Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Page 2

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Page 2
TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Tíðindablaðið (Jtgevarar og blaðstjóm: Finnbogi Isaksen (ábyrgd) Ámi Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49. Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Amboðini Enn er ilt at meta um, hvat ið fer at koma burturúr havrættindarráðstevnuni hjá ST, ella um nakað fer at koma burturúr. Her i Føroyum hava verið tvær høvuðs- áskoðanir, sum eru førdar fram i fiskimarksmálinum. Onnur sigur, at vit eiga onki at gera, sum kann skerja møguleikar okkara á fjarleiðum, ti fjar- fiskiskapurin er tað berandi hjá okkum. Aðrir vilja flyta út skjótast gjørligt. ímeðan hoyra vit oftani, at menn í ymsum londum tala um at flyta fiski- markið út. Antin vit flyta fiskimarkið út ella ikki, og antin vit troyta fjarleiðir ella ikki, so eiga vit undir øllum umstøðum at royna at.fáa so nógv burturúr okkara heima- sjógvi sum møguligt, og vit skulu røkja hann so væl sum gjørligt. Vit eiga at veiða so nógv sum til ber uttan tó at skaða stovnin, og vit eiga at kanna eftir, hvat ið møguhga kann veiðast av fiski, sum vit ikki hava roynt eftir. Um fiskifrøðingar kunnu mistaka seg, so eru teir tó teir næstu til at vegleiða fiskivinnuna, men so er eisini neyðugt, at teir fáa amboðini at arbeiða við. Tann dagur er kanska ikki so langt burtur, tá vit - antin vit vilja tað ella ikki - eru meira bundnir at okkara egnu grunnum, enn vit eru í dag, og tá hevði eisini verið gott at havt so stóra vitan sum møguligt um hesar grunnar. Nú farið verður aftur í skúla Fólk eru kanska við at fáa kevi av allari hesari nógvu skriving um føroyska skúl- an nú í seinastuni, serliga her í Tíðindablaðnum. Men skúlin viðkemur jú okkum øllum, ikki bara teimum lærarum, ið virka við hann, og tí eru tað heldur ikki bara teir, ið eiga at siga sína hugsan. Tað hava eisini verið onnur enn skúlafólk, ið tikið hava orðið; men tað hevði verið eftirynskjandi at hoyrt fleiri gjørt sær sínar tank- ar um, hvussu ein skúli skal vera, og hjá okkum, hvussu ein føroyskur skúli skal vera. 1 hesum døgum fara nú øll bøm, ið eru í undirvís- ingarskyldigum aldri aftur ella fyri fyrstu ferð í skúla - tó ikki rættuliga øll, nøkur em tey, hvørs umstøður gjørdust so, at tey ikki kunđu fara við hinum, kanska sluppu als ongan veg. Og størri og størri partur av teimum ungu, ið em oman fyri vanligan skúlaaldur, fara aftur í skúla til viðari útbúgving. Nú hevur verið so ógvu- liga nógv kjak um, hvat ein føroyskur skúli er. Tað er kanska eisini vert at gera sær greitt, hvat yvir- høvur ein skúli er fyri nakað. Orðið, sum er av grikskum uppruna, schole, merkir frítíð, síðani arbeiði í friði. Við ein skúla skilja vit nú eitt stað, har syste- matisk undirvising og uppvenjing verður givin uttan fyri heimið. Vanliga verður vist hugsað um skúlan sum eitt stað, har bókakunnleiki verður giv- Hanus A. Samuelsen, lær- ari í Hoydølum, skrivar, at kanska er tað sannleikin um okkum øll í skúlamál- um, at vit als ikki eru samd ella ósamd, vit koyra bara víðari við tí, vit nú einaferð eru von við. in, men vemliga er hann nógv meira umfatandi. So til tann føroyska skúlan. Hvør er hann? Sjálvandi tann, ið viðkem- ur teimum 40.000 føroy- ingunum, ið her búgva. Men so innihaldið. Tá heldur semjan uppat, ella tykist so. Tó man stómr sannleiki vera í tí, sum Ludvik Petersen segði á lærarastevnuni í summar, at í gmndini vóm allir samdir, teir søgdu tað bara við ymiskum orðum., Men man tað ikki fyri ein stóran part vera sannleikin um okkum øll, at vit als ikki em samd ella ósamd, vit koyra bara víðari við tí, vit nú einaferð em von við, bert í løtum gera vit eitt hirs á okkum at vita, um nú ikki okkurt er skeivt kortini. Tá vit hugsa okkum um, vera vit var við, hvussu lítið vit føroyingar sjálvir valda, hóast vit gjalda nógv til tann føroyska skúlan., í summum fømm fylgja okkara heimligu myndugleikar als ikki við, tí vit einki lata, og í summum fømm hava vit ikki seinasta orðið, hóast vit lata alt. Beint nú var nýskipan innan skúlastjórnina, sum vit øll vita endaði við júst tí sama. Er tað ikki tí, at val stenđur fyri durum, og nýggj stjóm skal veljast, er hetta meir enn láturligt. Skulu vit ikki fáa ein av okkara monnum til leiðsl- una, er lítið at tosa um, at føroyingar ráða har. Men, sum Halgir skrivaði í næstseinasta Tíðindablað- i, so er hóast alt tað sein- asta orðið hjá donskum skúlamyndugleikum. Taka vit studentaskúl- an, sum jú allur er før- oyskt goldin og nú kostar landinum út við 4 miljónir kr., so gongur sjón fyri søgn, hvat vit hava at siga, tá á stendur. Sensor- amir verða valdir av myndugleikum í Keyp- mannahavn, og skilja teir ikki føroyskt, so má næm- ingurin tosa danskt við próvtøkuborðið, hóast orð- ini í heimastýrislógini um føroyskt sum høvuðsmál- ið. Tá so næmingarnir reistu málið, fingust við bit og slit útvegaðir før- oysktskiljandi sensorar uttan tann eini. Um hann fekst í ár, so var málið kortini ikki loyst, tí so má aftur verða leitað eitt ann- að ár. Tað er og verður ein prinsippspumingur, um føroyskt sum høvuðsmál kann halda móti tí, at studentsprógvið er danskt tó so við føroyskum sum grein aftrat. Okkum er ikki greitt, hvat skal til, fyri at eitt føroyskt students- prógv skal verða góðtikið við danskar lærdar háskúl- ar. Men hvussu nógv hava føroyskir myndugleikar kannað hetta? Læraraskúlan hava okk- ara myndugleikar einki við at gera. Tað gav at bíta í síni tíð, tá bæði nýggjur Læraraskúli og Studenta- skúli skuldu byggjast. M. a. av vantandi samstarvi millum lands- og ríkis- mynđugleikar komu báðir skúlarnir at liggja hvør í sínum heraðshomi av bý- num. Og er tað ikki júst har, okkum í bræði tørvar samskipan? Tað má vera neyðugt, at landsstýrismaðurin fyri skúlamál undir sær hevur ein stovn, ið má hava eitt orð at siga í øllum okkara skúlaskapi og fylgja við, hvat ið hendir á okkara út- búgvingarøki og eisini koma við nýggjum upp- skotum, tá tørvur er á í okkara samfelag. Tað kundi verið so ógv- uliga nógv at skriva um føroyskan skúlaskap, men tað gerst ikki i stuttari blaðgrein. Vóm nakrar hugleiðingar um hetta týd- ningarmikla evni, nú farið verður aftur í skúla. HanusA. Samuelsen Valrættaraldurin niður í 18 ár Føroyski ungdómurin verður soleiðis hagreiddur, at hann er gjørdur heim- leysur í sínum egna landi, skrivar 14. September: Tá ið bamið er 6-7 ára gamalt, verður tað tikið úr føroyska heimi sínum og stungið inn í skúlaskap, ið frá upphavi og til seinasta enda er óføroyskur. Hesin skúiaskapur er allur sum hann er skipaður eftir út- lendskum mynstri og lærir upp bøm og ungdóm okk- ara til at liva og virka í SJONARMIÐ samfelagi við heilt øðmm fortreytum enn tí føroysk- a. Vit * gera ungdómin heimleysan, tá ið vit ikki geva honum sjálvsagdan borgararætt, men tó ikki gloyma at leggja á hann vaksnamannaskyldur - vit hugsa her um skattskyld- una. Rættindaleysur er ungdómurin, so leingi hann ikki eigur valrætt. Sterk støða Sosialurin rósar tí politikk- i, sum landsstýrið hevur ført í samband við felags- marknaðin: Landsstýrisins støða var tann.at vit skuldu ganga varliga um hurðar- nar, at vit skuldu kanna allar møguleikar út í æsir og sum longst lata hurðina standa upp á víðan vegg. Hetta var hin sterka støð- an, sum 14. September segði onga støðu at vera, ið loksins førdi til eina avbera góða handilsavtal- u, sum allir flokkar, ikki bert tóku undir við, men eisini fagnaðu. Men at siglingarleiðin, sum bar at hesum máli, lá soleiðis, sum hon gjørdi, dugdi andstøðan sjálvandi ikki at skilja, tí í politikki hava teir ikki hegni og handalag til annað enn okkurt smá- putl, sum t.d. tað at av- taka vælmeintar jólaheils- ur frá føroyingum í Dan- mark. Tú ella tygum 1 Dimmalætting skrivar -n um at siga tú: Nú á døgum er orðið tygum um at vera avlagt. Á sama hátt sum í øðrum norðurlondum eru til døm- is útvarpsmenn famir at siga: tú við at kalla hvørt fólk, sum kemur til mikro- fonina at verða atspurt um bæði hetta og hatta. Og sjálvt um enn úti um bygdir finnast børn, sum siga: tygum við foreldur, abbar og ommur, eisini við sýslumann, prest og fólk við pondussi, finst í Havn valla bam, sum i tiltalu við ommu og abba sigur annað enn tú; so verður helst lagið yvirhøvur, áðrenn henda øld gongur út. Nýtt uppskot Á stevnuni í Caracas hevur USA sett eitt uppskot fram fyri at royna at loysa fløkjuna. Dimmalæ tting skrivar: Hetta uppskot vissar hvørjum strandalandi 200 fjórðinga sjómark til fiski- veiðu, men við tí avmark- ing, at handlast kann um atgongd til veiði á hesum økjum, um eitt land ikki sjálvt er ført fyri at veiða alt, sum á øki tess finst, og at vælvunnin rættindi (traditionell) skulu eiga fyrimun til veiði av tí, strandarættindalandið ikki sjálvt maktar at her- berga. Hóast hetta amerik- anska uppskotið ikki tyk- ist greinað so út í æsir, sum ynskiligt kundi verið, so er tað í minsta lagi ein roynd at leggja lóg undir havrættindi víða hvar, har í grundini eingin lóg hevur verið galdandi áður, og eftir føroyskum tykki vildi tað komið rættuliga væl við, um hetta amerikanska uppspælið fær nóg góða undirtøku til at verða sett í gildi, tí so hava vit bæði fullan rætt á 200 fjórðingar fyri fisk okkara egna, og haraftrat møguleika fyri at fremja fiskiveiðu ymsa að- rastaðir við fjarflota okk- ara, um kanska ikki alla- staðir.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.