Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 3

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Síða 3 Óminnisdrykkurin Tað finnast menniskju, ið finna fragd í at avdúka innantóman retorikk og óektaðan patos. Slík menniskju hava altíð havt nógv at tikist við í Føroy- um, serliga hava føroyskar fólkafundarrøður, ikki minst tann seinasta mans- aldurin, verið eitt ríkt mið. 0. Tey seinastu árini munnu kortini hava kenst heldur soltin. Teir vanligu lever- andøramir, Ólavur Erlend- ur, Demmus & Co. eru blivnir ov keðiligir, soðið ov tunt, plátan ov vael- kend og ov slitin. Fortugd- ur kostur.< Fyri mong av hesum má tí tann nýggi leverandørurin, Óli Breck- mann koma sum manna niður úr himlinum. Eitt tað besta dømið, vit hava sæð í longri tíð, um tað .slagið av yvirbragdligum tjóðskaparligum blástri, sum altíð hevur sín upp- runa í tjóðskaparligum rót loysi, er røða hansara (prentað í Dagblaðnum 13. juli 1974). ® Fyrst kemur skammrós- ið, ið tekur okkum av fót- um. Vaccinatiónin móti skili og viti. Óminnis- drykkurin. Tann antiratio- nella innspræningin, ið tryggjar talaran móti øll- um mótmælum og spurn- ingum og tortrúni og látri. «Vit eru sannførdir um, at (Fólkaflokkurin) er tann flokkurin í føroyskum pol- itikki, sum allarminst um- boðar einhvønn ávísan á- huga, fíggjarligan ella samfelagsligan». Góði Óli, eingin er sannførdur um hetta, allarminst fólka- flokksmenn sjálvir. Fólka- flokkurin er og hevur altíð verið nærri knýttur at tí • føroyska vinnulivinum enn nakar annar føroyskur pol- itiskur flokkur. Vit hyggja at fremstu síðu í sama blað, at vallistanum hjá flokkinum í Eysturoynni. Uppstillaðir eru ein lærari, ein timburmaður, fýra skiparar, ein keypmaður og ein revisorur. Vit lesa víðari og renna okkum brátt í nakrar «skuggans menn», við eini klettafast tryggjaðari inn- tøku, sum ikki kunnu vrakast fjórða hvørt ár, og sum hava størri vald enn tey fólkavaldu umboðini. Tað ljóðar kryptiskt, duld- arfult. Vit hóma leikin handan tjald og fáa gása- hold. Men hvørjir eru nú hesir «skuggans menn»? Tá ið tað ikki verð-ur sagt við greiðum orðum, mugu A vit royna at gita. Tað kann ikki hugsast, at tað eru teir menn, ið krógva seg handan partafeløgini' og agenturini, ella teir, sum hittast í Rotary eina ferð um vikuna fyri læstum durum. Teirra inntøka er klettafast tryggjað, og teir kunnu ikki vrakast fjórða hvørt ár, hóast tað eru fleiri dømi um, at teirra makt hevur verið størri enn tann hjá okkara fólka- valdu umboðum. Eru hett- a teir skuggans menn, tú hugsar um, Óli? Men so fært tú ivaleyst at gera, tí teir flestu av teimum eru limir í tínum egna flokki, ja, tað sigst enntá, at teir brúka hann sum jarnbrot til at útinna sítt legendar- iska skuggans vald. Beint aftaná renna vit okkum í vendingina «ein fremmand lívsáskoðan». Hm. Tað ljóðar meina- leyst, tú hevur hug at gloypa tí uttan protest... men, men. Ein lívsáskoðan kann vera røtt ella skeiv, men kann hon vera fremm- and? Fremmand merkir her óføroysk. Tað finnast altso lívsáskoðanir, sum í sær sjálvum vísa, at tú ert ein ringur føroyingur. Hm. Vit hava hugusnarfrælsi í Føroyum, men skuldi tú vágað tær út um heima- beitið hjá Óla og Knúti og eitt nú hugsað sosialist- iskt, ert tú ikki føroyingur. Soleiðis kann intoleransan koma undan i einum mein- aleysum lýsingarorði. Lat okkum steðga eitt sindur longur her. At meta um hugsanirnar hjá einum øðrum menniskja við at spyrja seg sjálvan, ikki um tær eru rættar ella skeivar, men um tær eru føroyskar ella óføroyskar, hetta er ikki bara intolerant og gruggandi fyri vitið, men rætt og slætt rasisma. Umframt hesa lívsáskoðan finna vit í tí heldur bland- aða tankaførninginum hjá fólkaflokkinum ta kapital- istisku frumskógarlógina (borin fram meira opin- skárað av Essa Arge enn av Óla Breckmann) og ta korporativu samfelags- uppfatanina, har tað verð- ur sagt okkum, at einki skilir fyritøkuna og ar- beiðsmannin, reiðaríið og fiskimannin. Persónliga haldi eg allar hesar áskoð- anir vera skeivar og vand- amiklar. Um tær eru før- oyskar ella ikki, vil eg lata Ó.B. avgera, men eg vil fegin hjálpa honum við at upplýsa, at tann fyrsta av hesum áskoðanum á sinni hevði Adolf Hitler sum sín ítarsta talsmann, at tann næsta hevur spøkt eina mest í kjalarvørrinum á tí kapitalistiska ídnaðarsam- felagnum og finst slødd runt í tí pseudofilosofiska tankagóðsinum hjá monn- um sum Johannes V. Jen- sen, Nietzche og Knut Hamsun, og at tann triðja var høvuðshugsanin hjá einum sjónleikara og dem- agogi, Benito Mussolini. Tivandi nærkast vit endanum. Skuldi tó, aft- aná tann ógreiða orða- floymin og ta meiri og meiri ivasomu ideologiina, ein rest av skili verið eftir i onkrum serliga hørðum heysi, kemur til allarsein- ast enn ein dygg antiintell- ektuell innspræning. «Hetta, vit síggja, er land Føroya fólks, tit eru fólk Føroya lands, vit eru flokkur Føroya lands og Føroya fólks, fólkaflokk- urin er flokkur okkara allra» (sic!). Janus, hvar er broddur tin? Eitt vælgjørt sveina- stykki, minst til bronsu. Ein vøra, ið selist. Ein blandað krás til nógvar ymiskar gómar. Tann obli- gatoriski appellurin til lok- alpatriotismuna. Eitt sind- ur av framburðarmøsni, ivaleyst ætlað til vinnu- livsmenn og agentar, teir, ið selja blikkdósirnar og stereotólini. Eitt sløð áv antimaterialismu, hósk- andi kostur fyri bragdligar bøndur og nostalgiskar skúlalærarar, teir, ið held- ur vilja hava ta slitnu bók- ina... Eitt høgg á la Glistrup til nakrar fiktivar skuggans menn, sum fær okkum at hugsa so mikið minni um teir sonnu skuggans menn, sum eru mønan í fólkaflokkinum. Og so tað stóra ganda- kynstrið, har áður ógrund- að akrobatisk evni koma til sjóndar, flokkurin hjá stjórunum og skiparunum og revisorunum gjørdur til ein sosialan flokk, ið vil bøta um tey «ljótu mis- ljóð», ið standast av pen- ingaójavnum. Havið ong- an ótta, tit, ið líða neyð og ótrygg eru, Knút Wang og Óli Breckmann vakja yvir tykkum! Alt latið út í eina súpan av yvirspentum national- istiskum gabbi, ið fyri undirritaða er eitt millum mong ivaleys tekin um, at okkara mentunarligi førn- ingur nú óbøtiliga er farin eftir ánni. Tjóðskaparligt gabb og tjóðskaparlig ó- megd fylgjast altíð at. Tað sama gabbi hoyrdist í Týsklandi seinast í 19. øld, tá ið hitt gamla bónda- samfelagið var ein saga blott, og tað kapitalistiska ídnaðarsamfelagið med all- a hevði tikið við. Hvat ið seinni kom burtur úr tí gabbinum vita vit. Vit eru nøkur, ið ikki hugsa so nógv um, hvør ið er føroyingur og hvør ið ikki er tað, ella hvør er ein góður føroyingur og hvør er ein ringur føroyingur. Orsaka, men hetta er okk- um í grundini so óendiliga líka mikið. Vit vilja so fegin hava øll við. Eisini tey, ið ikki eru fólkaflokks- menn. Eisini tey, ið ikki ■ duga Jákup á Møn. Eisini blámenn. Og grønlending- ar. Eisini tey við «fremm- andum» áskoðanum. Bara eitt kann fáa okkum at stúrsa eitt sindur, kanska ’ enntá ivast. Tað er, tá ið menn fara upp á hægstu fjallatindar og ýla tað út gjøgnum sterkar hátalar- ar, at teir so p...doy eru føroyingar. Tá fáa vit líka- sum ilt fyri hjartað. Okk- um tykir synd i teimum. Hví slík málageipan? Ivast teir innast inni i, um teir eru føroyingar? Vælsign- aðir, sissið tykkum, tit skulu vera vælkomnir kortini. Hanus Andreassen Blaðstjómin hevur loyvt sær at gera nakrar broyt- ingar í greinini. Fer at stilla upp í 1976 Ein talsmaður fyri Hvít u Húsini sigur, at Ger- ald Ford forseti fer væntandi at lata seg stilla upp tU forseta- valið í 1976. Talsmað- urin segði, at tað er ov tíðliga at siga, um Nelson Rockefeller eis- ini fer at royna at vera uppstillaður sum vara- forseti. Tað var ikki óvæntað, at Gerald Ford fór at boða frá, at hann ætlar at royna at gerast forsetavalevni. Kongressin er farin undir kanning av viður- skiftunum hjá Rocke- feller, áðrenn hon við- urkennir hann sum var- aforseta. M.a. skulu hansara skattaviður- skifti kannast. Næstan helvtin flýddi Stjómin á Kypros sig- ur, at turkiska innrásin á Kypros hevur verið til stóran skaða fyri bú- skaparligu Viðurskiftini á oynni. Framleiðslan er nógv minkað, og 40 prosent av griksku ky- priotunum em flýddir heimanífrá undir ófrið- inum. Hetta hevur skapt ein flóttarfólka- tmpulleika, sum stjórn- in ikki er før fyri at loysa. Brúdleyp Leygardagin 24. august giftast í Havnar kirkju Sólrun Hansen úr Sak- sun og Knút William Gray úr Havn. Adr.: Hotel Hafnia. Føðingar 1. august fingu Eyð- gerð og Jákup Pállson í Havn ein son. 19. august fingu Meinhild og Helgi Geyti í Kollafirði eina dóttur. 19. august fingu Jó- hanna og Delmar Gøtu- skeggi í Norðagøtu ein son. 19. august fingu Fríðgerð Hansen og Jonhard Mouritsen í Havn ein son. 19. august fingu Jó* hanna Maria Skylv Hansen og Klæmint R. Ludvig í Havn eina dóttur. 20. august fingu Henny og Anfinn Joh- annesen í Dali ein dótt- ur. 21. august fingu Borghild og Steinbjørn Zachariasen í Havn ein son. 21. august fingu Sun- rid og Regin Jóanesar- son í Vestmanna eina dóttur. Brúdleyp Sunnudagin giftast í Vágs kirkju Gudbjørg Rættá, sjúkrahjálpari og Johs. Nielsen, mál- ari. Tey eru bæði úr Vági. 70 ár Sunnudagin 25. august fyllir Louisa Fuglø í Klaksvík 70 ár. Louisa er ættað úr Klaksvík, hon var gift við Edvard Fuglø, sum var av Við- areiði. Edvard doyði fyri 15 ámm siðani. Tey eiga trý børn: Hans Jákup, Hallgerð og Thurid. 80 ár Sunnudagin 25. august fyllir Kristian Ludvig Vang í Kvívík 80 ár. Á yngri árum var Kristian Ludvig til skips, men tað em nú nógv ár síð- ani, at hann legðist upp á land. Kona hansara, Jensina, sum var ættað frá Gjógv, doyði í vár. Bøm teirra era: Einar, sum býr við Norðskála, Edmund, Mourits, Fía og Jákup Martin. Eina aðra dóttur áttu tey. NÝTT UM NØVN Karolina, sum doyði av meslingum í 1950. Andlát Zacharias Nygaard í Porkeri er deyður, 57 ára gamal. Zacharias var sjómaður alt sítt lív, og hann var við til at keypa tvey skip, tey vóru Ósi og Porkeris- nes. Ta seinnu tíðina hevur hann verið við Skálabergi. Tá hann kom heim i vár, var hann sjúkur, og hann hevur fyri ein part ligið á sjúkrahúsinum á Tvøroyri í seinastuni. Kona hansara, Mary, er eisini úr Porkeri. Tey eiga tvær døtur: Marj- un og Kitty. Mikudagin 21. august andaðist Óla Jákup 01- sen á Fitjunum í Vest- manna. Sum ungur førdi Óla Jákup skip, men hann legðist tíðliga upp á land og fór at starvast við reiðara- virksemi. Hann hevur átt fleiri skip. Óla Jákup var ein maður, sum var ófømr at velta, hann róði út og var altíð nógv úti við báti. Hann hevur havt seyð og neyt og hevur verið heilt raskur til tað seinasta. Kona hansara Hanna, er eisini úr Vestmanna, hon er dóttur Andreas Reinert sum hevði tann gamla kongiliga handilin á Fitjunum. Óla Jákup og Hanna eiga tvey børn: Mads Andreas og Jóhanna Kathrina, sum bæði búgva í Vest- manna. Fluttur til Havnar Otto Juel Sjóstein í Klaksvík er fluttur til Havnar at vera fulltrúi á høvuðsdeildini hjá Før- oya Banka. Otto Juel fór at starvast hjá bankan- um í 1960. Tey fyrstu 6 árini var hann mest í Havn, men var tó eitt skifti í Saltangará og deildarleiðari í Fuglafirð- i. í 1966 gjørdist hann fulltrúi á bankadeildini í Klaksvík, og árið eftir tók hann við sum deild- arleiðari. Tað er ikki av- gjørt enn, hvør skal taka við sum nýggjur deildar- leiðari har norðuri. Áðrenn Otto Juel Sjó- stein fór at arbeiða hjá Føroya Banka, var hann á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro og á Kommunu- skrivstovuni í Klaksvik.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.