Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974
Síða 5
#
Uttanfyri tann nýggja molan í Vági, har tað skal fyllast út til grundstykki til
flakavirkið
Útfyllingin til
nýtt flakavirki
í Vági boðin út
Jákup Joensen hevur tveir trolarar í gerð,
sum koma næsta ár
Fyrireikingar verða nú
gjørdar tU at byggja nýtt
og stórt flakavirki í Vági.
Tað skal byggjast uttan
fyri tann nýggja molan,
har fylt verður út á sjógv
100 metrar fram við landi
út áraka molarendan.
Liðugt til
várs
Nøkur byggifeløg eru biðin
um at bjóða uppá hetta
arbeiði, sum skal vera
liðugt 1. apríl komandi ár.
í fyrstu syftu verður bert
fylt út, so at grundstykkið
tU flakavirkið skal vera
tøkt, men seinni verður
møguliga atløgubryggja
gjørd suðureftir og eitt
grótkast til verju móti
landssynninginum.
Tað nýggja flakavirki
skal so fyri fyrst brúka
tann molan, sum nú er.
Tað er Vágs Kommuna,
sum stendur fyri og rindar
kostnaðin av at gera bygg-
iøkið klárt.
Dýrari
á Tjørn
Jákup Joensen í Lopra
stendur aftan fyri ætlanina
um at byggja eitt nýtt
flakavirki, og hann hevði
søkt kommununa um eitt
øki við bryggjuna. Talan
var fyrst um at brúka
lendið, har tey gomlu hús-
ini á Tjørn standa, men
kanningar vístu, at tað
hevði verið dýrari at gjørt
hetta byggibúgvið enn at
fylla út.
1. november í fjør keypti
Jákup Joensen Suðurfisk
frá landsstýrinum. Hann
sigur, at Polarfrost, sum
tað nú kallast, hevur borið
seg síðani, men í løtuni er
ringt at siga nakað um
raksturin, av ti at tað
gongst so illa at sleppa av
við fiskin. Teir hava vørur
á goymslu fyri hálva triðju
tiltríggjar milj. kr. roknað
eftir núverandi prísum.
Tað mesta av hesum, 200
tons, er saltfiskur.
Goymslurnar
vánaligar
- Hetta er ov stór goymsla
til eitt so litið virki. Vit
hava í seinastuni saltað alt
tað, sum kann saltast, og
bert heilt lítið er skorið til
flak, sigur Jákup Joensen.
Hann greiðir frá, at
goymslumar á virkinum
em ov vánaligar. Herfyri
avskipaðu teir 40 tons av
saltfiski. 10% var gulur
fiskur, og tað er hann
blivin av, at goymslumar
ikki em nóg góðar. Hetta
var ikki tann elsti fiskurin.
Polarfrost skal bert nýt-
ast til saltfiskaarbeiði, tá
tað nýggja flakavirkið er
bygt. í vetur verður farið
undir at byggja uppí Pol-
arfrost.
Skal virka
8.000 tons
Saman við einum donskum
felag er Landsbyggifelagið
farið undir at gera tekning-
ámar til tað nýggja virkið.
Tað skal vera í einari
hædd, 3.427 m2. Longdin
verður 97 og breiddin 31
metrar. Haraftrat verður
ein frostgoymsla uppá 363
m2 og eitt ísvirki uppá 31
m2.
Hetta er bert fyrsta
byggistig. Virkið skal eftir
ætlanini kunna taka ímóti
8.000 tonsum av rávøm
um árið. Teir bátar, sum
rógva frá Vági nú, veiða
tilsamans eini 2.500 tons.
Nakað av ráfiski kemur frá
ídnaðarskipunum, sum í
framtíðini eisini kunnu
landa í Lopra. Restin,
sigur Jákup Joensen, skal
eftir ætlanini koma frá
trimum nýggjum skipum.
2 trolarar,
1 línuskip
Sjálvur hevur Jákup Joen-
sen tveir trolarar í gerð í
Norra. Teir koma til Før-
oya í juli og oktobur næsta
ár. Trolaramir em heldur
størri enn Mýlingur og
hava nakað sterkari mask-
inu. Roknað verður við, at
teir kunnu veiða 2.000 tons
hvør. Hesir trolaramir
kosta 12 milj. kr. hvør.
Dánjal Jákup Thomsen
og aðrir hava eitt línuskip í
gerð, sum skal hoyra heim-
a í Vági. Væntandi kunnu
1.000 tons fáast frá hesum
skipi.
- Alt hetta samanlagt
skuldi kunnað givið tey
8.000 tonsini, sigur Jákup
Joensen.
Helikoptara-
samband
Framburðsflokkurin
hevur lagt uppskot fram
á ting um at áleggja
landsstýrinum at kanna
møguleikarnar fyri heli-
koptarasambandi til
Sandoynna og Suður-
oynna.
Kjartan Mohr sigur í
viðmerkingunum, at tað
hevði verið vert at kann-
a, um ein helikoptari til
10 ella 15 fólk hevði verið
hóskandi. Hann skuldi
eisini verið brúktur til
postflutning og til flúgv-
ing til útoyggjarnar.
Sjóvegis
ferðsla
Landsstýrið tykist at
vera meirá hugað fyri at
bøta um ferðsluna sjó-
vegis, bæði til Suður-
oynna og Klaksvíkina.
Tað er ikkí vist, um eitt
uppskot frá landsstýri-
num í hesum máli verður
viðgjørt í tinginum, áð-
renn løgtingsval verður í
heyst.
Landsstýrið biðjur
tingið um heimild at
gera sáttmálar og at
taka lán til bygging av
tveimum strandfara-
skipum. Annað skal
koma í staðin fyri Ternu-
na og hitt fyri Smyril.
Hetta seinna skipið skal
sigla Klaksvik-Tórs-
havn-Suðuroy.
Eisini biður landsstýr-
ið løgtingið taka undir
við, at útbyggingin av
strandferðsluni og farm-
aflutninginum uppi á
landi i árunum frá 1975
til -80 í høvuðsheitum
skal fylgja teimum til-
mælum, sum sivilverk-
frøðingurin Tummas Ar-
abo hevur sett fram í
einari frágreiðing.
í viðmerkingunum
sigur landsstýrið, at tað
er rættuliga stór óvissa,
um kostnaðarmetingar-
nar koma at halda.
Tummas Arabo sigur í
frágreiðingini, at tann
samlaða útbyggingin
kemur at kosta stívliga
50 milj. kr.
Tikið til
«eftirtektar»
Allir flokkar uttan tjóð-
veldisflokkurin tóku
undir við uppskotinum
frá landsstýrinum um
avmarkingar í fiskiskap-
inum í landnyrðings-
partinum av Atlants-
havinum, so sum sam-
tykt varð í NEAFC-
samgonguni.
Tj óðveldisflokkurin
gjørdi m.a. vart við, at
landsstýrið bert bað
tingið taka samtyktirnar
til eftirtektar, og at av-
gerðin tí longu var falhn
frammanundan.
Ein av hesum avmark-
ingum er í sildaveiðuni í
Norðsjónum.
Einmælt
samtykt
Løgtingið hevur einmælt
samtykt uppskotið frá
landsstýrinum um eina
handilsavtalu við felags-
marknaðin. Føroyar
skulu lækka innflutn-
ingsgjaldið á nøkrum
vørum, sum verða
keyptar úr EF, móti at
felagsmarknaðurin
lækkar tollin á fiskavør-
um.
Tj óð veld isflokkurin
helt tað kunna skiljast á
skjølunum í málinum, at
felagsmarknaðurin vil
samskipa føroyskan fis-
kimarkspolitikk við tann
politikk, sum EF rekur í
hesum máli. Flokkurin
setti tí fram uppskot
um, at løgtingið ynskti
ikki nakra sum helst
uppílegging frá EF í
føroysk viðurskifti,
hvørki í fiskimarksmáli-
num ella øðrum. Tingið
skuldi eftir uppskotinum
gera vart við, at áhuga-
mál Føroya verða best
umsitin og varðveitt av
føroyingum sjálvum.
Bert tjóðveldisflokkurin
atkvøddi fyri hesum
uppskoft, sum tí fall.
Ynskja 18 ára
valrætt
Lógamevndin hjá løg-
tinginum er samd um, at
fíggjarlógin verður løgd
ov tíðliga fram nú - tað
er á ólavsøku. Lands-
stýrið hevur skotið upp,
at fíggjarlógin í fram-
tíðini skal leggjast fram
15. desember, og hesum
tóku allir flokkar undir
við uttan tjóðveldisflokk
urin, sum vildi hava
dagin broyttan til 15.
január.
Samstundis setti tjóð-
veldisflokkurin uppskot
fram um at broyta val-
rættaraldurin til 18 ár.
Felags fyri bæði hesi mál
er, at bæði skulu sam-
tykkjast av tveimum
løgtingum, áðrenn tey
koma í gildi. T.v.s. at
um hesi uppskot verða
samtykt nú, má tað
tingið, sum situr eftir
valið, eisini samtykkja
tey.
V alrættaraldurin
verður 18 ár í 1978, um
tað verður samtykt í
tinginum nú. Annars
STUTT ÚR
TINGINUM
kann valrættaraldurin i
fyrstu syftu broytast til
løgtingsvalið í 1982.
Frímerki og
yvirtøka
Tingmenn talaðu mest
um yvirtøku av post-
verkinum, tá eitt upp-
skot frá tjóðveldisflokki-
num fekk fyrstu viðgerð,
um at fáa steðgað útgáv-
uni av frímerkjum við
føroyskum motivum, til
postverkið er yvirtikið.
Jógvan Durhuus úr
tjóðveldisflokkinum helt
frímerkini vera eitt aft-
urstig og mælti til, at út-
gávan av teimum bíðar í
hvussu so er, til nýtt
landsstýri er skipað í
heyst.
J. Fr. Øregaard úr
javnaðarflokkinum segði
at tað hevur týdning at
yvirtaka postverkið, og
hann harmaðist um, at
yvirtøkan ikki er framd.
Hákun Djurhuus úr
fólkaflokkinum vísti á,
at yvirtøka ger tað neyð-
ugt, at vit gerast limir í
Alheims Postfelagsskap-
inum, og at okkara nú-
verandi stjómarstøða
ger hetta torført.
Hilmar Kass úr sjálv-
stýrisflokkinum segði,
at frimerkini hava týd-
ning á sama hátt sum
flaggið, tí tey gera okk-
um kendar í útheiminum
Hann helt ikki, at frí-
merkj aspurningurin
hevur nakað við yvirtøk-
u av postverkinum at
gera.
Løgmaður segði, at
landsstýrið arbeiðir við
málinum, men at hetta
arbeiði verður ikki liðugt
fyri valið. Tað er ein
hópur av tekniskum
spurningum at greiða,
segði hann.
Tað kostar
5 milj.
I lógarnevndini tóku all-
ir flokkar undir við, at
prístalsviðgerðin av ar-
beiðsmannalønum verð-
ur broytt. Landsstýrið
hevur skotið upp, at
arbeiðsfólkið skal fáa
1,30 oyra í hækking fyri
hvørt prístalsstig í stað-
in fyri 1,15 oyra sum nú.
Tjóðveldisflokkurin
mælti til at hækka hetta
til 1,90 oyru, meðan hin-
ir flokkamir tóku undir
við landsstýrinum.
Føroya Arbeiðsgevar-
afelag hevur í einum
brævi sagt seg meta, at
uppskotið frá landsstýr-
inum kemur at kosta
arbeiðsgevarunum 5 milj
kr.