Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 3
TIDINDABLAPID mikudagin 11. des. 1974
Siða 3
ansa eftir, at tey fáa ta
peningaligu hjálpina til
upplæring heima og at
tann evnaveiki fær ta hjálp
frá tí almenna, sum tey
hava rætt til, t.d. «revali-
dering», hjálpitól og pen-
sjónir.
Tað er ætlanin hjá tí
sosialu deildini at fáa í lag
upptøku av nýggjum evn-
aveikum undir forsorg.
Samarbeiði er við læknar
og uppalandi stovnar. Eis-
ini er deildin millumlið
millum Forsorgssentrið
(Forsorgscenter VI for
Storestrømsamt) og
myndugleikarnar her og
onnur fólk, líkaleiðis skriv-
stovur hjá landinum og
Landsfelagnum Javna.
Rannsókn frá heimi til
stovn (extern og intern) og
frá stovni til heim ella ser-
staka røkt skal sosiala
deildin eisini hjálpa til við í
samráð við foreldur, evna-
veik og starvsfólk á hesum
stovnum.
Henda deildin, ið telur
1/2 skrivstovufólk og ein
sosialráðgevara (undirrit-
aða), skal umframt tað,
sum her er greitt frá, eisini
royna at spjaða frágreiðing
og kunnleika um arbeiði
hjá andsveikaforsorgini og
teir møguleikar, ið tilboð-
ini hjá forsorgini bera í
sær, t.d. skriv í dag- og
yrkisbløðum og fyrilestrar
í feløgum og á skúlum.
Sum eina nýggja roynd
kunnu vit siga, at vit i
vetur hava stovnað ein
kvøldskúla fyri 5 vaksin,
sum í 2 x 2 tímar um vik-
una fáa eina upplæran í at
skriva brøv og at lesa, so-
leiðis at tey kunnu fylgja
við í bløðunum. Eisini eru
vit nú byrjað at hava fim-
leik eitt kvøld um vikuna.
Umframt hava tey evna-
veiku og starvsfólki saman
eitt «klubbkvøld» fjúrt-
anda hvønn dag um vetur-
in, har tey hugna sær sam-
an á ymiskan hátt.
Fyri hvørjum?
Ja, lógin sigur, at øll, ið
evnaveik eru, ella hvørs
støða er javnmett við evn-
aveik, eiga rætt til hjálp
og stuðul frá andsveikafor-
sorgini, um tey hava hjálp
fyri neyðini. Tað vil siga,
at øll tey, ið orsakað av
minni vitbornari útbúgv-
ing enn fjøldin ikki eru før
fyri at klára seg sjálvan,
kunnu fáa hjálp, um tey
eru sett i manntal hjá for-
sorgini.
Hetta er einasta treyt
Upptøku í forsorg tekur
sosialráðgevarin støðu til,
tá hann hevur fingið um-
mæli frá læknum ella upp-
alandi stovnum.
Hví?
Hví skal ein tilmelda
barn sítt ella skyldfólk síni
til andsveikaforsorgina?
Fyrst og fremst ti tann
evnaveiki, soleiðis sum
skipanin er vorðin í dag, tá
er best fyri viðvíkjandi
undirvísing, upplæran,
yrki og røkt. Tí fólkaskúl-
■% in, revalideringin og aðrir
almepnir stovnar og vinn-
ulívið hava ikki altíð játt-
an og/ella vilja til at lúka
tær treytir, ið krevjast i
dag.
Tilmeldan til forsorg er
einstýðandi við skrásetan
av tørvi til undirvísingar-,
upplæringar-, arbeiðs- og
røktarøki, sum í dag ikki
verður nóg væl varðveitt
uttanfyri andsveikafor-
sorgina. T.v.s. fyrst og
fremst at gagna medborg-
arum, súm á áðurnevndu
økjum annars vildu verið
skammiliga misrøkt og
harvið gera vart við tað
trot, ið er á ymiskum til-
boðum, sum okkara sam-
felag visir yvir fyri teim-
um, ið ikki hoyra til innan
fyri tað viðtiknu (av hvørj-
um?) fyrimyndina. Áðrenn
hesi tilboð ella samábyrgd
er tilstaðar, er tað tí neyð-
ugt fyri ein part at til-
melda okkara psykiskt
brekaðu medborgarar til
eina serforsorg og fyri ein
part at varðveita markið
millum vanliga forsorg og
serforsorg til skaða fyri
síðstnevnda bólk og evna-
veik.
At enda vil eg undir-
strika, at tað at verða und-
ir forsorg ikki er nakað
stoðugt, men harafturí-
móti er ein menning, ið á
øllum økjum miðar imóti
at gera einstaklingin meira
sjálvbjargnan, so hann í
mongum førum til endan
verður skrivaður út úr for-
sorg. Tað hendir oftari enn
fólk flest hugsa. (frá april
til 1.11 nevniliga tvær
ferðir). Eisini skal tað sig-
ast, at um tann evnaveiki
og avvarðandi teirra ikki
sjálvi ynskja tað, noyðir
forsorgin Ley ikki. At verð-
a undir forsorg merkir
heldur ikki nakra avmark-
an í myndugleikunum hjá
foreldrunum. Tey hava
støðugt allan myndugleik-
an yvir barninum.
Sum ávíst frammanund-
an í skrivinum, eru vit nú,
umframt almennar skriv-
stovur og landsfelagið
Javna o.u. 25 — 30 fólk, ið
starvast undir forsorgini
saman við og fyri evnaveik
og teirra avvarðandi. Til
ein av teimum kunnu tyg-
um altíð í fullari trygd um
tøgn venda tygum, um
tygum eru í iva um okkurt,
ið hevur við arbeiðið hjá
andsveikaforsorgini at
gera.
Tommy Petersen
sosialráðgevari
Hvassur í orðum
Frá Sonna Smith, Keypmannahavn 6. des.
Oyggjaskeggi, blað føroy-
inga uttanlendis nr. 10 er
útkomið.
Hanus Andreasen hevur
skrivað oddagreinina
«Gud og kapitalisman».
Hanus finst m.a. í beisk-
um orðum at valevnunum
Jørmundi Vágadal og Es-
mari Joensen, sum stillaðu
upp til løgtingsvalið 7.
november.
- Teir drógu kristintrúgv
fólksins niður i valsugg-
una, skrivar Hanus.
Magnus Dam Jacobsen
hevur latið blaðnum tvær
yrkingar og eitt langt, sera
áhugavert brot úr síni dag-
bók.
Reyðhosugreinin
«Kvinnan og jólini» er um
tápuligt jólasták — fyri
mannin.
Oyggjaskeggi hevur ein-
a «Hundska jólasøgu um
føroyskt skrivikynStur.».
Vit fáa jólaævintýrið
«Klútateppið». Og søgan
«Feitir dagar i Krotuvík»,
sum mest snýr seg um ein
Sharks Club International
— ella skulu vit siga — um
Rotary ella Lionsklubb-
arnar. Eisini fáa vit ævin-
Lýrið um eitt «Reisigildi».
Skeggin hevur grein um
olju, grein um nýggjar
barnabøkur og grein um
norðuratlantisku rithøv-
undastievnuna í Stockholm
9. — 14. september í ár.
Annars er barnasíða,
frásøgn um keyp av Bar-
ners Kollegium til nýtt
Føroyahús og annað.
Kavaketur
Kavaketur til persónbilar á goymslu.
Ringið, og vit senda.
P/f Vallberg
Landavegur. tlf. 14471
Sjálvtøku-
handil
Eg havi opnað sjálvtøkuhandil á
Gørðum í Klaksvík.
tlf. 5.5985
Jóannes Bjartalíð
85 ár
í morgin, hósdagin 12.
desember, fyllir Andreas
Lindberg, Mýrugøtu 7 i
Havn, 85 ár. Andreas er
ættaður úr Trongisvági,
og hann hevur búð har
suðuri meginpartin av
lívinum, til hann flutti
til Havnar fyri 15 árum
síðani. Hann er lærdur
skipstimbrari og ar-
beiddi í mong ár á Tvør-
oyrar Sleipistøð. Á hans-
ara ungu árum var ikkí'
so nógv arbeiði á sleipi-
støðini um summarið, tá
skipini vóru burtur-
stødd. Hann var tí í
nógv ár til skips um
summarið og arbeiddi so
á sleipistøðini um vetur-
in.
Anđreas var í íslandi
undir krígnum og ít 50un-
um var hann aftur har-
yviri í nøkur ár. Hann
arbeiddi sum skips-
timbrari í Reykjavik. 1
Føroyum hevur hann
eisini av og á arbeitt sum
húsasmiðjur.
Andreas er giftur við
Hansinu, sum er dóttir
Óla Kristian á Víkum.
Hann flutti seinni til
Gásadals at búgva, og
Hansina varð uppvaksin
í Sørvági.
Andreas og Hansina
eiga 10 børn: Mia og
Eilev i Havn, Elly á
Tvøroyri, Torry í Klaks-
vík, Jákup, Jens og
Hermund (Hemme) í
Danmark, Henry í Flor-
ida, Torbjørn í Kali-
fornia og Hans i íslandi.
Andreas er ikki heima
føðingardagin.
75 ár
Hans Jákup Joensen,
Noregisvegi 13 í Havn,
fyllir 75 ár í morgin 12.
desember. Hann er fødd-
ur í Hvalvík. Hans Ják-
up var bara 4 ára gamal,
tá pápin doyði. Hann
vaks upp hjá abbanum
og tók lut í øllum arbeiði
á garðinum, til hann 17
,ára gamal fór á lærara-
skúlan i Havn, har hann
tók prógv í 1920. Hann
var eitt stutt skifti vik-
arur í Sandavági, og frá
1922 var hann lærari í
Hósvik, har hann var til
1969.
Hans Jákup giftist í
1925 við Itagnhild Olsen
úr Hósvík.
70 ár
í đag, 11. desember,
fyllir Napoleon Christi-
ansen — Poli hjá Gutt-
ormi — í Lorvík 70 ár.
Poli var sjómaður sum
yngri, hann var besti-
maður i nøkur ár. Saman
við øðrum keypti hann
Sæborg, sum hann
sjálvur førdi. Hann hev-
ur eisini ført Isabellu,
men tá heilsan fór at
bila, legðist hann upp á
land og fór at handla.
Poli giftist í 1935 við
Hannu Vatnhamar, sum
eisini er úr Lorvík. Børn-
ini eru Guttorm, Ásvør
og Einar, sum øll búgva
í heimbygdini.
70 ár
í dag, 11. desember,
fylla tvíburðasystrarnar
Hanna Søder og Vilborg
Laursen, Tranehave-
gaard 25 í Keypmanna-
havn, 70 ár.
Hanna og Vilborg eru
ættaðar úr Króki í
Havn. Tær giftust til
Danmarkar og búgva nú
á pensjonistaheimi nær-
hendis Vesturbrúgv.
Hanna er einkja, maður
hennara Ove arbeiddi á
Aller Press. Tey fingu
tvey børn, Karl, sum er
konduktørur, og Tove.
Vilborg er barnleys.
Føðing
2. desember fingu Malla
Lið og Asbjørn Johan-
sen úr Miðvági ein son.
Silvur-
brúdleyp
I dag, 11. desember,
kunnu hjúnini Elisabeth
og Theodor Eliasen í
Lorvík halda silvurbrúd-
leyp. Theodor er stund-
um burtur og arbeiðir
stundum á landi. Tey
eiga 5 børn: Jón, Korint-
ha, Tummas, Sigrun og
Eydna. Elisabeth og
Theodor eru burturstødd
silvurbrúdleypsdagin.
I gjár kundu hjúnini
Henny og Jørgin Schrøt-
er-Thomsen á Skála
halda silvurbrúdleyp.
Tey eiga tveir synir:
Tormóður í Keypmanna-
havn og Petur Kristian í
Hoydølum.
NÝTT
UM NØVN
Andlát
Andreas Hansen er
deyður á Ellisheiminum í
Vágum, 78 ára gamal.
Hann er ættaður av
Slættanesi og var búsit-
andi í Sandavági. Tá
hann var 7Q ára gamal,
tók hann húsini niður á
Slættanesi og bygdi tey
uppaftur i Sandavági.
Kona hansara, Ata Mar-
ia, doyði, stutt áðrenn
tey skuldu flyta í húsini i
Sandavági.
Andreas var sjómaður
alt sítt lív. Hann fór til
skips 13 ára gamal og
sigldi, til hann var 68.
Hann var við Victoriu,
Magicienne, Seagull,
Elizabeth, Doseu,
Royndini Fríðu, Høga-
fossi, Jegvan Elias
Thomsen, og seinasta
túrin var hann við
Reynsatindi. Hann var
sjúkur tey seinastu seks
árini.
Andreas og Ata Maria
fostraðu ein drong upp,
Fredahl Egholm, sum
býr í Sandavági.
Sonja Olsen í Øravík
andaðist mánamorgunin
45 ára gomul. Sonja var
gift við Óla Olsen, og tey
fingu 9 børn: Heri í
Danmark, Jákup, sum
siglir út frá Danmark,
Robert í Danmark, Arn-
finn og Ásu í Øravík,
John í Havn, Finnbjørn,
Hergeir og Jenis í Øra-
vík.
Kristian Johansen av
Stropdum andaðist hós-
dagin 75 ára gamal.
Kristian á Trøðni, sum
búði á Strondum, fór
ungur til skips. Hann
var bestimaður við bróð-
irinum Lassa frá 1924 til
1940, tá hann legðist
uppi. Saman við pápa-
num, bátasmiðinum Pól
Johannes Johansen á
Trøðni, smíðaði hann
bátar og seinni saman
við systkinabarninum
Jóhan á Trøðni. Hann
var seyðamaður í Heygs-
haga í nógv ár, til eyguni
fóru at bila, og var av
allarbestu seyðamonn-
um. Hann kendi ikki
bara seyðin i haganum
gekk men fleiri av teim-
um farnu ættarliðunum.
Kristian á Trøðni gift-
ist í 1922 við Marionnu
av Lagnum á Strondum.
Hon doyði í 1937. Børn
teirra eru: Pól Jóhannes
Johansen, sjómansskúl-
astjóri í Havn, Anna
Kass í Havn, Hilda An-
dreasen í Runavík og
Jógvan Martin Johan-
sen, sum er deildarstjóri
áD.P. Højgaards Hand-
ilsvirki í Runavík.
Tey seinastu árini
búði Kristian í Havn hjá
dóttrini Annu.