Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 16
MLKUDAGUR 22. MAI 1974
SÍÐA 16
HEY TÍT ØLL, sum lesa
Síðu Teirra Ungu!
Halda tit ikki, at tað er upp
á tíðina, at vit krúpa út úr
hesi frumskóg, vit 'eru komin
inn í? Ynskja tit, at blíva við
at sita í tykkara nútímans
pútustólum og gnaga radisur,
so at t?ð kann hoyrast heilt
niður til tey menniskj.u, sum
eru við at doyggja í hungri?
Ynskja tit støðugt at liva í
hesum forkálkaða samfundin-
um, tit eru fødd í? Vilja tit
verða, sum tey 80 ára gomlu
eru nú, tá tit runda tey 30?
Lnnast inni hava tit jú var-
hugan av, at tað er okkurt,
sum ikki stemmar heilt. Men
hvat, ið tað er, er ongantíð
komið fram. Tit lata tað sita
harinni, innast inni, og lata
tað gnaga av tykkara longu
hálvt avgnagaðu sál. Men.
hvat er tað, okkum øllum tør-
var? Vit hava jú alt: pening,
mat, tak yvir høvdið. Vit hava
okkara statussymbolir: prutl,
bil og bandupptakara; og i løt-
uni eru vit í ferð við at spara
saman .til eitt super-duper
q uadro fo ni - anle gg. Men alt
hetta kann jú keypast fyri
pening, og peningur er nakað
av tí, vit øll hava, sum glat-
ar okkum øll, førir okkum út
í kriminalitet, harðskap og alt
tað ræðuliga, sum finst á hesi
.klótu. Vit .trampa á hvønn
annan, á okkum sjálvi fyri
pening.
Man tað ikki verða tað
andaliga 1 okkum sjálv.um,
sum nakað er galið við?
ANDIN í menniskjanum er
faktiskt við at verða drivin
av maskinum.
. Hvat er tað í veruLeika-
num, ið vit øll tráa eftir? Er
tað eftir meiri kríggi — (sum
vit fáa v.ið at gerast vísari
innan fróðskapin), fleiri nýg-
gjum maskinum, sum eru
førar fyri at sláa fleiri túsund
menniskju í hel? Er tað eftir
at koma á fremmandar pla-
netir og ráða har, ráða fyri
borgum á øllum universinum?
Og til síðst ráða yvir ofckum
sjáiv.um, so at vit onga makt
hava yvir fyri okkara egnu
maskinum, men mega doyggja
út og lata datamaskinurnar og
robottarnar »liva« víðari, til
teir hava gjørt allan heimin
um til metall, elektromkk og
útrokningar ? ? ?
NEI, SJÁLVANDI er tað
eingin av okkum, sum ynskir
at hetta skal henđa, men tað
vil jú henda. Tað er ikki ov
tíðliga, at vit byrja at tonkja
yvir, hvat ið øll meLningin
Um stutta tíð vilja seks
sjálvbodnLr við vísindaligum
áhuga drekka seg fullar sum
eitt Lið í eini skrá fyri at finna
fram til ein bolla, sum er før-
ur fyri at gera eín hilførara
edrúan, sum hevur fingið ov
nógv at órukk.ð, og tí ikki
kann koyra heim sjálvur.
Tað týdningarmesta tilf.arið
í boilanum er eitt evni, ið
.nevnist 1-dopa, sum fyri tíð-
ina verður nýtt til at viðgera
menniskju, ið eru nervabrek-
að (Parkinsons sjúkan).
L-dopa fe'kk fyri nøkrum
árum síð.ani ógvuliga nógva
pressuumitalu við frá'boðan
•um, at tað var eitt kraftugt
sex-stimulerandi stoff, sum
hevði skapað panikk millum
sjúkrasystrarnar í eLnum
rannsóknarstovni, 'hvar ið tað
bleiv roynt.
Men royndimar við at finna
fram til ein bolla, sum kainn
gera rúsaði edrú, er tað rama
álvara.
Maðurin aftanfyri royndir-
nar er dr. Ernest P. Noble frá
■tí californiska univensiteti-
num í Irvine. Sjálvur roknar
hann við, at tað eru millum 60
og 80 pct møguleikar fyri eini
•loysn innain 5 ár.
Dr. Noble hevur útvalt 16
sjálvbodnar — allir menn
yvir 21 ár — fyni at royna
teori sína viðvíkjandi: at 1-
dopa vil mótar.beiða øllum
alkohol virkningum.
Royndarevnini, flestu til-
komnir studerandi, vóru gjølla
kannað, fyri at frásortera al-
•koholistar, fráhaldsmenn,
nervabrekað og fólk við Livra-
hreki. Noble sigur frá, at hann
dikki hevur havt nakrar trup-
ulleikar við at skaffa sjálv-
bodnar til royndimar. Til
Borðreiðing: — Seks stívar
Whiskey’ir í eitt koyr — tí-
við livinum er? Um tað bert
er kríggj, yvirgangur og po-
litikkur, sum valdar her í lív-
inxim?
Um tað er ein, sum kann
igera maer greitt, hvør ið mein-
ingin við lívinum er, vildi eg
fallið á knø míni og kyst hesa
hataðu jørð.
TELLUS 18
næst ein hálvan tima hvíld,
og so ein bolla.
Tríggir av teimum fáa ein
1-dopa bolla, meðan hinir
fáa ein sukurbolla uttam 1-
dopau Eingin veit, hvør ið fær
hvat, fyrr enn tey nú sterkt
berúsaðu royndarevnini hava
var'.ð ígjøgnum nakrar paral-
elliar royndir.
Dr. Noble samianlíknar har-
eftir úrslitini av royndunum
áðrenn og eftir bollan fyri at
avgera, um virkningurin av
alkoholinum er vorðin neu-
traliseraður av 1-dopa.
Tað, sum hann mest hevur
áhuga fyri, er e'n bolli, sum
kann gera ein berúsaðan
edrúan 15 til 30 minuttir eftir
inntøkuna.
Dr. Noble er ivaleyst opti-
mistiskur, men hann er eisini
ógvuliga realistiskur.' Sjálvt
um royndirnar ikki fara at
eydnast í fyrsta umgangi, er
hann fclárur yvir, at hann fyrr
ella seinni fer at finna fram
til eitt evni, sum kainn stimu-
ler,a aktivitetin hjá heilanum
so sterkt, at tað er ført fyri
at mótarbeiða øllum alkohol-
virkningi.
— Ein kann hugsa sær, at
fólk fara til eina meira ella
mLnni váttliga veitslu, hvar
ið tað til síðst verða útlever-
aðir bollar til øll, segði dr.
Nohle. Gestirnir taka teir,
bíða eina løtu, til tey øll eru
so mikið klár í høvdinum, at
tey eru før fyri at koyra heim
í teirra egna bili.
— Eg havi ikki í 'hyggju at
broyta drykkjusiðirnar hjá
fólfci — bert .at forða teimum
■at koyra heim við kenning.
— At sita við kenning aft-
an fyri rattið, er eitt hættis-
ligt problem í USA. Tað krev-
ur dupult so nógv menniskja-
Jiv, sum allir háttir fyri
manndxápi tilsamans.
Tak ein bolla,
og tú verður edrúur
Kunngerð
Smásøluprísir á bensin verður frá ídag at hækka
við 3 oyrum til 1,91 kr. pr. ltr.
Tórshavn, 15. mai 1974.
PRISRÁÐ FØROYA
KUNNGERÐ
UIP
viðtøkur fyri tJtbúgvingargrimn Føroya Fiskasølu
Grunnurin er stovnaður av L/F Føroya Fiskasølu
í samband við 25-ára stovningardagin 16. juli 1973.
§ 1
Navn grunsins er Útbúgvingargrunnur Føroya
Fiskasølu.
§ 2
Stovnspeningurin er kr. 100.000,00, sum verða sett-
ar á konto ’hjá Føroya Fiskasølu og rentaðar við tí
rentu, sum Føroya Fiskasøla rindar til bankarnar.
Nevndin kann tó, um hon øll er samd, seta pening-
in ella part av honum á konto í føroyskum peninga-
stovni ella í føroysk virðisskjøl.
§ 3
Endamálið við grunninum er at veita styrk til út-
búgving av fólki innan fiskivinnu, bæði á sjógvi, á
landi og innan umsiting.
Hetta verður gjørt við at rentuvinningurin verður
býttur út á hvørjum ári. Um so er at ikki allur tøkur
peningur verður nýttur eitt ár, verður peningurin
fluttur fram til komandi ár og kann útgjaldast. Tó
skal ongantíð meira verða útgolđið enn at stovns-
peningurin er órørdur.
Nevndm ger av nær studningur skal veitast.
§ 4
Grunnurin verður stýrdur av eini 4-manna nevnd:
1 valdur av Føroya Fiskasølu (formaður), 1 valđur
av Føroya Fiskimannafelag, 1 av Føroya Reiðara-
felag og 1 valdur av teimum føroysku útróðrarfel-
øgunum.
§ 5
Nevndaravgerðir verða tiknar við vanligum at-
kvøðumeiriluta, soleiðis at tá atkvøðurnar standa á
jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
Avgerðir nevndarinnar verða at føra í gerðabók,
sum verður undirskrivað av nevndarlimunum.
§ 6
Formaðurin hevur umsjón við peningi gnmsins.
Stjórnarútreiðslur, herundir útreiðslur til lønta hjálp,
verða goldnar av rentuvinninginum.
Ongar nevndarsamsýningar verða latnar, bert
beinleiðis útreiðslur, sum nevndarlimir hava í sam-
band við fundir, og verða hesar útreiðslur goldnar
av inntøkum grunsins.
§ 7
Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið, fyrsta
roknskaparár gongur til 31. december 1973.
Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum
grannskoðara, sum verður valdur av nevndini.
§ 8
Nevndin ger ársfrágreiðing í samband við ársrokn-
skapin, og verður ársfrágreiðingin latin teimum fel-
øgum, sum hava umboð í nevndini, og Føroya Lands-
stýri.
§ 9
Hesar stovningarreglur verða at kunngera alment
við lýsing í føroyskum bløðum.
Reglurnar kunnu bert verða broyttar eftir sam-
tykt Føroya Fiskasølu.
Føroya Landsstýri, 4. februar 1974.
Eli Nolsøe
landsstýrismaður