Tíðindablaðið

Útgáva

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Síða 5

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Síða 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Síða 5 # Uttanfyri tann nýggja molan í Vági, har tað skal fyllast út til grundstykki til flakavirkið Útfyllingin til nýtt flakavirki í Vági boðin út Jákup Joensen hevur tveir trolarar í gerð, sum koma næsta ár Fyrireikingar verða nú gjørdar tU at byggja nýtt og stórt flakavirki í Vági. Tað skal byggjast uttan fyri tann nýggja molan, har fylt verður út á sjógv 100 metrar fram við landi út áraka molarendan. Liðugt til várs Nøkur byggifeløg eru biðin um at bjóða uppá hetta arbeiði, sum skal vera liðugt 1. apríl komandi ár. í fyrstu syftu verður bert fylt út, so at grundstykkið tU flakavirkið skal vera tøkt, men seinni verður møguliga atløgubryggja gjørd suðureftir og eitt grótkast til verju móti landssynninginum. Tað nýggja flakavirki skal so fyri fyrst brúka tann molan, sum nú er. Tað er Vágs Kommuna, sum stendur fyri og rindar kostnaðin av at gera bygg- iøkið klárt. Dýrari á Tjørn Jákup Joensen í Lopra stendur aftan fyri ætlanina um at byggja eitt nýtt flakavirki, og hann hevði søkt kommununa um eitt øki við bryggjuna. Talan var fyrst um at brúka lendið, har tey gomlu hús- ini á Tjørn standa, men kanningar vístu, at tað hevði verið dýrari at gjørt hetta byggibúgvið enn at fylla út. 1. november í fjør keypti Jákup Joensen Suðurfisk frá landsstýrinum. Hann sigur, at Polarfrost, sum tað nú kallast, hevur borið seg síðani, men í løtuni er ringt at siga nakað um raksturin, av ti at tað gongst so illa at sleppa av við fiskin. Teir hava vørur á goymslu fyri hálva triðju tiltríggjar milj. kr. roknað eftir núverandi prísum. Tað mesta av hesum, 200 tons, er saltfiskur. Goymslurnar vánaligar - Hetta er ov stór goymsla til eitt so litið virki. Vit hava í seinastuni saltað alt tað, sum kann saltast, og bert heilt lítið er skorið til flak, sigur Jákup Joensen. Hann greiðir frá, at goymslumar á virkinum em ov vánaligar. Herfyri avskipaðu teir 40 tons av saltfiski. 10% var gulur fiskur, og tað er hann blivin av, at goymslumar ikki em nóg góðar. Hetta var ikki tann elsti fiskurin. Polarfrost skal bert nýt- ast til saltfiskaarbeiði, tá tað nýggja flakavirkið er bygt. í vetur verður farið undir at byggja uppí Pol- arfrost. Skal virka 8.000 tons Saman við einum donskum felag er Landsbyggifelagið farið undir at gera tekning- ámar til tað nýggja virkið. Tað skal vera í einari hædd, 3.427 m2. Longdin verður 97 og breiddin 31 metrar. Haraftrat verður ein frostgoymsla uppá 363 m2 og eitt ísvirki uppá 31 m2. Hetta er bert fyrsta byggistig. Virkið skal eftir ætlanini kunna taka ímóti 8.000 tonsum av rávøm um árið. Teir bátar, sum rógva frá Vági nú, veiða tilsamans eini 2.500 tons. Nakað av ráfiski kemur frá ídnaðarskipunum, sum í framtíðini eisini kunnu landa í Lopra. Restin, sigur Jákup Joensen, skal eftir ætlanini koma frá trimum nýggjum skipum. 2 trolarar, 1 línuskip Sjálvur hevur Jákup Joen- sen tveir trolarar í gerð í Norra. Teir koma til Før- oya í juli og oktobur næsta ár. Trolaramir em heldur størri enn Mýlingur og hava nakað sterkari mask- inu. Roknað verður við, at teir kunnu veiða 2.000 tons hvør. Hesir trolaramir kosta 12 milj. kr. hvør. Dánjal Jákup Thomsen og aðrir hava eitt línuskip í gerð, sum skal hoyra heim- a í Vági. Væntandi kunnu 1.000 tons fáast frá hesum skipi. - Alt hetta samanlagt skuldi kunnað givið tey 8.000 tonsini, sigur Jákup Joensen. Helikoptara- samband Framburðsflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um at áleggja landsstýrinum at kanna møguleikarnar fyri heli- koptarasambandi til Sandoynna og Suður- oynna. Kjartan Mohr sigur í viðmerkingunum, at tað hevði verið vert at kann- a, um ein helikoptari til 10 ella 15 fólk hevði verið hóskandi. Hann skuldi eisini verið brúktur til postflutning og til flúgv- ing til útoyggjarnar. Sjóvegis ferðsla Landsstýrið tykist at vera meirá hugað fyri at bøta um ferðsluna sjó- vegis, bæði til Suður- oynna og Klaksvíkina. Tað er ikkí vist, um eitt uppskot frá landsstýri- num í hesum máli verður viðgjørt í tinginum, áð- renn løgtingsval verður í heyst. Landsstýrið biðjur tingið um heimild at gera sáttmálar og at taka lán til bygging av tveimum strandfara- skipum. Annað skal koma í staðin fyri Ternu- na og hitt fyri Smyril. Hetta seinna skipið skal sigla Klaksvik-Tórs- havn-Suðuroy. Eisini biður landsstýr- ið løgtingið taka undir við, at útbyggingin av strandferðsluni og farm- aflutninginum uppi á landi i árunum frá 1975 til -80 í høvuðsheitum skal fylgja teimum til- mælum, sum sivilverk- frøðingurin Tummas Ar- abo hevur sett fram í einari frágreiðing. í viðmerkingunum sigur landsstýrið, at tað er rættuliga stór óvissa, um kostnaðarmetingar- nar koma at halda. Tummas Arabo sigur í frágreiðingini, at tann samlaða útbyggingin kemur at kosta stívliga 50 milj. kr. Tikið til «eftirtektar» Allir flokkar uttan tjóð- veldisflokkurin tóku undir við uppskotinum frá landsstýrinum um avmarkingar í fiskiskap- inum í landnyrðings- partinum av Atlants- havinum, so sum sam- tykt varð í NEAFC- samgonguni. Tj óðveldisflokkurin gjørdi m.a. vart við, at landsstýrið bert bað tingið taka samtyktirnar til eftirtektar, og at av- gerðin tí longu var falhn frammanundan. Ein av hesum avmark- ingum er í sildaveiðuni í Norðsjónum. Einmælt samtykt Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið frá landsstýrinum um eina handilsavtalu við felags- marknaðin. Føroyar skulu lækka innflutn- ingsgjaldið á nøkrum vørum, sum verða keyptar úr EF, móti at felagsmarknaðurin lækkar tollin á fiskavør- um. Tj óð veld isflokkurin helt tað kunna skiljast á skjølunum í málinum, at felagsmarknaðurin vil samskipa føroyskan fis- kimarkspolitikk við tann politikk, sum EF rekur í hesum máli. Flokkurin setti tí fram uppskot um, at løgtingið ynskti ikki nakra sum helst uppílegging frá EF í føroysk viðurskifti, hvørki í fiskimarksmáli- num ella øðrum. Tingið skuldi eftir uppskotinum gera vart við, at áhuga- mál Føroya verða best umsitin og varðveitt av føroyingum sjálvum. Bert tjóðveldisflokkurin atkvøddi fyri hesum uppskoft, sum tí fall. Ynskja 18 ára valrætt Lógamevndin hjá løg- tinginum er samd um, at fíggjarlógin verður løgd ov tíðliga fram nú - tað er á ólavsøku. Lands- stýrið hevur skotið upp, at fíggjarlógin í fram- tíðini skal leggjast fram 15. desember, og hesum tóku allir flokkar undir við uttan tjóðveldisflokk urin, sum vildi hava dagin broyttan til 15. január. Samstundis setti tjóð- veldisflokkurin uppskot fram um at broyta val- rættaraldurin til 18 ár. Felags fyri bæði hesi mál er, at bæði skulu sam- tykkjast av tveimum løgtingum, áðrenn tey koma í gildi. T.v.s. at um hesi uppskot verða samtykt nú, má tað tingið, sum situr eftir valið, eisini samtykkja tey. V alrættaraldurin verður 18 ár í 1978, um tað verður samtykt í tinginum nú. Annars STUTT ÚR TINGINUM kann valrættaraldurin i fyrstu syftu broytast til løgtingsvalið í 1982. Frímerki og yvirtøka Tingmenn talaðu mest um yvirtøku av post- verkinum, tá eitt upp- skot frá tjóðveldisflokki- num fekk fyrstu viðgerð, um at fáa steðgað útgáv- uni av frímerkjum við føroyskum motivum, til postverkið er yvirtikið. Jógvan Durhuus úr tjóðveldisflokkinum helt frímerkini vera eitt aft- urstig og mælti til, at út- gávan av teimum bíðar í hvussu so er, til nýtt landsstýri er skipað í heyst. J. Fr. Øregaard úr javnaðarflokkinum segði at tað hevur týdning at yvirtaka postverkið, og hann harmaðist um, at yvirtøkan ikki er framd. Hákun Djurhuus úr fólkaflokkinum vísti á, at yvirtøka ger tað neyð- ugt, at vit gerast limir í Alheims Postfelagsskap- inum, og at okkara nú- verandi stjómarstøða ger hetta torført. Hilmar Kass úr sjálv- stýrisflokkinum segði, at frimerkini hava týd- ning á sama hátt sum flaggið, tí tey gera okk- um kendar í útheiminum Hann helt ikki, at frí- merkj aspurningurin hevur nakað við yvirtøk- u av postverkinum at gera. Løgmaður segði, at landsstýrið arbeiðir við málinum, men at hetta arbeiði verður ikki liðugt fyri valið. Tað er ein hópur av tekniskum spurningum at greiða, segði hann. Tað kostar 5 milj. I lógarnevndini tóku all- ir flokkar undir við, at prístalsviðgerðin av ar- beiðsmannalønum verð- ur broytt. Landsstýrið hevur skotið upp, at arbeiðsfólkið skal fáa 1,30 oyra í hækking fyri hvørt prístalsstig í stað- in fyri 1,15 oyra sum nú. Tjóðveldisflokkurin mælti til at hækka hetta til 1,90 oyru, meðan hin- ir flokkamir tóku undir við landsstýrinum. Føroya Arbeiðsgevar- afelag hevur í einum brævi sagt seg meta, at uppskotið frá landsstýr- inum kemur at kosta arbeiðsgevarunum 5 milj kr.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.