Tíðindablaðið - 23.08.1974, Síða 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974
Síða 3
Óminnisdrykkurin
Tað finnast menniskju, ið
finna fragd í at avdúka
innantóman retorikk og
óektaðan patos. Slík
menniskju hava altíð havt
nógv at tikist við í Føroy-
um, serliga hava føroyskar
fólkafundarrøður, ikki
minst tann seinasta mans-
aldurin, verið eitt ríkt mið.
0. Tey seinastu árini munnu
kortini hava kenst heldur
soltin. Teir vanligu lever-
andøramir, Ólavur Erlend-
ur, Demmus & Co. eru
blivnir ov keðiligir, soðið
ov tunt, plátan ov vael-
kend og ov slitin. Fortugd-
ur kostur.< Fyri mong av
hesum má tí tann nýggi
leverandørurin, Óli Breck-
mann koma sum manna
niður úr himlinum. Eitt
tað besta dømið, vit hava
sæð í longri tíð, um tað
.slagið av yvirbragdligum
tjóðskaparligum blástri,
sum altíð hevur sín upp-
runa í tjóðskaparligum rót
loysi, er røða hansara
(prentað í Dagblaðnum 13.
juli 1974).
® Fyrst kemur skammrós-
ið, ið tekur okkum av fót-
um. Vaccinatiónin móti
skili og viti. Óminnis-
drykkurin. Tann antiratio-
nella innspræningin, ið
tryggjar talaran móti øll-
um mótmælum og spurn-
ingum og tortrúni og látri.
«Vit eru sannførdir um,
at (Fólkaflokkurin) er tann
flokkurin í føroyskum pol-
itikki, sum allarminst um-
boðar einhvønn ávísan á-
huga, fíggjarligan ella
samfelagsligan». Góði Óli,
eingin er sannførdur um
hetta, allarminst fólka-
flokksmenn sjálvir. Fólka-
flokkurin er og hevur altíð
verið nærri knýttur at tí
• føroyska vinnulivinum enn
nakar annar føroyskur pol-
itiskur flokkur. Vit hyggja
at fremstu síðu í sama
blað, at vallistanum hjá
flokkinum í Eysturoynni.
Uppstillaðir eru ein lærari,
ein timburmaður, fýra
skiparar, ein keypmaður
og ein revisorur.
Vit lesa víðari og renna
okkum brátt í nakrar
«skuggans menn», við eini
klettafast tryggjaðari inn-
tøku, sum ikki kunnu
vrakast fjórða hvørt ár, og
sum hava størri vald enn
tey fólkavaldu umboðini.
Tað ljóðar kryptiskt, duld-
arfult. Vit hóma leikin
handan tjald og fáa gása-
hold. Men hvørjir eru nú
hesir «skuggans menn»?
Tá ið tað ikki verð-ur sagt
við greiðum orðum, mugu
A vit royna at gita. Tað kann
ikki hugsast, at tað eru
teir menn, ið krógva seg
handan partafeløgini' og
agenturini, ella teir, sum
hittast í Rotary eina ferð
um vikuna fyri læstum
durum. Teirra inntøka er
klettafast tryggjað, og teir
kunnu ikki vrakast fjórða
hvørt ár, hóast tað eru
fleiri dømi um, at teirra
makt hevur verið størri
enn tann hjá okkara fólka-
valdu umboðum. Eru hett-
a teir skuggans menn, tú
hugsar um, Óli? Men so
fært tú ivaleyst at gera, tí
teir flestu av teimum eru
limir í tínum egna flokki,
ja, tað sigst enntá, at teir
brúka hann sum jarnbrot
til at útinna sítt legendar-
iska skuggans vald.
Beint aftaná renna vit
okkum í vendingina «ein
fremmand lívsáskoðan».
Hm. Tað ljóðar meina-
leyst, tú hevur hug at
gloypa tí uttan protest...
men, men. Ein lívsáskoðan
kann vera røtt ella skeiv,
men kann hon vera fremm-
and? Fremmand merkir
her óføroysk. Tað finnast
altso lívsáskoðanir, sum í
sær sjálvum vísa, at tú ert
ein ringur føroyingur. Hm.
Vit hava hugusnarfrælsi í
Føroyum, men skuldi tú
vágað tær út um heima-
beitið hjá Óla og Knúti og
eitt nú hugsað sosialist-
iskt, ert tú ikki føroyingur.
Soleiðis kann intoleransan
koma undan i einum mein-
aleysum lýsingarorði.
Lat okkum steðga eitt
sindur longur her. At meta
um hugsanirnar hjá einum
øðrum menniskja við at
spyrja seg sjálvan, ikki um
tær eru rættar ella skeivar,
men um tær eru føroyskar
ella óføroyskar, hetta er
ikki bara intolerant og
gruggandi fyri vitið, men
rætt og slætt rasisma.
Umframt hesa lívsáskoðan
finna vit í tí heldur bland-
aða tankaførninginum hjá
fólkaflokkinum ta kapital-
istisku frumskógarlógina
(borin fram meira opin-
skárað av Essa Arge enn
av Óla Breckmann) og ta
korporativu samfelags-
uppfatanina, har tað verð-
ur sagt okkum, at einki
skilir fyritøkuna og ar-
beiðsmannin, reiðaríið og
fiskimannin. Persónliga
haldi eg allar hesar áskoð-
anir vera skeivar og vand-
amiklar. Um tær eru før-
oyskar ella ikki, vil eg lata
Ó.B. avgera, men eg vil
fegin hjálpa honum við at
upplýsa, at tann fyrsta av
hesum áskoðanum á sinni
hevði Adolf Hitler sum sín
ítarsta talsmann, at tann
næsta hevur spøkt eina
mest í kjalarvørrinum á tí
kapitalistiska ídnaðarsam-
felagnum og finst slødd
runt í tí pseudofilosofiska
tankagóðsinum hjá monn-
um sum Johannes V. Jen-
sen, Nietzche og Knut
Hamsun, og at tann triðja
var høvuðshugsanin hjá
einum sjónleikara og dem-
agogi, Benito Mussolini.
Tivandi nærkast vit
endanum. Skuldi tó, aft-
aná tann ógreiða orða-
floymin og ta meiri og
meiri ivasomu ideologiina,
ein rest av skili verið eftir i
onkrum serliga hørðum
heysi, kemur til allarsein-
ast enn ein dygg antiintell-
ektuell innspræning.
«Hetta, vit síggja, er land
Føroya fólks, tit eru fólk
Føroya lands, vit eru
flokkur Føroya lands og
Føroya fólks, fólkaflokk-
urin er flokkur okkara
allra» (sic!). Janus, hvar er
broddur tin?
Eitt vælgjørt sveina-
stykki, minst til bronsu.
Ein vøra, ið selist. Ein
blandað krás til nógvar
ymiskar gómar. Tann obli-
gatoriski appellurin til lok-
alpatriotismuna. Eitt sind-
ur av framburðarmøsni,
ivaleyst ætlað til vinnu-
livsmenn og agentar, teir,
ið selja blikkdósirnar og
stereotólini. Eitt sløð áv
antimaterialismu, hósk-
andi kostur fyri bragdligar
bøndur og nostalgiskar
skúlalærarar, teir, ið held-
ur vilja hava ta slitnu bók-
ina... Eitt høgg á la
Glistrup til nakrar fiktivar
skuggans menn, sum fær
okkum at hugsa so mikið
minni um teir sonnu
skuggans menn, sum eru
mønan í fólkaflokkinum.
Og so tað stóra ganda-
kynstrið, har áður ógrund-
að akrobatisk evni koma
til sjóndar, flokkurin hjá
stjórunum og skiparunum
og revisorunum gjørdur til
ein sosialan flokk, ið vil
bøta um tey «ljótu mis-
ljóð», ið standast av pen-
ingaójavnum. Havið ong-
an ótta, tit, ið líða neyð og
ótrygg eru, Knút Wang og
Óli Breckmann vakja yvir
tykkum!
Alt latið út í eina súpan
av yvirspentum national-
istiskum gabbi, ið fyri
undirritaða er eitt millum
mong ivaleys tekin um, at
okkara mentunarligi førn-
ingur nú óbøtiliga er farin
eftir ánni. Tjóðskaparligt
gabb og tjóðskaparlig ó-
megd fylgjast altíð at. Tað
sama gabbi hoyrdist í
Týsklandi seinast í 19. øld,
tá ið hitt gamla bónda-
samfelagið var ein saga
blott, og tað kapitalistiska
ídnaðarsamfelagið med all-
a hevði tikið við. Hvat ið
seinni kom burtur úr tí
gabbinum vita vit.
Vit eru nøkur, ið ikki
hugsa so nógv um, hvør ið
er føroyingur og hvør ið
ikki er tað, ella hvør er ein
góður føroyingur og hvør
er ein ringur føroyingur.
Orsaka, men hetta er okk-
um í grundini so óendiliga
líka mikið. Vit vilja so
fegin hava øll við. Eisini
tey, ið ikki eru fólkaflokks-
menn. Eisini tey, ið ikki
■ duga Jákup á Møn. Eisini
blámenn. Og grønlending-
ar. Eisini tey við «fremm-
andum» áskoðanum. Bara
eitt kann fáa okkum at
stúrsa eitt sindur, kanska
’ enntá ivast. Tað er, tá ið
menn fara upp á hægstu
fjallatindar og ýla tað út
gjøgnum sterkar hátalar-
ar, at teir so p...doy eru
føroyingar. Tá fáa vit líka-
sum ilt fyri hjartað. Okk-
um tykir synd i teimum.
Hví slík málageipan? Ivast
teir innast inni i, um teir
eru føroyingar? Vælsign-
aðir, sissið tykkum, tit
skulu vera vælkomnir
kortini.
Hanus Andreassen
Blaðstjómin hevur loyvt
sær at gera nakrar broyt-
ingar í greinini.
Fer at stilla
upp í 1976
Ein talsmaður fyri Hvít
u Húsini sigur, at Ger-
ald Ford forseti fer
væntandi at lata seg
stilla upp tU forseta-
valið í 1976. Talsmað-
urin segði, at tað er ov
tíðliga at siga, um
Nelson Rockefeller eis-
ini fer at royna at vera
uppstillaður sum vara-
forseti. Tað var ikki
óvæntað, at Gerald
Ford fór at boða frá, at
hann ætlar at royna at
gerast forsetavalevni.
Kongressin er farin
undir kanning av viður-
skiftunum hjá Rocke-
feller, áðrenn hon við-
urkennir hann sum var-
aforseta. M.a. skulu
hansara skattaviður-
skifti kannast.
Næstan helvtin
flýddi
Stjómin á Kypros sig-
ur, at turkiska innrásin
á Kypros hevur verið til
stóran skaða fyri bú-
skaparligu Viðurskiftini
á oynni. Framleiðslan
er nógv minkað, og 40
prosent av griksku ky-
priotunum em flýddir
heimanífrá undir ófrið-
inum. Hetta hevur
skapt ein flóttarfólka-
tmpulleika, sum stjórn-
in ikki er før fyri at
loysa.
Brúdleyp
Leygardagin 24. august
giftast í Havnar kirkju
Sólrun Hansen úr Sak-
sun og Knút William
Gray úr Havn. Adr.:
Hotel Hafnia.
Føðingar
1. august fingu Eyð-
gerð og Jákup Pállson í
Havn ein son.
19. august fingu
Meinhild og Helgi
Geyti í Kollafirði eina
dóttur.
19. august fingu Jó-
hanna og Delmar Gøtu-
skeggi í Norðagøtu ein
son.
19. august fingu
Fríðgerð Hansen og
Jonhard Mouritsen í
Havn ein son.
19. august fingu Jó*
hanna Maria Skylv
Hansen og Klæmint R.
Ludvig í Havn eina
dóttur.
20. august fingu
Henny og Anfinn Joh-
annesen í Dali ein dótt-
ur.
21. august fingu
Borghild og Steinbjørn
Zachariasen í Havn ein
son.
21. august fingu Sun-
rid og Regin Jóanesar-
son í Vestmanna eina
dóttur.
Brúdleyp
Sunnudagin giftast í
Vágs kirkju Gudbjørg
Rættá, sjúkrahjálpari
og Johs. Nielsen, mál-
ari. Tey eru bæði úr
Vági.
70 ár
Sunnudagin 25. august
fyllir Louisa Fuglø í
Klaksvík 70 ár. Louisa
er ættað úr Klaksvík,
hon var gift við Edvard
Fuglø, sum var av Við-
areiði. Edvard doyði
fyri 15 ámm siðani. Tey
eiga trý børn: Hans
Jákup, Hallgerð og
Thurid.
80 ár
Sunnudagin 25. august
fyllir Kristian Ludvig
Vang í Kvívík 80 ár. Á
yngri árum var Kristian
Ludvig til skips, men
tað em nú nógv ár síð-
ani, at hann legðist upp
á land. Kona hansara,
Jensina, sum var ættað
frá Gjógv, doyði í vár.
Bøm teirra era: Einar,
sum býr við Norðskála,
Edmund, Mourits, Fía
og Jákup Martin. Eina
aðra dóttur áttu tey.
NÝTT
UM NØVN
Karolina, sum doyði av
meslingum í 1950.
Andlát
Zacharias Nygaard í
Porkeri er deyður, 57
ára gamal. Zacharias
var sjómaður alt sítt
lív, og hann var við til
at keypa tvey skip, tey
vóru Ósi og Porkeris-
nes. Ta seinnu tíðina
hevur hann verið við
Skálabergi. Tá hann
kom heim i vár, var
hann sjúkur, og hann
hevur fyri ein part ligið
á sjúkrahúsinum á
Tvøroyri í seinastuni.
Kona hansara, Mary, er
eisini úr Porkeri. Tey
eiga tvær døtur: Marj-
un og Kitty.
Mikudagin 21. august
andaðist Óla Jákup 01-
sen á Fitjunum í Vest-
manna. Sum ungur
førdi Óla Jákup skip,
men hann legðist tíðliga
upp á land og fór at
starvast við reiðara-
virksemi. Hann hevur
átt fleiri skip.
Óla Jákup var ein
maður, sum var ófømr
at velta, hann róði út og
var altíð nógv úti við
báti. Hann hevur havt
seyð og neyt og hevur
verið heilt raskur til tað
seinasta. Kona hansara
Hanna, er eisini úr
Vestmanna, hon er
dóttur Andreas Reinert
sum hevði tann gamla
kongiliga handilin á
Fitjunum. Óla Jákup
og Hanna eiga tvey
børn: Mads Andreas og
Jóhanna Kathrina, sum
bæði búgva í Vest-
manna.
Fluttur til
Havnar
Otto Juel Sjóstein í
Klaksvík er fluttur til
Havnar at vera fulltrúi á
høvuðsdeildini hjá Før-
oya Banka. Otto Juel fór
at starvast hjá bankan-
um í 1960. Tey fyrstu 6
árini var hann mest í
Havn, men var tó eitt
skifti í Saltangará og
deildarleiðari í Fuglafirð-
i.
í 1966 gjørdist hann
fulltrúi á bankadeildini í
Klaksvík, og árið eftir
tók hann við sum deild-
arleiðari. Tað er ikki av-
gjørt enn, hvør skal taka
við sum nýggjur deildar-
leiðari har norðuri.
Áðrenn Otto Juel Sjó-
stein fór at arbeiða hjá
Føroya Banka, var hann
á skrivstovuni hjá J. F.
Kjølbro og á Kommunu-
skrivstovuni í Klaksvik.