Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Page 11

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Page 11
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Siða 11 Týskland skuldi rinda 224 miljardir D-markar í krigsendurgjaldi Tey lond, sum vunnu á Týsklandi í fyrra heimsbardaga, stríddust í mong ár við at rokna út og semjast um, hvat Týskland skuldi lata teimum í endurgjaldi. Krøvini førdu til arbeiðsloysi í teirra egnu londum og skaptu grundarlagið fyri tí nazistisku maktyvirtøkuni í Týsklandi. Ikki fyrr enn í august í 1929 kom eitt uppskot fram, sum kundi gera enda á spurninginum. Tá var tað longu í seinna lagi. I friðarsáttmálanum, sum varð gjørdur í Versailles eftir fyrra heimsbardaga, varð sagt, at Týskland hevði ábyrgdina av kríg- num, og at tað skuldi rinda mótstøðulondunum krígs- skaðaendurgjald. Orða- ljóðið í friðarsáttmálanum (sum varð gjørdur í 1919) var, at Týskland skuldi <*lata endurgjald fyri allan skaða, sum tað hevði voldað sivilfólkinum og ognum tess gjøgnum krígs atgerðir á landi, á sjónum og í luftini.» Tey ymisku gjøldini Amerikanski forsetin Wil- son hevði nevnt hetta í tí friðaruppskoti i 14 stigum, sum hann hevði sett fram, men hann var ikki so víð- gongdur, sum sáttmálin í Vers.. 'les varð. Hann var ikki fyri, at Týskland skuldi - fyri at verða straffað - rinda endur- gjald, men tað skuldi gera hetta í so stóran mun, sum tað hevði voldað beinleiðis skaða. I Versailles gingu menn burtur frá hesum prinsippi og fingu í staðin sett, at Týskland eisini skuldi gjalda tað, sum mótstøðu- londini higartil høvdu rindað í pensjón til tey eft- irsitandi og avlamin, og somuleiðis tað, sum skuldi gjaldast hesum fólkum í framtíðini. Tann studningur, sum tey ymisku londini høvdu veitt familjum undir krig- num, varð eisini skrivaður á rokningina til Týskland. 1 hesum døgum fyri 45 árum síðani túrum og jambreytarút- gerð frá sær, og tað skuldi harumframt lata mótstøð- ulondunum kol í 10 ár. Frakland var harðrendast Hetta var tað, sum førdi til ruðulleikan um krígsskað- aendurgjaldið i 20unum: Ferð eftir ferð varð kallað saman til ráðstevnu um, hvat Týskland skuldi gjalda. Frakland helt fast við, at sáttmálin skuldi haldast út í odd og egg, men vildi tó ikki nýta makt fyri at fáa krøvini lokin. Tað ber ikki til at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir tann nasjonaløkonomiska ørskapin hesi árini, men nøkur dømi lýsa støðuna. Eftir einari ætlan - sum kanska var tann skilabesta - skuldi Týskland vera liðugt at rinda endurgjøld í 1988. Týskarar í «øðrum ogtriðjalið» skuldu gjalda fyri misgerðimar hjá for- fedmnum. Eftir eini aðrari ætlan komu rentumar hvørt ár at verða størri enn útgjaldingamar, t.v.s. at skuldin kom at vaksa, og hon kundi ongantíð gjald- ast út. Hersetingin av Ruhr Tá týskarar sýttu fyri at gjalda, hersettu frans- menn Ruhr i 1923. Tá kom ein amerikanskur fíggjar- frøðingur, Charles Dawes, við einari avgjaldsskipan, sum linkaði nakað um spenningin. Hann skjeyt upp, at tey lond, sum skuldu fáa pening frá Týsklandi, skuldu læna Týsklandi pening, so at landið kundi fáa gongd á framleiðsluna av teimum vømm, sum máttu flytast út, um endurgjaldið nakr- antíð skuldi rindast. Hetta førdi til eitt láturligt láni- skemt. Týskland lænti meira pening uttanlanda, enn tað rindaði í endur- gjøldum. Frá 1924 til -28 rindaði Týskland 6 milj- ardir markar og lænti 15. Tá tann stóra kreppan tók seg upp síðst í 20-un- um, kundi Týskland hvørki gjalda lán ella end- urgjald. Ómøguligt Tað, sum fíggjarfrøðingar og nasjonaløkonomar ikki skiltu i 20unum, kann vera ringt at greiða frá í dag. Tað heilt ómøguliga í allari skipanini kann tó sigast at vera, at fyri at kunna rinda endurgjøldini mátti Týsk- land - umframt vanligan útflutning - eisini flyta vømr út fyri at fáa pening til endurgjøldini. Men hes- in stóri týski útflutningur- in, sum mótstøðulondini so sjálvi noyddust at gjalda til síðst, var sjálv- andi ein hóttan móti teirra egna vipnulívi, tí tær týsku vørumar troðkaðu seg inn bæði á teirra heim- amarknað og teirra út- lendsku marknaðir. Londini hækkaðu so tollin á teimum týsku vør- unum - og minkaðu á tann hátt møguleikamar fyri at fáa endurgjald. Tann stóri týski útflutningurin skapt- i arbeiðsloysi í sigurslond- unum. T.d. var tann týski kolaútflutningurin til jkaða fyri tey bretsku kol- anámini o.s.fr. Tey, sum rindaðu tey órímuligu endurgjøldini, vóm tann týski miðal- stætturin, teir arbeiðsleys- u bretsku námsarbeiðs- menninir, arbeiðarafjøldir- nar í Fraklandi og Belgia. Um allan heim rindaðu fólk krígsskaðaendurgjald gjøgnum sítt arbeiðsloysi, lækkaðan livifót, neyð og vesældóm. Endurgjøldini strokin Tann týska propagandan tjenti uppá henda politikk. Onki var so lætt sum at prógva fyri týska fólkinum at Frakland og Bretland høvdu sett sær fyri at for- koma týsku tjóðini. End- urgjaldskrøvini vórðu brúkt sum propaganda av nasjonalum týskum rørsl- um. Hesin óklóki politikk- ur gjørdi tað møguligt hjá nazistunum at vinna fram. Tann seinasta ætlanin um endurgjald kallaðist Youngætlanin eftir einum amerikanskum serfrøðingi, Owen Young. I hesi ætlan varð sett mark fyri, hvuss- u nógv og hvussu leingi Týskland skuldi gjalda nakað. Uppskotið um hesa ætlan kom fram á einari ráðstevnu, sumvarð hildin í august í 1929 - fyri 45 árum síðani. Trý ár seinni varð øll skuld strokin. I 1930 dró ein skemtari saman, hvat úrslitið og av- leiðingarnar av Versailles- sáttmálanum vóru. Hann vildi vera við, at einans grein 246 varð sett í verk. I hesi grein stóð, at Týsk- land skuldi lata Bretlandi skallan á sultaninum Mkwawa, sum doyði í bardøgum í týskum Eyst- urafrika. Skallin kom til Bret- lands. 224 miljardir markar Týskland hevði helst ikki sett seg upp ímóti at rinda endurgjald fyri tann skaða tað hevði volt móti fólki og ognum. Men Týskland vendi sær ímóti kravinum um, at tað skuldi rinda afturút tey gjøld, sum familjumar í mótstøðu- londunum høvdu fingið, og eina ómetaliga upphædd í framtíðini sum pensjón. I teimum sigrandi londun- um vóru tað mong, sum tóku undir við Týsklandi og hildu hetta vera skila- leyst. Tann fyrsta rokningin, Týskland fekk, ljóðaði uppá 224miljardir markar. Hetta varð lagt oman á onnur búskaparlig krøv. Frammanundan hevði Týskland mist kolanámini í Saar, hevði latið ein stóran part av handils- flotanum, ein hóp av kría- Ráðstevnan, sum varð hildin fyri 45 árum síðani, har Young-ætlanin um týsku krígsendurgjøldini varð sett fram

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.