Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 7
• TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974
Síða 7
Núverandi lági
rentuskattur
er órættvísur
Skattapolitikkur er sum heild
ikki væl egnaður til at ávirka vinnuna,
sigur skattanevnd
í tí drúgvu frágreiðingini
um skattaviðurskifti, sum
skattanevndin hjá lands-
stýrinum hevur lagt fram,
er eisini ein meting av,
hvørja ávirkan skatturin
hevur og kann hava á
vinnulívið.
Nevndin vísir á, at hóast
framgongdina tey seinastu
árini, er tjóðarúrtøkan pr.
fólk ikki so stór her sum í
grannalondunum. í 1971
var tjóðarúrtøkan pr. fólk í
Føroyum 18.200 kr. í
Danmark var tjóðarúrtøk-
an 42 % hægri pr. fólk.
Vit mugu tí virka ímóti
einum vinnuligum fram-
burði, ið kann javna inn-
tøkumunin millum Føroy-
ar og grannalondini. Vinn-
ulívið má gerast fjølbroytt
og umfata alt landið.
Spurningurin er so, um
skatturin kann ávirka
hetta.
Tapsvandin
Fólk óttast fyri at missa
pening, um tey seta hann í
fyritøkur, og hetta minkar
um hugin at nýta pening í
vinnulívinum. Nevndin
sigur, at bøtt kundi verið
um hetta við at givið fólki
størri møguleikar at drigið
tapið frá á sjálvuppgávun-
i.
Tað almenna kundi eis-
ini eggjað fólki til at seta
pening í partafeløg við at
skatta vinningsbýtið milt,
og við at loyvt teimum at
drigið tap frá, ið stendst
av, at partabrøvini fella í
virði, tá tey verða seld.
Eitt annað, sum kundi
stimbrað hugin at sett
pening i partafeløg, var at
loyvt fólki at drigið tað frá
í skatti, sum partabrøvini
kosta. Men hetta kundi
eisini havt ringar avleið-
ingar, sigur nevndin.
Uppsparing
Kann skattalógin elva
fólki til at spara? Nevndin
vísir á, at royndir av
ymiskum slag hava verið
gjørdar, m.a. soleiðis, at
Nú ræður um
SKATTIN
fólk kundu seta pening
skattafritt inn i 5 ár og so
fáa hann útaftur, antin
skattafrían ella litið skatt-
aðan. Líknandi skipanir
hava verið gjørdar fyri
børn ella ung, sum hava
spart upp til eini hús, ella
spart hevur verið upp til at
stovna eitt virki fyri.
Men allar hesar skipanir
hava gjørt skattingina ó-
rættvísari. Tað hevur eis-
ini verið ringt at havt eft-
irlit við teimum, m.a. við
at ansa eftir, at fólk ikki
tóku lán, sum tey so settu
inn sum skattafrían pen-
ing.
Frádráttur
av rentum
Nevndin heldur ikki, at
tann skipan, vit hava í
løtuni, er góð, har tað er
loyvt at draga allar rentur
frá á sjálvuppgávuni.
Hetta kann vera rímuligt,
tá tað eru vinnulívsfyri-
tøkur, ið draga rentuna
frá, men tað er minni
rímuligt, at allir privat-
persónar sleppa at gera tað
sama.
Prísvøksturin tey sein-
astu árini hevur gjørt, at
tað loysir seg at skylda
pengar. Tey, sum eiga
nógv og hava góða inn-
tøku, hava lætt við at fáa
stór lán bæði til eitt og
annað, og renturnar av
hesum kunnu tey so draga
frá - einari góðari inntøku.
Hetta heldur nevndin
ikki vera rímuligt, men
hon vísir samstundís á, at
fólk eiga at sleppa at draga
renturnar frá, t.d. tá tey
taka lán til húsabygging.
Rentuskattur
Peningur, sum fólk og
fyritøkur hava standandi i
føroyskum peningastovn-
um, verður lítið skattaður.
Her er kelduskattur gald-
andi, og hann er eitt hálvt
prosent av tí, sum stendur
inni.
Skattanevndin hevur ein
hóp av viðmerkingum til
henda skatt og kemur til
tað úrslit, at hesin ógvu-
liga lági rentuskatturin er
órættvísur. Hann gagnar
heldur ikki vinnulívinum
so nógv, at tað sama ikki
kann røkkast við einum
betri skattasiði.
Nevndin heldur, at rent-
urnar áttu at verið skatt-
aðar mestsum allar aðrar
inntøkur. Tó skuldu und-
antøk verið í vissum før-
um.
Heildar-
úrslit
í hesi grein eru bert nevnd
nøkur brot burtur úr tí,
sum skattanevndin skrivar
um spurningin, hvønn bú-
skaparligan týdning skatt-
urin hevur í samfelagnum.
Nevnast kann, at í hesum
parti av frágreiðingini
verður eisini skrivað um
avskrivingar, um skattin
og ídnaðin og um skattin
og ynskið um, at fram-
burðurin skal vera flestum
føroyingum til gagns.
íeinum samandrátti um
hesar spurningar verður
sagt, at fyri at gagna
vinnulívinum og framburð
inum mest møguligt, má
skattaskipanin tó ikki av-
bronglast og verða órætt-
vís. Hetta setir eitt mark
fyri, hvussu dúgliga skatt-
aamboðini eiga at verða
brúkt. Ofta er betri skil í at
brúka útreiðslusiðuna á
figgjarlógini heldur enn
inntøkusíðuna til vinnu-
politiskt endamál, sigur
skattanevndin.
TÍÐINDI
ÚR
EYSTUROY
Nýggi tilbygningurin til eggvirkið
Líður væl við útbyggingini
av eggvirkinum i Rytuvík
Á Føroya Eggvirki í
Rytuvík hava teir tikið
ein part av tí nýggja
bygninginum í brúk.
Hesin bygningurin er 25
x 65 metrar og er í
tveimum hæddum. Har
eru fyribils 7.500 hønur,
sum komu seinast við
Kongshavn. Nú verður
gjørt klárt til at fáa fleiri
hønur aftrat, men búrini
eru ikki liðug enn. Ætl-
anin er, at tað skulu vera
25.000 hønur í tí nýggja
bygninginum. Tann
gamli bygningurin er 18
x 70 metrar; har eru
15.000 hønur.
Eggvirkið hevur
keypt Kongshavn. Teir
hava fyrr leigað skipið,
sum hevur verið niðri
eftir hønum og høsna-
fóðri.
Tær seinastu hønur-
nar, sum komu, eru ikki
allar farnar at verpa enn.
Á eggvirkinum fáa teir
eini 10.000 egg um dag-
in. Teir plaga at pakka
tvær ferðir um vikuna,
men nú verður neyðugý
at pakka annanhvønn
dag. Eggini verða skild
eftir stødd í eini maskin-
u. Enn hava teir bert
eina maskinu til hetta
endamál , men skulu
hava eina aftrat. Hesar
maskinurnar skulu
standa í tí nýggja bygn-
inginum.
Tá hønurnar hava
vorpið, rulla eggini út á
eitt flutningsband, sum
so flytir tey víðari.
í tí gamla bygningi-
num hava hønurnar
staðið í smáum búrum,
tríggjar í hvørjum, men
ein broyting, sum er
gjørd í innrættingini av
ti nýggja er, at búrini. nú
eru nógv størri, so tað
eru umleið 500 hønur í
hvørjum.
Á eggvirkinum verða
brúkt eini 2 tons av
fóðuri um dagin.