Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 3

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Qupperneq 3
TIDINDABLAPID mikudagin 11. des. 1974 Siða 3 ansa eftir, at tey fáa ta peningaligu hjálpina til upplæring heima og at tann evnaveiki fær ta hjálp frá tí almenna, sum tey hava rætt til, t.d. «revali- dering», hjálpitól og pen- sjónir. Tað er ætlanin hjá tí sosialu deildini at fáa í lag upptøku av nýggjum evn- aveikum undir forsorg. Samarbeiði er við læknar og uppalandi stovnar. Eis- ini er deildin millumlið millum Forsorgssentrið (Forsorgscenter VI for Storestrømsamt) og myndugleikarnar her og onnur fólk, líkaleiðis skriv- stovur hjá landinum og Landsfelagnum Javna. Rannsókn frá heimi til stovn (extern og intern) og frá stovni til heim ella ser- staka røkt skal sosiala deildin eisini hjálpa til við í samráð við foreldur, evna- veik og starvsfólk á hesum stovnum. Henda deildin, ið telur 1/2 skrivstovufólk og ein sosialráðgevara (undirrit- aða), skal umframt tað, sum her er greitt frá, eisini royna at spjaða frágreiðing og kunnleika um arbeiði hjá andsveikaforsorgini og teir møguleikar, ið tilboð- ini hjá forsorgini bera í sær, t.d. skriv í dag- og yrkisbløðum og fyrilestrar í feløgum og á skúlum. Sum eina nýggja roynd kunnu vit siga, at vit i vetur hava stovnað ein kvøldskúla fyri 5 vaksin, sum í 2 x 2 tímar um vik- una fáa eina upplæran í at skriva brøv og at lesa, so- leiðis at tey kunnu fylgja við í bløðunum. Eisini eru vit nú byrjað at hava fim- leik eitt kvøld um vikuna. Umframt hava tey evna- veiku og starvsfólki saman eitt «klubbkvøld» fjúrt- anda hvønn dag um vetur- in, har tey hugna sær sam- an á ymiskan hátt. Fyri hvørjum? Ja, lógin sigur, at øll, ið evnaveik eru, ella hvørs støða er javnmett við evn- aveik, eiga rætt til hjálp og stuðul frá andsveikafor- sorgini, um tey hava hjálp fyri neyðini. Tað vil siga, at øll tey, ið orsakað av minni vitbornari útbúgv- ing enn fjøldin ikki eru før fyri at klára seg sjálvan, kunnu fáa hjálp, um tey eru sett i manntal hjá for- sorgini. Hetta er einasta treyt Upptøku í forsorg tekur sosialráðgevarin støðu til, tá hann hevur fingið um- mæli frá læknum ella upp- alandi stovnum. Hví? Hví skal ein tilmelda barn sítt ella skyldfólk síni til andsveikaforsorgina? Fyrst og fremst ti tann evnaveiki, soleiðis sum skipanin er vorðin í dag, tá er best fyri viðvíkjandi undirvísing, upplæran, yrki og røkt. Tí fólkaskúl- ■% in, revalideringin og aðrir almepnir stovnar og vinn- ulívið hava ikki altíð játt- an og/ella vilja til at lúka tær treytir, ið krevjast i dag. Tilmeldan til forsorg er einstýðandi við skrásetan av tørvi til undirvísingar-, upplæringar-, arbeiðs- og røktarøki, sum í dag ikki verður nóg væl varðveitt uttanfyri andsveikafor- sorgina. T.v.s. fyrst og fremst at gagna medborg- arum, súm á áðurnevndu økjum annars vildu verið skammiliga misrøkt og harvið gera vart við tað trot, ið er á ymiskum til- boðum, sum okkara sam- felag visir yvir fyri teim- um, ið ikki hoyra til innan fyri tað viðtiknu (av hvørj- um?) fyrimyndina. Áðrenn hesi tilboð ella samábyrgd er tilstaðar, er tað tí neyð- ugt fyri ein part at til- melda okkara psykiskt brekaðu medborgarar til eina serforsorg og fyri ein part at varðveita markið millum vanliga forsorg og serforsorg til skaða fyri síðstnevnda bólk og evna- veik. At enda vil eg undir- strika, at tað at verða und- ir forsorg ikki er nakað stoðugt, men harafturí- móti er ein menning, ið á øllum økjum miðar imóti at gera einstaklingin meira sjálvbjargnan, so hann í mongum førum til endan verður skrivaður út úr for- sorg. Tað hendir oftari enn fólk flest hugsa. (frá april til 1.11 nevniliga tvær ferðir). Eisini skal tað sig- ast, at um tann evnaveiki og avvarðandi teirra ikki sjálvi ynskja tað, noyðir forsorgin Ley ikki. At verð- a undir forsorg merkir heldur ikki nakra avmark- an í myndugleikunum hjá foreldrunum. Tey hava støðugt allan myndugleik- an yvir barninum. Sum ávíst frammanund- an í skrivinum, eru vit nú, umframt almennar skriv- stovur og landsfelagið Javna o.u. 25 — 30 fólk, ið starvast undir forsorgini saman við og fyri evnaveik og teirra avvarðandi. Til ein av teimum kunnu tyg- um altíð í fullari trygd um tøgn venda tygum, um tygum eru í iva um okkurt, ið hevur við arbeiðið hjá andsveikaforsorgini at gera. Tommy Petersen sosialráðgevari Hvassur í orðum Frá Sonna Smith, Keypmannahavn 6. des. Oyggjaskeggi, blað føroy- inga uttanlendis nr. 10 er útkomið. Hanus Andreasen hevur skrivað oddagreinina «Gud og kapitalisman». Hanus finst m.a. í beisk- um orðum at valevnunum Jørmundi Vágadal og Es- mari Joensen, sum stillaðu upp til løgtingsvalið 7. november. - Teir drógu kristintrúgv fólksins niður i valsugg- una, skrivar Hanus. Magnus Dam Jacobsen hevur latið blaðnum tvær yrkingar og eitt langt, sera áhugavert brot úr síni dag- bók. Reyðhosugreinin «Kvinnan og jólini» er um tápuligt jólasták — fyri mannin. Oyggjaskeggi hevur ein- a «Hundska jólasøgu um føroyskt skrivikynStur.». Vit fáa jólaævintýrið «Klútateppið». Og søgan «Feitir dagar i Krotuvík», sum mest snýr seg um ein Sharks Club International — ella skulu vit siga — um Rotary ella Lionsklubb- arnar. Eisini fáa vit ævin- Lýrið um eitt «Reisigildi». Skeggin hevur grein um olju, grein um nýggjar barnabøkur og grein um norðuratlantisku rithøv- undastievnuna í Stockholm 9. — 14. september í ár. Annars er barnasíða, frásøgn um keyp av Bar- ners Kollegium til nýtt Føroyahús og annað. Kavaketur Kavaketur til persónbilar á goymslu. Ringið, og vit senda. P/f Vallberg Landavegur. tlf. 14471 Sjálvtøku- handil Eg havi opnað sjálvtøkuhandil á Gørðum í Klaksvík. tlf. 5.5985 Jóannes Bjartalíð 85 ár í morgin, hósdagin 12. desember, fyllir Andreas Lindberg, Mýrugøtu 7 i Havn, 85 ár. Andreas er ættaður úr Trongisvági, og hann hevur búð har suðuri meginpartin av lívinum, til hann flutti til Havnar fyri 15 árum síðani. Hann er lærdur skipstimbrari og ar- beiddi í mong ár á Tvør- oyrar Sleipistøð. Á hans- ara ungu árum var ikkí' so nógv arbeiði á sleipi- støðini um summarið, tá skipini vóru burtur- stødd. Hann var tí í nógv ár til skips um summarið og arbeiddi so á sleipistøðini um vetur- in. Anđreas var í íslandi undir krígnum og ít 50un- um var hann aftur har- yviri í nøkur ár. Hann arbeiddi sum skips- timbrari í Reykjavik. 1 Føroyum hevur hann eisini av og á arbeitt sum húsasmiðjur. Andreas er giftur við Hansinu, sum er dóttir Óla Kristian á Víkum. Hann flutti seinni til Gásadals at búgva, og Hansina varð uppvaksin í Sørvági. Andreas og Hansina eiga 10 børn: Mia og Eilev i Havn, Elly á Tvøroyri, Torry í Klaks- vík, Jákup, Jens og Hermund (Hemme) í Danmark, Henry í Flor- ida, Torbjørn í Kali- fornia og Hans i íslandi. Andreas er ikki heima føðingardagin. 75 ár Hans Jákup Joensen, Noregisvegi 13 í Havn, fyllir 75 ár í morgin 12. desember. Hann er fødd- ur í Hvalvík. Hans Ják- up var bara 4 ára gamal, tá pápin doyði. Hann vaks upp hjá abbanum og tók lut í øllum arbeiði á garðinum, til hann 17 ,ára gamal fór á lærara- skúlan i Havn, har hann tók prógv í 1920. Hann var eitt stutt skifti vik- arur í Sandavági, og frá 1922 var hann lærari í Hósvik, har hann var til 1969. Hans Jákup giftist í 1925 við Itagnhild Olsen úr Hósvík. 70 ár í đag, 11. desember, fyllir Napoleon Christi- ansen — Poli hjá Gutt- ormi — í Lorvík 70 ár. Poli var sjómaður sum yngri, hann var besti- maður i nøkur ár. Saman við øðrum keypti hann Sæborg, sum hann sjálvur førdi. Hann hev- ur eisini ført Isabellu, men tá heilsan fór at bila, legðist hann upp á land og fór at handla. Poli giftist í 1935 við Hannu Vatnhamar, sum eisini er úr Lorvík. Børn- ini eru Guttorm, Ásvør og Einar, sum øll búgva í heimbygdini. 70 ár í dag, 11. desember, fylla tvíburðasystrarnar Hanna Søder og Vilborg Laursen, Tranehave- gaard 25 í Keypmanna- havn, 70 ár. Hanna og Vilborg eru ættaðar úr Króki í Havn. Tær giftust til Danmarkar og búgva nú á pensjonistaheimi nær- hendis Vesturbrúgv. Hanna er einkja, maður hennara Ove arbeiddi á Aller Press. Tey fingu tvey børn, Karl, sum er konduktørur, og Tove. Vilborg er barnleys. Føðing 2. desember fingu Malla Lið og Asbjørn Johan- sen úr Miðvági ein son. Silvur- brúdleyp I dag, 11. desember, kunnu hjúnini Elisabeth og Theodor Eliasen í Lorvík halda silvurbrúd- leyp. Theodor er stund- um burtur og arbeiðir stundum á landi. Tey eiga 5 børn: Jón, Korint- ha, Tummas, Sigrun og Eydna. Elisabeth og Theodor eru burturstødd silvurbrúdleypsdagin. I gjár kundu hjúnini Henny og Jørgin Schrøt- er-Thomsen á Skála halda silvurbrúdleyp. Tey eiga tveir synir: Tormóður í Keypmanna- havn og Petur Kristian í Hoydølum. NÝTT UM NØVN Andlát Andreas Hansen er deyður á Ellisheiminum í Vágum, 78 ára gamal. Hann er ættaður av Slættanesi og var búsit- andi í Sandavági. Tá hann var 7Q ára gamal, tók hann húsini niður á Slættanesi og bygdi tey uppaftur i Sandavági. Kona hansara, Ata Mar- ia, doyði, stutt áðrenn tey skuldu flyta í húsini i Sandavági. Andreas var sjómaður alt sítt lív. Hann fór til skips 13 ára gamal og sigldi, til hann var 68. Hann var við Victoriu, Magicienne, Seagull, Elizabeth, Doseu, Royndini Fríðu, Høga- fossi, Jegvan Elias Thomsen, og seinasta túrin var hann við Reynsatindi. Hann var sjúkur tey seinastu seks árini. Andreas og Ata Maria fostraðu ein drong upp, Fredahl Egholm, sum býr í Sandavági. Sonja Olsen í Øravík andaðist mánamorgunin 45 ára gomul. Sonja var gift við Óla Olsen, og tey fingu 9 børn: Heri í Danmark, Jákup, sum siglir út frá Danmark, Robert í Danmark, Arn- finn og Ásu í Øravík, John í Havn, Finnbjørn, Hergeir og Jenis í Øra- vík. Kristian Johansen av Stropdum andaðist hós- dagin 75 ára gamal. Kristian á Trøðni, sum búði á Strondum, fór ungur til skips. Hann var bestimaður við bróð- irinum Lassa frá 1924 til 1940, tá hann legðist uppi. Saman við pápa- num, bátasmiðinum Pól Johannes Johansen á Trøðni, smíðaði hann bátar og seinni saman við systkinabarninum Jóhan á Trøðni. Hann var seyðamaður í Heygs- haga í nógv ár, til eyguni fóru at bila, og var av allarbestu seyðamonn- um. Hann kendi ikki bara seyðin i haganum gekk men fleiri av teim- um farnu ættarliðunum. Kristian á Trøðni gift- ist í 1922 við Marionnu av Lagnum á Strondum. Hon doyði í 1937. Børn teirra eru: Pól Jóhannes Johansen, sjómansskúl- astjóri í Havn, Anna Kass í Havn, Hilda An- dreasen í Runavík og Jógvan Martin Johan- sen, sum er deildarstjóri áD.P. Højgaards Hand- ilsvirki í Runavík. Tey seinastu árini búði Kristian í Havn hjá dóttrini Annu.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.