Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 8

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 8
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 m 5T SPYRJIÐ LÆKNAN Marner Simonsen, yvir- lækni, svarar Merkir á mjødnini Undirritaði ætlar her- við at spyrja læknan gjøgnum Tíðindablaðið um hetta: Fyri nøkrum mánað- um síðani var eg varur við eitt merki á mjødn- ini. Tað var gult og grønt við reyðum strip- um í. Næstan samtíðis fekk eg eitt sár á limin undir forhúðini. Sárið behandlaði eg við zink- strøpulvur, sum skjótt lekti tað. Merkið á mjødnini forsvann eis- ini eftir nøkrum vikum. Liknandi tilfelli hava seinni fleiri ferðir tikið seg uppaftur við jøvn- um millumbilum. Nú spyrji eg læknan, antin hettar kann hava nakað við kynssjúkdóm at gera, sum man even- 'tuelt ikki er lektur av. A.D. Tað er heilt vist, at tá tygum hava havt eitt sár á liminum og hava útslett á húðini, so er fyrsti illgruni, at tygum kunnu hava onkra kynssjúku og eiga at fáa hetta kannað skjót- ast gjørligt. MS Hovnir eggja- stokkar Eg eigi eitt bam, sum er 3 ár, og síðan tá havi eg brúkt p-pillarar, sum læknin anbefallaði; eg havi verið hjá mínum lækna, sum segði at eggjastokkamir vóru hovnir. Eg fekk einki annað at vita. Nú ætli eg at halda uppat við p-pillarunum. Eg merki altíð eitt ella annað í undirlivinum. Skal eg blíva undirsøkt fyrst, um so er at eg blívi gravid aftur? Ein kona Tað er ógvuliga vanligt at p-pillarar verða nýtt- ir, tá eggrøturnar eru hovnar og geva pínu, og hjálpir tað vanliga væl. Tá tygum halda uppat at taka p-pillar- ar, mugu tygum rokna við, at tað er eitt sindur trupult at verða við barn aftur beint aftaná. Tað kann ganga upp í eitt ár, áðrenn tað eydnast. Kanning eigur at fara fram, um tygum hava trupulleikar ella tygum kenna tygum nakað. MS Følir seg móða Eg eri 55 ára gomul. Tað eru nógv ár síðani eg byrjaði at føla meg troytta um dagin og hvíli ikki út um náttina, men føli meg troyttari um morgunin, tá eg vakni, enn tá eg fór i song um kvøldið. Eru nøkur ráð fyri slíkum? Eg taki ABCDin hvønn morgun og gangi langar túrar hvønn dag. Troytt 1 tygara 'aldri vil eg skjóta upp, at tygum umframt at taka ABCD in eisini taka jarn- tablettir. Møguliga skuldu tygum eisini tik- ið hormontablettir, men hetta seinasta má vera eftir læknaráðum, og tí mugu tygum sjálvandi til lækna fyrst. Við hor- montablettum verður hugsað um at geva tyg- um hormonið, sum eit- ur østrogen. MS Ropar illa Eg eri 44 ára gomul og ógift. Eg havi ofta bróstsviða og ropi illa. Eg kann ikki nevna nakað ávíst, sum eg fái ilt av, men tað rumblar og skramblar í búkinum helst um náttina, og áð- renn eg havi etið nakað um morgunin. Um dag- in føli eg einki í búki- num og havi góðan opning hvønn dag. Er tað nakað at vera bang- in fyri? Gomul genta Hetta er helst onki at vera bangin fyri. Um tygum fara upp um náttina og fáa tygum ein mjólksopa ella okk- urt annað ábit, so vil tað helst hjálpa. Men um tað ikki hjálpir, so eigur magin at verða kannaður. MS, Hestmenn eru heima í ár og rógva út - Ongatíð fyrr er so nógvur fiskur komin upp á land sum i ár, sigur bygdaráðs- formaðurin í Hesti, Jóhan Niclasen. - Tann stóri toskurin verður saltaður í bygdini, og um heystið og veturin verður hongt upp at ræsa. Fiskiskapurin hevur verið so góður higar- til í ár, at alt bygdafólkið hevur havt úr at gera, og fyri fyrstu ferð í nógv ár er ongin maður til skips. 4-5 bátar í bygdini er ein deksbátur, sum Ebbe Rasmussen og Óli Joensen eiga. Tað er ein norskur glasfipurbát- ur. í seinastuni hava teir roynt við gømum. Tað hevur ikki givið so góða veiðu, meðan tað er stómr fiskur, teir hava fingið. Hinir bátamir, sum rógva út - 3 og viðhvørt 4 - em opnir bátar, og teir royna allir við snellu. Teir royna á Grynnuni, í Sandshavinum, og eina- ferð í summar róðu teir vestur á Nýpubakka, men tað er langur róður og gerst bara í besta veðri. Hylurin 1 Hesti hava teir ein báta- hyl, har bátarnir liggja væl um summarið og ofta kunnu liggja um veturin. Fyrsti partur av arbeiði- num varð gjørdur undir krígnum, og í 1962 var hyl- urin liðugur. Fyri tveimum ámm síðani gjørdu teir eina atløgubryggju norðan fyri hylin. f bygdini em 4 tíggju- mannafør, og ein flóti- vognur er til hvønn bát. Pláss er fyri fleiri bátum á tí slættaða økinum, har bátarnir altíð standa út. Umleið 70 fólk em í bygdini, og fólkatalið minkar ikki, sigur Jóhan Niclasen. Svimjihøll Tann seinasta ætlanin hjá bygdarráðnum í Hesti er at byggja eina svimjihøll. Endalig avgerð um hetta varð tikin næstseinasta føstulávint, tá tveir drein- gir mundu druknað. Teir vóru farnir við einum báti út eftir einum reka. Tá teir løgdu at aftur, holvdist báturin, og tað var um reppið, at teir ikki drukn- aðu. Hestbygd hevur fleiri ferðir verið rakt av van- lukkum á sjónum, og talað hevur verið um at fáa ein svimjihyl, so menn skuldu vera betur fyri, tá okkurt barst á, men ongantíð er nakað komið burturúr. Teir hava havt eydnu- hjól og selt lutaseðlar til frama fyri høllina, og inn em komnar 100.000 kr. bmtto. Kostnaðurin av høllini verður mettur til 410J)00 kr. Svimjihylurin skal vera 15 ferðir 6,50 metrar, og dýpið verður 1,45 metrar. Hann verður keyptur úr Týsklandi. Jóhan Niclasen, virksamur bygdarráðsformaður Krevja at fáa sakina útsetta Nakrir av monnunum, sum em ákærdir í sam- band við Watergate-málið, royna at fáa sakarmálið út- sett. Eftir ætlanini skuldi sakarmálið byrjað 9. sept( ember. Nixon er stevndur inn sum vitni i sakarmáli- num, har seks fyrrverandi hjálparmenn hjá honum koma fyri rættin. John Sirica dómari hev- ur sýtt fyri at útseta sak- armálið, men Watergate- granskarin, Leon Jaworsk- i, hevur sagt, at hann kann taka undir við at tað verður nakað útsett, t.d. einar fjúrtan dagar. Ein av grundunum til, at teir ákærdu vilja hava sakarmálið útsett er tann, at John Ehrlichman hevur ikki kunnað fingið hendur á teimum persónligu papp- írunum hjá sær, sum framvegis em í Hvítu Hús- unum. Gerald Ford forseti hevur ikki vilja givið hon- um loyvi at koma eftir pappímnum enn, tí teir hava so nógv um at vera í Hvítu Húsunum i løtuni. Møguliga fer -Ehrlichman til rættin fyri at fáa hendur á pappiranum beinanveg- in. Teir ákærdu sig, at teir vilja hava betri tíð at fyrireika sakirnar, og teir siga, at tað hevur ikki gagnað teirra sak, at Nix- on er fráfarin. Eisini av hesi grand halda teir, at tað er rættari at bíða við sakarmálinum, til eitt sindur er fráliðið frá forset- askiftinum, siga teir. ringum hýri setti David seg við kom upp gjøgnum skorsteinin. at vera. Hann sá, at slottið vegkantin. Tað var farið at Kanska hann kundi fáa ein bita ongantíð var vorðið liðugt, og skýma, og vónbrotin sat hann at eta frá tí so hataða Ebenezer flogmýsnar flugu inn og út, sum og stardi ímóti tí óhugnaliga Balfour. tær vildu. slottinum, sum ongin tóktist at Varisliga fór hann nærri. Ikki Hann hoyrdi, at onkur skav- hava nakað gott at siga um. eitt kis hoyrdist, ongin hundur aðist innanfyri við grýtum, og Eitt ljós varð kveikt í einum goyði. Tess nærri hann kom, hann menti seg upp og bankaði á vindeyga, og hann sá, at roykur tess skirvisligari tóktist slottið høvuðsdyrnar.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.