Tíðindablaðið - 15.01.1975, Qupperneq 1
Tíðindablaðið
Nr. 3 - 2. árg. - leysasøla 2,00
Mikudagur 15. januar 1975
Telefon 1 48 49
Aðalfundur
í Flogsamband
Mánakvøldið var aðal-
fundur í Pf. Flogsam-
band. Á fundinum var
frágreiðing løgd fram frá
virki nevndarinnar og
val var av nevnd. Greitt
varð frá teimum sam-
ráðingum, sum vóru í
Danmark í fjør. Nenvdin
í Flogsamband valdi í
fjør eina nevnd, sum
saman við dønum kann-
ar ymsar spurningar í
samband við flúgving-
inga, t.d. raksturin,
hvat slag av flogfari, ið
er best egnað o.s.fr. I
hesi kanningarnevnd sit-
a Jóhan Djurhuus,
Tummas Arabo, Jógvan
Sundstain og Lars Lar-
sen. Henda nevndin skál
seinni í ár koma við eini
frágreiðing. J?
Á aðalfundinumí
Flogsamband máttia-
kvøldið var nevndin aft-
urvald. í nevndini fyri
Flogsamband sita: Hal-
dor Hansen formaður,
Hákun Djurhuus, Sig-
urd Joensen, Petur F.
Christiansen, Thomas
Dam, Hans Pauli Joh-
annesen og Hugo Fjørð-
oy-
Úrskurður
í Føroya rætti hevur
verið avhoyring av
manningini á Hvidbjørn-
en í samband við hend-
ingina 2. jóladag, tá
sjóverjuskipið kom fram
á fleiri trolarar, ið fisk-
aðu innanfyri eystanfyri
Svínoynna.
Síða 7
Brugduveiða
Føroyingar umhugsa at
fara undir brugduveiðu,
men hetta er ikki avgjørt
enn.
Síða 8
Silvur-
brúdleyp
í dag kunnu hjúnini
Hildigerd og Kjartan
Højgaard í Rituvík hald-
a silvurbrúdleyp.
Tann talsterkasta
samgongan undir
heimastýrinum er
farin til verka
Mánadagin og týsdagin
møttu teir nýggju landsstýr-
ismenninir upp í Tinganesi,
harteirfingu innrættað seg á
skrivstovuni og heilsað uppá
starvsfólkið.
Atli Dam løgmaður og
Jóhan Djurhuus skrivstovu-
stjóri eru í løtuni staddir í
Bergen, og tann fyrsti lands-
stýrisfundurin verður ikki,
fyrr enn løgmaður er aftur-
komin, væntandi hósdagin.
Tað er nøkurlunda greitt.
hvørji høvuðsmálsøkini hjá
teimum ymisku landsstýris-
monnunum vera. Petur Rein-
ert skal hava fiskivinnumál,
Finnbogi Isaksen sam-
ferðslu- og skúlamál, Dánjal
Pauli Danielsen fíggjarmál og
Demmus Hentze m.a. land-
búnað og mentunarmál. Ják-
up Lindenskov kemur at
hava sosial- og ídnaðarmál,
og løgmaður fyrisiting og
uttanríkismál. Onnur máls-
øki eru so býtt ímillum teir
Atli Dam og Øregaard undir samráðingunum
seks limirnar av landsstýrinum, og
endalig støða verðurtikin til býtið seinri
í vikuni.
Nú landsstýrið hevur ein mann meira,
restar ein skrivstova, og Petur Reinert
hevur tí fingið innivist á somu hædd sum
løgmaður á skrivstovuni, sum Einar
Kallsberg hevði.
Landsstýrið fer nú at fyrireikað tey
mál, sum skulu viðgerast í hesi ting-
setuni. Síða4,5og9
Tað seinasta, teir fráfarnu landsstýrismenninir gjørdu,
var at rudda upp. Her fyllir Eli Nolsøe gomul uppskot í
pappírsposan
75
ár
í dag fyllir William
Heinesen, rithøvundur,
75 ár. Á ungum árum
var William burtur,
hann var í Danmark og
ferðaðist eisini nakað,
men nú eru meira enn 40
ár síðani, at hann kom
heimaftur og hevur sið-
ani havt fastan bústað
her.
Tað var sum yrkjari at
William fýrst royndi
seg. Hansara fyrsta yrk-
ingarsavn kom longu í
1921, og tað fekk gott
ummæli. Nøkur yrking-
arsøvn komu aftrat, áð-
renn tann fyrsta bókin
kom á óbundnum máli;
tað var Blæsende Gry,
sum kom út í 1934.
William hevur funnið
tilfarið til sínar skald-
søgur i Føroyum. Per-
sónarnir eru her, og
hendingarnar fara fram
her, men hóast vit føla,
at vit eru í Føroyum, tá
vit lesa hann, so hevur
hann lagt ein slikan pq-
etiskan dám yvir skald-
skapin, sum ger, at vit
føla tað ikki meira sum
føroyskar hendingar enn
útlendingar gera.
William skrivar á
donskum máli, og av
kønum donskum mál-
monnum verður hann
roknaður at skriva eitt
sera gott danskt mál.
Hann fellur ikki fyri at
brúka klicheir, og her
man tað vera hansara
musikalska oyra, sum
kemur til góðar.
Kona hansara, Elisa,
er ættað frá Signabø.