Tíðindablaðið - 23.08.1974, Blaðsíða 2
TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974
Tíðindablaðið
(Jtgevarar og blaðstjóm:
Finnbogi Isaksen (ábyrgd)
Ámi Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49.
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tiðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Amboðini
Enn er ilt at meta um, hvat ið fer at koma
burturúr havrættindarráðstevnuni hjá
ST, ella um nakað fer at koma burturúr.
Her i Føroyum hava verið tvær høvuðs-
áskoðanir, sum eru førdar fram i
fiskimarksmálinum. Onnur sigur, at vit
eiga onki at gera, sum kann skerja
møguleikar okkara á fjarleiðum, ti fjar-
fiskiskapurin er tað berandi hjá okkum.
Aðrir vilja flyta út skjótast gjørligt.
ímeðan hoyra vit oftani, at menn í
ymsum londum tala um at flyta fiski-
markið út.
Antin vit flyta fiskimarkið út ella ikki,
og antin vit troyta fjarleiðir ella ikki, so
eiga vit undir øllum umstøðum at royna
at.fáa so nógv burturúr okkara heima-
sjógvi sum møguligt, og vit skulu røkja
hann so væl sum gjørligt. Vit eiga at
veiða so nógv sum til ber uttan tó at
skaða stovnin, og vit eiga at kanna eftir,
hvat ið møguhga kann veiðast av fiski,
sum vit ikki hava roynt eftir.
Um fiskifrøðingar kunnu mistaka seg,
so eru teir tó teir næstu til at vegleiða
fiskivinnuna, men so er eisini neyðugt, at
teir fáa amboðini at arbeiða við.
Tann dagur er kanska ikki so langt
burtur, tá vit - antin vit vilja tað ella ikki
- eru meira bundnir at okkara egnu
grunnum, enn vit eru í dag, og tá hevði
eisini verið gott at havt so stóra vitan
sum møguligt um hesar grunnar.
Nú farið verður
aftur í skúla
Fólk eru kanska við at fáa
kevi av allari hesari nógvu
skriving um føroyska skúl-
an nú í seinastuni, serliga
her í Tíðindablaðnum.
Men skúlin viðkemur jú
okkum øllum, ikki bara
teimum lærarum, ið virka
við hann, og tí eru tað
heldur ikki bara teir, ið
eiga at siga sína hugsan.
Tað hava eisini verið onnur
enn skúlafólk, ið tikið hava
orðið; men tað hevði verið
eftirynskjandi at hoyrt
fleiri gjørt sær sínar tank-
ar um, hvussu ein skúli
skal vera, og hjá okkum,
hvussu ein føroyskur skúli
skal vera.
1 hesum døgum fara nú
øll bøm, ið eru í undirvís-
ingarskyldigum aldri aftur
ella fyri fyrstu ferð í skúla -
tó ikki rættuliga øll, nøkur
em tey, hvørs umstøður
gjørdust so, at tey ikki
kunđu fara við hinum,
kanska sluppu als ongan
veg. Og størri og størri
partur av teimum ungu, ið
em oman fyri vanligan
skúlaaldur, fara aftur í
skúla til viðari útbúgving.
Nú hevur verið so ógvu-
liga nógv kjak um, hvat
ein føroyskur skúli er. Tað
er kanska eisini vert at
gera sær greitt, hvat yvir-
høvur ein skúli er fyri
nakað. Orðið, sum er av
grikskum uppruna, schole,
merkir frítíð, síðani arbeiði
í friði. Við ein skúla skilja
vit nú eitt stað, har syste-
matisk undirvising og
uppvenjing verður givin
uttan fyri heimið. Vanliga
verður vist hugsað um
skúlan sum eitt stað, har
bókakunnleiki verður giv-
Hanus A. Samuelsen, lær-
ari í Hoydølum, skrivar, at
kanska er tað sannleikin
um okkum øll í skúlamál-
um, at vit als ikki eru
samd ella ósamd, vit koyra
bara víðari við tí, vit nú
einaferð eru von við.
in, men vemliga er hann
nógv meira umfatandi.
So til tann føroyska
skúlan. Hvør er hann?
Sjálvandi tann, ið viðkem-
ur teimum 40.000 føroy-
ingunum, ið her búgva.
Men so innihaldið. Tá
heldur semjan uppat, ella
tykist so. Tó man stómr
sannleiki vera í tí, sum
Ludvik Petersen segði á
lærarastevnuni í summar,
at í gmndini vóm allir
samdir, teir søgdu tað bara
við ymiskum orðum., Men
man tað ikki fyri ein stóran
part vera sannleikin um
okkum øll, at vit als ikki
em samd ella ósamd, vit
koyra bara víðari við tí, vit
nú einaferð em von við,
bert í løtum gera vit eitt
hirs á okkum at vita, um
nú ikki okkurt er skeivt
kortini.
Tá vit hugsa okkum um,
vera vit var við, hvussu
lítið vit føroyingar sjálvir
valda, hóast vit gjalda
nógv til tann føroyska
skúlan., í summum fømm
fylgja okkara heimligu
myndugleikar als ikki við,
tí vit einki lata, og í
summum fømm hava vit
ikki seinasta orðið, hóast
vit lata alt.
Beint nú var nýskipan
innan skúlastjórnina, sum
vit øll vita endaði við júst
tí sama. Er tað ikki tí, at
val stenđur fyri durum, og
nýggj stjóm skal veljast,
er hetta meir enn láturligt.
Skulu vit ikki fáa ein av
okkara monnum til leiðsl-
una, er lítið at tosa um, at
føroyingar ráða har. Men,
sum Halgir skrivaði í
næstseinasta Tíðindablað-
i, so er hóast alt tað sein-
asta orðið hjá donskum
skúlamyndugleikum.
Taka vit studentaskúl-
an, sum jú allur er før-
oyskt goldin og nú kostar
landinum út við 4 miljónir
kr., so gongur sjón fyri
søgn, hvat vit hava at
siga, tá á stendur. Sensor-
amir verða valdir av
myndugleikum í Keyp-
mannahavn, og skilja teir
ikki føroyskt, so má næm-
ingurin tosa danskt við
próvtøkuborðið, hóast orð-
ini í heimastýrislógini um
føroyskt sum høvuðsmál-
ið. Tá so næmingarnir
reistu málið, fingust við
bit og slit útvegaðir før-
oysktskiljandi sensorar
uttan tann eini. Um hann
fekst í ár, so var málið
kortini ikki loyst, tí so má
aftur verða leitað eitt ann-
að ár. Tað er og verður ein
prinsippspumingur, um
føroyskt sum høvuðsmál
kann halda móti tí, at
studentsprógvið er danskt
tó so við føroyskum sum
grein aftrat. Okkum er ikki
greitt, hvat skal til, fyri at
eitt føroyskt students-
prógv skal verða góðtikið
við danskar lærdar háskúl-
ar. Men hvussu nógv hava
føroyskir myndugleikar
kannað hetta?
Læraraskúlan hava okk-
ara myndugleikar einki við
at gera. Tað gav at bíta í
síni tíð, tá bæði nýggjur
Læraraskúli og Studenta-
skúli skuldu byggjast. M.
a. av vantandi samstarvi
millum lands- og ríkis-
mynđugleikar komu báðir
skúlarnir at liggja hvør í
sínum heraðshomi av bý-
num. Og er tað ikki júst
har, okkum í bræði tørvar
samskipan?
Tað má vera neyðugt, at
landsstýrismaðurin fyri
skúlamál undir sær hevur
ein stovn, ið má hava eitt
orð at siga í øllum okkara
skúlaskapi og fylgja við,
hvat ið hendir á okkara út-
búgvingarøki og eisini
koma við nýggjum upp-
skotum, tá tørvur er á í
okkara samfelag.
Tað kundi verið so ógv-
uliga nógv at skriva um
føroyskan skúlaskap, men
tað gerst ikki i stuttari
blaðgrein. Vóm nakrar
hugleiðingar um hetta týd-
ningarmikla evni, nú farið
verður aftur í skúla.
HanusA. Samuelsen
Valrættaraldurin
niður í 18 ár
Føroyski ungdómurin
verður soleiðis hagreiddur,
at hann er gjørdur heim-
leysur í sínum egna landi,
skrivar 14. September:
Tá ið bamið er 6-7 ára
gamalt, verður tað tikið úr
føroyska heimi sínum og
stungið inn í skúlaskap, ið
frá upphavi og til seinasta
enda er óføroyskur. Hesin
skúiaskapur er allur sum
hann er skipaður eftir út-
lendskum mynstri og lærir
upp bøm og ungdóm okk-
ara til at liva og virka í
SJONARMIÐ
samfelagi við heilt øðmm
fortreytum enn tí føroysk-
a. Vit * gera ungdómin
heimleysan, tá ið vit ikki
geva honum sjálvsagdan
borgararætt, men tó ikki
gloyma at leggja á hann
vaksnamannaskyldur - vit
hugsa her um skattskyld-
una. Rættindaleysur er
ungdómurin, so leingi
hann ikki eigur valrætt.
Sterk støða
Sosialurin rósar tí politikk-
i, sum landsstýrið hevur
ført í samband við felags-
marknaðin:
Landsstýrisins støða
var tann.at vit skuldu
ganga varliga um hurðar-
nar, at vit skuldu kanna
allar møguleikar út í æsir
og sum longst lata hurðina
standa upp á víðan vegg.
Hetta var hin sterka støð-
an, sum 14. September
segði onga støðu at vera,
ið loksins førdi til eina
avbera góða handilsavtal-
u, sum allir flokkar, ikki
bert tóku undir við, men
eisini fagnaðu. Men at
siglingarleiðin, sum bar at
hesum máli, lá soleiðis,
sum hon gjørdi, dugdi
andstøðan sjálvandi ikki
at skilja, tí í politikki hava
teir ikki hegni og handalag
til annað enn okkurt smá-
putl, sum t.d. tað at av-
taka vælmeintar jólaheils-
ur frá føroyingum í Dan-
mark.
Tú ella
tygum
1 Dimmalætting skrivar -n
um at siga tú:
Nú á døgum er orðið
tygum um at vera avlagt.
Á sama hátt sum í øðrum
norðurlondum eru til døm-
is útvarpsmenn famir at
siga: tú við at kalla hvørt
fólk, sum kemur til mikro-
fonina at verða atspurt um
bæði hetta og hatta. Og
sjálvt um enn úti um
bygdir finnast børn, sum
siga: tygum við foreldur,
abbar og ommur, eisini við
sýslumann, prest og fólk
við pondussi, finst í Havn
valla bam, sum i tiltalu við
ommu og abba sigur annað
enn tú; so verður helst
lagið yvirhøvur, áðrenn
henda øld gongur út.
Nýtt uppskot
Á stevnuni í Caracas hevur
USA sett eitt uppskot
fram fyri at royna at loysa
fløkjuna. Dimmalæ tting
skrivar:
Hetta uppskot vissar
hvørjum strandalandi 200
fjórðinga sjómark til fiski-
veiðu, men við tí avmark-
ing, at handlast kann um
atgongd til veiði á hesum
økjum, um eitt land ikki
sjálvt er ført fyri at veiða
alt, sum á øki tess finst, og
at vælvunnin rættindi
(traditionell) skulu eiga
fyrimun til veiði av tí,
strandarættindalandið
ikki sjálvt maktar at her-
berga.
Hóast hetta amerik-
anska uppskotið ikki tyk-
ist greinað so út í æsir,
sum ynskiligt kundi verið,
so er tað í minsta lagi ein
roynd at leggja lóg undir
havrættindi víða hvar, har
í grundini eingin lóg hevur
verið galdandi áður, og
eftir føroyskum tykki vildi
tað komið rættuliga væl
við, um hetta amerikanska
uppspælið fær nóg góða
undirtøku til at verða sett í
gildi, tí so hava vit bæði
fullan rætt á 200 fjórðingar
fyri fisk okkara egna, og
haraftrat møguleika fyri at
fremja fiskiveiðu ymsa að-
rastaðir við fjarflota okk-
ara, um kanska ikki alla-
staðir.