Tímin


Tímin - 10.10.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 10.10.1946, Blaðsíða 3
Nr. 39. 4. árg. TIMIN 10. oktober 1946 Tíl nmhugsunar Á einum fundi f fyrradagin segði Jørgen Jørgensen formaður radikala flokksins í Danmark hesi orð í sambandi við um- røðu av spurninginum Suður- slesvig og Týskland: »Vi baaber at det tyske Demo- krati i Fremtiden vil være be- sjælet af den Forsonlighedens Aand, som vi viste overfor Is- land i 1918 og som vi nu er villige til al vise overfor Fær- øerne.« Hesi orð tykjast søgd í álvara; og fleiri aðrir danskarar enn Jørgensen hava haft slík orð á munni. Tað er tí løgið, at teir ikki vilja góðtaka úrslilið av fólkaatkvøðuni, sum danska rík- isstjórnin og rfkisdagurin hevur góðkent at fara fram um »Før- oya framtíðar stjórnarstøðu«. Knud Kristensen og avgerðin Dauski slatsminislarin Knud Kristensen hell røðu í Skclskør sunnudagin og kom har inn á fólkaatkvøðuna í F'øroyum. Hann tók upp aflur tað, sum hann fleiri ferðir hevur sagt fyrr, at teir í donsku stjórnini vóru orð- loysingar, um teir sýttu Føroy- um tað frælsið, sum leir liøvdu lovað um íleirtalið ynskti so. Tó helt hann, at atkvøðan var ikki nógmikið avgerandi, og har- fyri skuldi løglingsval fara fram. Um sambandsflokkarnir fingu fleirtal lá, skulđi fólkaatkvøða vera aflur. Tað harmaði seg, segði Kristensen, um Føroyar valdu at slfta leyst, men tað var helđur eingin stultleiki hjá Dan- mark at liava tær við einum meiriluta av fólki, sum vildi loysing. Ein ríkisfelagsskapur kundi bert halda, tá báðir part- ar slóðu javnbjóðis, og ikki lá annar parturin skuldi avgera og krevja, meðan hin skuldi gjalda (hesin statsministarin tykist ikki vera vaksin frá barnaramsuni); nú hevur Danmark toykt seg so langt, sum gjørligt er og meiri linleiki frá okkara sfðu, fær bert sjálvstýrisrørsluna í Føroyum at mennast, endaði Kristensen. Úr íslandi Fyri fáum døgum sfðan sam- tykti íslendska Altingið at geva U.S.A. brúksrætlin til ílogplássið í Keflavík, soleingi sum Týsk- land er hersett; 32 atkvøður vóru fyri og 19 ímóti. Socialist- arnir vóru teirra millum, sum ikki vildu .geva amerikanarum sømdir, og fylgin var, al teir beinanvegin søgdu seg burtur úr stjórnini, sum er samansett av íleiri flokkum. Per Atbii Hanson deyður Hin kendi svenski statsminist- arin Per Albin Hanson doyði sunnunáttina. Hann kom frá fundi við norskar sendimenn, sum skuldu fáa stuðul úr Svøríki til uppafturbyggingina í Noreg, og tá ið hann steig út úr vogninum, smali hann deyður niður. Hann var 61 ár og hevði verið stats- ministari í 14 ár. Sum socialistur kom hann tíðliga upp í politiska lívið, og longu í 1920 varð hann ministari hjá Hj. Branting, og tá hesin doyði, tók Hanson við sum formaður fyri socialistunum í Svøríki. Hann verður roknaður at vera av mætastu politikkarum í Norðanlondum. Fiskimannaskúli Okkara grannalond gloyma ikki hvat týdning, ið fiskimað- urin hevur fyri tjóðina; tey royna tí á ymsan hátt at búgva hann betur út til sítt yrki. í Noreg hava teir l.d. sett á slovn fiskimannaskúla á Vesturlanđ- inum. Hann byrjaði skeið 1. oklober við 100 næmingum, sum fáa kunnleika í øllum, sum nemur við íiskivinnuna, bæði í teori og praksis. Skútin heldur til umborð ú skúlaskipinum Statsrád Lehmkul, sum liggur í Bergen í velur. Málspilla! Ein kann lesa f Dimmalælling nr. 79 í ár undrr Indkaldelse um »i een Gylden 5 Skind Jord í Strømnæs „For Frammen“!« Er henda málberan gott skil? Skulu okkara fornu og rámandi staðarnøvn verða soleiðis brongl- aði av lagi, at eingin fer at skilja hvat ley merkja? Tílík „Indkaldelse“ hevur van- liga einans boð til Føroyingar, so her rná berast ímóti í rama álvara, tá okkara móðurmál verður so illa hagreilt og við- farið. 1 Tað er uttan allan iva, at fólk her á landi yvirhøvur, mugu halđa framferð slíka vera blóð- skeiva, láturliga og málspillandi. So stall má krevjast, al okk- ara aldargomlu staðarnøvn, altíð og av øllum stovnum verða borin fram á føroyskum. Alt annað verður at merkja sum vanvirðan. N. D. Gullfossur Skipafelagið hevur nú keypt Gullfoss, sum svenskt felag í Gøleborg átti. Z. Niclasen stjóri hevur í heyst verið í København til al fáa svenskan valuta, men lað bar ikki til, haðan fekksl eingin. Yið samráðingar f Ong- landi hevur hann nú fingið svenskar pengár, so at keypið kundi fáast í lag. Gullfossur, ið kostar 1.600.000 svenskar krónur, hevur verið í Týsklandi í kríggstíðini og er tí heldur illa farin. Nú verður hann settur í stand í Gøteborg og skal verða liðugur 1. apríl komanđi ár. Fiskasøla Ósi 204 ks. 648 pd. st., Vestur- søki 371 ks. 1123, Lambanes 220 ks. 534, Egholm 125 ks. 368, Trúgvi 271 ks. 1153, Kapella 84 ks. 210, Skipafossur 343 ks. 978, Barmur 2044 ks. 3546, Galvur 106 ks. 314, Sigurdfarið 928 ks. 2358, Álvur 175 ks. 499, Ørvur 154 ks. 528, City of Nor- wich 114 ks. 355, Norðheim 209 ks. 612. FERÐAÆTLAN Galdandi frá 7. oktober 1946. Sundalagit 3 —Skálafjørð ur. Eiði, Norð skála, Vík Skopun, Hestoy og Nólsoy Vágar og Vestmanna Klakksvík Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjad. Leygardag Mikudag Fríggjadag Týsd. Hósd. Leygardag Týsdag Fríggjadag Tróndur Streymur Tróndur Tróndur Streymur Tróndur Tróndur Tróndur Streymur Dúgvan Streymur Streymur kl. 8l/2 kl. 8 kl. 8 kl. 8 kl. 8I/2 kl. 8 kl. 8 kl. 8V2 kl. 8 Dúgvan kl. 8 kl. 7 kl. 8,30 Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tó”shavn Tórshavn Tórshavn Fráfaratíđin Tórshavn Tórshavn Tórshavn Toftir Kollafjørđ Kollafjørđ Kalbak Toftir Kollafjørđ Toftir Toftir Kollafjørđ fæst at vita Hestoy Miđvág Klakksvík Strendir Hósvík Hvalvík Kollafjørđ Strendir Hósvík Saltangrá Strendir Hósvík viđ at ringja Skopun Vestmanna kl. 13 Saltangrá Hvalvík Oyri Toftir Skála Hvalvík Søldafjør. Saltangrá Hvalvík til telef. 1 30 áđrenn kl. 18 Tórshavn Tórshavn Tórshavn Glyvrar Oyri Selatrađ Strendir Søldafjørđ Oyri Strendir Skála Oyri kvøldiđ fyri. kl. 13 Søldafjør. Selatrađ Strendir Søldafjør. kl. 11,00 Selatrađ Selatrađ Søldafjør. Selatrađ Nólsoy kl. ll,oo Kollafjørđ Søldafjør. Glyvrar Saltangrá Kollafjørđ Oyri kl. 11,00 Kollafjørđ Tórshavn Skála kl. 12,15 Saltangrá Saltangrá Strendir Kalbak Hvalvík Strendir Kalbak Strendir Kalbak Toftir Kollafjørđ Toftir Tórshavn • Kollafjørđ Toftir Tórshavn Toftir Tórshavn Tórshavn ki. 13,30 Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn Mánadag og hósdag samband yvir Søldafjørđ til Gøtu, Lorvíkar og Fuglafjarđar Mikudag og leygardag samband yvir Søldafjørđ og Gøtu til Klakksvíkar. Mánadag, mikudag, hóadag og leygardag samband yvir Kollafjørđ til Vestmaøna og Vágar. Týsdag og leygardag samband yvir Oyrar til Eiđis og Víkar. Felagiđ tekur sær rætt, um tađ gerst neyđugt, at sigla øđrvísi enn tilskilađ á ætlanini. A-S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.