna av um rótina. Kunngerð um hámarksgjøld fyri koyring við lastvogni. Galdandi frá 20. apríl 1974 2 tons ..,.......................... kr. 40,00 3 - kr. 44,00 4 . - kr. 48,00 5 - kr. 52,00 .6 - kr. 59,00 7 - kr. 65,00 8 - kr. 71,00 9 - kr. 77,00 10 - kr. 83,00 Um krani verður nýttur er loyvt at taka kr. 6,00 pr. tíma aftrat omanfyrinevndu tímatakstum. Um arbeitt verður yvirtíð kann leggjast aftrat tann yvirtiðarløn, sum bilførarin skal hava sam- bært galdandi sáttmála. Møguliig yvintíðarløn skal framganga serskilt av rokningini. Tað er altíð loyvt at taka fyri minst Vz tírna. Tað er loyvt at taka tímaløn fyri koyritíðina til og frá arbeiði, um arbeiðið varir minni enn 8 timar. Fyri koyring við sandi, gróti og skervi kann tak- ast: Um koyrt verður frá staðnum: kr. pr. m3 0,5 km .................................... 4,35 1 - 6,55 2 - 8,75 3 - 9,85 síðani kr. 1,10 pr. m3 fyri hvønn fylgjandi km. PRÍSRÁÐ FØROYA Kristiligt Lurtarafelag hevur ársaðalfund Kristi himmalferðardag tann 23. mai 1974 kl. 19.30 í KFUK við hesari dagsskrá: 1. Greitt verður frá arbeiðinum 2. Nevndarval 3. Roknskapurin 4. Lógarbroyting 5. Ymist í samband við aðalfundin verður hugnalig sam.koma, hvar Olaif Rasmussen, havnarfúti, Skála, leggur fyri við evninum: »Áby.rgd«. NEVNDIN FØROVSKT VITA VITA margarine og VITA plantu- margarine fáa tygum í øllum mat- vøruhandlum. A/S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik. A GOYMSLU er altíð stórt úrval av SANYL-takrennum, plastikrørum og alt tilhoyrandi fittings í øllum støddum. Skjót og lagalig avgreiósla. Anders Andersen Strendur, tlf. 4 7455.

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.