Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 16

Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Blaðsíða 16
MLKUDAGUR 22. MAI 1974 SÍÐA 16 HEY TÍT ØLL, sum lesa Síðu Teirra Ungu! Halda tit ikki, at tað er upp á tíðina, at vit krúpa út úr hesi frumskóg, vit 'eru komin inn í? Ynskja tit, at blíva við at sita í tykkara nútímans pútustólum og gnaga radisur, so at t?ð kann hoyrast heilt niður til tey menniskj.u, sum eru við at doyggja í hungri? Ynskja tit støðugt at liva í hesum forkálkaða samfundin- um, tit eru fødd í? Vilja tit verða, sum tey 80 ára gomlu eru nú, tá tit runda tey 30? Lnnast inni hava tit jú var- hugan av, at tað er okkurt, sum ikki stemmar heilt. Men hvat, ið tað er, er ongantíð komið fram. Tit lata tað sita harinni, innast inni, og lata tað gnaga av tykkara longu hálvt avgnagaðu sál. Men. hvat er tað, okkum øllum tør- var? Vit hava jú alt: pening, mat, tak yvir høvdið. Vit hava okkara statussymbolir: prutl, bil og bandupptakara; og i løt- uni eru vit í ferð við at spara saman .til eitt super-duper q uadro fo ni - anle gg. Men alt hetta kann jú keypast fyri pening, og peningur er nakað av tí, vit øll hava, sum glat- ar okkum øll, førir okkum út í kriminalitet, harðskap og alt tað ræðuliga, sum finst á hesi .klótu. Vit .trampa á hvønn annan, á okkum sjálvi fyri pening. Man tað ikki verða tað andaliga 1 okkum sjálv.um, sum nakað er galið við? ANDIN í menniskjanum er faktiskt við at verða drivin av maskinum. . Hvat er tað í veruLeika- num, ið vit øll tráa eftir? Er tað eftir meiri kríggi — (sum vit fáa v.ið at gerast vísari innan fróðskapin), fleiri nýg- gjum maskinum, sum eru førar fyri at sláa fleiri túsund menniskju í hel? Er tað eftir at koma á fremmandar pla- netir og ráða har, ráða fyri borgum á øllum universinum? Og til síðst ráða yvir ofckum sjáiv.um, so at vit onga makt hava yvir fyri okkara egnu maskinum, men mega doyggja út og lata datamaskinurnar og robottarnar »liva« víðari, til teir hava gjørt allan heimin um til metall, elektromkk og útrokningar ? ? ? NEI, SJÁLVANDI er tað eingin av okkum, sum ynskir at hetta skal henđa, men tað vil jú henda. Tað er ikki ov tíðliga, at vit byrja at tonkja yvir, hvat ið øll meLningin Um stutta tíð vilja seks sjálvbodnLr við vísindaligum áhuga drekka seg fullar sum eitt Lið í eini skrá fyri at finna fram til ein bolla, sum er før- ur fyri at gera eín hilførara edrúan, sum hevur fingið ov nógv at órukk.ð, og tí ikki kann koyra heim sjálvur. Tað týdningarmesta tilf.arið í boilanum er eitt evni, ið .nevnist 1-dopa, sum fyri tíð- ina verður nýtt til at viðgera menniskju, ið eru nervabrek- að (Parkinsons sjúkan). L-dopa fe'kk fyri nøkrum árum síð.ani ógvuliga nógva pressuumitalu við frá'boðan •um, at tað var eitt kraftugt sex-stimulerandi stoff, sum hevði skapað panikk millum sjúkrasystrarnar í eLnum rannsóknarstovni, 'hvar ið tað bleiv roynt. Men royndimar við at finna fram til ein bolla, sum kainn gera rúsaði edrú, er tað rama álvara. Maðurin aftanfyri royndir- nar er dr. Ernest P. Noble frá ■tí californiska univensiteti- num í Irvine. Sjálvur roknar hann við, at tað eru millum 60 og 80 pct møguleikar fyri eini •loysn innain 5 ár. Dr. Noble hevur útvalt 16 sjálvbodnar — allir menn yvir 21 ár — fyni at royna teori sína viðvíkjandi: at 1- dopa vil mótar.beiða øllum alkohol virkningum. Royndarevnini, flestu til- komnir studerandi, vóru gjølla kannað, fyri at frásortera al- •koholistar, fráhaldsmenn, nervabrekað og fólk við Livra- hreki. Noble sigur frá, at hann dikki hevur havt nakrar trup- ulleikar við at skaffa sjálv- bodnar til royndimar. Til Borðreiðing: — Seks stívar Whiskey’ir í eitt koyr — tí- við livinum er? Um tað bert er kríggj, yvirgangur og po- litikkur, sum valdar her í lív- inxim? Um tað er ein, sum kann igera maer greitt, hvør ið mein- ingin við lívinum er, vildi eg fallið á knø míni og kyst hesa hataðu jørð. TELLUS 18 næst ein hálvan tima hvíld, og so ein bolla. Tríggir av teimum fáa ein 1-dopa bolla, meðan hinir fáa ein sukurbolla uttam 1- dopau Eingin veit, hvør ið fær hvat, fyrr enn tey nú sterkt berúsaðu royndarevnini hava var'.ð ígjøgnum nakrar paral- elliar royndir. Dr. Noble samianlíknar har- eftir úrslitini av royndunum áðrenn og eftir bollan fyri at avgera, um virkningurin av alkoholinum er vorðin neu- traliseraður av 1-dopa. Tað, sum hann mest hevur áhuga fyri, er e'n bolli, sum kann gera ein berúsaðan edrúan 15 til 30 minuttir eftir inntøkuna. Dr. Noble er ivaleyst opti- mistiskur, men hann er eisini ógvuliga realistiskur.' Sjálvt um royndirnar ikki fara at eydnast í fyrsta umgangi, er hann fclárur yvir, at hann fyrr ella seinni fer at finna fram til eitt evni, sum kainn stimu- ler,a aktivitetin hjá heilanum so sterkt, at tað er ført fyri at mótarbeiða øllum alkohol- virkningi. — Ein kann hugsa sær, at fólk fara til eina meira ella mLnni váttliga veitslu, hvar ið tað til síðst verða útlever- aðir bollar til øll, segði dr. Nohle. Gestirnir taka teir, bíða eina løtu, til tey øll eru so mikið klár í høvdinum, at tey eru før fyri at koyra heim í teirra egna bili. — Eg havi ikki í 'hyggju at broyta drykkjusiðirnar hjá fólfci — bert .at forða teimum ■at koyra heim við kenning. — At sita við kenning aft- an fyri rattið, er eitt hættis- ligt problem í USA. Tað krev- ur dupult so nógv menniskja- Jiv, sum allir háttir fyri manndxápi tilsamans. Tak ein bolla, og tú verður edrúur Kunngerð Smásøluprísir á bensin verður frá ídag at hækka við 3 oyrum til 1,91 kr. pr. ltr. Tórshavn, 15. mai 1974. PRISRÁÐ FØROYA KUNNGERÐ UIP viðtøkur fyri tJtbúgvingargrimn Føroya Fiskasølu Grunnurin er stovnaður av L/F Føroya Fiskasølu í samband við 25-ára stovningardagin 16. juli 1973. § 1 Navn grunsins er Útbúgvingargrunnur Føroya Fiskasølu. § 2 Stovnspeningurin er kr. 100.000,00, sum verða sett- ar á konto ’hjá Føroya Fiskasølu og rentaðar við tí rentu, sum Føroya Fiskasøla rindar til bankarnar. Nevndin kann tó, um hon øll er samd, seta pening- in ella part av honum á konto í føroyskum peninga- stovni ella í føroysk virðisskjøl. § 3 Endamálið við grunninum er at veita styrk til út- búgving av fólki innan fiskivinnu, bæði á sjógvi, á landi og innan umsiting. Hetta verður gjørt við at rentuvinningurin verður býttur út á hvørjum ári. Um so er at ikki allur tøkur peningur verður nýttur eitt ár, verður peningurin fluttur fram til komandi ár og kann útgjaldast. Tó skal ongantíð meira verða útgolđið enn at stovns- peningurin er órørdur. Nevndm ger av nær studningur skal veitast. § 4 Grunnurin verður stýrdur av eini 4-manna nevnd: 1 valdur av Føroya Fiskasølu (formaður), 1 valđur av Føroya Fiskimannafelag, 1 av Føroya Reiðara- felag og 1 valdur av teimum føroysku útróðrarfel- øgunum. § 5 Nevndaravgerðir verða tiknar við vanligum at- kvøðumeiriluta, soleiðis at tá atkvøðurnar standa á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Avgerðir nevndarinnar verða at føra í gerðabók, sum verður undirskrivað av nevndarlimunum. § 6 Formaðurin hevur umsjón við peningi gnmsins. Stjórnarútreiðslur, herundir útreiðslur til lønta hjálp, verða goldnar av rentuvinninginum. Ongar nevndarsamsýningar verða latnar, bert beinleiðis útreiðslur, sum nevndarlimir hava í sam- band við fundir, og verða hesar útreiðslur goldnar av inntøkum grunsins. § 7 Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið, fyrsta roknskaparár gongur til 31. december 1973. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum verður valdur av nevndini. § 8 Nevndin ger ársfrágreiðing í samband við ársrokn- skapin, og verður ársfrágreiðingin latin teimum fel- øgum, sum hava umboð í nevndini, og Føroya Lands- stýri. § 9 Hesar stovningarreglur verða at kunngera alment við lýsing í føroyskum bløðum. Reglurnar kunnu bert verða broyttar eftir sam- tykt Føroya Fiskasølu. Føroya Landsstýri, 4. februar 1974. Eli Nolsøe landsstýrismaður

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.