Tíðindablaðið - 11.12.1974, Page 6
Síða 6
TIÐMMDABLAÐID mikudagin 11. des. 1974
Onki meiri-
lutastýri
beinanvegin
Partisankríggið í Rhodesia
fer væntandi at harðna
Tað sær út til, at tað er
ikki so lætt, sum fleiri
afrikanskir forsetar hava
hildið, at loysa stríðið mill-
um rhodesisku stjórnina
og teir svørtu.
Seinastu dagarnar hava
fleiri afrikanskir leiðarar
havt fund í Lusaka, høv-
uðsstaðnum í Zambia.
Høvuðsuppskotið, sum
kom burturúr fundinum,
var eitt tilboð til Rhodesia
um at fáa enda á guerilla-
krígnum har norðuri í
landinum, um stjómin í
Salisbury afturfyri gekk
við til afrikanskt meirilut-
astýri í Rhodesia beinan-
vegin.
Eftir ein stjórnarfund í
Salisbury boðaði Ian
Smith forsærisráðharri í
Rhodesia frá, at stjórnin
kundi ikki góðkenna hetta
tilboðið. Stjórnarkeldur
søgdu, at teir afrikansku
leiðaramir høvdu skyldina
av at onki betri uppskot
kom burturúr fundinum í
Lusaka, ti teir knappliga
broyttu hugsan og settu
treytir, sum lógu langt frá
tí, ið samtykt varð framm-
anundan. Keldur í Salis-
bury søgdu eisini tinging-
araar í Lusaka høvdu vart
ov leingi, so at aðrir
stovnar sum Afrikanski
felagsskapurin og ST
høvdu fingið høvi til at
leggja uppí.
Óvæntað
Fyri eygleiðarar kom tað
eitt sindur óvæntað, at als
onki kom burturúr sam-
ráðingunum, tí tað var al-
mannakunnugt, at afrik-
anskir leiðarar vóm slopnir
úr Rhodesia til Lusaka at
taka lut í samráðingunum,
og eisini umboðsmenn fyri
stjórnina hjá Ian Smith
vóru har.
Tað var óvæntað, at
afrikansku leiðaramir
kravdu meirilutastýri í
Rhodesia beinanvegin sum
treyt fyri at fáa enda á
guerilla-krígnum.
Tær royndir, sum fyrr
hava verið gjørdar at loysa
ósemjuna við Rhodesia,
hava altíð strandað á
spurninginum, nær tann
svarti meirilutin í landi-
num skal fáa valdið. Sein-
asta tilboðið frá tí hvíta
stýrinum í 1971 var, at teir
svørtu íbúgvarnir í landi-
Forsætisráðharrin í Rho-
desia, Ian Smith
num skuldu fáa valdið ein-
aferð i næstu øld.
Seinastu tvey árini hev-
ur guerilla-kríggið i Norð-
urrhodesia ímillum stjórn-
arhermenn og partisanar
vunđið uppá seg. Hetta
kríggj fer væntandi nú
bert at herðast. Partisan-
leiðararnir vænta sær at
vinna støðugt meiri stuðul
fyri sína sak. I eini við-
merking sigur suðurafrik-
anski forsætisráðharrin, at
tað harmaði seg, at tað
ikki eydnaðist afrikanar-
unum at gera ein sáttmála
við hvítu stjórnina í Rho-
desia, tí kemur stríðið at
herðast, verða avleiðingar-
nar óhugnaligar, segði
hann.
Betri semja
enn væntað
Samhandilin millum Sovjet
og Frakland skal økjast
Ein kunngerð, sum varð
send út í Paris eftir vitj-
anina hjá Leonid Brezjnev
ger tað greitt, at Frakland
góðkennir sovjettiska upp-
skotið um ein fund á
hægsta stigi næsta ár um
europeiskar trygdarspurn-
ingar.
I kunngerðini em tey
bæði londini eisini samd
um, at varandi friður kann
bert fáast í lag í Miðeystri,
um ísrael tekur scg aftur
av øllum teimum økjum,
Á einum tíðindafundi í
Washington hevur amerik-
anski uttanríkisráðharrin
talað um sáttmálan millum
Sovjetsamveldið og USA
um avmarking av kjarn-
orkuvápnum.
Tað hava verið fleiri at-
finningar at sáttmálanum,
sum Ford og Brezjnev
komu ásamt um í farna
mána. Kissinger kom við
eini ávaring og segði, at
tað kann vera til stóran
skaða fyri viðurskiftini við
Sovjetsamveldið, um kon-
gressin ikki vil góðkenna
sáttmálan. Hann segði, at
' eftir hansara áskoðan
sum vórðu hersett undir
krígnum í 1967.
Frakland
slakar
Henda kunngerð vísir við
øðrum orðum, at Frakland
hevur slakað i báðum hes-
um spurningum saman-
borið við ta støðu, landið
fyrr hevur havt. Frakland
hevur fyrr sagt, at treytin
fyri eini trygdarráðstevnu
hevði Sovjetsamveldið
slakað nógv fyri at fáa
sáttmálan í lag.
í USA hava menn mill-
um annað funnist at sátt-
málanum, tí hann loyvir
pørtunum at hava ov nógv
vápn. Til hetta segði Kiss-
inger, at verður sáttmálin
ikki góðkendur, so má
USA bara ofra uppaftur
meira pening til kjarnorku-
vápn.
Kissinger legði dent á,
at hetta er hóast alt fyrstu
ferð, at eitt mark er sett
fyri, hvussu nógv vápn ið
hvør parturin kann hava.
\ar, ut størri samband
fekst millum fólk í Eystur
og Vestureuropa. Men nú
sigur Giscard d’Estaing,
at nóg stór framstig eru
hend undir tingingunum í
Geneve, so at hann gongur
við til ein trygdarfund á
hægsta stigi. Sovjetsam-
veldið vil hava henda fund
at vera í fyrru helvt av
1975.
Viðvíkjandi Miðeystri
hevur Frakland fyrr latið
tann møguleika standa op-
nan, at ísrael kanska
skuldi sleppa at hava ein-
stakar partar av hersettum
øki. Franska stjórnin sigur
framvegis, at ísrael má fáa
tryggjað mark. Møguliga
hevur Giscard slakað her,
ti hann hevur meira at
vinna við tí búskaparliga
samarbeiðssáttmálanum,
sum varð undirskrivaður í
Paris undir vitjanini hjá
Brezjnev. Sambært henda
sáttmála skal samhandilin
millum tey bæði londini
økjast nógv komandi árini.
Ein amerikansk kjarnork-
uspreinging
Kissinger ávarar
Er komin
heimaftur
Seinasta leygardag
kom Makarios aftur til
Kypros fyri fyrstu ferð
síðani hann flýddi av
oynni undir uppreistri-
num í juli. í eini røðu
segði hann, at Turka-
land hevði brúkt upp-
reisturin sum eina um-
bering fyri at sleppa at
herseta ein stóran part
av oynni. I eini kunn-
gerð, sum seinni varð
send út, takkaði erka-
biskuppurin Klerides
fyri at hann hevði røkt
starvið sum forseti,
meðan Makarios sjálv-
ur hevði verið í útlegd.
Ongin vildi
hava teir
Teir fýra arabisku part-
isanarnir, sum herfyri
STUTT
UTTANEFTIR
burturfluttu eitt
bretskt flogfar til Tunis
eru sendir haðani úr
landinum til eitt annað
arabiskt land. Ein tals-
maður fyri palestinsku
frælsisfylkingina hevur
aftur váttað, at flog-
rænararnir koma fyri
rættin. Hann segði, at
teir høvdu sjálvir av-
gjørt at geva seg upp í
hendumar á PLO, eftir
at teir høvdu fingið at
vita, at onki arabiskt
land vildi taka sær av
teimum. Teir sjey fang-
arnir, sum flogrænarar-
nir fingu leysar, vóru
eisini sendir úr Tunis
saman við teimum.
U Thant
jarðaður
ímóti ynskinum hjá
stjórnini í Burma varð
líkið av fyrrverandi ST-
aðalskrivaranum,
U Thant, jarðað á uni-
versitetinum í Rangoon
av studentum og
bhuddistiskum prest-
um. Teirvaldu at grava
U Thant á einum stað,
har hermenn fyri 12 ár-
um síðani dmpu fleiri
mótmælandi studentar.
Studentamir stjólu
kistuna seinasta hós-
đag, tí teir søgdu, at U
Thant hevði uppiborið
eina meira heiðurliga
jarðarferð enn hana,
sum stjómin hevði fyri-
reikað.
Væleydnað
rúmdarferð
Sovjettiska rúmdarfar-
ið Sojuz 16 kom niður
aftur á jørðina sunnu-
dagin eftir seks dagar í
rúmdini. Moskva-út-
varpið segði, at báðir
rúmdarmenninir høvdu
tað gott og at ferðin var
væleydnað. " '
Nýggjur forsætis
ráðharri í Japan
Bæði kømurini í japan-
ska tjóðartinginum
hava góðkent Takeo
Miki sum nýggjan for-
sætisráðharra í Japan.
Hann varð í síðstu viku
valdur av liberala-dem-
okratiska flokkinum til
at vera stjórnarleiðari
eftirTanaka. Miki, sum
er fyrrverandi varafor-
sætisráðharri, er 67 ára
gamal. Hann fór burt-
urúr stjórnini hjá Tana-
ka í juli í ár, tí hann var
so hart ímóti valstríð-
num, sum Tanaka
hevði ført. Hann segði.
at Tanaka skaddi flokk-
in, tí hann arbeiddi ov
nógv saman við penga-
monnum. Hann hevur
ofta talað um, at tað er
neyðugt at beina fyri
korruptión og ikki at
lata tær stóm fyritøk-
urnar sleppa at hava
nakra ávirkan á poli-
tikk.
Vístar úr
ísrael
Israelska stjórnin hev-
ur víst tveimum europ-
eiskum kvinnum úr
landinum. Tær vórðu
fyri trimum árum síðani
dømdar til fleiri ára
fongsulsrevsing fyri at
hava smuglað vápn inn
í landið. Kvinnurnar —
onnur fødd í Týsklandi
og hin fronsk — vóru
millum fimm fólk, Sum
vórðu dømd fyri at
hava ætlað at spreingja
gistingarhús í ísrael í
luftina. í rættinum við-
gingu kvinnurnar, at
tær hoyrdu til ein pal-
estinskan partisanbólk.
Vilja vinna
økið aftur
Hussein kongur í Jor-
dan sigur, at kemur eitt
nýtt kríggj í Miðeystri,
verður tað blóðigari enn
nakað av teimum und-
anfarnu. Hann segði, at
verður spurningurin
viðvikjandi palestinar-
unum ikki loystur, so
fer hetta at raka londini
um allan heim — og
ikki bert Miðeystur.
Hussein segði, at
spurningurin sær ikki
longur út til at vera,
hvussu leingi sleppast
kann undan einum
kríggi, men hvussu
leingi tað kann útset-
ast. Endamálið hjá Jor-
dan er at vinna tað her-
setta økið vestanfyri
Jordan-ánna aftur og so
lata íbúgvararnar har
sjálvar avgera sína
framtíð við eini fólkaat-
kvøðu, segði Hussein.
. *r
%