Tíðindablaðið - 23.08.1974, Qupperneq 10
Fríløtan
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974
Mao Tse-tung og Kruschov undir samráðingum
Síða 10
Armleinkja úr kopari, sum hevur verið brúkt móti
sjófittum
Foto: Jákup Eyðun.
Koparleinkja
móti sjófittum
eg havi tosað við, hildu
ikki, at bókin hevði nakað
serligt bókmentaligt virði.
Men heldur ikki tað hevur
nakran týdning. Tað er
hvør sitt at rætta uppá ein
rithøvund og at meta um
verk hansara. Hevði bókin
veruliga onki serligt bók-
mentaligt virði, so skuldi
lesarin sloppið at felt hend-
a dóm. Lesaramir skulu
gera sínar genu metingar,
og censurur skuldi ikki
verið til. Yvir okkara
skapandi menn eigur ikki
at verða feldur dómur,
sum stóðu teir fyri rætt-
inum.
Kanska siga mong nú,
at eg iðri meg ov seint um,
at Zivago doktari ikki kom
upp á prent. Ja, kanska er
tað ov seint, men betur
seint enn ongantíð.
Mao og
Stalin
Kruschev ger á bandupp-
tøkunum eisini viðmerk-
ingar um viðurskiftini
millum Kina og Sovjet-
samveldið, bæði í Stalins
og egnu stjómartíð. Hann
sigur m.a.:
Vit fingu at vita um
støðuna í kinesiska komm-
unistaflokkinum frá polit-
byroliminum Kao Kang'
sum tá var umboðsmaður
fyri kinesiska kommunist-
aflokkin í Mansjuria, har
hann hevði gott samband
við okkara umboðsmenn.
Stalin hevði sett sær fyri
at vinna álit og vinarlag
Maos; tey tíðindi, sum
okkara umboðsmaður bar
frá Kao Kang, læt Stalin ti
fara víðari til Mao við við-
merkingini: «Hetta kundi
havt tygara áhuga».
Harragud viti, hvat
Stalin hugsaði við sær.
Hann rættvísgjørdi gerð
sína sum eina vinargerð.
Kao Kang var tá framveg-
is limur í kinesiska polit-
byronum, men vit fingu at
vita, at hann varð beinan-
vegin lagdur á ís. Síðani
frættu vit, at Mao hevði
sett hann í húsavarðhald.
Seinni hoyrdu vit, at hann
hevði forgjørt sær við at
taka eitur. Eftir ølium at
døma hevur Mao myrt
hann ella givið honum
eitur. Mao dugdi væl til
slíkt, eins og Stalin.
Vildi vinna
álit Maos
Av ti at Stalin sveik Kao
Kang, mistu vit ein mann,
sum hevði víst okkum vin-
arlag og givið okkum upp-
lýsingar um ta sannu støð-
una hjá kinesiska komm-
unistaflokkinum mótvegis
Sovjetsamveldinum.
Hví mundi Stalin svíkja
Kao Kang?
Eg haldi orsøkina vera,
at hann var so illtrúgvin.
Stalin segði sjálvur, at
hann hevði ikki álit á
nøkrum - heldur ikki sær
sjálvum. Hann hugsaði
sum so, at Mao fór fyrr ella
seinni sjálvur at finna út
av, at Kao Kang gav
okkum upplýsingar um
seg - og tá tað hendi, kundi
Mao fara at skuldseta
Stalin fyri at hava elvt til
mótstøðu móti kinesisku
stjómini. Stalin helt tí, at
tað var betur at ofra Kao
Kang og soleiðis vinna álit
Maos.
Eg trúgvi kortini ikki,
at Mao nakrantíð hevði
rættuligt álit á Stalin.
Hann sá, at Stalin alla
tíðina stríddist fyri at
vinna størri vald. Eg kenni
meg sannførdan um, at
Mao visti alt um «diplo-
matiið» hjá Stalin og at
hann í loyndum var argur
og óttafullur.
Kinesiska
arbeiðsmegin
Eftir deyða Stalins høvdu
vit eitt uppskot í Peking
um, at ein miljón ella
meira av kinesiskum ar-
beiðsmonnum skuldi send-
ast til Sibiria til skógar-
arbeiði.
Svarið hjá Mao uppá
okkara uppskot var eyð-
kent fyri hann - og segði
eisini nakað um framtíð-
ina. Hann visti sanniliga,
hvussu hann kundi geva
okkum ein frammaná. Vit
mugu hugsa okkum til,
hvussu maðurin Mao var.
Hann var prúður sum ein
bjørn og førkaði seg róliga
•ein veg og annan.
Hann hugdi leingi uppá
fólk, so hugdi hann niður
og fór at tosa, spakuliga
og sinniliga: «Tygum vita,
Kruschev kammirátur, at
leingi hildu menn víða um,
at Kina - sum eitt tilafturs-
komið og tættfólkað íand
við stórum arbeiðsloysi -
var ein góð alda av bíligari
arbeiðsmegi. Men tygum
vita, at vit kinesarar halda
hesa støðu vera ógvuliga
mannminkandi.»
Tað var eyðsæð, at Mao
vildi gera okkum harmar
um, at vit yvirhøvur høvd-
u borið hetta upp á mál.
Tá vit hittust næstu
ferð, segði eg: «Mao
kammirátur, vit høvdu
sanniliga ikki ætlað at
særa tygum. Vit halda ikki
fast við okkara uppskot.
Tá tygum halda, at tjóðar-
stoltleiki Kina hevði verið
skaddur, so mugu tygum
gloyma, at vit nakrantíð
hava skotið tað upp. Vit
fara skjótt at klára tað við
okkara egnu arbeiðsmegi.»
Seinni komu kinesarar
aftur til tilboð okkara við
einari almennari frágreið-
ing, har sagt varð, at Mao
var nú til reiðar at hjálpa
okkum og at góðtaka tað
upprunaliga tilboðið.
Vildu herseta
Sibiria
Vit harmaðust um, at vit
nakrantið høvdu sett upp-
skotið fram, men vit kund-
u ikki so væl taka tað aftur
nú, tá kinesarar góðtóku
tað. Ivandi gjørdu vit so
eina avtalu og lótu teir
fyrstu 200.000 kinesisku
arbeiðsmenninar koma til
Sibiria.
Tá tíðin var liðin, lótu
vit við vilja vera við at
biðja um samráðingar um
ein nýggjan sáttmála.
Men nú fóru kinesarar
sjálvir at trýsta á okkum.
Vit skuldu innflyta fleiri
arbeiðsmenn til Sibiria,
hóast alt tað, sum Mao
hevði sagt um, at Kina tók
tað illa upp at verða mett
sum bílig arbeiðsmegi.
«Hví lata tit ikki okkum
senda nakrar aftrat?»
søgdu teir. «Verið nú ikki
so smædnir. Tað gleðir
okkum at kunna hjálpa
tykkum!»
Tá eg seinni hitti Mao,
bað eg hann bera yvir við
mær, at eg hevði mett tørv
okkara á fremmandari ar-
beiðsmegi ov høgt. Vit
ætlaðu ikki at endurnýggj-
a sáttmálan, tá hann gekk
út. Hann varð heldur ikki
endurnýggjaður, og ar-
beiðsmenninir fóru heim.
Hvat ætlaðu kinesarar-
nir?
Eg skal siga tykkum
tað: Teir ætlaðu at herseta
Sibiria uttan kríggj. Teir
ætlaðu at treingja ígjøgn-
um og yvirtaka búskapin í
Sibiria. Teir vildu vera
vissir í, at teir kinesisku
niðursetumenninir í Sibiria
fóru at verða fleiri enn teir
russisku niðursetumennin-
ir. Stutt sagt, teir vildu
gera Sibiria kinesiskt held-
ur enn russiskt. Tað var
ein snild ætlan, men hon
miseydnaðist.
Mao doyr
eisini
Sum Stalin viðurkendi
heldur ikki Mao sínar
kammirátar sum sínar lik-
ar. Tey fólk, hann hevði
við at gera, fór hann við
sum møblar - gagnligir,
men kundu skiftast út. Tá
eitt møbilstykki - ella ein
kammirátur - hevði gjørt
sína nyttu, tveitti hann
tað burtur og fekk sær
nýtt.
Tey árini, tá eg var í
leiðsluni, kom tað ikki fyri,
at vit ella kinesarar rudd-
aðu upp alment. Vit lótu
ongantíð pressuna siga
nakað um gølumar og ó-
semjurnar okkara millum,
men síðani eg fór frá, havi
eg lisið i bløðunum og
hoyrt í útvarpinum, at
kinesarar hava sagt sína
meining um meg persón-
liga og um sovjettisku
leiðsluna. Tað øsir meg
nógv upp.
Men sum prestur plagar
at siga, ongin á jørðini er
ódeyðiligur, og tann tími
kemur, tá eisini Mao Tse-
tung noyðist at siga poli-
tikkinum farvæl. Ein sól-
argeisli fer at treingja seg
gjøgnum skýggini og vísa
kinesiska fólkinum aftur á
ta leið, sum Marx og Lenin
hava víst okkum. Mao er
ov gamal til sjálvur at
síggja henda sólargeisla.
Men ongin livir ævigt. At
enda kemur tann tíð, tá
Kina vendir aftur til tann
rætta politikkin mótvegis
Sovjetsamveldinum og
hinum sosialistisku lond-
unum.
Allir menn, sum hava
verið til skips í teirri
tíðini, tá møguleikamir
ikki vóm teir bestu til at
vaska sær í vatni, men
har ein noyddist at
skoyna tað ringasta av
sær í sjógvi við einum
vátum vøtti, vita, at
menn ofta svullu. Ser-
liga vóm sjófittur van-
ligar. Hetta vóm smáir
svullir, sum menn fingu
um handliðin. Hetta er
óivað komið av, at erm-
an á oljufrakkanum, ein
skitin troyggjurond ella
okkurt tílíkt hevur
gnaddað skøvningin, so
ilt er komið í. Móti
sjófittum plagdu summ-
ir menn at nýta eina
armleinkju av kopari,
«irringin av koparinum
skuldi hjálpa móti sjó-
fittum». Ein heimildar-
maður sigur soleiðis frá:
«Tá menn svullu um-
borð, plagdu teir at baka
við heitum vatni. Tú
fórst ikki frá snørinum,
fyrrenn tú vart nóyddur
fyri pínu. Ein bakaði, til
tað var búgvið, so skar
skiparin ella onkur ann-
ar. Eg havi sjálvur verið
við til at skorið. Tað var
ofta nógv svølling um-
borð á skipi.»
Jóan Pauli