Tíðindablaðið - 15.01.1975, Page 3

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Page 3
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975 Síða 3 LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið. Sjúkur ella frískur? Sjúkt ella frískt samfelag? Tann verðinskendi danski læknin, Carl Ottosen, sum doyði í 1942, hevur í bókini «Hold digung» m.a. skriv- að: «Det er lige sá umuligt for forfatteren af disse linj- er at tænke sig et dovent, sundt menneske, som at tænke sigen hæderlig tyv, sá længe det er uhæderligt at stjæle». Tað kundi næstan sæð út til, at Carl Ottosen hevur havt varhugan av, at tað at stjala møguliga fór at verða roknað fyri eitt heiðurligt yrki. Hvussu er vorðið hjá okkum? Nei, mær vitandi verður tað ikki roknað fyri heiðurligt at stjala, men eru vit ikki komin rættu- liga langt ávegis i so máta? At sleppa sær undan skatti er heiðurligt i okk- ara samfelag í dag, tí sam- felagið hevur lógarfest hetta. Hvør skattgjaldari hev- ur eitt nummar. Koyrið øll hesi nummør í ein posa og takið t.d. 10% av numrun- um upp úr aftur til gjølla kanningar. Sambært kommunu- blaðið fara skattamyndug- leikarnir sjáldan longur enn á smáfiskaleið — teir eru ov lítið mannaðir til havróður. Roknið skattin av brutt- o. lløgur. At hesin mátin, at lætta vissum monnum um skatt- in, hevur ovurstóran týd- ning fyri tær íløgur, sum eru neyðugar, loyvi eg mær at ivast um. Sum frá- líður eri eg farin at ivast, um íløguspurningurin nakrantíð hevur verið høv- uðsmálið. Ætlar maður t.d. at byggja fiskiskip í Føroy- um, kann hann fáa landið til at taka ábyrgd fyri láni uppá 70% av byggikostn- aðinum, 20% fær hann í studningi, og so skal hann útvega sær eginkapital uppá 10%. Hvat skuldi verið til hindur fyri at landið tók á- byrgd fyri øllum láninum? At taka ábyrgd av ein- um láni vil jú ikki beinleið- is siga, at ábyrgdarmaður- in skal gjalda lánið. Van- liga klárar lántakarin at greiða sínar skyldur, og kann hann so siga ábyrgd- armanninum takk fyri hjálpina, sum gjørdi tað møguligt fyri hann at fáa lán og harígjøgnum hjálpti tí unga, sum «hugsar altíð fróður, at gera hug til verk.» Nógv ung fingu ongan- tíð høvi til «at gera hug til verk,» tí teim vantaði ein ábyrgdarmann, ið kundi hjálpt teimum yvir tað fyrsta tunga takið. Skattalógin. Tá lógin er gjørd soleið- is, at tann sum meira for- máar sær, kann fáa mink- að um skattin, so orsakar tað, at tann, ið minni for- máar sær, kemur at bera tyngri byrði, enn hann skuldi gjørt. Tingmenn, ansið eftir, at tann meinigi maðurin ikki fer at ivast um tað undirlendi, ið ein lóg er bygd á. Verða lógir bygdar á vanligum undirlendi, Tað, ið fyri tað allarmesta merkir skrivingina hjá blaðstjóranum á 14. Sep- tember, er ein áhaldandi og uppafturísaman tak- andi trúttan niður í fólk um tey evni, liann nú eina- ferð finnur sær at skriva Hesi seinastu um leið tvey árini hevur hann á- haldandi upp i saman trútta niður í fólk um marknaðar- og fiskivinnu- politikkin hjá seinasta landsstýri, har var alt at kalla skeivt; høvuðsá- breiðslurnar fekk Hilmar Kass fyri hin sonevnda svikasáttmálan. Tá tað so kom fyri ein dag, at svikasáttmálin var tað besta, sum undir tá- verandi umstøðum kundi fáast burtur úr, fjaraði henda skriving so líðandi burtur. Eftir hvat metast kann um, aftaná at hava hoyrt samgongusáttmálan hjá nýggja landsstýrinum lis- nan upp í útvarpinum, stendur hesin sami blað- stjóri nú aftan fyri júst hin sama marknaðar- og fiski- vinnupolitikk, sum hann í fjør stempláði sum verstu Arbeiðsloysið veksur Talið á arbeiðsleysum í Vesturtýsklandi er nógv vaksið. Stjórnin í Bonn hevur boðað frá, at talið aV, arbeiðsleys- um í fama mána var 950.000, og hetta er størsta talið av arbeiðs- leysum har í landinum í 16 ár. Tíðindamenn sig- a, at hóast Vesturtýsk- verður samfelagið sjúkt. Carl Ottosen sigur, at eitt friskt menniskja kann ikki lata vera við at virka, og eitt frískt samfelag skal nokk finna virkisøkir heildini at gagni. Skattabók. Meðan eg var í Marstal, gav eg út eina skattabók, skipað eftir skattinum. Tað var ikki minni enn einki, tann bókin broytti skattalistan. Menn, sum ár um ár høvdu ligið á botni, komu knappliga hampuliga høgt upp á list- an. Hví er tað ikki lógligt her hjá okkum at geva út eina tílíka bók? Samfelagið er eitt felags húsarhald, og hví mugu vit ikki vita, hvat tann einstaki letur til tað? Klaksvík, 9. januar 1975 Fischer Heinesen svikagerðir, ið framdar vóru móti Føroya fólki. Hetta mátti verið beisk- ur biti at svølgt, men ofta etur hundur tað, hann havnar. Eftir leiðaranum í 14. September fyri leygardag- in 11. januar at døma, sær tað út til, at nú má nýtt evni fyri trúttingarskriv- ing finnast. Her verður sjálvstýris- flokkurin — sjálvsagt utt- an gmnd — lagdur undir at hava gjørt álop á nýggju landsstýrissam- gonguna í sambandi við danska fólkatingsvalið. Nógv slík fiktiv álop fáa vit uttan iva at síggja í 14. September komandi árini. Nevndi leiðari var skrivað- ur sama dag, sum valið av landsstýrismonnum fór fram á kvøldi, og har var nú ikki sørt av innanhýsis klandri at merkja, so helst verður onkuntíð brúk fyri hjálp sjálvstýrisfloksins, tí hann fer uttan iva at reka ein meira konstruktivan andstøðupolitikk enn blað- stjórin á 14. September gjørdi undir seinasta landsstýrisskeiði. Mortan Winther Poulsen land hevur klárað betur enn onnur lond at berj- ast ímóti inflatiónini, so er stórur ótryggleiki har viðvikjandi búskap- inum. Ábyrgdarleys skriving NYTT UM NØVN 65 ár í morgin hin 16. januar, verður Jógvan Freder-. iksberg á Strondum 65 ár. Sum flestu aðrir før- oyingar leitaði Jógvan á sjógvin sum ungur. Hann sigldi við deyð- siglara í nøkur ár. í 1934 var hann við «Standard» og var við, tá ið hon forlisti. Seinri hevur hann verið kokkur. Áð- renn Jógvan fór til skips smíðaði hann við pápan- um inni á beding á Skála, har hann seinri fekk prógv sum timbur- maður. Jógvan hevur verið 2 ferðir í íslandi og smíðað. Hann er giftur við Ketty, ið er ættað úr Æðuvík, dóttir Daviu og Emil. Jógvan er elstur av 7 systkjum, og er borin til garðin, sum hann festi i 1955. Síðani hann festi garðin hevur Jógvan ikki verið til skips, tó onkuntíð fingist við at smíða, sum at umvæla skip. Ja, Jógvan, vit eru nógv, sum lata tankar okkara leita til tin á sekstifimm ára degi tín- úm við ynski um at tær má unriást nógv góð ár aftrat. Ein vinur 75 ár í. dag, mikudag, fyllir Gunhild Waag í Klaks- vík 75 ár. Gunhild, sum er ógift, er seymikona, hpn var í eini 10 ár í starvi hjá skraddaranum og í onnur 10 ár á sjúkra- húsinum. Annars hevur hon altíð tikist við seym- ing fyri fólk. I Emmaus hevur hon avrikað eitt stórt ar- beiði, serliga millum tey ungu, har hon stóð fyri bindingini millum gent- urnar. Hon hevur eisini gjørt vart við seg sum høv- undi, hevur sjálv skrivað fleiri stuttsøgur og um- sett aðrar, sum allar eru prentaðar í Kirkjuligum Missiónsblað. Haraftrat hevur hon yrkt nokkso fitt, og serliga hevur verið heitt á hana at gera sangir, tá skyldfólk ella vinfólk hava havt hátíð- ardag av onkrum slag. Starv Skúlastjórnin hevur sett Sólvu Ellingsgaard sum lærarindu við felagsskúl- an á Oyrabakka frá 1. august í fjør at rokna. Andlát 10. januar andaðist Hans Tausen í Runavík, 84 ára gamal. Hann var ættaðurúr Fámjin, vaks upp í Hovi og fór hálv- vaksin til Lambar at ar- beiða. Hann kom at vera í húsi við Haldu Hamm- er av Toftum, og tey giftuSt í 1914. I fjør heyst høvdu tey dia- mantbrúdleyp. Hans var motorpass- ari, róði út m.a. í Klaks- vík og var til skips í nógv ár. Hann arbeiddi eisini á hvalastøðini við Áir og á fiskavirkinum á Høgabóli. Hans og Halda bú- settust í Runavík og búðu har í nógv ár, áð- renn nakar annar bygdi har. Tey eiga 11 bøm: Annulena í Gøtu, Sig- mund í Fámjin, Karin i Rytuvík, Jaspur í Grøn- landi, Karl í Hirtshals, Jóhan í Runavík, Klæ- mint og Jacobina í Havn, Hálvdan í Dan- mark og Esther í Runa- vík. 10. januar andaðist Mar- gretha Davidsen, 64 ára gomul. Hon var ættað úr Kvívik og búði nú í Havn. 9,januar andaðist Jákup Vitalis — vanligánevnd- ur J akku Post — í Klaksvík. Hann var 78 ára gamal. Jákup róði út sum yngri, men fór so at starvast sum postmaður í Klaksvík, og síðani ta tíð varð hann kallaður Jakku Post. Nú eru longu liðin nógv ár, síð- ani hann gavst Við hes- um arbeiði. Hann var ar- beiðsmaður, . m.a. á Norðborg hjá Seglhús- monnunum- Jakku Post var giftur við Jacobinu, sum var ættað av Strond í Klaks- vík. Tey áttu tvey børn, Henriettu og Talis, sum bæði búgva í Klaksvik, og haraftrat fostraðu tey tvey onnur børn upp, Eyðun og Árnu. 12. januar andaðist Hen- rietta Hjelm úr Vági, 80 ára gomul. Hon var bú- sitandi í Keypmanna- havn. 11. januar andaðist ^ Hanna Múller í Vági, 65 ára gomul. Hanna, fødd Hofgaard, var ættað av Tvøroyri og giftist i 1934 til Vágs við Kristian Múller. Kristian, sum er á lívi, er úr Porkeri og er bátasmiðjur. Tey eiga trý børn: Anna í Dan- mark, Niels Jákup í Grønlandi og Asbjørn í Vági. 11. januar andaðist Dán- ial Sofus Joensen í Sum- ba, 63 ára gamal. Dánjal Sofus, sum var ógiftur, fór til sjós sum ungur, og hann var sjómaður síni ungdóms- og mann- dómsár. Eftir kriggið var hann við trolara, og hann átti i Høvdaberg, sum porkeningar og sumbingar áttu saman síðst í 40unum. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist hann sjúkur, og hann gavst tá við arbeið- inum á landi, sum hann hevði havt í nøkur ár, eftir at hann var lagstur upp áland. 13. januar andaðist brádliga Poul Kruse, stýrimaður á Smyrli. Hann var 59 ára gamal, hevði fylt 60 í mei. Poul var eiðismaður. Hann sigldi sum skipari á hvalabáti i nógv ár, tá føroyingar róku hvala- veiðu. I lð52 giftist hann. við Lydiu Joensen á Tvøroyri, og tey bú- settust har. Aftan á at føroyingar vóru hildnir uppat við hvalaveiðu, helfe Poul Kruse fram' sum sjómaður við øðrum skipi, og hann hevur nú í nakað nógv ár verið stýrimaður á Smyrli. Lydia og Poul fingu tvey børn, Dorit og John, sum bæði eru í læru í Havn. Mánadagin 13. januar andaðist Hans Andr. Hansen í Leirvik, 85 ára gamal. Hans Andreas var húsasmiður og var ein ógvuliga hegnigur maður. í mong ár var hann formaður fyri heimamissiónini í Leir- vík. Kona hansara, Ma- lena, er ættað*úr Mikla- dali. Tey eiga tiý børn á lívi: Dany og Kafea, sum búgva í Leirvik, og Er- ling, sum býr í Havn.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.