Tímin


Tímin - 06.11.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 06.11.1946, Blaðsíða 3
Nr. 43. 4. árg. TIMIN 6. november 1946 Føroyingar velja lista Kunngerð Valstýrið í Tórshavn lýsir løgtingsval í Tórshavnar val- dømi at verða fríggjadagin 8. november 1946 í tingstovuni í Tórshavn. Stemmað verður í líðini frá kl. 10 f. p. til kl. 1 s. p. og frá kl. 3 s. p. til kl. 8 og verður tá givið uppat, so skjólt steðgur kemur í. Ultanfyri 2 km frá valstaðnum (lingstovuni) verða hesi pláss roknað at vera: Hvítanes, Hoyvík, Hoyđalir eystanfyri Hoydalsá, Argir og einstøk hús í Havnardali og fyri innan Svartafoss. Fyri valstýrið í Tórshavn C. Nielasen, formaður Fiskaribanka gnið visti seo at vera burturkast! Louis Zachariasen, P. M. Dam og A. Samuelsen fóru til Dan- markar við sjógv á baki, tá ið leyst var eftir kríggið, kallaðir niður av Buhl forsælisráðharra. Teir komu aftur við teimum hoðum, at krónan slculdi hroyt- ast, so fiskimenn fingu 3 kr. minni fyri hvørt enskt pund, at Sjóvinnubankin skuldi dømast í hót hálvaaðru millión og al danski fiskaríbankin skuldi lána til føroyskt skipakeyp í stóran mun. Við hesum var agilerað dúgliga til seinasta Løglingsval. Og hvat kom so burturúr. Tær tríggjar krónurnar fingu samhandsmenn og javnaðar- menn skarvað av hvørjum pundi, tað hava fiskimenn fmgið av at vita, hvørja ferð teir hava fingið avrokning. Sjóvinnu- bankan eydnaðisl tað ikki at renna í rol í fyrslu syftu, tf óheftur danskur dómari dømdi hann ósekan. Og hvussu hevur so verið vió seinasta agninum, fiskaríbankanum. Frá bardagin endaði og til mitt í summar vóru til Føroyar keypt hesi skip ella umbygd: Galvur, Dora Venø, Patricia, Norðlýsið, Norðherg, Norðstjør- an, Thorfinn (trolari), Mill-Ann, Carl, Justa, Trekroner, Sjóørnin, Oddur, Kemes, Ósi, Asta, Grøn- holmur, Jórunn, Greenland, Saniia, Varvasteinur, Morgun- stjørtian, Morgunroðin, Rán (trolari), Eystfelli, W. Hytting, Vesturleið, Veslursøki, Vestur- leiki, Nie, tilsamans 28 fiskiskip og 2 Irolarar. — Summi av teimum eru keypt ultan nakað lán. Tey, sum keypl eru úr Danmark, høvdu keyp- ararnir roknaó við at fingió fiskaríhanklán til fyrsta veðhald og statsstudning 20%, sum hasir Iríggir Flatlandsfararnir høvdu lovað. Berteittav teimum hevur fmgið lán haðan. Hini máttu lata statssludningin fara og fáa fyrsta veðlialdslán í Føroyum. Sfðan eru keypt enn 20 onnur fiskiskip og 23 trolarar. Kanska fiskarfhankin hevur lænl til eini tvey fiskiskip — lil trolarar hevur hann ikki lænl til ein einasta, sum okkum er kunnugt. Teir eru allir keyplir fyri føroyskan pening, fyrsla veðhaldslán frá bankunum, annað frá Vinim- lánsgrunninum. Agilatiónin um statsstudning og Fiskaríbanklán hevur víst seg at verið ein villføring. Men um tað hevði eydnast Bulil, saman við L. Z., P. M. D. og A. S„ at kollvelt Sjóvinnubankan, livat hevði so verið keypt av skipum til Føroyar nú? Hugsið um helta og liugsið um, hvørjir menn av undirbráll- ligheit her royndu at gera ta peningaorku, Føroyingar hava vunnið sær f hardagalfðini, lil einkis og lata allan framhurð her hvfla á danskar náðir. Hvussu nógvar trolarar Danir untu okkum fyri kríggið, vita vit. Vit vita nú eisini, hvussu lítið vit skulu líta á Fiskarf- bankan. Veljið ikki teir menninar, sum kunnu ljúgva soleiðis fyri tykkum! , Rikard Long Dams frælsi Synd er siga at P. M. Dam ikki nytir tey evni, hann fekk, lá ið hann lærđi at skriva. Tað er ein sonn syndílóð, ið rennur úr hansara penni og síðan verð- ur send hús úr húsi til at villa fólk við upp undir hetta valið. Umframt Socialin fleiri ferðir um vikuna hevur hann sent fleiri hóklingar út; tann seinasti eitur »Frælsi av P. M. Dam«. Við hesum orðinum frælsi meinar Dam nakað heill annað enn tað, fólk annars meina við tað; tí allar tær 10 síðurnar í bóklinginum eru ein roynd til at fáa júka inn í fólk, at loysing merkir ófrælsi, og tað einasta sannað frælsið fæst bert undir donskum slýri. Tað er merkiligt, hvat hesin maður heldur ganga í fólk. Hann man vera einasti socia- listur í verðini, ið vil páslanda at treytaleys undirgeving undir annað land skal vera tann hægsti formur fyri frælsi hjá einum vissum fólki. Her kann hóskandi nj'tasl Dams vanliga hjartasuff: Ein herligur socia- listur! Sum so mangan fyrr teluir hann uppaftur tær gomlu ræð- urnar móti loysing: Grønlands- rællindini og sjómannskjansir- nir í Danmark, sum vit fara at missa. Hesir báðir missir sknldi eftir hansara hugsan verið nóg mikið til at skapa »vesældóm og trældóm fyri fjøldina í Før- oyum«. Hvat skulu menn halda um slíka skaðahugsan, sum Dam ger seg her til lalsmann fyri ? Sømir tað okkum longur, sum sjófarandi tjóð, at fara lil Dan- markar at sigla fyri donsk handilsfeløg og harvið heinleiðis draga frá Føroyum ein so góðan stuðul, sum farmasigling er hjá øðrum tjóðum? Vit nýta bert at hugsa um norðmenn, so síggja vit, at vit júst við hesi ræðu hjá Dam kunna vinna okkum fíggjarligt sjálvræði. Óivað veit Dam eisini, at danski handilsflotin missir slór- liga tann dag, ið føroyingar fara undir fyri álvara at fáa sær skip til farmasigling, og okkara HEMPEL‘S Garnol er besta evni til impregnering av seglum, nótum, línum og øllum øðrum fiskireiðskapi. P.f FØROYA IMPORT Tórshavn sjómenn í Danmørk fara at sigla undir føroyskum flaggi. Tað er tf fatiligt, hví hann nýtir hesa ræðu. Dam roynir at ugga veljarar- nar við, al saman við Danmark fáa vit so góð veiðilíkindi í Grønlandi, sum eingin onnur tjóð. Hetta er jú bara bluff! Aftaná meira enn 20 ára slríð sum danskir borgarar eru vit lílið mætari staddir enn úllend- ingar har; men føroyingar vera hataðir meira av grønlending- um enn nøkur onnur tjóð, lakkað verið teirri vælvild og upplýsing, danska yvirvaldið í Grønlandi letur koma lilsjóndar. Vit kunna berl rokna við betri líkindum í Grønlandi, um vit sum frí tjóð kunna seta okkara krøv fram fyri danskarunum. Minnist til tað 8. november! Er ikki synd i henni? Við gráturødd finnist Dimma leygardagin at Islendingum, tí at teir tykjast einki vita av at sam- bandsflokkurin er til, men bert liava eyga fyri teim sjálvstýris- hugaðu flokkunum í Føroyum. Atvoldin til hennara atfinning er tann, at hon sigur Noreg og ísland bera boð um Føroyar, sum eru »notorisk forfalsket«; er tað ikki ræðuligt, at onnur lond fara at bera sonn boð úr Føroyum, tá ið Dimma og donsk bløð higartil hava liavt einarætt til at villeitt útheimin um við- urskiftini her. Hon harmast um at »norsk og islandsk Offentlig- hed tvangfodres med usande Beretninger fra Færøerne, som stiller ethvert andet Standpunkt end Folkeflokkens i deo ugun- stigst mulige Belysning.« Áh neyðar Dimma! hon hevur í mong harrans ár kuuna fylt niður í fólk í hinum Norður- londum líkt og ólíkt, uttan at funnust var at tí. So við og við hava tó menn fingið eyguni upp í Noreg og íslandi, men í Dan- mark hevur Dimma fult ræði við sínum lygnum og »falske Vidnesbyrd«. Óttin fyri at missa starvið, sum orakel í Danmark fær Dimmu at leggja okkara grannalond Noreg og ísland undir fúlasta illgruna, sum hugsast kann: Fyri at forkoma olckara fiska- sølu í Spaniu er tað at íslend- ingar og norðmenn vísa samhug við sjálvstýrisfólkinum í Før- oyum! Er gamla Dimma ikki vaðin nóg so langt út? Hví leikar hon so í um okkara fiskasølu f Spaniu, sum íslendingar og norðmenn vilja vinna. Tað skuldi væl ikki verið fyri at villa veljararnar frá at hugsa um fiskasøluna í Onglandi? Hon kann vera viss í, at føroyingar vita fullvæl livat ið liggur henni mest á hjarta: Ferskfiskakvotin í Onglandi, sum danskarar gjarna vildu fingið fatur á frá føroyingum. Teir vita eisini, at vraka vit lað sjálvræði vit vunnu 14. septemher til at stjórna okk- ara handilsviðurskiftum uttan- lands, og velja sambandið, fáa vil eisini somu kor sum hinir danskararnir yvirfyri úlheim- inum, og hvussu verður tá við okkara sølulíkindum í Onglandi? 'I'ey eru í løtuni meira umráð- andi, enn sallfiskamarknaðurin í Spaniu, ivast ikki í lí Dimma! Einki at ivast i! Dimma sigur frá leygardagin, at mikukvøldið verður politiskur fundur í Sjónleikarhúsinum, og Poul Niclasen og aðrir vilja tala. Øklaknútur. Saltaði seyðaskinn keypast til hægsta dagsprís. P.f SKINNVIRKI TÓRSHAVN H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring við vøruvogni og persónvogni

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.