Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 5
FJARÐBÚGVIN
SÍÐA 5
ÁLVARSORÐ
Hvør tænir
hvørjum best,
Utvarpiđ ella l.s.f.?
Mikið stríð hevur tikið seg upp
millum útvarpið og ISF um
útvarping av ítróttarkappingum
At oddamenninir innan ÍSF
hava samtykt at sýta útvarp-
inum at siga frá kappingum
sýnir allarbest, hvussu umfevn-
andi og væl grundaðar avgerðir-
nar eru, ið tiknar verða innan
hetta felag. At leggja á útvarpið
(fyri ikki at nevna eyknevnið:
» Itróttarútvarpið«) er kanska
eitt stig á leiðini at hjálpa
bygdunum at fylgja við í
kappingunum. Hetta eru jú
somu menn, sum avgera hvørji
pláss, ið skulu geva stig til
í’broyameistarakappingina i
kappróðri. Tað tænir sjálvndi
ítróttinum best, at Skálafjørð-
urin bert telur við annaðhvørt
ár, tí hann er best egnaða
kappróðrarpláss í landinum.
Hetta eru jú somu menn, sum
avgera, at Føroyameistara-
kapping í svimjing ikki skal fara
fram í Eysturoynni, tí tað tænir
sjálvandi ítróttinum best, at
henda stóra fólkanøgdin verður
fráskorin slíkum. I róðrar-
spurnunginum hugsa teir óivað
um gamla orðatakið: »Tungur er
tigandi róður«, tí tað tænir
sjálvnandi ítróttinum best, at
alt fer so friðarliga og stillisliga
fram, at bert tann, ið hevur góð
eygu, kann fylgja við.
I fótbólts-og øðrum kapping-
um má muðurin heldur ikki
latast upp, so mitt einasta
uppskot skal vera, at útvarpið á
fyrsta stigi ikki brýtur kvøðu-
ljómarnar av til ítróttarúrslit, á
øðrum stigi goymir úrslitini til
aftan á kunngerðirnar, og so
sum seinasta stig als ikki nevnir
ítrótt, tí soleiðis tænir útvarpið
ítróttinum best.
Tá ið so henda deyðatøgn
hevur valdað eina tíð, koma
frugtimar til sjóndar----.
Eysturoyingur.
Ferðasambandið við
útheimin
Skip — Flúgvara?
Bert nakrir fáir tankar í
samband við nógv umrødda
málið: ferðasambandið Føroyar
— útheimin (Danmark).
Nú er so samtykt av tinginum
(einmælt)?, at landsstýrið kann
tíre upp samráðingar við
ríkismynduleikamar um leingj-
an av flogvøllinum vesturi í
Vágum og eisini, at innflúgv-
ingattólini vera munandi betri.
Hetta fyrra er alt gott nokk,
men so er tað tað seinna eg hugsi
um. Verður flogvøllurin longdur,
so kunnu størri flogfør lenda har
vesturi, og fyri mær sær út sum,
at so er problemið næstan loyst
við tað, at vit hava 1-2 tímar
stytri reisu + nakað meiri
luksus.
Men fyri mær at vísa seg, er
hetta ikki so.
Tað, sum vit hava brúk fyri,
er ikki (jitørri flúgvarar,
tvørturímóti. Til Føroyaflúgv-
ingina eiga ongantíð størri
flogfør enn tey, surt nú eru, at
vera nýtt, væl at merkja: til
ferðamannaflutning.
Hví?
Jú, einans tí, at vit sum tjóð
eru so fáment, at seta vit fyri, at
ein flogvanlukka aftur rámar
okkum, og 150 ferðafólk eru við
flúgvaranum, ja so er hetta ein
óbøtandi skaði fyri alt landið.
Tað er gott nok við størri
flúgvarun, longri startibreytum,
fleiri og betri tól, størri luksus
o.s.fr.; tað er ikki tað, men man
er eisini noyddur til at hava
aðrar møguligar avleiðingar i
huga, sjálvt um hesir tykjast
fjarðir, tá ið vit hava fast undir
fótum.
Størri flúgvarar — størri ferð
— størri avleiðingar, um nakað
skuldi borið á. So tit, sum
ábyrgdina hava, hugsi tykkum
væl um, áðrenn tit taka avgerðir
hesum viðvikjandi.
Og síðani, sum tann siglandi
tjóðin vit eru, so er tað bæði
synd og skomm, at vit ikki eiga
eitt líkinda ferðamannaskip at
bjóða fólki. Tað eru hóast alt
ikki øll fólk, sum eru líka glað
við at flúgva. og skulu tey av
landinum, ja s'o eru einastu
ráðini ein koyggja umborð á
einum ella øðrum fraktskipi ella
um summarið okkurt útlendskt
ferðamannaskip
Tá ið privatmenn byggja skip
fyri 10-20 mill, so máttu vit sum
tjóð kunna verið so mikið at
okkum komin, at vit kundu bygt
eitt hóskandi ferðamannaskip —
ikki nakran flótandi ballsal, men
eit skip, sum var egnað til
endamálið.
G ongubreytirnar
Fyri at fyribyrgja fleiri
vannlukkum á vegastrekkinum
Glyvrar-Heiðarnar má áleggjast
avvarðandi mynduleikum at
asfaltera gongubreytirnar.
Sum nú er, verða tær ikki
nýttar, yngri sum eldir ganga
úti á hálvum koyrivegnum.
Gongubreytirnar mugu gerast
eins góðar at ganga á og
koyrivegurin, annars verða tær
ikki brúktar, og næsta vann-
lukkan er okkum á baki.
Hvør, ið ábyrgdina hevur —
bygdaráðið ella landsstýrið —
veit eg ikki, men um næsta
óhapp hendir, eiga teir lika stóra
ábyrgd og bilførarin.
Jógvan E.
Neyðugt er at steðga útreið-
sluøkingini á tí sociala
økinum
Soleiðis heldur danski fól-
Ikatingsmaðurin Peter Holst,
háskúlalærari, í eini grein í
blaðnum »Kommunen«, ið vit
loyva okkum at endurgeva
niðanfyri:
»Fyri trimum árum síðani
varð gjørd ein frágreiðing
(Perspektivplan) um tann
framburð, sum fer at seta dám
á donsk fíggjarviðurskifti og
samfelagsviðurskiifti komandi
fimtan árini.
Ein av aðaltáttunum í frá-
greiðingini var, at framhald-
andi hækkanir í samfelagsins
ókeypisveitingum av øllum
hugsandi sløgum vilja full-
komuliga oyðileggja aila fíggj-
arliga javnvág og har afturat
fleirfalda landsins valuta-
undirskot.
í eini nýggjari frágreiðirøg
(Perspektivplan II) er ein ná-
.greiniligari táttur um júst tey
socialu viðurskif.tini.
Eini tvey dømi úr frágreið-
ingini lýsa hetta nærri:
í 12 ára'bilinum 1960-1972
er landsins samlaða virðis-
framleiðsla 3 til 4 faldað. í
sama tíðarskeiði eru útreiðsl-
urnar til socialar ókeypistæn-
astur — so sum institutión-
ir, socialvegleiðing, revalider-
irøg o. a. — meira enn 10-
faldaðar.
Til dømis eru útreiðslurnar
til eftirlønir, dagpening og
onnur tilskot og kontanthjálp
seksfaldaðar.
Hóast inntøkuøking hjá næ-
stan øllum íbúgvum landsins
hava vit kortini økt um socia-
'lu ræsurnar bæði hvat viðvík-
ur hjálparsløgum og peninga-
veitingum. Lat okkum bert
taka tey seinastu fimm árini,
so siggja vit, at samlaða
framleiðsluøkingin er 11 pro-
cent um árið, meðan peninga-
upphæddirnar til kontantar
socialar veitingar eru vaksnar
við 18 prooentum um árið.
f dag er tað so, at ber.t 40
procent av einum árgangi av
67 ára gomlum eru ».nýggir*
rentutakarar. Hini 60 procent-
ini hava tá longu fingið eina
ella aðra eftirløn.
f árinum frá 1. apríl 1972
til 31. mars 1973 fingu til-
samans 30.000 fólk undir 67
ár játtað varandi eftirløn.
Eitt er greitt, tá ið frágreið-
irøgin er lisin, og tað er, at í
framtíðar sociallóggávu má
eitt aðalmál verða effektivi-
siring og broyting av mong-
um tingum, og alneyðugt er
Peter Holst,
vinstramaður á fólkatingi
at gevast við stórøkinig av tí-
líkum útreiðslum, so botnurin
ikki loypur úr ríkiskassanum,
og harvið eitrar áhugan hjá
skattaborgaranum til alman-
naumsorgan.*
Vit hugsa, at henda danska
ítøðan, — i'A óivið er mein
lik okkara egnu á hesum øki
—, eigur at verða tikin rneira
enn til eftirtektar av polit-
ikkar.um okkara, tí annars er
vandi fyri, at eisini tjóð okk-
ara kann rotna av um rótina.
Kunngerð
um hámarksgjøld fyri koyring við lastvogni.
Galdandi frá 20. apríl 1974
2 tons ..,.......................... kr. 40,00
3 - kr. 44,00
4 . - kr. 48,00
5 - kr. 52,00
.6 - kr. 59,00
7 - kr. 65,00
8 - kr. 71,00
9 - kr. 77,00
10 - kr. 83,00
Um krani verður nýttur er loyvt at taka kr. 6,00
pr. tíma aftrat omanfyrinevndu tímatakstum.
Um arbeitt verður yvirtíð kann leggjast aftrat
tann yvirtiðarløn, sum bilførarin skal hava sam-
bært galdandi sáttmála.
Møguliig yvintíðarløn skal framganga serskilt av
rokningini.
Tað er altíð loyvt at taka fyri minst Vz tírna.
Tað er loyvt at taka tímaløn fyri koyritíðina til
og frá arbeiði, um arbeiðið varir minni enn 8 timar.
Fyri koyring við sandi, gróti og skervi kann tak-
ast:
Um koyrt verður frá staðnum: kr. pr. m3
0,5 km .................................... 4,35
1 - 6,55
2 - 8,75
3 - 9,85
síðani kr. 1,10 pr. m3 fyri hvønn fylgjandi km.
PRÍSRÁÐ FØROYA
Kristiligt Lurtarafelag
hevur ársaðalfund Kristi himmalferðardag tann 23.
mai 1974 kl. 19.30 í KFUK við hesari dagsskrá:
1. Greitt verður frá arbeiðinum
2. Nevndarval
3. Roknskapurin
4. Lógarbroyting
5. Ymist
í samband við aðalfundin verður hugnalig sam.koma,
hvar Olaif Rasmussen, havnarfúti, Skála, leggur fyri
við evninum: »Áby.rgd«.
NEVNDIN
FØROVSKT VITA
VITA margarine og VITA plantu-
margarine fáa tygum í øllum mat-
vøruhandlum.
A/S Thorshavns Mælkeforsyning
& Margarinefabrik.
A GOYMSLU
er altíð stórt úrval av SANYL-takrennum,
plastikrørum og alt tilhoyrandi fittings í
øllum støddum.
Skjót og lagalig avgreiósla.
Anders Andersen
Strendur, tlf. 4 7455.