Tímin


Tímin - 17.01.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 17.01.1946, Blaðsíða 1
Grímin UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 3 Høggmyndaframsýningin ið va'r í býráðssahnum um vikuskiftið var áhugaverd og sjáldsom í sínum slag her á landi. Vil kunna vera errin av al eiga slíkan listarmann, ið stendur mát við teir flestu í út- londum. Tær 21 myndirnar sýndu til fullnar at Janus Kamban er rætlur listarmaður, ið kann aft- urgeva fjølbroytt lív við deyðum tilfari. Vit kunna nevna hina frálíku myndina av Hans A. Djurhuus, sum kanska er hans- ara besta. Belicið til minnis- varða Hammershaimbs er eitt stásiligt stórverk, sum fer at geva listarmanninum miklan heiður. Tey smærru relieffini, áttamannafarið og drongur og genta, vóru hugtakandi, teirtveir dansiringarnir vóru mesl sum livandi. HøvdinL við lýsingum av ymiskum fólkum vísir hans- ara gløgga eyga, sum týðuligast kom fram í hini yndisligu lýs- ingini av Ungari gentu. Frálíkar myndir vóru tær tvær genturnar, Eini hjún og Kvinnulýsing. / Við hesi framsýning hevur Janus Kamban glett mangan Føroying, við al vísa eina ferð enn at listarligt tilfar er í okk- ara fólki og eisini til mynda- høggara av msetasta slag. Tað var við frøi og stoltleika at fólk fóru avstað aftur av hesi framsýning. Landsnevndin hevur fingið hetta telegram úr Noreg: Det færøiske Lagting Thorshavn. Ársmødet i Norges Mdllag vil helse Færøyfolket med takk for trufast vakthold om mdl og minne og ynskjer at Færøyane md fd det sjælst'yre som det na- turgjeve og historisk hev krav pd. KNUT MARKHUS Russarnir missa vónina Høvuðsbløðini (Moskwa skriva um hin slóra Londonfundin, at tey rokna ikki við nøkrum ser- ligum úrsliti av lionum, og at framlíðin sær ikki so ljós »t, t( stór nazireiðir eru enn til og fáa loyvi at vera sum t. d. í Argentinu, Spaniu, Portugal og sjálvum Onglandi. HÓSDAGJN 17. JANUAR 1946 4. ÁRQANQUR Tað verður hervið kunngjørt skyldlólki og vinuni at okkara kæra mððir, omma og ver- mððir MARIANNA PETERSEN andaðist i dag. Jarðarferðin verður fríggja- dagin 18. i h. kl. 1. Funningur, 15. januar 1946. Pamiljunnar vegna Johannes Petersen. Eliesar Reynberg. Gudstænastur 2. sunnudag eftir trettanda verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama sunnudagin prwdikar Joensen prestur í Hesl kirkju. Donsk itróttavitjan í donskum radio var sagt henda dagin at fólbóltslandsliðið ætlar sær lil íslands fyrst í juli mánað til kappingar við íslendska landsliðið. í. S. F. hevur nú sent boð til Dansk Boldspil Union at spyrja um kapping kann fáast ( lag um sama mundið við føroyskt lands- lið. Enn er einki svar komið, men vónandi fer hetta at koma ( lag, og tá verður nakað at síggja, sum fótbóltshugaðar kann frøa. Ein onnur donsk vitjan kann væntast í summar; tað er Niels Bukh við einum tnannsliðið og einum dreingjaliðið, sum skal til íslands. Helst steðga teir so leingi her, at tíð verður til at hava eina íimleikaframsýning av hesum liðum. Sameindu tjóðirnar hava teir fyrstn dagarnar á Londonfundinum bert fingist við at valt nevndir til ley ym- isku endamálini, sum t. d. nevnd til tryggjan av heimsfriðinum, ið verður al fáa somu uppgávu, sum hilt gamla tjóðarsambandið í Geneve. Ætlanin til at velja norska uttanríkisministaran Trygve Lie lil formann á høvuðsfundinum gekk ikki í lag, í staðin fyri varð belgiski uttanríkisminist- arin Spaak valdur; hann fekk 4 atkvøður fleiri enn Lie. Oiiflíand fær mat Tað hevurMjóðað at Ongland hevur verið so illa statt við mati, at rasjónirnar mugu standa við um ikki nøgdirnar í goymsl- unum skulu minka. Men nú tykist ganga móti vanligum tíð- um. London radio sigur frá at stórir skipsfarmar ( hópatali við eggum, smøri og kjøli koma dag nm dag úr New Zealandi og Australiu, meðan farmar av appelsinum og øðrum fruktum úr Spaniu fløða inn yvir landið. Danmark fær týsk skip Tey týsku skipini, sum ligið haya í donslcum havnum, verða nú tikin til brúks. Danmark hevur fingið framíhjárætt til at velja sær nøkur burtur úr, áðr- enn teir Sameinda fara við teim- um. Fyri fyrst hava danskarar- nir tikið 12 skip; tey eru sett til 16 milliónir krónur í virði. Japan Fyri fáum døgum síðan gav Mac Arthur japanarum boð um at hann vildi hava nakrar menn koyrdar burtur úr ríkisstjórnini, tí teir vóru so fascistiskir av sinnalag. Hetta gjørdu japanar- arnir, og skiftu 6 ministarar um við nýggjar. Síðan hevur Mac Arthur sagt japansku stjórnini frá, al hann gevur henni loyvi til at halda alment ríkisdagsval nær sum helst aftaná 15 mars f ár. Sunnudaginfór japanski sendi- maðurin hjá pávanum aftur til Japan, av tí at all japanskt uttan- ríkisumboð er avsagt. Hann fekk tó loyvi 'frá teim Sameindu at venda aftor til heimlandið. Ongland byggir skip Onglendingar siga frá, at teirra ætlan er at byggja ein stóran flola av flogberaskipum, sjálvt um tað eru friðartíðir, tí hesi skipini fara at verða mest nýtl í kríggj í framtíðini. Tey fyrstu 24 risaskipini av hesum slag, eru næstan øll liðug. Umframt byggja teir eina rúgvu av handilsskipum, sum skulu vega missirnar í krígnum uppaftur; í løtuni fer eill stórt handilsslcip úr barkastokki um vikuna, men byggingin skal økj- ast so, at næsta ár skulu leir gera eitt skip liðugt um dagin. PERSÓNROYRING Vognur fæsl d ndttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTBR PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE flrindadronøur fær pláss beinanvegin hjá Jacob Lútzen, telf. 14 Amerika Úr Ameriku frættist um stóran ófrið millum arbeiðai;ar eg ar- beiðsgevarar, sum er endaður við verkfallið nógvar staðir. Teir fyrstu, ið steðgaðu arbeiðið vóru telefon- og telegrafarbeið- arar; tó at Trumann hevði biðið teir bíða nakrar dagar til sem- ingsfimdur hevði verið, byrjaðu teir verkfalli leygardagin. Síðan hava aðrir arbeiðarar sent út verkfallsvaring, t. d. hava 2000 elektrikarar ætla at steðga ar- beiðinum miðskeiðis í vikuni, meðan arbeiðararnir á teimum slóru stálverksmiðjunum hava samtykt at bfða nakrar dagar, lil stjórnin hevur haft fund við báðar partar; men avgsrð má koma um lønspurningin í vik- uni, annars leggja 800.000 manns arbeiðiðfrá sær ( stálsmiðjunum, og tað verður ein meinur bi'est- ur fyri U. S. A. um tað skuldi hent. Stjórnin roynir tí av øll- um alvi at greiða arbeiðsfløkj- una, tó at lítlar vónir eru um nakað gott úrslit enn. Millum U. S. A. og Argentinu er einki víðari gott skil, tí U. S A. heldur Argentinsku stjórnina vera ov lítið demokratiska og vil hava hana frá; hetta hevur ført við sær at handilssani- bandið landanna millum kann vera kvett fyrsta dagin, tí Ar- genlinarar eru nakað seinførir til at gera sum U. S. A. vil; teir vilja ráða sjálvir ( sínum landi. Trumann lmvur sagt frá, at U. S. A. má í minsta lagi hava 1.500.000 hermenn vápnaðar í friðartíð.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.