Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Page 7

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Page 7
• TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Síða 7 Núverandi lági rentuskattur er órættvísur Skattapolitikkur er sum heild ikki væl egnaður til at ávirka vinnuna, sigur skattanevnd í tí drúgvu frágreiðingini um skattaviðurskifti, sum skattanevndin hjá lands- stýrinum hevur lagt fram, er eisini ein meting av, hvørja ávirkan skatturin hevur og kann hava á vinnulívið. Nevndin vísir á, at hóast framgongdina tey seinastu árini, er tjóðarúrtøkan pr. fólk ikki so stór her sum í grannalondunum. í 1971 var tjóðarúrtøkan pr. fólk í Føroyum 18.200 kr. í Danmark var tjóðarúrtøk- an 42 % hægri pr. fólk. Vit mugu tí virka ímóti einum vinnuligum fram- burði, ið kann javna inn- tøkumunin millum Føroy- ar og grannalondini. Vinn- ulívið má gerast fjølbroytt og umfata alt landið. Spurningurin er so, um skatturin kann ávirka hetta. Tapsvandin Fólk óttast fyri at missa pening, um tey seta hann í fyritøkur, og hetta minkar um hugin at nýta pening í vinnulívinum. Nevndin sigur, at bøtt kundi verið um hetta við at givið fólki størri møguleikar at drigið tapið frá á sjálvuppgávun- i. Tað almenna kundi eis- ini eggjað fólki til at seta pening í partafeløg við at skatta vinningsbýtið milt, og við at loyvt teimum at drigið tap frá, ið stendst av, at partabrøvini fella í virði, tá tey verða seld. Eitt annað, sum kundi stimbrað hugin at sett pening i partafeløg, var at loyvt fólki at drigið tað frá í skatti, sum partabrøvini kosta. Men hetta kundi eisini havt ringar avleið- ingar, sigur nevndin. Uppsparing Kann skattalógin elva fólki til at spara? Nevndin vísir á, at royndir av ymiskum slag hava verið gjørdar, m.a. soleiðis, at Nú ræður um SKATTIN fólk kundu seta pening skattafritt inn i 5 ár og so fáa hann útaftur, antin skattafrían ella litið skatt- aðan. Líknandi skipanir hava verið gjørdar fyri børn ella ung, sum hava spart upp til eini hús, ella spart hevur verið upp til at stovna eitt virki fyri. Men allar hesar skipanir hava gjørt skattingina ó- rættvísari. Tað hevur eis- ini verið ringt at havt eft- irlit við teimum, m.a. við at ansa eftir, at fólk ikki tóku lán, sum tey so settu inn sum skattafrían pen- ing. Frádráttur av rentum Nevndin heldur ikki, at tann skipan, vit hava í løtuni, er góð, har tað er loyvt at draga allar rentur frá á sjálvuppgávuni. Hetta kann vera rímuligt, tá tað eru vinnulívsfyri- tøkur, ið draga rentuna frá, men tað er minni rímuligt, at allir privat- persónar sleppa at gera tað sama. Prísvøksturin tey sein- astu árini hevur gjørt, at tað loysir seg at skylda pengar. Tey, sum eiga nógv og hava góða inn- tøku, hava lætt við at fáa stór lán bæði til eitt og annað, og renturnar av hesum kunnu tey so draga frá - einari góðari inntøku. Hetta heldur nevndin ikki vera rímuligt, men hon vísir samstundís á, at fólk eiga at sleppa at draga renturnar frá, t.d. tá tey taka lán til húsabygging. Rentuskattur Peningur, sum fólk og fyritøkur hava standandi i føroyskum peningastovn- um, verður lítið skattaður. Her er kelduskattur gald- andi, og hann er eitt hálvt prosent av tí, sum stendur inni. Skattanevndin hevur ein hóp av viðmerkingum til henda skatt og kemur til tað úrslit, at hesin ógvu- liga lági rentuskatturin er órættvísur. Hann gagnar heldur ikki vinnulívinum so nógv, at tað sama ikki kann røkkast við einum betri skattasiði. Nevndin heldur, at rent- urnar áttu at verið skatt- aðar mestsum allar aðrar inntøkur. Tó skuldu und- antøk verið í vissum før- um. Heildar- úrslit í hesi grein eru bert nevnd nøkur brot burtur úr tí, sum skattanevndin skrivar um spurningin, hvønn bú- skaparligan týdning skatt- urin hevur í samfelagnum. Nevnast kann, at í hesum parti av frágreiðingini verður eisini skrivað um avskrivingar, um skattin og ídnaðin og um skattin og ynskið um, at fram- burðurin skal vera flestum føroyingum til gagns. íeinum samandrátti um hesar spurningar verður sagt, at fyri at gagna vinnulívinum og framburð inum mest møguligt, má skattaskipanin tó ikki av- bronglast og verða órætt- vís. Hetta setir eitt mark fyri, hvussu dúgliga skatt- aamboðini eiga at verða brúkt. Ofta er betri skil í at brúka útreiðslusiðuna á figgjarlógini heldur enn inntøkusíðuna til vinnu- politiskt endamál, sigur skattanevndin. TÍÐINDI ÚR EYSTUROY Nýggi tilbygningurin til eggvirkið Líður væl við útbyggingini av eggvirkinum i Rytuvík Á Føroya Eggvirki í Rytuvík hava teir tikið ein part av tí nýggja bygninginum í brúk. Hesin bygningurin er 25 x 65 metrar og er í tveimum hæddum. Har eru fyribils 7.500 hønur, sum komu seinast við Kongshavn. Nú verður gjørt klárt til at fáa fleiri hønur aftrat, men búrini eru ikki liðug enn. Ætl- anin er, at tað skulu vera 25.000 hønur í tí nýggja bygninginum. Tann gamli bygningurin er 18 x 70 metrar; har eru 15.000 hønur. Eggvirkið hevur keypt Kongshavn. Teir hava fyrr leigað skipið, sum hevur verið niðri eftir hønum og høsna- fóðri. Tær seinastu hønur- nar, sum komu, eru ikki allar farnar at verpa enn. Á eggvirkinum fáa teir eini 10.000 egg um dag- in. Teir plaga at pakka tvær ferðir um vikuna, men nú verður neyðugý at pakka annanhvønn dag. Eggini verða skild eftir stødd í eini maskin- u. Enn hava teir bert eina maskinu til hetta endamál , men skulu hava eina aftrat. Hesar maskinurnar skulu standa í tí nýggja bygn- inginum. Tá hønurnar hava vorpið, rulla eggini út á eitt flutningsband, sum so flytir tey víðari. í tí gamla bygningi- num hava hønurnar staðið í smáum búrum, tríggjar í hvørjum, men ein broyting, sum er gjørd í innrættingini av ti nýggja er, at búrini. nú eru nógv størri, so tað eru umleið 500 hønur í hvørjum. Á eggvirkinum verða brúkt eini 2 tons av fóðuri um dagin.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.