Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 11
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Siða 11
Týskland skuldi rinda
224 miljardir D-markar
í krigsendurgjaldi
Tey lond, sum vunnu á Týsklandi í fyrra
heimsbardaga, stríddust í mong ár við at
rokna út og semjast um, hvat Týskland
skuldi lata teimum í endurgjaldi. Krøvini
førdu til arbeiðsloysi í teirra egnu
londum og skaptu grundarlagið fyri tí
nazistisku maktyvirtøkuni í Týsklandi.
Ikki fyrr enn í august í 1929 kom eitt
uppskot fram, sum kundi gera enda á
spurninginum. Tá var tað longu í seinna
lagi.
I friðarsáttmálanum, sum
varð gjørdur í Versailles
eftir fyrra heimsbardaga,
varð sagt, at Týskland
hevði ábyrgdina av kríg-
num, og at tað skuldi rinda
mótstøðulondunum krígs-
skaðaendurgjald. Orða-
ljóðið í friðarsáttmálanum
(sum varð gjørdur í 1919)
var, at Týskland skuldi
<*lata endurgjald fyri allan
skaða, sum tað hevði
voldað sivilfólkinum og
ognum tess gjøgnum krígs
atgerðir á landi, á sjónum
og í luftini.»
Tey ymisku
gjøldini
Amerikanski forsetin Wil-
son hevði nevnt hetta í tí
friðaruppskoti i 14 stigum,
sum hann hevði sett fram,
men hann var ikki so víð-
gongdur, sum sáttmálin í
Vers.. 'les varð. Hann var
ikki fyri, at Týskland
skuldi - fyri at verða
straffað - rinda endur-
gjald, men tað skuldi gera
hetta í so stóran mun, sum
tað hevði voldað beinleiðis
skaða.
I Versailles gingu menn
burtur frá hesum prinsippi
og fingu í staðin sett, at
Týskland eisini skuldi
gjalda tað, sum mótstøðu-
londini higartil høvdu
rindað í pensjón til tey eft-
irsitandi og avlamin, og
somuleiðis tað, sum skuldi
gjaldast hesum fólkum í
framtíðini.
Tann studningur, sum
tey ymisku londini høvdu
veitt familjum undir krig-
num, varð eisini skrivaður
á rokningina til Týskland.
1 hesum
døgum
fyri
45
árum
síðani
túrum og jambreytarút-
gerð frá sær, og tað skuldi
harumframt lata mótstøð-
ulondunum kol í 10 ár.
Frakland var
harðrendast
Hetta var tað, sum førdi til
ruðulleikan um krígsskað-
aendurgjaldið i 20unum:
Ferð eftir ferð varð kallað
saman til ráðstevnu um,
hvat Týskland skuldi
gjalda. Frakland helt fast
við, at sáttmálin skuldi
haldast út í odd og egg,
men vildi tó ikki nýta
makt fyri at fáa krøvini
lokin.
Tað ber ikki til at gera
eitt fullfíggjað yvirlit yvir
tann nasjonaløkonomiska
ørskapin hesi árini, men
nøkur dømi lýsa støðuna.
Eftir einari ætlan - sum
kanska var tann skilabesta
- skuldi Týskland vera
liðugt at rinda endurgjøld í
1988. Týskarar í «øðrum
ogtriðjalið» skuldu gjalda
fyri misgerðimar hjá for-
fedmnum. Eftir eini aðrari
ætlan komu rentumar
hvørt ár at verða størri enn
útgjaldingamar, t.v.s. at
skuldin kom at vaksa, og
hon kundi ongantíð gjald-
ast út.
Hersetingin
av Ruhr
Tá týskarar sýttu fyri at
gjalda, hersettu frans-
menn Ruhr i 1923. Tá kom
ein amerikanskur fíggjar-
frøðingur, Charles Dawes,
við einari avgjaldsskipan,
sum linkaði nakað um
spenningin. Hann skjeyt
upp, at tey lond, sum
skuldu fáa pening frá
Týsklandi, skuldu læna
Týsklandi pening, so at
landið kundi fáa gongd á
framleiðsluna av teimum
vømm, sum máttu flytast
út, um endurgjaldið nakr-
antíð skuldi rindast. Hetta
førdi til eitt láturligt láni-
skemt. Týskland lænti
meira pening uttanlanda,
enn tað rindaði í endur-
gjøldum. Frá 1924 til -28
rindaði Týskland 6 milj-
ardir markar og lænti 15.
Tá tann stóra kreppan
tók seg upp síðst í 20-un-
um, kundi Týskland
hvørki gjalda lán ella end-
urgjald.
Ómøguligt
Tað, sum fíggjarfrøðingar
og nasjonaløkonomar ikki
skiltu i 20unum, kann vera
ringt at greiða frá í dag.
Tað heilt ómøguliga í allari
skipanini kann tó sigast at
vera, at fyri at kunna rinda
endurgjøldini mátti Týsk-
land - umframt vanligan
útflutning - eisini flyta
vømr út fyri at fáa pening
til endurgjøldini. Men hes-
in stóri týski útflutningur-
in, sum mótstøðulondini
so sjálvi noyddust at
gjalda til síðst, var sjálv-
andi ein hóttan móti teirra
egna vipnulívi, tí tær
týsku vørumar troðkaðu
seg inn bæði á teirra heim-
amarknað og teirra út-
lendsku marknaðir.
Londini hækkaðu so
tollin á teimum týsku vør-
unum - og minkaðu á tann
hátt møguleikamar fyri at
fáa endurgjald. Tann stóri
týski útflutningurin skapt-
i arbeiðsloysi í sigurslond-
unum. T.d. var tann týski
kolaútflutningurin til
jkaða fyri tey bretsku kol-
anámini o.s.fr.
Tey, sum rindaðu tey
órímuligu endurgjøldini,
vóm tann týski miðal-
stætturin, teir arbeiðsleys-
u bretsku námsarbeiðs-
menninir, arbeiðarafjøldir-
nar í Fraklandi og Belgia.
Um allan heim rindaðu
fólk krígsskaðaendurgjald
gjøgnum sítt arbeiðsloysi,
lækkaðan livifót, neyð og
vesældóm.
Endurgjøldini
strokin
Tann týska propagandan
tjenti uppá henda politikk.
Onki var so lætt sum at
prógva fyri týska fólkinum
at Frakland og Bretland
høvdu sett sær fyri at for-
koma týsku tjóðini. End-
urgjaldskrøvini vórðu
brúkt sum propaganda av
nasjonalum týskum rørsl-
um. Hesin óklóki politikk-
ur gjørdi tað møguligt hjá
nazistunum at vinna fram.
Tann seinasta ætlanin
um endurgjald kallaðist
Youngætlanin eftir einum
amerikanskum serfrøðingi,
Owen Young. I hesi ætlan
varð sett mark fyri, hvuss-
u nógv og hvussu leingi
Týskland skuldi gjalda
nakað. Uppskotið um hesa
ætlan kom fram á einari
ráðstevnu, sumvarð hildin
í august í 1929 - fyri 45
árum síðani. Trý ár seinni
varð øll skuld strokin.
I 1930 dró ein skemtari
saman, hvat úrslitið og av-
leiðingarnar av Versailles-
sáttmálanum vóru. Hann
vildi vera við, at einans
grein 246 varð sett í verk. I
hesi grein stóð, at Týsk-
land skuldi lata Bretlandi
skallan á sultaninum
Mkwawa, sum doyði í
bardøgum í týskum Eyst-
urafrika.
Skallin kom til Bret-
lands.
224 miljardir
markar
Týskland hevði helst ikki
sett seg upp ímóti at rinda
endurgjald fyri tann skaða
tað hevði volt móti fólki
og ognum. Men Týskland
vendi sær ímóti kravinum
um, at tað skuldi rinda
afturút tey gjøld, sum
familjumar í mótstøðu-
londunum høvdu fingið, og
eina ómetaliga upphædd í
framtíðini sum pensjón. I
teimum sigrandi londun-
um vóru tað mong, sum
tóku undir við Týsklandi
og hildu hetta vera skila-
leyst.
Tann fyrsta rokningin,
Týskland fekk, ljóðaði
uppá 224miljardir markar.
Hetta varð lagt oman á
onnur búskaparlig krøv.
Frammanundan hevði
Týskland mist kolanámini
í Saar, hevði latið ein
stóran part av handils-
flotanum, ein hóp av kría-
Ráðstevnan, sum varð hildin fyri 45 árum síðani, har Young-ætlanin um týsku
krígsendurgjøldini varð sett fram