Tíðindablaðið - 11.12.1974, Síða 9
TiÐINDABLAÐIÐ mikudagin 11. des. 1974
Síða 9
♦
Arbeiðs-
skúrur
Sleipistøðin í Vest-
manna hevur keypt ein
arbeiðsskúr fyri
100.000 kr. frá fiska-
virkinum, sum hevði
skúrin standandi á
bryggjuøkinum og
brúkti hann m.a. til
sildaarbeiði. Skúrurin
er settur upp á bedings-
økinum, dekk er stoypt
i hann, og ætlanin er at
brúka hann til sveisi-
arbeiði o.l. Skúrurin er
11 x 28 metrar stórur.
Illveður
Tað hevur verið vána-
ligt veður vestanfyri
teir seinastu dagarnar,
og fyrrapartin i gjár
søgdu vestraenningar,
at tað var tjúkt í kava-
roki. Báðir trolararnir,
Vestfinnur og Norð-
finnur, hava ligið inni í
eina viku fyri veður.
Eisini útróðrarbátarnir
hava ligið, og ongin
fiskur er komin upp á
land. ,
Skiftir
motor
Gamli Gutti úr Sørvági
fer nú á sleipistøðina í
Vestmanna, har teir
skulu skifta motor.
Sandbáturin Fjarða-
sandur skal takast upp
til reinsingar, og nóta-
skip hava vissað sær
pláss at verða reinsað á
jólum.'
Seagull og Ingir (fyrr
Glottin) hava staðið
uppi og fóru av í gjár.
Bæði skipini hava fing-
ið høvuðssýn.
Kryddflak
Á Borgsild í Kollafirði
skera teir kryddflak úr
tunnum, sum vórðu
kryddaðar fyrst á
heystinum. Sildin verð-
ur nú skorin, skrædlað
og pakkað í tunnur.
Tað arbeiða eini 30 til
40 fólk vanligan ar-
beiðsdag í løtuni.
í gjár vórðu 3—400
tunnur av saltsild av-
skipaðar til Polands.
Nótaskipini eru nú í
Norðsjónum og landa í
Danmark, so ongin sild
kemur til virkið í Kolla-
firði hesa tíðina.
Við asfalti
Falkur var á Kollafirði í
gjár við 1200 tunnum
av asfalti til asfalts-
verkið, sum landsverk-
frøðingurin hevur í
Hundsarabotni.
TÍÐINDI
ÚR
NORÐSTREYMI
Reinsar
Gullfinnur liggur á
Vestmanna, har teir
hava havt allan motorin
sundur og reinsað
hann. Ymist annað um-
vælingararbeiði hevur
eisini verið gjørt. Mán-
adagin fer Gullfinnur
inn á Skála, har hann
verður tikin upp, so at
skipið kann reinsast.
Bíða eftir
tiífari
Partafelagsyvirlitið
hevur lýst, at Før-
oyskt-íslendskt Fiska-
virki í Haldórsvík hev-
ur 500.000 kr. í parta-
peningi, sum allur er
goldin. Síðani hevur
felagið hildið fund, har
avgjørt varð at hækka
partapeningin til
800.000 kr. Av hesum
eru longu 150.000 kr.
teknaðar, og farið verð-
ur nú undir at tekna
restina. íslendingar
hava higartil sett
45.000 kr. í felagið,
meðan føroyingar eiga
restina, men Dávur
Davidsen úr Tjørnuvík,
sum stílar fyri bygging-
ini av flakavirkinum,
sigur, at íslendingar eru
hugaðir at seta meira í
felagið. Hann hevur ný-
liga verið í íslandi og
tosað við teir.
Tað gongst hampu-
liga væl við byggingini
í løtuni, men teir fáa
ikki gjørt alt arbeiðið,
av tí at teir bíða eftir
tilfari úr Svøríki. Teir
skulu hava stálplátur at
klæða flekirúmið og ar-
beiðsrúmið hjá konu-
fólkinum við, hetta
verður gjørt í staðin
fyri flísar.
Virkið er 58 x 18
metrar til støddar, og
tað skal eftir ætlanini
taka ímóti fiski til várs.
Ognarskifti
Arvingarnir eftir Annu
K. Olsen í Kollafirði
hava selt Jórun og Pet-
ur Dahl Christiansen í
Havn eini hús í Kolla-
firði fyri 60.000 kr.
“ Jens A. Dam í Kolla-
firði hevur selt Høgna
Joensen eitt grund-
stykki fyri 5.400 kr.
Hallgrim Hansen i
Kollafirði hevur selt
Regini av Steinum eitt
grundstykki fyri 16.320
kr.
Jenny Z. Jensen á
Stykkinum hevur selt
landsstýrinum eini hús
fyri 40.000 kr.
Maria Hansen á Sig-
nabø hevur selt Arn-
finni Helmsdal í Havn
eitt grundstykki á Sig-
nabø fyri 7.350 kr.
Næmingar í Hoydølum
hótta við verkfalli
Krevja greitt
stýrinum um
Næmingarnir á studenta-
skúlanum í Hoydølum
hótta við at fara í verkfall í
næsta mánað, um teir ikki
fáa greitt svar frá lands-
stýrinum um, hvussu tað
verður við málspurningi-
num við próvtøkuna kom-
andi summar.
Ein nevnd av næming-
um hevur sitið og arbeitt
við málinum síðani sep-
tember mánað í ár. í hesi
nevnd sita Mads Jensen,
Tummas í Dali, Jógvan
Jespersen og Andrass
Skaalum.
Ikki nøgdir
við svarið
- Nevndin hevur viðgjørt
spumingin, sigur Mads
Jensen, og vit hava fund
við allar flokkarnar á skúl-
anum, og so verður av-
gjørt, um vit skulu fara í
verkfall fyribils í ein dag í
næsta mánað.
- Vit hava talað við Atla
Dam, løgmann, og lands-
stýrismannin fyri skúla-
mál, Asbjørn Joensen.
Løgmaður segði, at tað
kann taka drúgva tíð —
upp til eini 10 ár — til
føroyingar sjálvir kunnu
taka ta pedagogisku á-
byrgdina, og eisini As-
bjøm Joensen meinti, at
tað var avgerandi, at før-
oyingar taka pedagogisku
ábyrgdina sjálvir.
Formaðurin í nevndini
sigur, at teir em ikki
nøgdir við svarið, sum
svar frá lands-
málspurningin
Mads Jensen, formaður í tí
nevndini hjá næmingafel-
agnum í Hoydølum, sum
heuur sitið og arbeitt við
málspurninginum síðani
summarfrítíðina: - Vit vilj-
a hava visSu fyri, at próv-
tøkan verður á føroyskum í
framtíðini
Poul Hartling forsætisráð-
harri gav Erlendi Paturs-
soni í fólkatinginum sein-
asta summar. Forsætis-
ráðharrin segði tá, at
kenslumálaráðið kannar
møguleikarnar fyri, at
próvtøkan kann fara fram
á føroyskum í so stóran
mun sum gjørligt, og helst
í øllum lærugreinum.
Á føroyskum
í framtíðini
- Vit ynskja trygd fyri, at
øll próvtøkan verður á
føroyskum í framtíðini,
sigur Mads Jensen.
- Tað tarnar okkum at
málbera okkum á einum
fremmandum máli. Próv-
tøkan verður' avskeplað,
próvdómarin fær ikki eitt
rætt grundarlag at døma
eftir, tí vit fáa ikki sagt
klárt, hvat vit hugsa, og
hvat vit vita um evnið.
Limirnir í málnevndini
hjá næmingunum í Hoy-
dølum taka undir við tí
uppskoti, sum lærararáðið
í Hoydølum sendi lands-
stýrinum í oktober. Lær-
araráðið segði her, at tað
er avgjørt neyðugt, at ein
loysn verður funnin i mál-
spurninginum áðrenn
próvtøkuna í 1975, og
skotið varð upp, at lands-
stýrið skipar fyri próvtøk-
uni, soleiðis at tað m.a.
setir censorar. Eftir upp-
skotinum skuldi direktor-
atið hava eftirlit við, at
«niveau» er á hædd við tí,
sum krevst aðrastaðni.
Ætlanin var, at næm-
ingarnir á studentaskúla-
num skulu hava fund um
málið í dag.
Jólagávuide
Eitt gávukort til andlitsviðgerð ella massasju og
ljós.
Ringið tlf. 1.3035
Eðla Hurley, Argjum
Slaskidukkur og annað leikutoy.
Jónas Broncksgøtu 32. tlf. 1 3322
Klinikkin
verður stongd frá 21. desember til 6. januar.
Eðla Hurley
Argjum. tlf. 1.3035
+
R
Æ
N
D
U
R
Har stóð Alan. - Kom, teskaði
hann, og so hildu teir avstað
undan hermonnunum, til teir
púra løgdust fyri og tveittu seg
sum deyðir niður í lyngin.
Tað var Alan, sum fyrst orkað
at siga nakað:
- Nú hevur tú bert tvinnar
kostir í at velja: heiðarnar ella
gálgan. Hermenn fara at rann-
saka hvønn krók i landinum og
taka øll fremmandafólk. Dómar-
arnir, sum skulu døma í hesum
máli, eru allir campellar eins og
fútin Glenure, ið varð skotin. Tú
skalt ikki vænta tær náði, um
teir fáa fatur á tær.
Meðan teir ótu av tí matinum,
sum Alan hevði uppi á sær,
segði Alan frá, hvussu sær hevði
gingist, tá skipið sakk. Tá tann
lítli báturin kom á land, hevði
skiparin Hoseason aftur givið
manningini boð um at taka Alan
og ræna allan peningin frá hon-
um. Alan hevði tó verið teimum
ov kvikur og slapp til rýmingar.
Hann hevði sæð David rikið av-
stað á flakanum, men hevði ikki
mist mótið um at finna hann
aftur.
i