Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 1

Tíðindablaðið - 11.12.1974, Side 1
Tíðindablaðið Nr. 70-1. árg. - leysasøla 2,00 kr. ■aMBDBQBBBI Mikudagur 11. desember 1974 Telefon 1 48 49 Krevja altjóða viðurkenning Teir føroysku skótarnir arbeiða fyri at fáa al- tjóða viðurkenning. Teir grønu og teir gulu skót- arnir arbeiða saman um hetta. Føroyingar skulu taka lut í eini jamboree, sum verður í Lillehamm- er í Noreg næsta summ- ar. Teir hava søkt um al- tjóða viðurkenning, men tað er ikki greitt enn, hvussu tað verður. Teir hava heldur ikki fingið at vita, um tað føroyska flaggið verður viður- kent. Tá jamborein er liðug, verður ein altjóða skótafundur í Keyp- mannahavn, ogføroysku skótarnir ætla at senda umboð hagar. Teir hava í skrivi vent sær til norð- urlond um at fáa stuðul frá teimum í kravinum um altjóða viðurkenn- ing, men hava ikki fingið svar enn. Danir hava sagt, at teir ætla ikki at seta seg uppímóti, at føroyingar fáa viður- kenning, men hava onki nevnt um, at teir bein- leiðis vilja styðja kravið hjá føroysku skótunum. Bilarnir seldir Tá politiið gjørdi stórar húsarannsóknir í tveim- um ølklubbum, løgdu teir hald á tveir persón- bilar, sum leiðararnir í øðrum klubbanum høyd- u keypt. Bilarnir eru nú seldir. Annar fór fyri 44.000 og hin fyri 42.500 kr. Politiið hevði lýst at bilarnir kundu keypast og keypssáttmálin yvir- takast. Hvussu hetta var skilt og ikki, so kom boð frá einum manni, sum bjóðaði 8.000 kr. kontant — men so vildi hann ikki vita av nøkr- um keypssáttmála. Hann fekk ongan bil. Sama dag Fólkatingsvalið verður hesaferð sama dag í Føroyum sum í Dan- mark, tað er 9. januar. Hetta er fyrstu ferð síð- ani 1939, at danir hava val annan dag enn týs- dag. Valið verður nú hósdag. Jólahugni Frelsunarherurin hevur jólahugna fyri ungdóm í kvøld kl. 20.30. Fáir bretskir trolarar undir Føroyum nú - sigur chefurin á Hvidhjørnen Chefurin á Hvidbjørnen, Hans Fink-Jensen Skiparin á sjóverjuskipi- num Hvidbjørnen, sum tók trolaran Scottish King seinasta leygardag, sigur, at tað sum kann vera ser- liga áhugavert við hesum dóminum er, at skiparin varð dømdur, hóast hann var ógvuhga stutt innan- fyri. - Vit kuntíu ikki taka hann, uttan vit høvdu full- góð prógv fyri, at hann var innanfyri, og tað høvdu vit. Hans Fink-Jensen hevur verið skipari á Hvidbjørn- en í hálvanannan mánað. - Hava tygum illgruna um, at bretskir trolarar ofta fiska innanfyri fiski- markið? - Nei, tað gera teir ikki. Tað eru bara nakrir heilt fáir bretskir trolarar, sum royna undir Føroyum nú — eini tíggju í tali. Teir hava næstan uppbrúkt kvotuna hjá sær. Men tað eru fleiri skotskir Unubátar undir Føroyum. - Rokna tit ikki við, at trolararnir fara inn um at royna, tá sjóverjuskipið liggur inni? - Vit hava umframt Hvidbjørnen eisini Dag- stjørnuna og Teisten, sum ansa eftir, og aftrat tí brúka vit helikoptaran nógv. Hann fer ofta kann- ingarferðir fyri at vita, um nakar er innanfyri. - Hava tit fastar reglur fyri, nær tit skulu vera inni? - Nei, vit eru ógvuliga ofta inni í week-endini, men vit hava ongar fastar fyriskipanir um tað. Klubbarnir avhoyrdir um sølu út Fútin boðsendi í gjár umboðsmonnum fyri ølklubbarnar Mimir og Kaggan og hevði eina samrøðu við teir. Fútin gjørdi teir varugar við, at hann heldur seg vita, at nakað av øli verður selt út úr klubbunum, og segði teimum, at hetta er ikki lógligt og má ikki gerast. Hann segði, at um hetta fór at halda fram, fer politiið uttan aðra ávaring at laggja uppí og konfiskera m.a. øl, bilar o.l. Fútin hevur eisini sent Havnar Klubba, Marinustøðini og Mjørkadali skriv, har hann ger vart við at søla út er ólóglig. Hann sigur seg tó onki vita um at nakað verður selt út haðani. Jens Klerens fúti sigur, at tá hann hevur mælt til at restauratiónir fáa loyvi at hava útskeinking, so er tað júst fyri at kunna hava eftirlit við drekkingini. Hetta eftirlit í klubbunum fellur burtur, tá teir selja út. Klaksvíkingar fáa 200 litrar í part at svimja í Tann nýggja høllin verður møguliga roynd alment i dag Síðu 4

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.