Tíðindablaðið - 15.01.1975, Side 3
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975
Síða 3
LESARIN SKRIVAR
Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið.
Sjúkur ella frískur?
Sjúkt ella frískt samfelag?
Tann verðinskendi danski
læknin, Carl Ottosen, sum
doyði í 1942, hevur í bókini
«Hold digung» m.a. skriv-
að:
«Det er lige sá umuligt
for forfatteren af disse linj-
er at tænke sig et dovent,
sundt menneske, som at
tænke sigen hæderlig tyv,
sá længe det er uhæderligt
at stjæle».
Tað kundi næstan sæð
út til, at Carl Ottosen
hevur havt varhugan av,
at tað at stjala møguliga
fór at verða roknað fyri eitt
heiðurligt yrki.
Hvussu er vorðið hjá
okkum? Nei, mær vitandi
verður tað ikki roknað fyri
heiðurligt at stjala, men
eru vit ikki komin rættu-
liga langt ávegis i so máta?
At sleppa sær undan
skatti er heiðurligt i okk-
ara samfelag í dag, tí sam-
felagið hevur lógarfest
hetta.
Hvør skattgjaldari hev-
ur eitt nummar. Koyrið øll
hesi nummør í ein posa og
takið t.d. 10% av numrun-
um upp úr aftur til gjølla
kanningar.
Sambært kommunu-
blaðið fara skattamyndug-
leikarnir sjáldan longur
enn á smáfiskaleið — teir
eru ov lítið mannaðir til
havróður.
Roknið skattin av brutt-
o.
lløgur.
At hesin mátin, at lætta
vissum monnum um skatt-
in, hevur ovurstóran týd-
ning fyri tær íløgur, sum
eru neyðugar, loyvi eg
mær at ivast um. Sum frá-
líður eri eg farin at ivast,
um íløguspurningurin
nakrantíð hevur verið høv-
uðsmálið.
Ætlar maður t.d. at
byggja fiskiskip í Føroy-
um, kann hann fáa landið
til at taka ábyrgd fyri láni
uppá 70% av byggikostn-
aðinum, 20% fær hann í
studningi, og so skal hann
útvega sær eginkapital
uppá 10%.
Hvat skuldi verið til
hindur fyri at landið tók á-
byrgd fyri øllum láninum?
At taka ábyrgd av ein-
um láni vil jú ikki beinleið-
is siga, at ábyrgdarmaður-
in skal gjalda lánið. Van-
liga klárar lántakarin at
greiða sínar skyldur, og
kann hann so siga ábyrgd-
armanninum takk fyri
hjálpina, sum gjørdi tað
møguligt fyri hann at fáa
lán og harígjøgnum hjálpti
tí unga, sum «hugsar altíð
fróður, at gera hug til
verk.»
Nógv ung fingu ongan-
tíð høvi til «at gera hug til
verk,» tí teim vantaði ein
ábyrgdarmann, ið kundi
hjálpt teimum yvir tað
fyrsta tunga takið.
Skattalógin.
Tá lógin er gjørd soleið-
is, at tann sum meira for-
máar sær, kann fáa mink-
að um skattin, so orsakar
tað, at tann, ið minni for-
máar sær, kemur at bera
tyngri byrði, enn hann
skuldi gjørt.
Tingmenn, ansið eftir,
at tann meinigi maðurin
ikki fer at ivast um tað
undirlendi, ið ein lóg er
bygd á. Verða lógir bygdar
á vanligum undirlendi,
Tað, ið fyri tað allarmesta
merkir skrivingina hjá
blaðstjóranum á 14. Sep-
tember, er ein áhaldandi
og uppafturísaman tak-
andi trúttan niður í fólk
um tey evni, liann nú eina-
ferð finnur sær at skriva
Hesi seinastu um leið
tvey árini hevur hann á-
haldandi upp i saman
trútta niður í fólk um
marknaðar- og fiskivinnu-
politikkin hjá seinasta
landsstýri, har var alt at
kalla skeivt; høvuðsá-
breiðslurnar fekk Hilmar
Kass fyri hin sonevnda
svikasáttmálan.
Tá tað so kom fyri ein
dag, at svikasáttmálin var
tað besta, sum undir tá-
verandi umstøðum kundi
fáast burtur úr, fjaraði
henda skriving so líðandi
burtur.
Eftir hvat metast kann
um, aftaná at hava hoyrt
samgongusáttmálan hjá
nýggja landsstýrinum lis-
nan upp í útvarpinum,
stendur hesin sami blað-
stjóri nú aftan fyri júst hin
sama marknaðar- og fiski-
vinnupolitikk, sum hann í
fjør stempláði sum verstu
Arbeiðsloysið
veksur
Talið á arbeiðsleysum í
Vesturtýsklandi er
nógv vaksið. Stjórnin í
Bonn hevur boðað frá,
at talið aV, arbeiðsleys-
um í fama mána var
950.000, og hetta er
størsta talið av arbeiðs-
leysum har í landinum í
16 ár. Tíðindamenn sig-
a, at hóast Vesturtýsk-
verður samfelagið sjúkt.
Carl Ottosen sigur, at eitt
friskt menniskja kann ikki
lata vera við at virka, og
eitt frískt samfelag skal
nokk finna virkisøkir
heildini at gagni.
Skattabók.
Meðan eg var í Marstal,
gav eg út eina skattabók,
skipað eftir skattinum.
Tað var ikki minni enn
einki, tann bókin broytti
skattalistan. Menn, sum
ár um ár høvdu ligið á
botni, komu knappliga
hampuliga høgt upp á list-
an. Hví er tað ikki lógligt
her hjá okkum at geva út
eina tílíka bók? Samfelagið
er eitt felags húsarhald, og
hví mugu vit ikki vita,
hvat tann einstaki letur til
tað?
Klaksvík, 9. januar 1975
Fischer Heinesen
svikagerðir, ið framdar
vóru móti Føroya fólki.
Hetta mátti verið beisk-
ur biti at svølgt, men ofta
etur hundur tað, hann
havnar.
Eftir leiðaranum í 14.
September fyri leygardag-
in 11. januar at døma, sær
tað út til, at nú má nýtt
evni fyri trúttingarskriv-
ing finnast.
Her verður sjálvstýris-
flokkurin — sjálvsagt utt-
an gmnd — lagdur undir
at hava gjørt álop á
nýggju landsstýrissam-
gonguna í sambandi við
danska fólkatingsvalið.
Nógv slík fiktiv álop fáa
vit uttan iva at síggja í 14.
September komandi árini.
Nevndi leiðari var skrivað-
ur sama dag, sum valið av
landsstýrismonnum fór
fram á kvøldi, og har var
nú ikki sørt av innanhýsis
klandri at merkja, so helst
verður onkuntíð brúk fyri
hjálp sjálvstýrisfloksins, tí
hann fer uttan iva at reka
ein meira konstruktivan
andstøðupolitikk enn blað-
stjórin á 14. September
gjørdi undir seinasta
landsstýrisskeiði.
Mortan Winther Poulsen
land hevur klárað betur
enn onnur lond at berj-
ast ímóti inflatiónini, so
er stórur ótryggleiki
har viðvikjandi búskap-
inum.
Ábyrgdarleys
skriving
NYTT
UM NØVN
65 ár
í morgin hin 16. januar,
verður Jógvan Freder-.
iksberg á Strondum 65
ár.
Sum flestu aðrir før-
oyingar leitaði Jógvan á
sjógvin sum ungur.
Hann sigldi við deyð-
siglara í nøkur ár. í 1934
var hann við «Standard»
og var við, tá ið hon
forlisti. Seinri hevur
hann verið kokkur. Áð-
renn Jógvan fór til skips
smíðaði hann við pápan-
um inni á beding á
Skála, har hann seinri
fekk prógv sum timbur-
maður. Jógvan hevur
verið 2 ferðir í íslandi og
smíðað.
Hann er giftur við
Ketty, ið er ættað úr
Æðuvík, dóttir Daviu og
Emil.
Jógvan er elstur av 7
systkjum, og er borin til
garðin, sum hann festi i
1955. Síðani hann festi
garðin hevur Jógvan
ikki verið til skips, tó
onkuntíð fingist við at
smíða, sum at umvæla
skip.
Ja, Jógvan, vit eru
nógv, sum lata tankar
okkara leita til tin á
sekstifimm ára degi tín-
úm við ynski um at tær
má unriást nógv góð ár
aftrat.
Ein vinur
75 ár
í. dag, mikudag, fyllir
Gunhild Waag í Klaks-
vík 75 ár. Gunhild, sum
er ógift, er seymikona,
hpn var í eini 10 ár í
starvi hjá skraddaranum
og í onnur 10 ár á sjúkra-
húsinum. Annars hevur
hon altíð tikist við seym-
ing fyri fólk.
I Emmaus hevur hon
avrikað eitt stórt ar-
beiði, serliga millum tey
ungu, har hon stóð fyri
bindingini millum gent-
urnar.
Hon hevur eisini gjørt
vart við seg sum høv-
undi, hevur sjálv skrivað
fleiri stuttsøgur og um-
sett aðrar, sum allar eru
prentaðar í Kirkjuligum
Missiónsblað. Haraftrat
hevur hon yrkt nokkso
fitt, og serliga hevur
verið heitt á hana at gera
sangir, tá skyldfólk ella
vinfólk hava havt hátíð-
ardag av onkrum slag.
Starv
Skúlastjórnin hevur sett
Sólvu Ellingsgaard sum
lærarindu við felagsskúl-
an á Oyrabakka frá 1.
august í fjør at rokna.
Andlát
10. januar andaðist
Hans Tausen í Runavík,
84 ára gamal. Hann var
ættaðurúr Fámjin, vaks
upp í Hovi og fór hálv-
vaksin til Lambar at ar-
beiða. Hann kom at vera
í húsi við Haldu Hamm-
er av Toftum, og tey
giftuSt í 1914. I fjør
heyst høvdu tey dia-
mantbrúdleyp.
Hans var motorpass-
ari, róði út m.a. í Klaks-
vík og var til skips í
nógv ár. Hann arbeiddi
eisini á hvalastøðini við
Áir og á fiskavirkinum á
Høgabóli.
Hans og Halda bú-
settust í Runavík og
búðu har í nógv ár, áð-
renn nakar annar bygdi
har. Tey eiga 11 bøm:
Annulena í Gøtu, Sig-
mund í Fámjin, Karin i
Rytuvík, Jaspur í Grøn-
landi, Karl í Hirtshals,
Jóhan í Runavík, Klæ-
mint og Jacobina í
Havn, Hálvdan í Dan-
mark og Esther í Runa-
vík.
10. januar andaðist Mar-
gretha Davidsen, 64 ára
gomul. Hon var ættað úr
Kvívik og búði nú í
Havn.
9,januar andaðist Jákup
Vitalis — vanligánevnd-
ur J akku Post — í
Klaksvík. Hann var 78
ára gamal.
Jákup róði út sum
yngri, men fór so at
starvast sum postmaður
í Klaksvík, og síðani ta
tíð varð hann kallaður
Jakku Post. Nú eru
longu liðin nógv ár, síð-
ani hann gavst Við hes-
um arbeiði. Hann var ar-
beiðsmaður, . m.a. á
Norðborg hjá Seglhús-
monnunum-
Jakku Post var giftur
við Jacobinu, sum var
ættað av Strond í Klaks-
vík. Tey áttu tvey børn,
Henriettu og Talis, sum
bæði búgva í Klaksvik,
og haraftrat fostraðu tey
tvey onnur børn upp,
Eyðun og Árnu.
12. januar andaðist Hen-
rietta Hjelm úr Vági, 80
ára gomul. Hon var bú-
sitandi í Keypmanna-
havn.
11. januar andaðist ^
Hanna Múller í Vági, 65
ára gomul. Hanna, fødd
Hofgaard, var ættað av
Tvøroyri og giftist i 1934
til Vágs við Kristian
Múller. Kristian, sum er
á lívi, er úr Porkeri og er
bátasmiðjur. Tey eiga
trý børn: Anna í Dan-
mark, Niels Jákup í
Grønlandi og Asbjørn í
Vági.
11. januar andaðist Dán-
ial Sofus Joensen í Sum-
ba, 63 ára gamal. Dánjal
Sofus, sum var ógiftur,
fór til sjós sum ungur,
og hann var sjómaður
síni ungdóms- og mann-
dómsár. Eftir kriggið
var hann við trolara, og
hann átti i Høvdaberg,
sum porkeningar og
sumbingar áttu saman
síðst í 40unum. Fyri
nøkrum árum síðani
gjørdist hann sjúkur, og
hann gavst tá við arbeið-
inum á landi, sum hann
hevði havt í nøkur ár,
eftir at hann var lagstur
upp áland.
13. januar andaðist
brádliga Poul Kruse,
stýrimaður á Smyrli.
Hann var 59 ára gamal,
hevði fylt 60 í mei. Poul
var eiðismaður. Hann
sigldi sum skipari á
hvalabáti i nógv ár, tá
føroyingar róku hvala-
veiðu. I lð52 giftist
hann. við Lydiu Joensen
á Tvøroyri, og tey bú-
settust har. Aftan á at
føroyingar vóru hildnir
uppat við hvalaveiðu,
helfe Poul Kruse fram'
sum sjómaður við øðrum
skipi, og hann hevur nú í
nakað nógv ár verið
stýrimaður á Smyrli.
Lydia og Poul fingu
tvey børn, Dorit og
John, sum bæði eru í
læru í Havn.
Mánadagin 13. januar
andaðist Hans Andr.
Hansen í Leirvik, 85 ára
gamal. Hans Andreas
var húsasmiður og var
ein ógvuliga hegnigur
maður. í mong ár var
hann formaður fyri
heimamissiónini í Leir-
vík.
Kona hansara, Ma-
lena, er ættað*úr Mikla-
dali. Tey eiga tiý børn á
lívi: Dany og Kafea, sum
búgva í Leirvik, og Er-
ling, sum býr í Havn.