Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Side 3

Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Side 3
FJARÐBÚGVIN SÍÐA 3 * r Lesibók til 6. skúlaár iSkúlabókagrunnurin hevur nú útgivið triðju bókina av isínum slagi i røðini av lesi- bókum í móðurmálskensluni. Frammanundan hava teir fingið lesibøkur til 4. og 5. skúlaár frá hondini. Teir, ið hava savnað, skipað og lagt útgávuna .til rættis, er skúla- menninir: Jóhs. Enni, Jeffrei Henriksen, Johs. A. Næs, Eilif Samuelsen, Petur J. Sigvard- sen og Oddmar á Steig. Bókin er skipað sundur í 10 deildir, sum hvør sær í yvir- skriftsskildi sínum ber nøkur eggjandi skaldaorð. Innihaldið er sum vera man bæði í óbundnum og bund- num máli. Her er hópur av søgum, sagnum — skrivað av mætastu pennum okkara. Her eru sangir og kvæði — yrkt av landsmonnum, ið góvu okkum andliga mergin í sál- ina. Her eru fólkalívsmyndir, ævintýr, orðatøk og sjónleik- ur. 0,g her eru eisini nøkur søgubrot úr útlendskum bók- mentum og nakað av ís- lendskum teksti samsv. krav- inum, at børn í 6. og 7. fl. skulu hava eina hylling á mál- inum hjá brøðratjóðini vestan 'hav. Bókin er annars fríðkað við ørgrynni av tekningum — evnaðar av størstu listamonn- um okikara. Kápumyndina eigur Bárður Jacobsen. Eftir í hesi røðini er.u so bøkurnar ti-1 tey fýra skúla- árini. Avhesum verður bók- in til 7. skúlaár hin fyrsta. Hon er at kalla liðug. Hesar kærkomnu bøkur tala fyri seg, at tjóð okkar alsamt er mikil eftirbátur innan skúlabøkur á móðurmálinum. Og tess vegna má tað av sonnum metast at vera ein •tjóðarfongur, hvørja ferð ein slík bók verður loyst úr lagdi. •Bergtóra, Norðskáli 1.424 Fiskurin, Norðskáli 12,492 Hjallur, Ljósá 65.712 Henny Margr., Tórsh. 19.432 Bjargamót, Tórshavn 1.096 Rípan, Tórshavn 264 Munkurin, Tórshavn 320 Høvringur, Hósvík 8.806 Toftafossur, Hósvik 940 Streymnesarfossiur 19.920 Nanna, Toftir 2.636 Troystin, Skáli 1.034 Nøvin, Kollafjørður 2.152 Dáva Petur, Funning 412 'Havnarbátur 1.060 Krepina, Polen 41.966 Jens Chir. Svabo, Tórsh. 1.954 f vikuni 6.5. til 11.5. vóru h.esar avreiðingar til virkið: Str eymnes arf ossur 9.760 Norðsøki, Eiði 8.530 Emanuel, Haldórsvík 1.236 Hjallur, Ljósá 6.266 Skútunes, Eiði 6.932 Visitursøkið, Haldórsv. 632 Nýggjustovubáturin, Gj. 330 Nasin, Gjógv 698 Rivið, Gjógv 808 Havaldan, Eiði 3.378 Loftabátur.in, Eiði 760 Heini D., Halđórsvík 978 Sjógvormurin, Haldórsv. 668 Hansina S., Haldónsvík 1.500 Súlan, Kollafjørður 708 Søga okkara II Artnar par.tur av Søgu okk- ara er útkomin. Føroya Skúla- bókagrunnur er útgevari av bókini, og Chr. Høj fyrrv. lærari og skúlastjóri á Strond- um hev.ur skrivað hana. Bók- in fevnir um tíðarskeiðið frá trúbótini og upp til okkara dagar. í bókini er hópur av vælvaldum fotomyndum og tekningum, og aftast í bókini er ein týdningarmikil árstals- listi. Johs. Andr. Næs, skúla- ráðgevari, hevur útvegað myndatilfarið. Áðrenn tú gloppaði bókina, visti tú, at bløðini hýstu ikki tí turra lestrinum, ið eyð- .kennir so manga søgubókima. Og so var. Vdð hesi bókini hevur skúli okkara fingið eina bók, sum er so meistarliga einfalt skrivað, at barnið fer at gerast so bundið av setn- inginum, at tað lesur av áhuga heldur enn av plikt. Eftir hvørt dedldarbýti hev- ur høvimdurin sett nakrar frálíkar arbeiðsuppgávur. Christian Høj, ið fór frá vegna aldur fyri einum .tvei- mum árum síðan, er víst eing- in unglámgi longur. Henda valabókin, ið kom um dagar- nar, man helst vera skrivað í otiumsdøgum hansara. Tað er óivað soleiðis, at tað fdmnast ikki so fá fólk kring oyggjarnar, sum bæði hava áhuga og gávurnar at taka tøk í tí enn so fátæka skúlabóka- heimi okkara. Tað stóra men’ið er tó tað, át í borgar- liga starvinum býðst valla høvi at .taka nakað megnar- takið. Og uttan slík tøk verð- ur á mangan hátt fátæksligt í oyggjunum! Hetta má tí vera eitt av verkevnunum hjá teimum, ið fyrisita mentamálum, at reika so fyri, at teim gávuríku sál- umum verður veitt fríloyvi eitt ávíst tíðarskeið at arbeiða fyri komandi ættarlið, áðrenn árini fara at .tyngja. Av slíkum verður tjóðin eis- ini rikari. Ein av myndunum í søgubókini — partur av Tofta bygd SETIÐ SPARIPENING TYGARA í FØROYA SPARIKASSA — fólksins peningastovn tað lønar seg Til sjúkrakassalimirnar! Læknalijálpin frá sjúkrakassa er vanliga avmarkað til dagarbeiðstíðina fyrstu fimm gcrandisdagar og skal læk- ni boðsendast, skal helst sigast frá innan kl. 11. Læknahjálp gerandisdagar aftaná kl. 16 og leygardag og sunnudag verður bert goldin av sjúkrakassa um tað snýr seg um vanlukku, barnferð, bráðkomna elia versn- aða sjúku, har hjálp er bráðneyðug. Fólk skula standa í sjúkrakassa har tey búgva, og lim- irnir hava vanliga bert rætt til læknahjálp frá tí lækna, sum tey eru tilskrivað. Fólk, sum ferðast og fara til lækna sum tey ikki hoyra til, fáa ikki hesa hjálp goldna av sjúkrakassanum uttan so, at talan er um brádliga ákomna sjúku. Limirnir eiga altíð at liava sjúkrakassabók wið til lækna. LÆKNAFELAG FØROYA MEGINFELAG SJÚKRAKASSA FØROYA Eitt satt bragd Fyri páskir kom bókin hjá Ejnar Schroll — Eitt satt bragd —, ið P. J. Sigvardsen hev.ur umsett. Bókin er snot- isliga pren.tað á Estra, o.g Heimamissiónsfelagið er út- gevari av henni. »Eiitt satt bragd« er bók um íslendska sálmaskaldið Hall- grím Petursson (1614-74), sum er mettur at vera mæt- asta sálmaskald íslands. Hann er annars gitin fyri sinar pas- siónssálmar. Bókin sigur frá barna- og unglingaárum hansara. Sum 12 ára gamal misti hann fað- ir sín, og Guðbrandur, bisk- upur á Hólum, tók sær av honum og læt hann út í Vest- mannaoyggjarnar at ganga í skúla, og so fer henda mest spennandi søga fram, so sum navnið á bókini sipar til. Vit lesa um neyðartíðir, fá- tækdóm, sjórænarar og sótt- ir, men eisini um guðrøkni, og hvussu kristin trúgv kann bera. Lagna Hallgríms er sjáld- som, men júst henda lagna hansara gjørdi hann til ein av mætastu synum íslands. Umsetarin hevur verið heppin við týðingini. Perm- una hevur H. J. Egholm tek- nað. Bókin kostar 20,— kr. heft og 30 kr. innbundin. Vit fara upp á gólv Annað heftið í røðini — Vit fara upp á gólv —, ið Klaks- víkar Dansifelag gevur út, er komið. Heftið hýsir einum frálikum vísuúrvali, og kost- ar tað einans 10,— kr. Savnið er greitt til prentingar av: óla Dahl, Fri.ts Olsen og Jó- han Petersen. Móttøka og goyming av feskum fiski Hetta er bóklingur, ið Kar- sten Hoydal hevur skrivað, og sum Fiskiídnaðarstovan gav út. 1 døgunum 1?.. og 13. nov. í fjør hevði Klaksvíkar Sjó- mamsskúli skeið á Rumavíkar Sjómansheimi fyri fólki, sum arbeiðir við fiskiídnaði og ser- stakliga flakaídnaði. Karsten Hoydal helt tá tveir fyrilestr- ar um: Móttøku og goyming av feskum fiski. Seinri hava fyriiestrarnir verið hildnir í útvarpinum. Tað eru hesir fyrilestrar, ið síðani eru útgivnir í henda bóklimg. Aftast í bóklinginum er savn av lógum og reglu- gerðum viðv. fiskif^rum, virkjum og feskum fiski. Bóklim.gui'in er hentur — fyri ikki at siga almeyðugur — at hava og gera seg kunn- an við hjá teimum, ið starv- ast innan fiskivinnuna. Hann er helst eisini væl egnaður sum lestrai-evni á framhalds- deild fólkaskúlans í valgrein- ini: evni til skeið.

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.