Tíðindablaðið - 23.08.1974, Síða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974
m 5T
SPYRJIÐ
LÆKNAN
Marner Simonsen, yvir-
lækni, svarar
Merkir á
mjødnini
Undirritaði ætlar her-
við at spyrja læknan
gjøgnum Tíðindablaðið
um hetta:
Fyri nøkrum mánað-
um síðani var eg varur
við eitt merki á mjødn-
ini. Tað var gult og
grønt við reyðum strip-
um í. Næstan samtíðis
fekk eg eitt sár á limin
undir forhúðini. Sárið
behandlaði eg við zink-
strøpulvur, sum skjótt
lekti tað. Merkið á
mjødnini forsvann eis-
ini eftir nøkrum vikum.
Liknandi tilfelli hava
seinni fleiri ferðir tikið
seg uppaftur við jøvn-
um millumbilum.
Nú spyrji eg læknan,
antin hettar kann hava
nakað við kynssjúkdóm
at gera, sum man even-
'tuelt ikki er lektur av.
A.D.
Tað er heilt vist, at tá
tygum hava havt eitt
sár á liminum og hava
útslett á húðini, so er
fyrsti illgruni, at tygum
kunnu hava onkra
kynssjúku og eiga at
fáa hetta kannað skjót-
ast gjørligt.
MS
Hovnir eggja-
stokkar
Eg eigi eitt bam, sum
er 3 ár, og síðan tá havi
eg brúkt p-pillarar, sum
læknin anbefallaði; eg
havi verið hjá mínum
lækna, sum segði at
eggjastokkamir vóru
hovnir. Eg fekk einki
annað at vita.
Nú ætli eg at halda
uppat við p-pillarunum.
Eg merki altíð eitt ella
annað í undirlivinum.
Skal eg blíva undirsøkt
fyrst, um so er at eg
blívi gravid aftur?
Ein kona
Tað er ógvuliga vanligt
at p-pillarar verða nýtt-
ir, tá eggrøturnar eru
hovnar og geva pínu,
og hjálpir tað vanliga
væl. Tá tygum halda
uppat at taka p-pillar-
ar, mugu tygum rokna
við, at tað er eitt sindur
trupult at verða við
barn aftur beint aftaná.
Tað kann ganga upp í
eitt ár, áðrenn tað
eydnast. Kanning eigur
at fara fram, um tygum
hava trupulleikar ella
tygum kenna tygum
nakað.
MS
Følir seg
móða
Eg eri 55 ára gomul.
Tað eru nógv ár síðani
eg byrjaði at føla meg
troytta um dagin og
hvíli ikki út um náttina,
men føli meg troyttari
um morgunin, tá eg
vakni, enn tá eg fór i
song um kvøldið. Eru
nøkur ráð fyri slíkum?
Eg taki ABCDin
hvønn morgun og gangi
langar túrar hvønn dag.
Troytt
1 tygara 'aldri vil eg
skjóta upp, at tygum
umframt at taka ABCD
in eisini taka jarn-
tablettir. Møguliga
skuldu tygum eisini tik-
ið hormontablettir, men
hetta seinasta má vera
eftir læknaráðum, og tí
mugu tygum sjálvandi
til lækna fyrst. Við hor-
montablettum verður
hugsað um at geva tyg-
um hormonið, sum eit-
ur østrogen.
MS
Ropar illa
Eg eri 44 ára gomul og
ógift. Eg havi ofta
bróstsviða og ropi illa.
Eg kann ikki nevna
nakað ávíst, sum eg fái
ilt av, men tað rumblar
og skramblar í búkinum
helst um náttina, og áð-
renn eg havi etið nakað
um morgunin. Um dag-
in føli eg einki í búki-
num og havi góðan
opning hvønn dag. Er
tað nakað at vera bang-
in fyri?
Gomul genta
Hetta er helst onki at
vera bangin fyri. Um
tygum fara upp um
náttina og fáa tygum
ein mjólksopa ella okk-
urt annað ábit, so vil
tað helst hjálpa. Men
um tað ikki hjálpir, so
eigur magin at verða
kannaður.
MS,
Hestmenn eru
heima í ár
og rógva út
- Ongatíð fyrr er so nógvur
fiskur komin upp á land
sum i ár, sigur bygdaráðs-
formaðurin í Hesti, Jóhan
Niclasen. - Tann stóri
toskurin verður saltaður í
bygdini, og um heystið og
veturin verður hongt upp
at ræsa. Fiskiskapurin
hevur verið so góður higar-
til í ár, at alt bygdafólkið
hevur havt úr at gera, og
fyri fyrstu ferð í nógv ár er
ongin maður til skips.
4-5 bátar
í bygdini er ein deksbátur,
sum Ebbe Rasmussen og
Óli Joensen eiga. Tað er
ein norskur glasfipurbát-
ur. í seinastuni hava teir
roynt við gømum. Tað
hevur ikki givið so góða
veiðu, meðan tað er stómr
fiskur, teir hava fingið.
Hinir bátamir, sum
rógva út - 3 og viðhvørt 4 -
em opnir bátar, og teir
royna allir við snellu. Teir
royna á Grynnuni, í
Sandshavinum, og eina-
ferð í summar róðu teir
vestur á Nýpubakka, men
tað er langur róður og
gerst bara í besta veðri.
Hylurin
1 Hesti hava teir ein báta-
hyl, har bátarnir liggja
væl um summarið og ofta
kunnu liggja um veturin.
Fyrsti partur av arbeiði-
num varð gjørdur undir
krígnum, og í 1962 var hyl-
urin liðugur. Fyri tveimum
ámm síðani gjørdu teir
eina atløgubryggju norðan
fyri hylin.
f bygdini em 4 tíggju-
mannafør, og ein flóti-
vognur er til hvønn bát.
Pláss er fyri fleiri bátum á
tí slættaða økinum, har
bátarnir altíð standa út.
Umleið 70 fólk em í
bygdini, og fólkatalið
minkar ikki, sigur Jóhan
Niclasen.
Svimjihøll
Tann seinasta ætlanin hjá
bygdarráðnum í Hesti er
at byggja eina svimjihøll.
Endalig avgerð um hetta
varð tikin næstseinasta
føstulávint, tá tveir drein-
gir mundu druknað. Teir
vóru farnir við einum báti
út eftir einum reka. Tá teir
løgdu at aftur, holvdist
báturin, og tað var um
reppið, at teir ikki drukn-
aðu. Hestbygd hevur fleiri
ferðir verið rakt av van-
lukkum á sjónum, og talað
hevur verið um at fáa ein
svimjihyl, so menn skuldu
vera betur fyri, tá okkurt
barst á, men ongantíð er
nakað komið burturúr.
Teir hava havt eydnu-
hjól og selt lutaseðlar til
frama fyri høllina, og inn
em komnar 100.000 kr.
bmtto. Kostnaðurin av
høllini verður mettur til
410J)00 kr. Svimjihylurin
skal vera 15 ferðir 6,50
metrar, og dýpið verður
1,45 metrar. Hann verður
keyptur úr Týsklandi.
Jóhan Niclasen, virksamur bygdarráðsformaður
Krevja at fáa
sakina útsetta
Nakrir av monnunum,
sum em ákærdir í sam-
band við Watergate-málið,
royna at fáa sakarmálið út-
sett. Eftir ætlanini skuldi
sakarmálið byrjað 9. sept(
ember. Nixon er stevndur
inn sum vitni i sakarmáli-
num, har seks fyrrverandi
hjálparmenn hjá honum
koma fyri rættin.
John Sirica dómari hev-
ur sýtt fyri at útseta sak-
armálið, men Watergate-
granskarin, Leon Jaworsk-
i, hevur sagt, at hann kann
taka undir við at tað
verður nakað útsett, t.d.
einar fjúrtan dagar.
Ein av grundunum til,
at teir ákærdu vilja hava
sakarmálið útsett er tann,
at John Ehrlichman hevur
ikki kunnað fingið hendur
á teimum persónligu papp-
írunum hjá sær, sum
framvegis em í Hvítu Hús-
unum. Gerald Ford forseti
hevur ikki vilja givið hon-
um loyvi at koma eftir
pappímnum enn, tí teir
hava so nógv um at vera í
Hvítu Húsunum i løtuni.
Møguliga fer -Ehrlichman
til rættin fyri at fáa hendur
á pappiranum beinanveg-
in.
Teir ákærdu sig, at teir
vilja hava betri tíð at
fyrireika sakirnar, og teir
siga, at tað hevur ikki
gagnað teirra sak, at Nix-
on er fráfarin. Eisini av
hesi grand halda teir, at
tað er rættari at bíða við
sakarmálinum, til eitt
sindur er fráliðið frá forset-
askiftinum, siga teir.
ringum hýri setti David seg við kom upp gjøgnum skorsteinin. at vera. Hann sá, at slottið
vegkantin. Tað var farið at Kanska hann kundi fáa ein bita ongantíð var vorðið liðugt, og
skýma, og vónbrotin sat hann at eta frá tí so hataða Ebenezer flogmýsnar flugu inn og út, sum
og stardi ímóti tí óhugnaliga Balfour. tær vildu.
slottinum, sum ongin tóktist at Varisliga fór hann nærri. Ikki Hann hoyrdi, at onkur skav-
hava nakað gott at siga um. eitt kis hoyrdist, ongin hundur aðist innanfyri við grýtum, og
Eitt ljós varð kveikt í einum goyði. Tess nærri hann kom, hann menti seg upp og bankaði á
vindeyga, og hann sá, at roykur tess skirvisligari tóktist slottið høvuðsdyrnar.