Tíðindablaðið - 15.01.1975, Síða 1

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Síða 1
Tíðindablaðið Nr. 3 - 2. árg. - leysasøla 2,00 Mikudagur 15. januar 1975 Telefon 1 48 49 Aðalfundur í Flogsamband Mánakvøldið var aðal- fundur í Pf. Flogsam- band. Á fundinum var frágreiðing løgd fram frá virki nevndarinnar og val var av nevnd. Greitt varð frá teimum sam- ráðingum, sum vóru í Danmark í fjør. Nenvdin í Flogsamband valdi í fjør eina nevnd, sum saman við dønum kann- ar ymsar spurningar í samband við flúgving- inga, t.d. raksturin, hvat slag av flogfari, ið er best egnað o.s.fr. I hesi kanningarnevnd sit- a Jóhan Djurhuus, Tummas Arabo, Jógvan Sundstain og Lars Lar- sen. Henda nevndin skál seinni í ár koma við eini frágreiðing. J? Á aðalfundinumí Flogsamband máttia- kvøldið var nevndin aft- urvald. í nevndini fyri Flogsamband sita: Hal- dor Hansen formaður, Hákun Djurhuus, Sig- urd Joensen, Petur F. Christiansen, Thomas Dam, Hans Pauli Joh- annesen og Hugo Fjørð- oy- Úrskurður í Føroya rætti hevur verið avhoyring av manningini á Hvidbjørn- en í samband við hend- ingina 2. jóladag, tá sjóverjuskipið kom fram á fleiri trolarar, ið fisk- aðu innanfyri eystanfyri Svínoynna. Síða 7 Brugduveiða Føroyingar umhugsa at fara undir brugduveiðu, men hetta er ikki avgjørt enn. Síða 8 Silvur- brúdleyp í dag kunnu hjúnini Hildigerd og Kjartan Højgaard í Rituvík hald- a silvurbrúdleyp. Tann talsterkasta samgongan undir heimastýrinum er farin til verka Mánadagin og týsdagin møttu teir nýggju landsstýr- ismenninir upp í Tinganesi, harteirfingu innrættað seg á skrivstovuni og heilsað uppá starvsfólkið. Atli Dam løgmaður og Jóhan Djurhuus skrivstovu- stjóri eru í løtuni staddir í Bergen, og tann fyrsti lands- stýrisfundurin verður ikki, fyrr enn løgmaður er aftur- komin, væntandi hósdagin. Tað er nøkurlunda greitt. hvørji høvuðsmálsøkini hjá teimum ymisku landsstýris- monnunum vera. Petur Rein- ert skal hava fiskivinnumál, Finnbogi Isaksen sam- ferðslu- og skúlamál, Dánjal Pauli Danielsen fíggjarmál og Demmus Hentze m.a. land- búnað og mentunarmál. Ják- up Lindenskov kemur at hava sosial- og ídnaðarmál, og løgmaður fyrisiting og uttanríkismál. Onnur máls- øki eru so býtt ímillum teir Atli Dam og Øregaard undir samráðingunum seks limirnar av landsstýrinum, og endalig støða verðurtikin til býtið seinri í vikuni. Nú landsstýrið hevur ein mann meira, restar ein skrivstova, og Petur Reinert hevur tí fingið innivist á somu hædd sum løgmaður á skrivstovuni, sum Einar Kallsberg hevði. Landsstýrið fer nú at fyrireikað tey mál, sum skulu viðgerast í hesi ting- setuni. Síða4,5og9 Tað seinasta, teir fráfarnu landsstýrismenninir gjørdu, var at rudda upp. Her fyllir Eli Nolsøe gomul uppskot í pappírsposan 75 ár í dag fyllir William Heinesen, rithøvundur, 75 ár. Á ungum árum var William burtur, hann var í Danmark og ferðaðist eisini nakað, men nú eru meira enn 40 ár síðani, at hann kom heimaftur og hevur sið- ani havt fastan bústað her. Tað var sum yrkjari at William fýrst royndi seg. Hansara fyrsta yrk- ingarsavn kom longu í 1921, og tað fekk gott ummæli. Nøkur yrking- arsøvn komu aftrat, áð- renn tann fyrsta bókin kom á óbundnum máli; tað var Blæsende Gry, sum kom út í 1934. William hevur funnið tilfarið til sínar skald- søgur i Føroyum. Per- sónarnir eru her, og hendingarnar fara fram her, men hóast vit føla, at vit eru í Føroyum, tá vit lesa hann, so hevur hann lagt ein slikan pq- etiskan dám yvir skald- skapin, sum ger, at vit føla tað ikki meira sum føroyskar hendingar enn útlendingar gera. William skrivar á donskum máli, og av kønum donskum mál- monnum verður hann roknaður at skriva eitt sera gott danskt mál. Hann fellur ikki fyri at brúka klicheir, og her man tað vera hansara musikalska oyra, sum kemur til góðar. Kona hansara, Elisa, er ættað frá Signabø.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.