Tíðindablaðið - 11.12.1974, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið
Nr. 70-1. árg. - leysasøla 2,00 kr.
■aMBDBQBBBI
Mikudagur 11. desember 1974
Telefon 1 48 49
Krevja altjóða
viðurkenning
Teir føroysku skótarnir
arbeiða fyri at fáa al-
tjóða viðurkenning. Teir
grønu og teir gulu skót-
arnir arbeiða saman um
hetta. Føroyingar skulu
taka lut í eini jamboree,
sum verður í Lillehamm-
er í Noreg næsta summ-
ar. Teir hava søkt um al-
tjóða viðurkenning, men
tað er ikki greitt enn,
hvussu tað verður. Teir
hava heldur ikki fingið
at vita, um tað føroyska
flaggið verður viður-
kent. Tá jamborein er
liðug, verður ein altjóða
skótafundur í Keyp-
mannahavn, ogføroysku
skótarnir ætla at senda
umboð hagar. Teir hava
í skrivi vent sær til norð-
urlond um at fáa stuðul
frá teimum í kravinum
um altjóða viðurkenn-
ing, men hava ikki fingið
svar enn. Danir hava
sagt, at teir ætla ikki at
seta seg uppímóti, at
føroyingar fáa viður-
kenning, men hava onki
nevnt um, at teir bein-
leiðis vilja styðja kravið
hjá føroysku skótunum.
Bilarnir
seldir
Tá politiið gjørdi stórar
húsarannsóknir í tveim-
um ølklubbum, løgdu
teir hald á tveir persón-
bilar, sum leiðararnir í
øðrum klubbanum høyd-
u keypt.
Bilarnir eru nú seldir.
Annar fór fyri 44.000 og
hin fyri 42.500 kr.
Politiið hevði lýst at
bilarnir kundu keypast
og keypssáttmálin yvir-
takast. Hvussu hetta
var skilt og ikki, so kom
boð frá einum manni,
sum bjóðaði 8.000 kr.
kontant — men so vildi
hann ikki vita av nøkr-
um keypssáttmála.
Hann fekk ongan bil.
Sama dag
Fólkatingsvalið verður
hesaferð sama dag í
Føroyum sum í Dan-
mark, tað er 9. januar.
Hetta er fyrstu ferð síð-
ani 1939, at danir hava
val annan dag enn týs-
dag. Valið verður nú
hósdag.
Jólahugni
Frelsunarherurin hevur
jólahugna fyri ungdóm í
kvøld kl. 20.30.
Fáir bretskir
trolarar undir
Føroyum nú
- sigur chefurin á Hvidhjørnen
Chefurin á Hvidbjørnen, Hans Fink-Jensen
Skiparin á sjóverjuskipi-
num Hvidbjørnen, sum
tók trolaran Scottish King
seinasta leygardag, sigur,
at tað sum kann vera ser-
liga áhugavert við hesum
dóminum er, at skiparin
varð dømdur, hóast hann
var ógvuhga stutt innan-
fyri.
- Vit kuntíu ikki taka
hann, uttan vit høvdu full-
góð prógv fyri, at hann var
innanfyri, og tað høvdu
vit.
Hans Fink-Jensen hevur
verið skipari á Hvidbjørn-
en í hálvanannan mánað.
- Hava tygum illgruna
um, at bretskir trolarar
ofta fiska innanfyri fiski-
markið?
- Nei, tað gera teir ikki.
Tað eru bara nakrir heilt
fáir bretskir trolarar, sum
royna undir Føroyum nú
— eini tíggju í tali. Teir
hava næstan uppbrúkt
kvotuna hjá sær. Men tað
eru fleiri skotskir Unubátar
undir Føroyum.
- Rokna tit ikki við, at
trolararnir fara inn um at
royna, tá sjóverjuskipið
liggur inni?
- Vit hava umframt
Hvidbjørnen eisini Dag-
stjørnuna og Teisten, sum
ansa eftir, og aftrat tí
brúka vit helikoptaran
nógv. Hann fer ofta kann-
ingarferðir fyri at vita, um
nakar er innanfyri.
- Hava tit fastar reglur
fyri, nær tit skulu vera
inni?
- Nei, vit eru ógvuliga
ofta inni í week-endini,
men vit hava ongar fastar
fyriskipanir um tað.
Klubbarnir
avhoyrdir
um sølu út
Fútin boðsendi í gjár umboðsmonnum
fyri ølklubbarnar Mimir og Kaggan og
hevði eina samrøðu við teir. Fútin
gjørdi teir varugar við, at hann heldur
seg vita, at nakað av øli verður selt út
úr klubbunum, og segði teimum, at
hetta er ikki lógligt og má ikki gerast.
Hann segði, at um hetta fór at halda
fram, fer politiið uttan aðra ávaring at
laggja uppí og konfiskera m.a. øl, bilar
o.l. Fútin hevur eisini sent Havnar
Klubba, Marinustøðini og Mjørkadali
skriv, har hann ger vart við at søla út
er ólóglig. Hann sigur seg tó onki vita
um at nakað verður selt út haðani.
Jens Klerens fúti sigur, at tá hann
hevur mælt til at restauratiónir fáa
loyvi at hava útskeinking, so er tað
júst fyri at kunna hava eftirlit við
drekkingini. Hetta eftirlit í klubbunum
fellur burtur, tá teir selja út.
Klaksvíkingar fáa
200 litrar
í part at svimja í
Tann nýggja høllin verður
møguliga roynd alment i dag
Síðu 4