Tíðindablaðið

Útgáva

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Síða 10

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Síða 10
Fríløtan TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Mao Tse-tung og Kruschov undir samráðingum Síða 10 Armleinkja úr kopari, sum hevur verið brúkt móti sjófittum Foto: Jákup Eyðun. Koparleinkja móti sjófittum eg havi tosað við, hildu ikki, at bókin hevði nakað serligt bókmentaligt virði. Men heldur ikki tað hevur nakran týdning. Tað er hvør sitt at rætta uppá ein rithøvund og at meta um verk hansara. Hevði bókin veruliga onki serligt bók- mentaligt virði, so skuldi lesarin sloppið at felt hend- a dóm. Lesaramir skulu gera sínar genu metingar, og censurur skuldi ikki verið til. Yvir okkara skapandi menn eigur ikki at verða feldur dómur, sum stóðu teir fyri rætt- inum. Kanska siga mong nú, at eg iðri meg ov seint um, at Zivago doktari ikki kom upp á prent. Ja, kanska er tað ov seint, men betur seint enn ongantíð. Mao og Stalin Kruschev ger á bandupp- tøkunum eisini viðmerk- ingar um viðurskiftini millum Kina og Sovjet- samveldið, bæði í Stalins og egnu stjómartíð. Hann sigur m.a.: Vit fingu at vita um støðuna í kinesiska komm- unistaflokkinum frá polit- byroliminum Kao Kang' sum tá var umboðsmaður fyri kinesiska kommunist- aflokkin í Mansjuria, har hann hevði gott samband við okkara umboðsmenn. Stalin hevði sett sær fyri at vinna álit og vinarlag Maos; tey tíðindi, sum okkara umboðsmaður bar frá Kao Kang, læt Stalin ti fara víðari til Mao við við- merkingini: «Hetta kundi havt tygara áhuga». Harragud viti, hvat Stalin hugsaði við sær. Hann rættvísgjørdi gerð sína sum eina vinargerð. Kao Kang var tá framveg- is limur í kinesiska polit- byronum, men vit fingu at vita, at hann varð beinan- vegin lagdur á ís. Síðani frættu vit, at Mao hevði sett hann í húsavarðhald. Seinni hoyrdu vit, at hann hevði forgjørt sær við at taka eitur. Eftir ølium at døma hevur Mao myrt hann ella givið honum eitur. Mao dugdi væl til slíkt, eins og Stalin. Vildi vinna álit Maos Av ti at Stalin sveik Kao Kang, mistu vit ein mann, sum hevði víst okkum vin- arlag og givið okkum upp- lýsingar um ta sannu støð- una hjá kinesiska komm- unistaflokkinum mótvegis Sovjetsamveldinum. Hví mundi Stalin svíkja Kao Kang? Eg haldi orsøkina vera, at hann var so illtrúgvin. Stalin segði sjálvur, at hann hevði ikki álit á nøkrum - heldur ikki sær sjálvum. Hann hugsaði sum so, at Mao fór fyrr ella seinni sjálvur at finna út av, at Kao Kang gav okkum upplýsingar um seg - og tá tað hendi, kundi Mao fara at skuldseta Stalin fyri at hava elvt til mótstøðu móti kinesisku stjómini. Stalin helt tí, at tað var betur at ofra Kao Kang og soleiðis vinna álit Maos. Eg trúgvi kortini ikki, at Mao nakrantíð hevði rættuligt álit á Stalin. Hann sá, at Stalin alla tíðina stríddist fyri at vinna størri vald. Eg kenni meg sannførdan um, at Mao visti alt um «diplo- matiið» hjá Stalin og at hann í loyndum var argur og óttafullur. Kinesiska arbeiðsmegin Eftir deyða Stalins høvdu vit eitt uppskot í Peking um, at ein miljón ella meira av kinesiskum ar- beiðsmonnum skuldi send- ast til Sibiria til skógar- arbeiði. Svarið hjá Mao uppá okkara uppskot var eyð- kent fyri hann - og segði eisini nakað um framtíð- ina. Hann visti sanniliga, hvussu hann kundi geva okkum ein frammaná. Vit mugu hugsa okkum til, hvussu maðurin Mao var. Hann var prúður sum ein bjørn og førkaði seg róliga •ein veg og annan. Hann hugdi leingi uppá fólk, so hugdi hann niður og fór at tosa, spakuliga og sinniliga: «Tygum vita, Kruschev kammirátur, at leingi hildu menn víða um, at Kina - sum eitt tilafturs- komið og tættfólkað íand við stórum arbeiðsloysi - var ein góð alda av bíligari arbeiðsmegi. Men tygum vita, at vit kinesarar halda hesa støðu vera ógvuliga mannminkandi.» Tað var eyðsæð, at Mao vildi gera okkum harmar um, at vit yvirhøvur høvd- u borið hetta upp á mál. Tá vit hittust næstu ferð, segði eg: «Mao kammirátur, vit høvdu sanniliga ikki ætlað at særa tygum. Vit halda ikki fast við okkara uppskot. Tá tygum halda, at tjóðar- stoltleiki Kina hevði verið skaddur, so mugu tygum gloyma, at vit nakrantíð hava skotið tað upp. Vit fara skjótt at klára tað við okkara egnu arbeiðsmegi.» Seinni komu kinesarar aftur til tilboð okkara við einari almennari frágreið- ing, har sagt varð, at Mao var nú til reiðar at hjálpa okkum og at góðtaka tað upprunaliga tilboðið. Vildu herseta Sibiria Vit harmaðust um, at vit nakrantið høvdu sett upp- skotið fram, men vit kund- u ikki so væl taka tað aftur nú, tá kinesarar góðtóku tað. Ivandi gjørdu vit so eina avtalu og lótu teir fyrstu 200.000 kinesisku arbeiðsmenninar koma til Sibiria. Tá tíðin var liðin, lótu vit við vilja vera við at biðja um samráðingar um ein nýggjan sáttmála. Men nú fóru kinesarar sjálvir at trýsta á okkum. Vit skuldu innflyta fleiri arbeiðsmenn til Sibiria, hóast alt tað, sum Mao hevði sagt um, at Kina tók tað illa upp at verða mett sum bílig arbeiðsmegi. «Hví lata tit ikki okkum senda nakrar aftrat?» søgdu teir. «Verið nú ikki so smædnir. Tað gleðir okkum at kunna hjálpa tykkum!» Tá eg seinni hitti Mao, bað eg hann bera yvir við mær, at eg hevði mett tørv okkara á fremmandari ar- beiðsmegi ov høgt. Vit ætlaðu ikki at endurnýggj- a sáttmálan, tá hann gekk út. Hann varð heldur ikki endurnýggjaður, og ar- beiðsmenninir fóru heim. Hvat ætlaðu kinesarar- nir? Eg skal siga tykkum tað: Teir ætlaðu at herseta Sibiria uttan kríggj. Teir ætlaðu at treingja ígjøgn- um og yvirtaka búskapin í Sibiria. Teir vildu vera vissir í, at teir kinesisku niðursetumenninir í Sibiria fóru at verða fleiri enn teir russisku niðursetumennin- ir. Stutt sagt, teir vildu gera Sibiria kinesiskt held- ur enn russiskt. Tað var ein snild ætlan, men hon miseydnaðist. Mao doyr eisini Sum Stalin viðurkendi heldur ikki Mao sínar kammirátar sum sínar lik- ar. Tey fólk, hann hevði við at gera, fór hann við sum møblar - gagnligir, men kundu skiftast út. Tá eitt møbilstykki - ella ein kammirátur - hevði gjørt sína nyttu, tveitti hann tað burtur og fekk sær nýtt. Tey árini, tá eg var í leiðsluni, kom tað ikki fyri, at vit ella kinesarar rudd- aðu upp alment. Vit lótu ongantíð pressuna siga nakað um gølumar og ó- semjurnar okkara millum, men síðani eg fór frá, havi eg lisið i bløðunum og hoyrt í útvarpinum, at kinesarar hava sagt sína meining um meg persón- liga og um sovjettisku leiðsluna. Tað øsir meg nógv upp. Men sum prestur plagar at siga, ongin á jørðini er ódeyðiligur, og tann tími kemur, tá eisini Mao Tse- tung noyðist at siga poli- tikkinum farvæl. Ein sól- argeisli fer at treingja seg gjøgnum skýggini og vísa kinesiska fólkinum aftur á ta leið, sum Marx og Lenin hava víst okkum. Mao er ov gamal til sjálvur at síggja henda sólargeisla. Men ongin livir ævigt. At enda kemur tann tíð, tá Kina vendir aftur til tann rætta politikkin mótvegis Sovjetsamveldinum og hinum sosialistisku lond- unum. Allir menn, sum hava verið til skips í teirri tíðini, tá møguleikamir ikki vóm teir bestu til at vaska sær í vatni, men har ein noyddist at skoyna tað ringasta av sær í sjógvi við einum vátum vøtti, vita, at menn ofta svullu. Ser- liga vóm sjófittur van- ligar. Hetta vóm smáir svullir, sum menn fingu um handliðin. Hetta er óivað komið av, at erm- an á oljufrakkanum, ein skitin troyggjurond ella okkurt tílíkt hevur gnaddað skøvningin, so ilt er komið í. Móti sjófittum plagdu summ- ir menn at nýta eina armleinkju av kopari, «irringin av koparinum skuldi hjálpa móti sjó- fittum». Ein heimildar- maður sigur soleiðis frá: «Tá menn svullu um- borð, plagdu teir at baka við heitum vatni. Tú fórst ikki frá snørinum, fyrrenn tú vart nóyddur fyri pínu. Ein bakaði, til tað var búgvið, so skar skiparin ella onkur ann- ar. Eg havi sjálvur verið við til at skorið. Tað var ofta nógv svølling um- borð á skipi.» Jóan Pauli

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.