Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Blaðsíða 6

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Blaðsíða 6
Síða 6 TIÐMMDABLAÐID mikudagin 11. des. 1974 Onki meiri- lutastýri beinanvegin Partisankríggið í Rhodesia fer væntandi at harðna Tað sær út til, at tað er ikki so lætt, sum fleiri afrikanskir forsetar hava hildið, at loysa stríðið mill- um rhodesisku stjórnina og teir svørtu. Seinastu dagarnar hava fleiri afrikanskir leiðarar havt fund í Lusaka, høv- uðsstaðnum í Zambia. Høvuðsuppskotið, sum kom burturúr fundinum, var eitt tilboð til Rhodesia um at fáa enda á guerilla- krígnum har norðuri í landinum, um stjómin í Salisbury afturfyri gekk við til afrikanskt meirilut- astýri í Rhodesia beinan- vegin. Eftir ein stjórnarfund í Salisbury boðaði Ian Smith forsærisráðharri í Rhodesia frá, at stjórnin kundi ikki góðkenna hetta tilboðið. Stjórnarkeldur søgdu, at teir afrikansku leiðaramir høvdu skyldina av at onki betri uppskot kom burturúr fundinum í Lusaka, ti teir knappliga broyttu hugsan og settu treytir, sum lógu langt frá tí, ið samtykt varð framm- anundan. Keldur í Salis- bury søgdu eisini tinging- araar í Lusaka høvdu vart ov leingi, so at aðrir stovnar sum Afrikanski felagsskapurin og ST høvdu fingið høvi til at leggja uppí. Óvæntað Fyri eygleiðarar kom tað eitt sindur óvæntað, at als onki kom burturúr sam- ráðingunum, tí tað var al- mannakunnugt, at afrik- anskir leiðarar vóm slopnir úr Rhodesia til Lusaka at taka lut í samráðingunum, og eisini umboðsmenn fyri stjórnina hjá Ian Smith vóru har. Tað var óvæntað, at afrikansku leiðaramir kravdu meirilutastýri í Rhodesia beinanvegin sum treyt fyri at fáa enda á guerilla-krígnum. Tær royndir, sum fyrr hava verið gjørdar at loysa ósemjuna við Rhodesia, hava altíð strandað á spurninginum, nær tann svarti meirilutin í landi- num skal fáa valdið. Sein- asta tilboðið frá tí hvíta stýrinum í 1971 var, at teir svørtu íbúgvarnir í landi- Forsætisráðharrin í Rho- desia, Ian Smith num skuldu fáa valdið ein- aferð i næstu øld. Seinastu tvey árini hev- ur guerilla-kríggið i Norð- urrhodesia ímillum stjórn- arhermenn og partisanar vunđið uppá seg. Hetta kríggj fer væntandi nú bert at herðast. Partisan- leiðararnir vænta sær at vinna støðugt meiri stuðul fyri sína sak. I eini við- merking sigur suðurafrik- anski forsætisráðharrin, at tað harmaði seg, at tað ikki eydnaðist afrikanar- unum at gera ein sáttmála við hvítu stjórnina í Rho- desia, tí kemur stríðið at herðast, verða avleiðingar- nar óhugnaligar, segði hann. Betri semja enn væntað Samhandilin millum Sovjet og Frakland skal økjast Ein kunngerð, sum varð send út í Paris eftir vitj- anina hjá Leonid Brezjnev ger tað greitt, at Frakland góðkennir sovjettiska upp- skotið um ein fund á hægsta stigi næsta ár um europeiskar trygdarspurn- ingar. I kunngerðini em tey bæði londini eisini samd um, at varandi friður kann bert fáast í lag í Miðeystri, um ísrael tekur scg aftur av øllum teimum økjum, Á einum tíðindafundi í Washington hevur amerik- anski uttanríkisráðharrin talað um sáttmálan millum Sovjetsamveldið og USA um avmarking av kjarn- orkuvápnum. Tað hava verið fleiri at- finningar at sáttmálanum, sum Ford og Brezjnev komu ásamt um í farna mána. Kissinger kom við eini ávaring og segði, at tað kann vera til stóran skaða fyri viðurskiftini við Sovjetsamveldið, um kon- gressin ikki vil góðkenna sáttmálan. Hann segði, at ' eftir hansara áskoðan sum vórðu hersett undir krígnum í 1967. Frakland slakar Henda kunngerð vísir við øðrum orðum, at Frakland hevur slakað i báðum hes- um spurningum saman- borið við ta støðu, landið fyrr hevur havt. Frakland hevur fyrr sagt, at treytin fyri eini trygdarráðstevnu hevði Sovjetsamveldið slakað nógv fyri at fáa sáttmálan í lag. í USA hava menn mill- um annað funnist at sátt- málanum, tí hann loyvir pørtunum at hava ov nógv vápn. Til hetta segði Kiss- inger, at verður sáttmálin ikki góðkendur, so má USA bara ofra uppaftur meira pening til kjarnorku- vápn. Kissinger legði dent á, at hetta er hóast alt fyrstu ferð, at eitt mark er sett fyri, hvussu nógv vápn ið hvør parturin kann hava. \ar, ut størri samband fekst millum fólk í Eystur og Vestureuropa. Men nú sigur Giscard d’Estaing, at nóg stór framstig eru hend undir tingingunum í Geneve, so at hann gongur við til ein trygdarfund á hægsta stigi. Sovjetsam- veldið vil hava henda fund at vera í fyrru helvt av 1975. Viðvíkjandi Miðeystri hevur Frakland fyrr latið tann møguleika standa op- nan, at ísrael kanska skuldi sleppa at hava ein- stakar partar av hersettum øki. Franska stjórnin sigur framvegis, at ísrael má fáa tryggjað mark. Møguliga hevur Giscard slakað her, ti hann hevur meira at vinna við tí búskaparliga samarbeiðssáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Paris undir vitjanini hjá Brezjnev. Sambært henda sáttmála skal samhandilin millum tey bæði londini økjast nógv komandi árini. Ein amerikansk kjarnork- uspreinging Kissinger ávarar Er komin heimaftur Seinasta leygardag kom Makarios aftur til Kypros fyri fyrstu ferð síðani hann flýddi av oynni undir uppreistri- num í juli. í eini røðu segði hann, at Turka- land hevði brúkt upp- reisturin sum eina um- bering fyri at sleppa at herseta ein stóran part av oynni. I eini kunn- gerð, sum seinni varð send út, takkaði erka- biskuppurin Klerides fyri at hann hevði røkt starvið sum forseti, meðan Makarios sjálv- ur hevði verið í útlegd. Ongin vildi hava teir Teir fýra arabisku part- isanarnir, sum herfyri STUTT UTTANEFTIR burturfluttu eitt bretskt flogfar til Tunis eru sendir haðani úr landinum til eitt annað arabiskt land. Ein tals- maður fyri palestinsku frælsisfylkingina hevur aftur váttað, at flog- rænararnir koma fyri rættin. Hann segði, at teir høvdu sjálvir av- gjørt at geva seg upp í hendumar á PLO, eftir at teir høvdu fingið at vita, at onki arabiskt land vildi taka sær av teimum. Teir sjey fang- arnir, sum flogrænarar- nir fingu leysar, vóru eisini sendir úr Tunis saman við teimum. U Thant jarðaður ímóti ynskinum hjá stjórnini í Burma varð líkið av fyrrverandi ST- aðalskrivaranum, U Thant, jarðað á uni- versitetinum í Rangoon av studentum og bhuddistiskum prest- um. Teirvaldu at grava U Thant á einum stað, har hermenn fyri 12 ár- um síðani dmpu fleiri mótmælandi studentar. Studentamir stjólu kistuna seinasta hós- đag, tí teir søgdu, at U Thant hevði uppiborið eina meira heiðurliga jarðarferð enn hana, sum stjómin hevði fyri- reikað. Væleydnað rúmdarferð Sovjettiska rúmdarfar- ið Sojuz 16 kom niður aftur á jørðina sunnu- dagin eftir seks dagar í rúmdini. Moskva-út- varpið segði, at báðir rúmdarmenninir høvdu tað gott og at ferðin var væleydnað. " ' Nýggjur forsætis ráðharri í Japan Bæði kømurini í japan- ska tjóðartinginum hava góðkent Takeo Miki sum nýggjan for- sætisráðharra í Japan. Hann varð í síðstu viku valdur av liberala-dem- okratiska flokkinum til at vera stjórnarleiðari eftirTanaka. Miki, sum er fyrrverandi varafor- sætisráðharri, er 67 ára gamal. Hann fór burt- urúr stjórnini hjá Tana- ka í juli í ár, tí hann var so hart ímóti valstríð- num, sum Tanaka hevði ført. Hann segði. at Tanaka skaddi flokk- in, tí hann arbeiddi ov nógv saman við penga- monnum. Hann hevur ofta talað um, at tað er neyðugt at beina fyri korruptión og ikki at lata tær stóm fyritøk- urnar sleppa at hava nakra ávirkan á poli- tikk. Vístar úr ísrael Israelska stjórnin hev- ur víst tveimum europ- eiskum kvinnum úr landinum. Tær vórðu fyri trimum árum síðani dømdar til fleiri ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað vápn inn í landið. Kvinnurnar — onnur fødd í Týsklandi og hin fronsk — vóru millum fimm fólk, Sum vórðu dømd fyri at hava ætlað at spreingja gistingarhús í ísrael í luftina. í rættinum við- gingu kvinnurnar, at tær hoyrdu til ein pal- estinskan partisanbólk. Vilja vinna økið aftur Hussein kongur í Jor- dan sigur, at kemur eitt nýtt kríggj í Miðeystri, verður tað blóðigari enn nakað av teimum und- anfarnu. Hann segði, at verður spurningurin viðvikjandi palestinar- unum ikki loystur, so fer hetta at raka londini um allan heim — og ikki bert Miðeystur. Hussein segði, at spurningurin sær ikki longur út til at vera, hvussu leingi sleppast kann undan einum kríggi, men hvussu leingi tað kann útset- ast. Endamálið hjá Jor- dan er at vinna tað her- setta økið vestanfyri Jordan-ánna aftur og so lata íbúgvararnar har sjálvar avgera sína framtíð við eini fólkaat- kvøðu, segði Hussein. . *r %

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.